.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

28. juli 2006

Vælkomin til ólavsøkusetanina 2006


Góðu føroyingar!
Góðu ítróttafólk!
Góðu ólavsøkugestir!

Vælkomin til ólavsøkusetanina 2006.

Ein flaggskrýddur og veitsluskrýddur ólavsøkubýur.
Reiðfólk við Merkinum á odda.
Ítróttaungdómur í vøkrum felagsbúna í skrúðgongu saman við kátum marsjtónum frá Havnar Hornorkestri, er ein vøkur, hugtakandi sjón og lívsjáttandi.

Tað er mær ein gleði og heiður sum borgarstjóri at kunna bjóða øllum vælkomnum til Havnar á ólavsøku í ár.

Ólavsøkan er stevnan og Tórshavn høvuðsstaðurin hjá øllum føroyingum. Gott prógv um hetta er, at suðuroyarskaldið mikla, Pól F. Joensen, hevur yrkt hin máttmikla sangin til ólavsøkuna og høvuðsstaðin.

Ólavsøkan er høgtíð og tjóðdagur okkara, men á mangan hátt øðrvísi og innihaldsríkari enn tjóðdagurin í øðrum londum. Skaldið nemur við hetta longu í inngangsorðum sínum:

Tórshavn, tú Føroyalands miðstøða var,

tingstaður øld eftir øld.

Ólavs kongs minni í 900 ár

higar dró oyggjalands fjøld.

Ólavsøkan er tjóðdagur føroyinga, men bara hildin í Havn. Fólkið savnast í túsundatali her at hátíðarhalda sín tjóðdag. Vit í Havn eru fegin um, at so er, og vit taka við gleði ta ábyrgd at halda veitsluhátíð føroyinga.

Eg tori at siga, at onga aðrastaðni upplivir tú ein innihaldsríkari tjóðdag.

Ólavsøkan er søguligt hátíðarhald - okkara tjóðararvur - tá ið løgtingið verður sett, og løgmaður heldur sína ólavsøkurøðu.

Eitt serstakt tiltak, ið umboðar grundstøðið undir okkara samfelagsskipan, er skrúðgongan.

Tingmenn, prestar og embætisfólk við løgmanni, løgtingsformanni og biskupi á odda ganga hátíðarliga úr løgtinginum oman í dómkirkjuna og niðan aftur eftir gudstænastuna.

Skrúðgongan umboðar søgu og sið, eina upprunaliga javnvág millum verðsligt og kirkjuligt vald í Føroyum, ið eftir fróða manna meting gongur heilt aftur til 13. øld. Tá umboðaði kirkjan eisini verðsliga Føroyar í samskifti við norska kongsvaldið. Um tað mundið verða gomlu vártingini flutt til ólavsøku, hátíðin til minnis um deyðadag Ólavs hins Halga.

Ólavsøkan er tí eisini ein kirkjuligur hátíðardagur. Í øldir varð gudstænasta hvønn dag, tingið var saman. Nú savnast landsins prestar til fundar á ólavsøku, og gudstænastan í dómkirkjuni er serlig, ein miðdepil - ja, eitt slag av sveinastykki hjá nýggjum prestum at prædika.

Kristilig tiltøk eru alla ólavsøkuna við útifundum og í samkomuhúsum í býnum. Henda dám vilja vit varðveita á ólavsøku.

Sum kristin eiga vit at hava javnvág millum tímiligt strev og andaliga stremban.

Ólavsøkan er eisini landsins størsta ítróttastevna við kappingum og tiltøkum í nógvum ítróttagreinum. Hjá mongum er okkara tjóðarítrótt – kappróðurin – tað allarbesta á ólavsøku. Ja, man nakar kunna ímynda sær ólavsøkuna við ongum kappróðri?

Ítróttalívið í Føroyum stendur í blóma og mennist. Vit eru við í altjóða-kappingum. Tað sóu vit m.a. í Evropa Cup dystinum í sjónvarpinum mikukvøldið, tá ið føroyameistararnir frá í fjør vóru í Istanbul og spældu móti turkiska stórfelagnum Fenerbahce. Í vikuni frættu vit eisini um frálík úrslit og avrik hjá okkara fótbóltsungdómi í Aberdeen.

Kappingarnar hjá okkum gerast betri og betri. Fleiri og fleiri ítróttagreinir koma. – Áhugin fyri frælsu ítróttagreinunum veksur. Eg gleðist um nýggju rennibreytina, sum nú verður gjørd uppi á Hálsi. Hon fer at bera frælsan ítrótt inn í nýtt tíðarskeið - skapa nýggjar møguleikar hjá okkara ungdómi - og seta Føroyar á heimskortið sum vert fyri oyggjaleikum og øðrum altjóðaleikum. Rennibreytin fer eisini at verða gott ískoyti at gagna fólkaheilsuni.

Her á heimavølli má Føroya ungdómur fáa umstøður – í bókum sum í brøgdum – at súgva í seg merg og mátt, at inna síni fyrstu avrik og búgva seg til at umboða Føroyar á altjóðapalli, í leiki sum í læru, sær sjálvum og fosturlandi okkara til gagn og heiður.

Men ólavsøkan er meiri. Frá elstu tíð hevur hon verið eitt slag av keypstevnu. Sambandið við útlond hevur natúrliga verið best á sumri, og fram móti ólavsøku høvdu handilsskipini verið her, so fólk kring landið vistu, at vørur nú vóru í handlinum í Havn. Framvegis ber ólavsøkan dám av handli og marknaði.

Ólavsøkan er sanniliga eisini ein verulig fólkslig veitsla, við øllum tí, ið hartil hoyrir. Og eisini eitt slag av familjuveitslu.

Tað er ein hjartatáttur at hitta familju, vinir og kenningar her. Onkur av teimum eldru saknar kanska, at ólavsøkugestir ikki gista, men fara heimaftur til sín sjálvs um kvøldið. Tó, soleiðis er nútíðin.

Lat meg eisini nevna ólavsøkuna sum listafestival. Myndlistin hevur leingi verið ein høvuðstáttur á ólavsøku, og tað at fara á ólavsøkuframsýning hevur verið fastur siður hjá nógvum.

Eg veit, at útlendingar øvunda føroyingum slíka framsýning, har tey fremstu yrkislærdu listafólkini sýna verk síni fram lið um lið við nýggj leikfólk. Eg vóni, at føroysk listafólk ongantíð fara at kenna seg ov “fín” at seta list sína saman við ungum og óroyndum.

Tónleikur sum list setir sín dám á veitsluna. Ikki minst rútmiskur tónleikur, ið veruliga hevur sett sær mál at taka avbjóðingina upp á altjóðastigi, og ikki uttan hugtakandi úrslit, ið bara boða frá góðum.

Og so ikki at gloyma vakra kórsangin, sum er at hoyra undir tinghúsinum Ólavsøkudag aftan á gudstænastuna, og midnáttarsangin ólavsøkukvøld, sum hjá nógvum er ein týðandi táttur í ólavsøkuhaldinum. Tá Vaglið stúgvandi fult av sangglaðum fólki í øllum aldri tekur í at syngja, merkja vit samleikan.

Eftir sangin verður Ormurin Langi kvøðin, og dansurin gongur so lystiliga. Hetta er serføroyskur mentanararvur, sum vit eiga at varðveita.

Flogferðslan og sjóferðslan geva útisetum høvi at koma heim til ólavsøku. Og serliga hjá teimum er hon møguleiki at hitta vinir og kenningar í góðum veitslulag.

Hvussu nógv ólavsøkan hevur at týða í medviti føroyinga, sæst á tí nýggja siði, ið hevur tikið seg upp, at útisetar í Danmark koma saman at halda ólavsøku. – Nú undir stásiligum umstøðum á Norðurbryggjuni. Har halda tey ólavsøku í dag og morgin.

Eg fari at nýta høvið at senda landsmonnum okkara har, okkara sjófólki, okkara gomlu og sjúku og øllum føroyingum úti í heimi eina heilsan hiðani av Tinghúsvøllinum og ynskja teimum góða ólavsøku.

Havi hug at nevna, at Jørgen-Franz Jacobsen skrivaði í nøkrum hugleiðingum, at tað er sovorðin eyðkendur blíður dámur um henda gróðurgyrda Áarvegin. – og tað kunnu vit øll verða samd við honum í.

Í Føroyum eru fólk við stórum áhuga fyri urtagarðsarbeiði, og sum hava lagt og leggja stóra orku í at gróðurseta og røkja urtagarðar og frílendini í landinum.

Her í miðbýnum standa trøini og urtagarðarnir sum ein grønur ringur og verndareingil.

Vit duga illa at ímynda okkum, hvussu verið hevði, vóru trøini ikki.

Men land og umhvørvi okkara er viðbrekið, og tað liggur á okkum at røkja, umsita og fara væl um, og ikki órógva umhvørvið meira enn mest neyðugt.

Sjálvandi stendur tíðin ikki í stað, men fyrilit og varsemi eiga at verða raðfest frammarlaga, verða broytingar gjørdar, tí einaferð skulu okkara eftirkomarar taka við, og tá eiga vit skommina, er landið ikki betri at búgva og virka í, enn tá ið vit tóku við eftir tey, ið undan gingu.

Kommunalpolitiskt eru vit í eini rembingartíð. Orð sum kommunusamanleggingar og samstarv um kommunumørk eru dagliga at hoyra. Summar kommunur fjølgast og víðkast støðugt. Fólkatalið og virksemið í øðrum kommunum minka.

Tað krevur nýggjan hugburð av okkum, sum eru vald at tæna býi og bygd, men høvuðsmálið má vera, at allir borgarar, antin teir búgva uttan um Vaglið ella í útjaðaranum, skulu hava javnbjóðis møguleikar fyri trivnaði, - at liva og virka.

Vit halda ymiskt um miðsavnan í landinum. Men vit liva í frælsum samfelag, og fólkið má sær ráða. Nú býr meir enn triðingur av fólkinum í landinum í Havn. Tí skerst ikki burtur, at Havnin av natúrligum grundum verður ein samferðsluligur miðásur.

Seinasta frambrotið í samferðslu er Norðoyatunnilin og nýggi stásiligi Smyril. Tað er at fegnast um, at teir landspartar, ið njóta mest gagn av hesi nýgerð, leggja alla orku í at taka við teim avbjóðingum, ein slíkur tunnil og skip bera við sær. Hetta ávirkar eisini her – ivaleyst við meiri kapping ímillum t.d. handilsvinnu, ferðavinnu og mentan.

Kapping er góð, so at vit ikki stirðna í vanahugsan. - Tað ræður um loysnir, sum allir partar eiga lut í og fáa frama av.

Framtíðin kemur av sær sjálvari, um vit so gera nakað ella einki. Tað ger framburður ikki. Hann mugu vit skapa.

Her hevur løgmaður sett út í kortið undir heitinum Visjón 2015, ið skal gera fólk og land búgvin til framtíðina. Enn tykist hetta arbeiðið at vera á tosingarstigi, og vit bíða spent eftir meira ítøkiligum innihaldi.

Øll taka fús undir við hugsjónini undir Visjón 2015, og fáur er sørur fyri at leggja okkurt afturat.

Vit í býráðum og bygdaráðum kenna væl fólk og land og hava ábyrgd av tí, sum er mest umráðandi hjá fólki.

Tí sigi eg her í dag: Havið okkum í býráðum og bygdaráðum við at leggja ætlanir og taka avgerðir. Vit hava ikki bara viljan, men eisini royndirnar. Afturfyri kann eg lova, at okkara partur skal ikki liggja eftir.

Men latið okkum nú fyrst halda ólavsøku í sátt og semju, gleði og gaman. Verið fagnað øll tit úr bý og av bygd og ikki minni tit uttan úr heimi, ið eru komin higar at halda landsins tjóðdag her í høvuðsstaðnum, ið vit øll eru góð við.

Eg fari at enda við orðunum hjá hargarskaldinum Pól F. í hansara ólavsøku- og havnarsangi: - Við hesum hansara orðum seti eg ólavsøkuna 2006.

Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr,
fyri góð minni og gleim,
sum hon á Ólavs halgaðu tíð
gav til hvørt Føroyalands heim.
Tí ólavsøkan skal øld eftir øld
reka burt klandur og sorg.
Veri, so leingi sum føroyingur er,
Tórshavn vár miðstøð og borg.

Góða ólavsøku øll somul!


Heðin Mortensen









Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya