|
11.
mars 2006
Góðu veitslugestir! Góðu
Kyndlar!
Fyrst vil eg
ynskja Kyndli hjartaliga tillukku við teimum 50 árunum,
ið felagið má sigast at bera við yndi
kanska ongantíð so livandi og sprelskt
sum nú!

Og so vil eg eisini takka fyri, at Hjørdis og eg
vóru boðin við í hesa stórfingu
veitslu tykkara í kvøld.
Takk fyri eina sera hugaliga løtu
í Mullers Pakkhús í gjár. Har
borðreitt bleiv við øllum góðum.
Hugnaligt var at síggja myndasavnið og góðan
tónleik av nýggju fløguni hjá
Kyndli.
Eisini við eg ynskja heiðuslimunum
hjá Kyndli í gjár, Jógvan Andras,
Hannis og Torbjørn, hjartaliga tillukku.
Tiltikin er hann, hin olympiski eldurin,
sum teir gomlu grikkarnir høvdu brennandi, tá
teir kappaðust í mongum og ymsum leikum.
Olympiski eldurin var sprottin úr
einum loga, tendraður av sólargeislum á
Olympia í Grikkalandi, gamla heimstaðnum hjá
fornu olympisku leikunum.
Í nýggjari tíð,
tá olympisku leikirnir aftur vaknaðu til lívs,
hevur við kyndli verið runnið millum lond og
eisini tvørtur um heimspartar og heimshøv
við hesum eldi.
Eldurin og brennandi kyndilin kunnu
merkja so nógv, og søguliga vita vit, at til
allar tíðir hevur henda brennandi glóðin
og hesin livandi login fylgt menniskjanum.
Login hevur verið neyðugur fyri
at yvirliva, samstundis sum hann er eitt tekin um lív,
og í griksku gudalæruni var eldurin ein gáva
frá gudunum til menniskjuni.
Hetta, at tendra kyndlar og at bera
olympiskan eld, hendir bara fjórðahvørt
ár, men her heima hjá okkum er kyndilin ikki
nøkur sjáldsom sjón, men gerandiskostur.
Fyrr í vikuni, hósdagin,
vóru 50 ár liðin, síðani ung
losjufólk í Havn tóku seg saman og
kyndu nýggjan eld, og henda kyndlagonga hevur ikki
steðgað á síðani.
Er kyndilin sjálvur tekin um
lív, so er grøni liturin tað ikki minni,
og hetta fara vit í hesi komandi tíðini
at verða mint á, nú náttúran
fer at spretta og grønkast.
Jú, sanniliga hava tey dugað
at valt sær heiti og lit, hesi ungu í Losjuni
í Havn, sum tann 10. mars í 1956 løgdu
lunnar undir hondbóltsfelagið Kyndil.
Sum ikki eina ferð vóru kvinnurnar
við í fremstu røð, og kvinnuliðið
hjá Kyndli spældi fyrsta landskappingardystin
hjá felagnum í mai sama árið, og
seinni sama mánað spældu menninir sín
fyrsta dyst.
Báðir endaðu við
javnleiki, men síðani hevur eingin sæð
í halaferðina á Kyndli, tí hesa
hálvu øldina hevur felagið ment seg til
at vera tað mest vinnandi í Føroyum.
Kvinnurnar hava fimm ferðir verið
føroyameistarar, og menninir hava gjørt uppaftur
meira um seg við ikki færri enn 28 meistaraheitum.
Og hvør veit, um ikki uppaftur
leskiligari hagtøl vera at spæla sær
við, tá hetta kappingarárið er úti,
tí enn eru bæði kvinnurnar og menninir
væl við í oddanum.
Nú skal eg ikki halda nakra afturlítandi
røðu, men nú vit hátíðarhalda
tey fyrstu 50 árini hjá Kyndli, slepst ikki
undan at hugleiða eitt sindur tann vegin.
Onkur klókur maður hevur
eina ferð sagt, at »lívið er ikki teir
dagarnir, sum eru farnir, men teir dagarnir, vit minnast
aftur á«.
Í so máta kann ikki sigast
annað, enn at Kyndil hevur livað lívið,
tí her eru nógvar góðar løtur
at minnast aftur á, og tað skulu tit eisini vera
fegin um og errin av.
Tit hava við tykkara mongu og stóru
ítróttaravrikum verið fyrimynd fyri onnur
ítróttarfólk bæði
her í Havnini, men eisini kring alt landið.
Við einum slíkum søguliga
væl grundaðum botni, er tað eisini ein stór
ábyrgd, ið liggur á tykkum øllum,
at bera henda bjarta og logandi kyndilin víðari.
Sum nevnt at byrja við, er Kyndil
framvegis við sítt fríska lív,
og einki er at ivast í, at um tit halda fram á
somu leið, sum slóðað er fyri, eiga tit
eina bjarta framtíð.
Tit hava sæð virði í
at skapa karmar og innihald í tykkara góða
ungdómsarbeiði, ið er so týdningarmikið
í ítróttarhøpi, tí tað
eru børnini og tey ungu, sum eru framtíðin.
Virðið á øllum
tí góða, tit við tykkara stóra
arbeiði eru við til at leggja niður í
tað uppvaksandi ættarliðið, kann slett
ikki gerast upp í pengum.
Mangur, ið traðkaði sínar
barnaskógvar í Kyndli, hevur seinni í
lívinum ásannað, at tað var virðismikil
lærdómur at fáa á barna- og ungdómsárunum.
Henda stóra fjøld, sum
í kvøld er komin saman at hátíðarhalda
runda dagin, er eisini prógv um, at mong grøn
hjørtu bankað fyri felag tykkara og vilja bera
kyndilin.
Drívið á, tí
við tykkara sjálvbodna innsatsi og stóra
ágrýtni síggja tit til, at bæði
í dag og í framtíðini er innihald
í orðunum um »eina sunna sál í
einum sunnum likami«.
Sum borgarstjóri í hesum
býi eri eg errin av Kyndli, tí Kyndil er eitt
felag við einum felagsskapi og einum samanhaldi, ið
ger Havnina so ómetaliga nógv ríkari!
Og sum forseti í Ítróttasambandi
Føroya vil eg enn eina ferð ynskja tykkum hjartaliga
tillukku við teimum fsyrstu 50 árunum og takka
fyri tað nógva og góða, Kyndil hevur
givið føroyskum ítrótti gjøgnum
øll hesi árini!
Takk fyri!
Heðin Mortensen
|