|
19.
september 2006
Barnabókaheiðurs-løn
Tórshavnar býráðs og mentanarvirðislønir
M.A.Jacobsens verða handaðar











Góðan dag og veri hjartaliga
vælkomin í Müllers Pakkhús, nú
ið Barnabókaheiðurs-løn Tórshavnar
býráðs og mentanarvirðislønir
M.A.Jacobsens verða handaðar.
Tað er við gleði at eg síggi,
at so nógv fólk er komið her í
dag, hóast veðrið ikki er av tí besta.
Eg eri serliga glaður at síggja,
at tú, Elsba dóttir Mass og skyldfólk
í familjuni aftur í ár eru komin í
Müllers Pakkhús til hátíðarløtuna.
Tað var í januar 1958, at
skaldið Tummas Napoleon Djurhuus, fyri Rithøvundafelag
Føroya heitti á Tórshavnar býráð,
at seta á stovn eina árliga bókmentavirðisløn,
av tí sum sagt var í skrivinum - at
so syndarliga lítið verður gjørt fyri
bókmentir her á landi.
Rithøvundafelagið skeyt upp,
at virðislønin skuldi bera navn eftir mentamannin
Mads Andrias Jacobsen, ið hevði avrikað so nógv
til frama fyri henda bý.
Býráðið tók
væl ímóti hesi áheitan frá
nýstovnaða Rithøvundafelagnum, og samtykti
at seta ein hóskandi minnisvarða yvir fjøltáttaða
býráðsformannin Mass á Húsum,
ið hevði verið miðdepilin í føroyska
bókmenta- og mentanarumhvørvinum.
Longu sama ár í
1958 - vórðu latnar virðislønir úr
grunninum, sum fekk heitið: Bókmentavirðisløn
M. A. Jacobsens.
Mads Andrias bleiv ikki gamal. Bert
52 ára gamal doyði hann í 1944, men nógv
fekk hann avrikað stutta æviskeið sítt,
og njóta vit enn í dag gott av hansara stóru
arbeiðsorku.
Hann var í 11 ár býráðsformaður
her í høvuðsstaðnum. Eitt stutt skifti
var hann uppi í landspolitikki, har hann umboðaði
sjálvstýrisflokkin.
Men hann var so mangt annað.
Hann var lærari, rithøvundur,
bókavørður og orðabókasavnari.
Saman við Christiani Matras gav hann fyrstu rættuligu
føroysku orðabókina út í
1928. Harumframt hevði hann eisini stóran áhuga
fyri okkara fornminnum.
Skaldið Hans Andrias Djurhuus skrivaði
í minnisgrein m.a., at:
Havnin, serliga hin gamla Havnin,
við sínum krókutu gøtum og sínum
lágu flagtaktu húsum, var honum altíð
í huga. Honum dámdi væl at ganga her
og líkasum sjálvur uppliva tað lív,
ið inni í hesum lágu stovum hevði
andað og virkað. Tað kann tí ikki gera
nakran bilsnan, at nógv av tí listaliga, sum
hann hevur lagt úr hondum, er úr hesi gomlu
Havnini og um gomul havnarfólk.
Og William Heinesen skrivaði í
sínum minningarorðum um Mass hjá Bøkjaranum:
Persónliga var hann ein
lítillátin maður, men aftan fyri hesa
stillu framferð búði í honum ein heit
sál.
Mentanarvirðislønirnar verða
latnar eftir tilmæli frá eini 5-mannanevnd,
har býráðið tilnevnir 3 umboð.
Hinir limirnir í nevndini verða tilnevndir av
ávikavist Rithøvundafelagnum og Fróðskaparsetri
Føroya.
Býráðsumboðini
eru Rigmor Dam, Jákup Jacobsen og Erling Isholm.
Gunnar Hoydal umboðar Rithøvundafelagið og
Turið Sigurðardóttir umboðar Fróðskaparsetur
Føroya. Býarbókavørðurin
Anna Brimnes, er skrivari hjá nevndini.
Nevndin hevur heimild at lata 3 virðislønir:
eina fyri yrkisbókmentir, eina fyri fagurbókmentir
og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri
mentanaravrik kann verða latin fólki, sum hevur
avrikað eitthvørt, sum hevur týdning fyri
føroyska mentan. Nevndin kann gera av, ikki at lata
virðislønirnar, ella onkra teirra, um hon heldur,
at einki verk ella avrik er virðislønarvert,
tað árið. Og sum tit síggja í
skránni, verða 3 virðislønir latnar
í ár.
Í nevndini fyri Barnabókaheiðursløn
Tórshavnar býráðs eru eisini fimm
limir: Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen
eru valdar av býráðnum. Hansina Husgaard
umboðar skúlabókavørðarnar
í Tórshavnar kommunu. 2 fastir limir eru í
nevndini: barnabókavørðurin á Býarbókasavninum,
sum eisini er skrivari og formaðurin í mentamálanevndini,
sum er Hildur Eyðunsdóttir. Hon er samstundis
formaður. Barnabókavørðurin er Malan
Hilmarsdóttir.
Barnabókaheiðursløn
Tórshavnar býráðs varð fyrstu
ferð handað í 1976. Heiðurslønin
verður latin fyri bóka- og listaverk fyri børn,
sum verður hildið at vera virðislønarvert.
Heiðurslønin kann latast rithøvundum,
týðarum, listafólkum og einstaklingum,
sum útgeva barnabøkur. Í mesta lagi
ber til at lata 2 heiðurslønir. Tó kann
nevndin geva bert eina ella onga, um hon kemur til ta niðurstøðu.
Í ár verður 1 virðisløn latin.
Í dag skulu vit umframt, at virðislønirnar
verða handaðar, eisini hoyra sang og tónleik.
Strúkiorkestrið og Barnakórið
í Tórshavnar Musikkskúla fara at syngja
og spæla. Harumframt fara kórið Tarira
og Martha Dalsgaard at syngja hvør sín sang.
Eftir at grundgevingin fyri virðislønina
er lisin, fær heiðursgesturin orðið.
Einaferð enn, hjartaliga vælkomin
øll somul.
Endi
Fyri Tórshavnar býráð
fari eg at ynskja Carl Jóhan Jensen, Guðruni
Gaard, Steintóri Rasmussen og Ebbu Hentze, sum tíanverri
ikki kundi verða saman við okkum í dag, hjartaliga
til lukku við virðislønunum, og ynski eg
tykkum nógv góð og virkin ár á
mentanarpallinum.
Tit í kórinum Tarira,
Martha Dalsgaard, Bo Isholm og Stamen Stanchev, tit í
strúkiorkestrinum og barnakórinum í
Tórshavnar Musikkskúla, takk fyri frálíkan
sang og tónleik. Takk fyri, at tit gjørdu
hátíðarløtuna so hugnaliga.
Eg takki nevndunum báðum
fyri gott samstarv og arbeiði.
Tit á Býarbókasavninum
og í mentamáladeildinin - takk fyri tykkara
arbeiði.
Og tit - góðu gestir og avvarandi,
- takk fyri, at tit komu í Müllers Pakkhús
til hátíðarløtuna í dag.
Nú bjóðar mentamáladeildin
okkurt gott, og eru tit øll hjartaliga vælkomin
at steðga á eina løtu og heilsa upp á
tey, sum vit í dag heiðra.
Takk fyri
Heðin Mortensen
|