|
28.
juli 2006
Ólavsøkukabarettin 2006
Góðu kabarettgestir!
Vælkomin inn á skrivstovu
mína í hjartanum í Havn, ella sum heiðursborgari
okkara, skaldið, William Heinesen, segði: Í
heimsins nalva.
William ? ....... ja, hann og vinmenn
hansara, t.d. Zahle, høvdu, tann tíð tað
var, sína dagliga gongd í Sjónleikarhúsinum
kanska serliga aftan fyri pallin.
Mong onnur góð havnarfólk
hava havt tokka til húsið og virksemið tess.
Norðan fyri stendur standmynd av
okkara fólkakærasta skaldi, Hans Andriasi í
Áarstovu.
Hann skrivaði sjónleikir
og yrkti í 1926 m.a. vælkendu vígsluorðini
til Sjónleikarhúsið:
Verði høgt til loft, verði
vítt til veggja.
Sjónleikur í Havn hevur
djúpar røtur í býarsøguni.
Áðrenn Sjónleikarhúsið
stóð liðugt fyri 80 árum síðani,
var Havnar Klubbi sum oftast karmur um sjónleikin
í býnum, men við Sjónleikarhúsinum
mentust møguleikarnir og áhugin, bæði
at skriva og leika sjónleik.
Tað var hin mæti arkitekturin
H.C.W. Tórgarð, sum gav húsinum sítt
sermerkta snið - reyðmálað við svartari
tekju.
Frá fyrsta degi vóru tað
mentanarligar eldsálir í býnum, sum
góvu húsinum lív.
Vit, sum eru eitt sindur eldri, minnast
við gleði sjónleikin, dansikvøldini,
biografin, grindadansin, uppboðssølurnar, basararnar,
veitslurnar, kvøldseturnar og mong, mong onnur mentanarlig
tiltøk.
Enn sum áður er Sjónleikarhúsið
karmur um eitt ríkt mentanarlív í býnum.
Í eitt mannaminni hevur verið
fastur táttur í ólavsøkuhaldinum,
at studentarnir og seinnu árini tey ungu í
felagnum hava spælt vælumtóktar og fyndugar
kabarettir, og hava mangir vælyrktir tættir,
sum gjørdust fólkaogn, fyrstu ferð verið
bornir fram á pallinum í hesum húsi.
Mong eru tey, ið hava stuttleikað
sær í Sjónleikarhúsinum á
ólavsøku.
Eisini teir nógvu leikararnir,
ið kanska fyrstu ferð stóðu á
palli í eini ólavsøkukabarett, munnu
hava nógv góð og stuttlig minnir frá
teirri tíðini.
Soleiðis verður vónandi
eisini í ár, bæði fyri áskoðarar,
leikarar
og hjálparfólk.
Tað er gleðiligt, at Havnar
Sjónleikarfelag hevur tikið táttin upp
aftur eftir ein støðg í fjør, tí
vit halda, at ólavsøkan er eitt sindur skerd,
er eingin kabarett á skránni,
Eisini tí vit halda, at tað
hevur nógv at týða fyri býin, at
vit hava ein virknan og skapandi ungdóm og tónleikarar,
ið ikki smæðist at gera gjøldur burtur
úr ymsum kendum fólkum og tilburðum annars.
Tí enn sum áður er
endamálið við kabarettini at arga eitt sindur
og síggja samfelagið á ein øðrvísi
hátt.
Um ein løtu verður palltjaldið
drigið frá til ólavsøkukabarettina
2006.
Sum Rasmus Effersøe sigur uppi
yvir pallopinum:
Til gamans og álvara
Kanska fái eg okkurt prikið
ella nepsið, tí at koma í ólavsøkukabarettina
er ikki hvørjum beskorið, tað er ein heiður.
Um ikki verið eg vónsvikin
og havi fingið ov lítið á skaftið.
Sum borgarstjóri í býnum
eri eg glaður at bjóða tykkum í Sjónleikarhúsið
á ólavsøkukabarett.
Latið okkum leggja okkum í
geyma frálíku orðini hjá hargarskaldinum
og samfelagsrevsaranum, Poul F. Joensen, sum í yrkingini
Skemtarorð hevur hesi vísdómsorð:
Skemtarorð, ið látur
vekja,
hví skal eg við teimum tiga!
Látur best kann sinnið lekja,
lívið nokk av sorg kann siga!
Sært tú ei tað, sum kann gleða,
ber tað ringa her á foldum,
kanst tú ei við øðrum læa,
betur tú vart undir moldum.
Takk fyri og góða ólavsøkukabarett
Heðin
Mortensen
borgarstjóri
|