.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

08. november 2006

Kapellið í Kirkjugarðinum við Velbastaðvegin


...Tak PDF-fílin av faldaranum niður her...


Góðan dag øll somul og veri hjartaliga vælkomin til hesa móttøku, nú ið arbeiði at umvæla Kapellið í kirkjugarðinum er liðugt.

Kapellið, sum stóð liðugt í 1951, er teknað av kenda arkitektinum H.C.W. Tórgarð.

Tórgarð er kendur fyri nógvar aðrar stórar og prýðiligar bygningar í býnum. Hann var fjølbroyttar arkitektur og teknaði m.a. Sankta Frans skúla, Sjónleikarhúsið, Meiaríið og nógv prýðilig sethús í býnum.

Hetta er ikki fyrsta broytingin, ið er gjørd í Kapellinum. Síðst í sjeytiárunum fekk kapellið eina stóra umvæling, samstundis sum bygt varð uppí vestureftir.

Men nú var hildið, at okkurt aftur mátti gerast. Tí tók býráðið avgerð um at seta pening av til eina umfatandi umvæling av Kapellinum, sum er kommunal ogn, og sum kommunan tískil hevur ábyrgdina av.

Tey, ið koma í Kapellið skulu kenna seg væl og hava eina kenslu av, at skilnaðarstundin frá okkara kæru og vinum er undir virðiligum umstøðum, og í hølum sum stuðla hesa kenslu.

Tíðliga í vár byrjaði arbeiði, og hevur tað verið Byggifelagið Guttesen og Staksberg, sum hevur staðið fyri meginpartinum av arbeiðinum.

Meðan umvælingin hevur verið, hevur Kapellið verið stongt.

Og nú ið arbeiðið er liðugt, hevur tað kostað umleið 3 mill. kr.

Væl er komið burtur úr, og alt er sum nýtt.

Innandura er

Umleið 200 sitipláss eru nú í Kapellinum

· Gólvið lagt av nýggjum
· Gólvhiti er lagdur í
· Nýggjar flísar úr basalti eru lagdar á alt gólvið
· Katafalkurin “frammi í kóri”er gjørdur av nýggjum
· Rivur í veggjum eru umvældar
· Hoyrnalykkja er løgd í gólvið
· Veggir, hurðar og loft eru málað

Teir gomlu beinkirnir eru skiftir út við 32 nýggjar úr eikiviði. Tað er Sverri Heinesen, arkitektur, ið hevur sniðgivið teir. Á setrunum eru pútur úr svørtum leðri.

· Ovasta loft er bjálva betur
· El-instalatiónin er nýggj


Og hyggja vit at innbúgvinum, so er

· Stólar, borð, hyllar og skáp eru nýggj
· Lampurnar eru nýggjar
· Ymiskt tilhoyr til wc’ini eru nýggj.
· Nýtt orgul og hátalarar


Og uttan er umvælingin eisini sjónlig


· Sprírið er gjørt í stand og kúlan er løgd við gulli
· Aluminiumstakið er tikið av. Tætt tróður er lagt á og spanskt skifurgrót lagt á.
· Múrurin er sandblástur og síðani pussaður upp aftur av nýggjum.
· Sólbeinkirnir undir vindeygunum eru skiftir út.
· Atkomuviðurskiftuni eru gjørd rørslutarnað vinarlig, eingin gátt er, og er túnið regulerað
· Hátalarar eru settir upp
· Fýra beinkir eru settir uttanfyri
· Nýggj bilhúshurð er sett í.
· Nakrar úthurðar eru skiftar út.
· Veggir, hurðar og vindeygu er málað

Í kórinum hongur ein nýggj Flosljósakrúna. 10 nýggjar lampur av slagnum Thorn Fatamorgana hanga niður úr loftinum. Eisini hevur kapellið fingið nýggja hoyriútgerð. Talan er um hátalarar, hoyrnalykkju og hoyristavar, ið hanga á vegginum við høvuðsdyrnar.


-----

Eg fari fyri Tórshavnar kommunu at ynskja tykkum, ið hava staðið fyri arbeiðinum hjartaliga til lukku við úrslitinum, og takka tykkum fyri gott samstarv.

Her vil eg nevna, at

Høvuðsarbeiði hevur Guttesen og Staksberg staðið fyri
Málaraarbeiði hevur Henning Sørensen havt um hendi
Múraraarbeiði hevur Regin Jacobsen, múrari á Skipanesi gjørt
El-arbeiði hevur Elmek v/Magnusi Magnussen greitt úr hondum
Fokus Elektronik hevur sett upp hoyriútgerðina
Harald Bjørgvin, byggifrøðingur í Tórshavnar kommunu hevur havt eftirlitið við arbeiðinum, meðan Mikael Viderø, býararkitektur eisini hevur verið partur í verkætlanini.


Benkur, træ-katafalkar, borð, málaraskáp og hyllar eru teknaði av Sverra Heinesen arkitekti.
Benkurnir og træ-katafalkarnir eru gjørdir í Júllandi og latnir gjøgnum Farodane
Borðini, málaraskápið og hyllar eru gjørd av Bygningssnikkaravirkinum BSV
Allar lampur eru keyptar frá Louis Poulsen
Wegner stólar og Flos-lampan frammi í kóri eru keypt gjøgnum Farodane.

Enn einaferð - hjartaliga vælkomin.


Heðin Mortensen











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya