|
12.
mars 2006
Góðu
áhoyrarar!
Áðrenn sjálvt grækarismessuhaldið
byrjar, vilja vit vísa samkenslu við teimum,
sum í vikuni so svárt vórðu rakt
av vanlukku.
Býur okkara og land er ikki størri
enn so, enn at vit vita hvør av øðrum
og kenna hvønn annan.
Øll eru vit merkt av hesum sorgarleiki,
tá ið teir tríggir dreingirnir, Martin,
Teitur og Niclas, doyðu.
Tankar okkara eru hjá teimum,
sum varða av.
Harrin styrki tey í hesum sváru
døgum, ið eru fyri framman.
Vit minnast dreingirnar í tøgn.
Takk fyri
Á grækarismessu 2006
Góðu áhoyrarar!
Um alt landið eru í dag grækarismessuhald,
har vit ynskja tjóðfugli okkara, tjaldrinum,
at vera vælkomið heim aftur til Føroya.
Vit fegnast øll um, at tjaldrið
og hinir flytifuglarnir koma, tí sum prósturin
og skaldið Jákup Dahl yrkir: "Tú
ber okkum boð um ein ljósari dag, at nú
er brátt summar í hondum".
Vit verða sum fuglur á alljósum
degi, nú veturin víkir fyri várinum,
kuldin dvínir fyri lýðkuni, og ljósið
er um at vinna á myrkrinum.













Góðu skótar og
hornorkestur!
Tað er mær ein stórur
heiður og gleði at verða biðin at siga nøkur
orð her í dag.
Fari at takka tykkum skótum hjartaliga,
at tit hava víst mær hetta álit.
Tað at koma saman á Vaglinum
á grækarismessu, soleiðis sum vit gera
nú: við skrúðgongu, horntónleiki
og røðu hevur sín uppruna í 1943.
Um tað mundið vóru Føroyar hersettar
av bretum, og alt samband við umheimin kvett.
Tá tók fuglavinurin Sverri
Patursson í Kirkjubø saman við Skótaliðnum
Sigmund Brestisson stig til at skipa fyri grækarismessuhaldi
- einum fugladegi at fagna fuglinum.
Øll hesi árini hevur Havnar
Hornorkestur trúliga verið partur av haldinum
og sett sín hátíðarliga dám
á dagin.
Sigast kann um Havnar Hornorkestur,
at tað hevur havt ómetaliga stóran týdning
fyri tónleikaumhvørvi í býnum.
Í meiri enn hundrað ár hevur orkestrið
hugnað um mongu afturvendandi tiltøkini í
býnum. Her hugsi eg ikki einans um grækarismessuhaldið,
men eisini um flaggdagshaldið, sum orkestrið tók
stig til í 1947, 1. mai-dagshaldið, ítróttaskrúðgongurnar
á ólavsøku og onnur ítróttatiltøk,
kirkjuligar hátíðir og ikki minst frálíku
konsertirnar. Tøkk eiga tit uppiborna, at tit dugna
býnum so væl.
Men hvør var so hesin Grækaris,
sum dagurin ber navn eftir?
Kaga vit í bókina "Dagar
og nøvn í álmanakkanum" hjá
søgufróða Tórgarð presti, lesa
vit, at dagurin er til minnis um tann tiltikna pávan,
Gregorius hin Mikli. Hann doyði 12. mars í 604,
og skipaði fyri mongum tiltøkum og gav boð
og leiðbeiningar um lívið í kirkjuliðnum
og hjá tí einstaka. Millum annað sigst
hann at hava fingið í lag gregorianska kirkjusongin,
sum køn fólk halda, at tey føroysku
kingoløgini eru komin av.
Vit fáa eisini at vita, at upprunaliga
grikska navnið merkir hin árvakni.
Axel skrivar, at grækarismessa
er ein av teimum døgunum, sum boða várið.
Og vit fáa at vita, at um hetta mundið, á
grækarismessu, kemur flytifuglurin tjaldrið aftur,
og av mongum verður grækarismessa eisini rópt
tjaldursdagurin.
Eftir at grækarismessudagur fyrstu ferð varð
hildin sum fugladagur í 1943, hava túsundtals
skótar staðið her á Vaglinum. Sjálvur
stóð eg mangan í 50-unum í stuttum
buksum og skótabúna og lýddi á
røðu og horntónleik frá Havnar
Hornorkestri.
Tá gingu vit ikki skrúðgongu.
- Vit marsjeraðu, sum vit søgdu tá.
Mangan var kalt og illfýsið,
tá ið vit skótar stóðu her
við bláfrystum lørum og lurtaðu eftir
røðum og ynsktu tjaldrinum at vera vælkomið
heimaftur, eftir at tey hava verið í vetrarvist
í Írlandi, Wales ella enn longri suðuri.
Eg minnist aftur á skótatíðina
við gleði og takksemi. Patruljufundirnir á
Bakkahellu og seinni í skótahúsinum
við Havnará styrkti samanhaldið millum dreingirnar
í býnum.
Ferðirnar í haga og á
fjøllum kring landið, summarlegurnar, legubálini
og frálíku vikuskiftini við Leynavatn
kveiktu áhuga og alsk til náttúruna.
Skótarørslan ger eitt
stórt og týðandi samfelagsligt arbeiði,
sum hevur stóran týdning fyri uppalingina
hjá børnum og ungum, tí sum vit vita,
er skótaarbeiði tætt knýtt at náttúruni.
Skótar ferðast nógv í haga og á
fjøllunum, og læra at virða og hugsa seg
væl um í náttúruni. Teir ganga
undan sum góð fyridømi fyri onnur, og
tað er góð barlast at hava seinni í
lívinum.
Náttúrualskurin hjá
skótunum kemur eisini til sjóndar í
felagsskapinum, har hvør patrulja hevur sítt
eyðkenni, sítt fuglanavn.
Tað var tann tíð, tá
ið vanligt var, at føroyingar leitaðu sær
á fólkafund at lýða á røður
og njóta friðsælu náttúruna.
Skyldfólk og kenningar hittust millum fjalla fagrar
summardagar at hugna sær og syngja fosturlandssangir.
Her um okkara leiðir eru kendastu
fólkafundarplássini óivað Reynsmúlalág,
Mannafelsdalur, Varðholan og Doktaragrund úti
á Reyni.
Ikki tí, tiltiknir vóru
fólkafundirnir úti í Nólsoy
og í Hesti, har fólk í hópatali
leitaðu sær á fund í Guds fríðu
náttúru.
Men nógv vatn er runnið í
sjógv síðani ungmannafeløgini á
fólkafundum í tjóðskapartíðini
høvdu veðra- og tjaldursmerki sum savningarmerki.
Nú er tað ikki meiri enn rárasta hending
at boða verður til fólkafund, men soleiðis
broytast siðir í fólki okkara.
Í Havnini og uttan um Havnina
eru nógvar hugnaligar og friðsælar náttúruperlur,
har til ber at njóta friðin, hvíldina,
áartutli og fuglasongin.
Vit hava plantaguna, har kvørkveggjur
og aðrir smáfuglar láta, svanarnir og
antarfuglarnir eta breyðmolar í hyljunum, sílini
springa og dunnurnar kveistra sær fjaðrarnar í
Havnará, ella leita sær eftir onkrum etandi.
Við Svartafoss, í Hoydølum,
fram við Hoydalsá og á Boðanesi ber
somuleiðis til at eygleiða fjølbroytt fuglalív.
Kúrdalur, Hoyvíkin, og
Hvítanes eru onnur náttúruvøkur
støð, har til ber eina stund at leggja gerandisdagin
aftur um seg. Njóta vakurleikan og fuglalátið
í bø og fram við landi.
Hoyra tjøldrini og annan fugl
láta so lystiliga, sum vanliga verður tikið
sum eitt gott tekin og fráboðan um gott veður.
Fyri vestan eru Kirkjubøreyn
og tjørnin á Velbastaðhálsi. Ein
góðan summardag er tað grøðandi
fyri likam og sál at ganga í haganum vestanfyri
og síggja og hoyra heiðafuglin láta.
Sandagerði og Havnardalur eru somuleiðis
sonn friðskjól hjá børnum og vaksnum
bæði summar og vetur.
Skaldið Viggo Olsen, á Argjum
sigur í einum ørindi í yrkingini Sandagerðsvík:
Við sævarmála
- úti á Tjaldursskeri -
hoyrist tað vælkenda
klipp.
Kom at hugsa um, at tá ið
samanum kemur, er alt okkara fjølbroytta fuglameingi
innan fyri kommunumark.
Úti í Hesti er serlig
uppliving at fara við báti vestur um oynna at
síggja fuglabjørgini og búfuglin. Har
slepst eisini inn í tey mongu hellini, har eru. Í
Koltri er náttúran óspilt sum frá
skaparans hond og ríkt plantu- og fuglalív.
Úti í Nólsoy er
heimsins størsta drunnhvítameingi, og skipað
verður fyri ferðum at eygleiða drunnhvítalandið
í Urðini eystanfyri. Har eigur eisini nógvur
lundi, og har er annars eitt ríkt fuglalív.
Hugtakandi eru ternubølini og
at hoyra ternukrian, tá ið tú liggur á
báti við Hoyvíkshólm, ella tá
ið tú stendur við tráðu um sumrarnar
í Kaldbaksbotni.
Á Stóravatni í
Kaldbakshaganum og við Longutjørn á Húsareyni
hevur lómur hildið til í nógv ár.
Ert tú áhugaður at
síggja, njóta og virða fugl, fert tú
ikki tómhentur heimaftur eftir ferð í
vøkru og hugtakandi náttúrini í
Kirkjubø, á Velbastað, í Norðradali,
í Syðradali og við Mjáuvøtn
í Kollfjarðardali.
Á slíkum ferðum sæst,
hvussu fjølbroytt lívið í náttúruni
er.
Men hvussu ber tað til, at flytifuglurin
kemur aftur ár eftir ár, kunnu vit spyrja.
Sjálvi halda vit, at tað man vera tí,
at hann hevur tað gott her. Vit bera eisini orð
fyri at vera gestablíð, og okkum dámar
væl at vísa teimum vitjandi okkara vakra land.
Aðrastaðni er tjaldrið bert
ein av mongum fuglum, men fyri okkum er tað ímyndin
um, at vit eru eitt sameint fólk, hóast vit
kunnu verða ósamd um onkrar smálutir,
tað vil so verða.
Nær føroyingar hava givið
tjaldrinum serstøðu millum fugl, eru søgufólk
ikki samd um.
Men tað man standa fast, at Nólsoyar
Páll grundfesti okkara fatan av tjaldrinum sum tjóðfugli
í framúr væl yrkta og myndarámandi
Fuglakvæðnum.
Nólsoyar Páll valdi sær
tjaldrið sum hetju og verju hjá smáfuglunum,
- tí meiniga føroyinginum móti skaða-
og rovfuglunum, sum vóru valdmiklu embætismennirnir.
Hesa myndina hjá Nólsoyar Pálli av
tjaldrinum hava føroyingar tikið inn at hjartanum,
og hevur tað havt serstøðu og verið høgt
í metum síðani.
Las í blaði um dagarnar,
har sagt var, at tað er skomm, at vit einans virða
tjøldrini á grækarismessu. Hugsa var
um lesullina, ið rekst í bø og haga, og
er til stóran ampa fyri fuglin.
Gevi fuglafrøðinginum og
greinskrivaranum rætt í hesum. Mítt
uppskot, at koma hesum til lívs er, at vit øll,
børn, ung og tilkomin hava ein posa í lummanum
og taka lesullina upp, tá ið farið verður
burtur í haga. Soleiðis gera vit okkara, at heiðafuglurin
ikki fær ullina um beinini og pínist.
At enda fari eg at takka tykkum skótum
og Havnar Hornorkestri, at tit aftur í ár
hava sett tykkara dám á grækarismessuhaldið
í býnum til gleði og hugna fyri okkum
onnur.
Við vón um eitt gott vár
og summar, skal ynski mítt vera, at vit altíð
minnast orðini hjá Rasmusi Effersøe: Latið
smáfuglar og heiðafuglar fáa frið.
Latið okkum taka undir við Sverra í Kirkjubø,
ið gjørdi hesi orð til hugtak, - og setti
tey í verk.
Fuglurin og fuglalívið gera
Føroyar ríkari. Latið okkum eisini verða
góð við støðufuglin og røkja
og gagnnýta fuglameingið við skili.
Gott summar ! Takk fyri
Heðin Mortensen
borgarstjóri
|