|
28.
juli 2006
Ólavsøkuhald í
Keypmannahavn 2006
Góðu útisetar, góðu landsmenn
og føroyavinir!
Vónandi hava tit higartil havt
tveir góðar og hugnaligar ólavsøkudagar.
Eg eri glaður aftur í ár
at hava fingið høvi at bera tykkum, sum í
kvøld eru komin saman á Norðurbryggjuni
til midnáttarsang eina ólavsøkuheilsan,
og eri eg stýrisbólkinum fyri ólavsøkuhaldinum
í Keypmannahavn takksamur fyri heiðurin.
Fari fyrst fyri Havnar Róðrarfelag
at takka róðrarfelagnum í Ishøj
fyri blíðskapin, okkum var vístur á
regattasiglingini í juni mánaði.
Í allarfagrasta summarveðri
vóru nógv vinabond knýtt, og deiligt
var at hitta gamlar vinir og kenningar aftur.
Tað er saktans tí, at ólavsøkan
hevur so nógv at týða í okkara
samleika og mentan sum fólk og tjóð, at
Føroyahúsið, føroyingafeløgini
og onnur feløg fyri trimum árum síðani
tóku stig til at skipa fyri ólavsøkuhaldi
á Bryggjuni í Keypmannahavn.
Føroyingum dámar væl
at syngja, og ikki minst ólavsøkukvøld
gevur henda sanggleði afturljóð um alla Havnina.
Samstundis sum tykkara felagssangur
ljómar um Norðurbryggjuna, eru túsundtals
føroyingar komnir saman á Vaglinum í
Havn til felagssang.
Vit syngja somu sangir úr sama
sanghefti. Nítjan sangir eftir ellivu av okkara
fólkakærastu yrkjarum.
Fjálgir sangir, ið eru okkum
vælkendir, og sum vit mestsum duga uttanat. Sangir,
ið vit øll eru góð við, og sum
ávirka sinnalagið, - fáa sterkar, djúpar
og eymar kenslur í minnisbrotum fram í sinnið
aftur.
Sangir, ið vit lærdu sum børn
og ung, og sum vit mangan hava sungið í skúlanum,
kirkjuni og samkomuni, til jarðarferðir, í
veitslulagi, í brúdleypum og í føðingardøgum,
á fólkafundum og øðrum stevnum,
ja í øllum lívsins viðurskiftum,
har fólk koma saman til gamans og álvara.
Burtur úr sangvaði okkara
hesa ólavsøkuna, komi eg at hugsa um yndisligu
náttúrulýsingina hjá Christiani
Matras, har hann í sanginum: Einki er sum summarkvøld
við strendur, fær okkum at hugsa um hugnaligar,
friðsælar kvøldarløtur í
fjøruni ella í báti fram við landi.
Annað dømi er vakri sangurin
hjá Maurentiusi Viðstein, har hann fer við
okkum út um bøgarðarnar, út í
vøkru føroysku náttúruna.
Og allir hinir góðu sangirnir
og løgini, sum eru fólkaogn, har sungið
verður um kærleika og longsil, náttúru
og sjómanslív, um móður- og faðirkærleika
og gudlýdni.
Latið okkum í felag nýta
ólavsøkuna um vit eru stødd
í Keypmannahavn ella á Vaglinum í Havn
- at seta lívsgleðina í hásætið.
Latið okkum vísa, at í
felag ber til at skapa hugna og trivna. Latið okkum,
tá ið ólavsøkuhaldið er av,
kunna siga, at vit øll hava havt eina góða
ólavsøku.
Vón mín skal vera, at
tit, ið eru komin saman á Norðurbryggjuni
í kvøld, og vit á Vaglinum í
Havn, hvør í sínum lagi hava sannað
orðatakið, at maður er mans gaman.
Takk fyri og góða ólavsøku.
Heðin
Mortensen
borgarstjóri
|