.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

09. august 2006

Johanna Mathea 100 ár


mynd: Kelda, Sosialurin


Góða Johanna Mathea

Vegna Tórshavnar býráð skal eg ynskja tygum hjartaliga til lukku við 100 ára degnum.

Hetta er ein stórur dagur fyri tygum og familjuna og eisini fyri Havnina og meg sum borgarstjóra at sleppa at bera tygum hesa heilsan.

– Hetta er fyrsti 100-ára føðingardagur, sum er hildin her á Ellisheiminum, er mær fortalt.

At fylla 100 ár er ein serligur merkisdagur, sum bert fáum er unt at uppliva, og sigur hetta okkum, at talan her er um eina sterka kvinnu við serligum lívsvilja og megi.

Hetta hevur eisini eykent lívsleið tygara, sum hevur verið fjøllbroytt við ymiskum og spennandi upplivingum.

Barna- og ungdómsárini vóru á Trøllanesi saman við 6 sytskinum. Tá var Trøllanes uppaftur meira avskorin frá restini av landinum, enn bygdin er í dag – tá var einasta sambandið við umheimin upp um fjøll.

19 ára gomul fóru tygum á háskúla, og aftaná tað til Danmarkar at royna ymisk yrki. M.a. arbeiddu tygum í bakaraforrætning og seymaðu fyri eina av teimum fínaru klædnaforrætningunum í Keypmannahavn. Helst hava árini á Trøllanesi gjørt sítt til góða hegnið til handarbeiði og matgerð.

Afturkomin til Føroyar fóru tygum at seyma fyri fólk í Havn. Og í 1937 giftust tygum og Sigfried Skaale, sonur kenda havnamannin Tom Nicolajsen. Saman fingu tit børnini Jóannes, Maritu, Annfinn, Torgerð, Jógvan Asbjørn og Vígdis, og við teimum 13 ommubørn og nú eisini 12 langommubørn.

Frá fólki, sum eru komin nógv í heim tygara, veit eg, at tygum altíð høvdu okkurt gott, heimagjørt at borðreiða við, og at man kendi seg so sjáldsama vælkomnan á gátt hjá tygum. – Altíð var húsrúm fyri teimum, ið høvdu brúk fyri tí - bæði í styttri og longri tíð.

Sigfried var ein býarmynd og ein álitismaður. Umframt at vera tingmaður, var hann í býráðnum í Havn í nógv ár – frá 1957 til 1972, og frá 1958 til 1967 var hann borgarstjóri.

Hetta var áðrenn borgarstjórastarvið var lønt og kundi røkjast burturav sum í dag, men ikki man tað hava verið minni at gera fyri tað.

Tórshavn var tá sum nú - høvuðstaður - við teimum nógvu serligu uppgávunum, sum ein høvuðstaður altíð hevur. Eg kann, um nakar, fyristilla mær longu og krevjandi arbeiðsdagarnar, sum hava kravt eina tolna konu og familju við hús – tað er neyðugt fyri at fáa tað til at bera til.

Og tygum hava við tygara førningi - bæði av Trøllanesi og úr Keypmannahavn - havt tær heilt røttu fortreytirnar til at vera Sigfried ein hollur stuðul og ein trygg barlast ta stóru broytingartíðina, meðan hann ráddi fyri borgum.

Sjálvur varð eg valdur í býráðið sama ár, sum Sigfried fór úr býráðnum í 1972, so mær untist ikki at sita saman við honum, men hann var mær altíð góður at práta við – og vit fyltu báðir sama dag – 7 apríl.

Kendi danski filosoffurin Søren Kirkegaard segði, at ”Livet er en besk drik, som må nydes dråbevis”. Hetta hava tygum Johanna Mathea dugað so sera væl. Tygum hava farið eftir avbjóðingunum og tikið við teimum, hava ikki verið bangin fyri at liva og uppliva, men hava samstundis verið jarðbundin og støðuføst.

Seinastu 100 árini eru samfelagið og livihátturin í Føroyum broytt sera nógv. Hetta setir stór krøv til okkum sum liva lívið nú, um støðugt at broyta og umstilla okkum. Men tess størri týdning hevur tað tá at hava røttu lívsvirðini við sær í skjáttuni.

Tað er gott á lívsins kvøldarstund at kunna líta aftur á eitt ríkt lív, og at kunna siga sær sjálvum, at tað ikki hevur verið til fánýtis. Eg minnist tygum sum eina altíð vakra og hábærsliga kvinnu. Í dag njóta tygum ellisárini í tryggum umhvørvi her á Ellisheiminum og kunnu saman við øðrum minnast aftur á gamlar dagar.

Og eg fari at takka tygum fyri tað nógva tygum hava givið býi okkara frá tí degi tygum, sum stórbýarmenniskja av bygd, valdu at búseta tygum í Havn.

Enn einaferð skal eg ynskja tygum og øllum tygara - stórum sum smáum - hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og alt tað besta frameftir.

Guð signið lívsleið tygara.


Heðin Mortensen











Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya