|
04.
mars 2006
Góðu veitslugestir! Góðu
ítróttarfólk!

Lat meg fyrst
av øllum takka fyri, at Hjørdis og eg vóru
boðin í hesa gallaveitsluna, og er tað mær
ein heiður at sleppa at flyta fram nøkur fá
orð her í kvøld.
Eisini vil eg rósa tykkum hetta
frálíka tiltak og framúrskarandi góða
hugskot, at øll fýra ítróttarfeløgini
á staðnum hava tikið seg saman um eina so
stórfingna veitslu.
Hetta eiga tit rós fyri, tí
ein gallaveitsla sum henda er við til at knýta
bond millum tykkum mongu, ið dagliga gera eitt stórt
arbeiði innan fyri ymsu ítróttargreinarnar.
Samanhald gevur styrki, og hóast
tit kanska í ítróttarliga gerandisdegnum
starvast á hvør sínum móti,
so eiga tit kortini so nógv til felags.
Eystari armur á Skálafjørðinum
hevur tey mongu seinnu árini vaksið seg stóran
og sterkan vinnuliga og í aðrar mátar,
men ikki minst ítróttarliga ganga tit undan.
Rundir merkisdagar fara eisini at seta
sín dám á komandi tíðina,
tí seinni í ár eru 40 ár liðin,
síðani fimleikafelagið Støkk var sett
á stovn.
Og næsta ár eru 50 ár
liðin, síðani fólk tóku stig
til at stovna Nes Sóknar Ítróttarfelag,
sum til fyri fáum árum síðani var
karmur um bæði kappróður, hondbólt
og fótbólt.
Náttúrliga gongdin hevur
síðani verið tann, at burtur úr tí
gamla NSÍ eru sprottin trý feløg, sum
hvørt í sínum lagi bera arvin víðari
við sínum virkna arbeiði.
Tit, sum á ymsan hátt
hava tilknýti til fimleikarfelagið Støkk,
fótbóltsfelagið NSÍ, hondbóltsfelagið
Tjaldur og kappróðrarfelagið NSÍ,
kunnu vera errin av tykkara feløgum og tí
stóra arbeiði, sum gjørt verður.
Tað, sum tit her um leiðir eru
mest kend fyri, eru serligu evnini at hava eitt gott og
sterkt ungdómsarbeiði, ið feløg kring
alt landið munnu misunna tykkum.
Givið er, at einasta gongda leið
innan ítróttararbeiði er júst tann,
tit hava gingið, at tit hava lagt og leggja so stóran
dent á børnini og tey ungu, sum jú
eru framtíðin.
Eitt mótaorð, ið nógv
hevur verið at hoyrt í síðstuni, er
»tigandi meirilutin«, og hesin er ikki minst
kendur innan ítrótt og ítróttararbeiði,
har tað ræður um at lyfta í felag.
Samstundis er eisini neyðugt við
nøkrum, ið vilja standa fyri og ganga undan,
tí vit kunnu jú heldur ikki øll vera
ein tigandi meiriluti, um vinnast skal fram á leið.
Sum í øðrum lívsins
viðurskiftum, ger tað seg ikki minst galdandi fyri
ítrótt, at her er brúk fyri øllum
góðum kreftum, skulu tey ymsu málini røkkast.
Polski orðasnillingurin Stanislaw
Jerzy Lets hevur eina ferð sagt, at »skalt tú
náa fram til kelduna, noyðist tú at svimja
móti streyminum«.
Hvør skal siga, at tað ræður
um at vera treystur og áhaldandi í arbeiðinum,
tí tú vinnur onga kapping og fært eingi
heiðursmerki, bert við at reka við streyminum.
Spyrt tú ein gullvinnara, hvør
fremsta orsøkin er til vinnandi avrikini, so er tað
mest vanliga svarið, at tað snýr seg um venjing,
venjing og aftur venjing.
Tíbetur er alt ikki bara venjing,
men eisini kapping, har fleiri vinningar eru at heinta,
tí tú bæði ert partur av felagsskapinum
og av kappingini.
Øll tey glæsiligu úrslit,
feløg tykkara hava uppnátt millum ár
og dag, botna í stórum og miðvísum
arbeiði, har nógvar sjálvbodnar hendur
mugu hjálpa til.
Í hesum sambandi slepst ikki
undan eisini at nevna, at øll hesi fýra feløg
tykkara hava fostrað fleiri ítróttarfólk,
ið hava staðið seg millum tey allarstinnastu,
vit eiga.
Fimleikurin á staðnum hevur
ikki bara vunnið eitt ótal av kappingum her á
landi, men eisini leverað nógvar medaljuvinnarar
á bæði Oyggjaleikum og í øðrum
kappingum.
Somuleiðis hava bæði hondbólturin
og fótbólturin vunnið sigrar í
hópatali í bæði lands- og steypakappingum,
umframt at hava leverað landsliðsfólk í
stríðum streymi.
Í kappróðri hava tit
so mangan átt bátar, ið vundu burtur úr
allari mótstøðu, og ikki er nóg
mikið við tí, tí eisini í innandura
rógving ganga tit undan enntá í
HM-høpi.
Mín góði starvsfelagi,
borgarstjórin, sum sigst hava meiri enn ríkiligt
av kyksilvuri í afturpartinum, er ofta endurgivin
fyri at siga, at alt annað enn framstig er afturstig.
Hetta er eisini ein sera stórur
sannleiki, tí í veruleikanum er tað soleiðis,
at stendur tú í stað, so merkir tað
einki annað, enn at tú gongur aftur.
Øll vilja vit koma longur fram
á leið, og tí er tað minst líka
so týdningarmikið fyri okkum, ið hava við
ítrótt at gera, at vit hava visjónir,
um tær tó ikki eita Visjón 2015.
Vit kunnu kalla tað ynski, dreymar,
vónir ella visjónir, men fá munnu kenna
so væl til tað, sum tit, ið jú duga
betur enn nakar at síggja framtíðina í
okkara unga fólk.
Ein av stóru visjónunum
er, at Føroyar skulu vinna sær altjóða
olympiskan limaskap, so vit á jøvnum føti
við onnur kunnu bjóða okkum fram á
alheims ítróttarpallinum.
Frammanundan kenna vit jú til
Oyggjaleikir, og har er ein visjón, at vit megna
at vinna flest heiðursmerki, og ein onnur, at vit aftur
fáa Oyggjaleikirnar til Føroya.
Ítróttarfólk, ið
hava sínar røtur her á staðnum,
hava fleiri ferðir víst, at tað saktans ber
til at gera seg galdandi uttan fyri landoddarnar, so ein
visjón er eisini, at tit fara at eiga fleiri í
framtíðini, ið koma tað stigið víðari.
Skuldi so onkur svartskygdur hildið,
at tað er lætt at droyma og ynskja sær bæði
hetta og hatta, so er tað jú eisini ein sannroynd,
at bara soleiðis koma vit fram á leið.
Tit hava millum ár og dag havt
tykkara visjónir, ið eru blivnar veruleiki, so
haldið á við tí, so tit eisini í
framtíðini seta tykkum nýggj og hægri
mál.
Við tí nógva og evnaríka
fólki, tit eiga her á staðnum, og við
teimum mongu, ið sera hegnisliga duga at standa fyri,
kunnu tit røkka langt sum tit jú so
ofta hava prógvað.
Vegna Ítróttasamband Føroya
vil eg takka tykkum øllum fyri tað, tit eru og
hava verið fyri føroyskan ítrótt,
og vil eg ynskja tykkum alt tað besta í framhaldandi
arbeiðinum.
Frá mínum arbeiði
í ÍSF í mong ár havi eg lært
mong og góð álitisfólk at kenna
her inni á leiðini, og tykkara feløg hava
altíð verið nøkur, roknast kundi við.
Vitandi, at ítrótturin
her á staðnum og her um leiðir eigur nógvar
eldsálir og nógvar stuðlar, eri eg fullvísur
í, at tykkara partur ei heldur fer at liggja eftir
í komandi tíðum.
Tit eru allarbesta dømi um, at
ítróttur snýr seg um samstarv og vinarlag,
og tí eru tit ein framúr góð fyrimynd,
onnur síggja upp til og kunnu læra nógv
av.
Tað er eisini greitt, at ítrótturin
er størsta einstaka aktiv í føroyska
samfelagnum, tá tað ræður um heilsufremjandi,
fyribyrgjandi og sosialt arbeiði millum børn
og ung.
Sostatt má tann gleði, ið
mong hava av tí stóra ítróttaarbeiði,
ið verður gjørt í Føroyum,
verjast og lívgast, tí uttan ítróttin
var gerandisdagurin hjá mongum fátæksligur
og tómligur, har hann nú er bæði
innihaldsríkur og gevandi.
Avbjóðingarnar gerast bæði
fleiri og størri, og tí er neyðugt at
ítróttinum verða givnar
umstøður at mennast og taka seg fram.
Hvør í sínum lagi
kunnu vit koma við okkara klípi, samstundis sum
vit altíð eiga at hava í huga, at drúgt
er at byggja upp, men skjótt er at bróta niður.
Takk fyri!
Áðrenn eg seti meg niðuraftur,
vil eg fegin hava loyvi til at heiðra eina av mongu
eldsálunum, tit eiga her á staðnum, tí
viðkomandi hevur tað av sonnum uppiborið.
Óivað kundu so mong onnur
eisini fingið eina serliga viðurkenning, men eg
hugsi ikki, at nakar ivast í, at viðkomandi hevur
givið so nógv av sær sjálvum, sum
fáur.
Hann tí tað er ein
maður var ein av berandi kreftunum, eftir at
vøllurin við Løkin var komin og fótbólturin
tók seg upp sum partur av felagsarbeiðinum í
NSÍ.
Longu beinanvegin fekk hann sum venjari
hesar ungu smádreingirnar at gera sítt besta,
og heimið hjá honum og konuni var sum eitt annað
felagshús.
Í kjallaranum hjá teimum
var í mong harrans ár skiftingarrúm,
sum hevur spælarum, dómarum, linjuverjum og
øðrum í hópatali, tá skiftast
skuldi undan dysti og eftir dyst.
Eftir at hava lagt lunnar undir tað
stóra ungdómsarbeiði, valdi hann at andøva
í nøkur ár, men í 1995 var hann
aftur at síggja í fremstu røð
nú sum formaður í felagnum.
Hesa uppgávu røkti hann
í samfull 10 ár, til fyri einum ári
síðani, og ikki kann sigast annað, enn at
hetta hevur verið ein sera hendingarrík tíð.
NSÍ tók í 1996
ta støðu, at felagið vildi gerast fastur
partur av bestu mansdeildini, og hetta hevur eydnast felagnum
til fulnar síðani 1997.
Í hansara formanstíð
fekk felagið eisini sín núverandi identitet
við gulu og svørtu litunum, ið minna um vespuna,
ið prikar allastaðni, har hon sleppur framat.
Við honum sum formanni vann felagið
Løgmanssteypið fyrstu ferð og fekk fyri fyrstu
ferð heiðursmerki í landskappingini í
bestu mansdeildini.
Tað var eisini í hansara
tíðarskeiði, at kappróðurin og
hondbólturin skipaðu seg í egin feløg,
meðan fótbólturin varð verandi eftir
í gamla felagnum.
Nú byggja aðrar og yngri
kreftir víðari á tað grundstøði,
hann og onnur hava latið eftir seg, so NSÍ telist
millum størstu og sterkastu feløg í
landinum.
Eftir áheitan frá NSÍ
skal eg vegna Ítróttarsamband Føroya
biðja Jákup Mortensen um at koma upp higar at
taka ímóti skrásettum silvurmerki og
skjøldri frá ÍSF.
Heðin Mortensen
ÍSF forseti
|