.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

Góðu gestir og áhoyrarar!

"Eg kvøði, sum kvøðið er fyri mær", søgdu tey gomlu. Tað merkir, at ættarlið eftir ættarlið neyvt andurgav tað, teimum varð sagt.

Í "Færøernes Oldtidshistorie" sigur okkara stóri søgufrøðingur Niels Winther nakað um, hvussu ófatiligt tað er, at føroyingar hava varðveitt rímurnar, tættirnar og kvæðini við einum slíkum trúskapi, og við slíkari virðing fyri keldunum, at teir av røttum kundu siga, at "teir kvóðu, sum fyri teimum var kvøðið!"

Ein kann kanska siga, at her fór fram eitt stórt savnsarbeiði, sum ikki bara føroyingar kunnu njóta væl av, tí hesin arvur bjargaði okkum okkara tungumál, men eisini, at hetta er í dag eitt próvfast savnsarbeiði, sum onnur eisini njóta væl av. Bæði innan sjónleik og dans finna vit stevið og endurljóðini aftur, her á Listastevnuni ljóða tey líka úr New York.

Bara í tí, fyrireikararnir hava valt at lata okkum hoyra og síggja til sjálva setanina, gongur tað føroyska aftur gjøgnum tað útlendska, skarar í einstøkum førum helst burturúr á ein ella annan hátt, men smeltar eisini saman við nøkrum av tí besta útlendska, vit hava sæð og hoyrt á palli.

Vit byrjaðu í dag við nýskrivaðum føroyskum tónleikaverki við føroyskum operasangara, sum hevur vunnið sær góð ummæli uttanlands. Um eina løtu fara vit at hoyra verk av Wagner, ið mangan brúkti Sjúrðarkvæðini sum keldu. Og mong hava longu tryggjað sær at sleppa at hoyra Sequentia úr New York, hvørs framførsla eisini byggir á gomlu sagnirnar og kvæðini.

Her fer fram eitt slag av samanrenning við endurljóði úr okkara mentanararvi. Her koma amerikumenn við framførslu, ið byggir á sama arv, vit byggja part av okkara mentan á. Her koma okkara grannar úr Skotlandi, sum saman við føroyingum koma at framføra ymiskt, ið byggir á okkara felags fólksliga arv. Og her koma okkara grannar, norðmenn og íslendingar við tónleikarum úr fjarskotnum londum. Og higar koma gestir úr oljuhøvuðsstøðunum Aberdeen og Stavanger, sum Havnin eisini hevur mentanarligt tilknýti til.

Á stevnuni verður eisini hjúklað um okkara leikmentan, sum vit fara at hoyra meira um, tá virðislønahandanin í leikritakappingini fer fram um eina løtu. Her er eisini vítt til veggja, tá talan er um mentan og list, í kvøld fara vit eisini at síggja føroyskt mótadesign.

Fyri meg persónliga er tað serliga áhugavert, at sjónleikurin er tikin við, soleiðis at norðurlendsku "teaturdagarnir" eru tiknir við í sjálva Listastevnuna.

Tann áðurnevnda samansjóanin hevur eftir mínum tykki hepnast sera væl á hesi Listastevnuni. Tak kendu operasangarinnuna Elsu Waage sum dømi. Hon er íslendsk. Hon býr í Italia. Men kom ikki her! Mamman er av Selatræ. Og hon er millum fremstu operasangarinnur í heiminum, tá tað kemur til at tulka Wagner. Og Wagner, ja, tað var jú hann við Sjúrðarkvæðunum…..!
So her er í veruleikanum talan um eina fullfíggjaða ringrás. Vit byrja í Føroyum og enda í Føroyum við fótafesti í eini elligamlari mentan, vit í Føroyum enn eiga døggfríska, men sum nú er meira felags við onnur enn nakrantíð áður. Stevnan er øll sum hon er merkt av sagnum úr Miðevropu, gjøgnum Føroyar og Ísland heilt yvir um hav til New York.

Kære deltagere og gæster. Som fungerende borgmester i Thorshavn vil jeg ønske jer hjertelig velkomne med ønsket om en god, hyggelig og lærerig festival, der vil knytte mange venskabsbånd til glæde for alle deltagende, og til indtægt for de kommende årlige festivaler.

Dear participants and guests. As acting mayor of Torshaven City I welcome you to the Faroese Arts Festival. I hope that you will enjoy your stay here and tie friendly knots with a lot of people to the benefit of coming festivals.

Og lat meg áðrenn eg seti stevnuna gera púra klárt, at tað frøir meg persónliga almikið, at henda stevnan er fyri øll. Her eru stutt sagt eingi úrvald evni ella úrvaldar listarligar "sjangrur", sum bert umboða og bert hava áhuga fyri eitt fátal. Hetta er góð felags fólkamentan, sum eg persónliga gleði meg til at uppliva.

Tórshavnar Býráð hevur valt aftur í ár at stuðla Listastevnu Føroya. Og nú endaliga skráin fyriliggur, frøast helst allir býráðslimir um úrslitið. Sum varaborgarstjóri og nú virkandi borgarstjóri skal eg tí ynskja øllum eina góða stevnu og gott undirhald, og hervið lýsa Listastevnu Føroya 2002 at vera setta!

Takk fyri!


Eg fari síðani at biðja Karin Kjølbro, komandi formann í umboðsráðnum, um at koma fram at taka ímóti ávegis reglugerð fyri næstu Listastevnu Føroya, sum verður í døgunum 7. til 17. august 2003. - Góða eydnu.



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya