.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 
Góðu hoyvíkingar, góðu gestir!

Ja, nú er ítróttarhøllin komin, sum hoyvíkingar, H71 og onnur hava bíðað leingi. Og hetta við at samansjóa skúla og ítróttarhøll tykist mær eitt gott hugskot.

Onkur kanska hevur mett, at tá Havnin hevur 4 - 5 stórar hallir frammanundan, so er tað at taka í so rívan til, at byggja eina stórfingna ítróttarhøll aftrat.

Men veruleikin er, at Hoyvíkin veksur sera skjótt. So skjótt, at um stutta tíð eru komin eini 600 nýggj hús her í Hoyvíkshaganum.

Meginparturin eru ungar familjur, sum flyta her niðan. Familjur við børnum, smáum sum hálvvaksnum. Um heilt stutta tíð búgva um 6.000 fólk her. Og hetta setir stór krøv til fríøki, skúla og ítróttarligar møguleikar.

At byggja eina tílíka ítróttahøll kostar. Og tað kostar nógv. Men eg meti, at hetta er ein skilagóð íløga, sum kemur øllum samfelagnum til góða. Tí hetta er ikki bara ein íløga í eina høll, sum ungdómar kunnu nýta til at íðka ítrótt í.

Nei, tí ein tílík ítróttarhøll er ein savningardepil, ein mentanarmiðdepil. Ítróttur er okkara stórsta einstaka mentanarliga grein, ongin onnur mentanargrein hevur so nógvar aktivar luttakarar. Ítróttur er besta trygdin fyri eini sunnari sál í einum sunnum likami, besta bolverkið og fyribyrging móti evnismisnýtslu og øðrum, sum ungdómur kann detta út í, tá mentanarligu tilboðini skorta.

Júst tí fegnist eg serliga um, at Hoyvíkshøllin nú stendur liðug, tí hon kemur, áðrenn fólkatalið veksir seg so stórt, at tørvurin als ikki kann nøktast, og vit gerast kroniskir eftirbátar. Bæði við hesi høllini og øðrum ætlanum í Hoyvíkini er neyðugt, at tilboðini fylgja við vøkstrinum, so tørvurin alla tíðina verður nøktaður, og trivnaðurin harvið verður tann best hugsandi.

Granskarar í fólkaheilsu ávara móti nýggju samfelagskorunum, vit liva í. Innan fyri seinastu 50 árini er samfelagið so nógv broytt, at vit ikki longur hava brúk fyri okkara vøddum, beinagrind og kropsbygnaði fyri at røra okkum og fyri at yvirliva.
Maskinur arbeiða fyri okkum, og bilar og bussar flyta okkum aftur og fram. Fólkaheilsan er sostatt í vanda. Og tað mugu vit gera nakað við, samstundis sum vit skapa umstøðurnar, ið kunnu nøkta tørvin.

Nú vit hava fingið hesa nýggju ítróttarhøllina, er hetta eitt stig á vegnum.

Eg kann í hesum sambandi nevna, at Ítróttasamband Føroya hevur heitt á landsins myndugleikar, at útnevna ár 2004 til "Føroyar í Rørslu", har millum annað fylgjandi mál verða raðfest ovast á skránni fyri alt árið:

VAKSIN Í RØRSLU. Ljós skal varpast á týdningin av rørslu í gerandisdegnum, fyri at hava eina sunna sál í sunnum likami. Eggjast skal til frítíðarvirksemi og rørslu við konkretum tilboðum, sum skulu geva fólki hug til øðrvísi motiónstilboð.

BØRN Í RØRSLU. 2004 skal geva ítróttinum størri leiklut í skúlunum. Evnisvikur og seturskúlar hetta árið eiga at snúgva seg um heilsu og rørslu, og við eini sunnari og spennandi skrá eggja til rørslu hjá skúlabørnum og ungdómum.

SMÁBØRN Í RØRSLU. Ja tað er ongin ivi er um, at góðir vanar verða lagdir í fólk frá barnsbeini av. Frá kommunalari síðu eigur tískil at verða byrjað við hesum í vøggustovum, barnagørðum og dagrøktum, har á 2004 skal geva hesum stovnum møguleikar fyri meira rørslu í gerandisdegnum hjá smábørnum.

Eitt av stóru ynskjunum hjá hoyvíkingum seinastu nógvu árini hevur verið at fingið eina ítróttarhøll til stóra virksemið hjá lokala felagnum, H71. Striltið hevur gingið, men "Tolin trívst", sigur orðafellið, og nú stendur stásiliga Hoyvíkshøllin liðug, er tað mín vón, at høllin fer at vera góður karmur um tað virksemi, ið framyvir kemur at vera her.

Tað er við gleði, at eg sum formaður í Mentunarnevndini og bygginevndini, í dag kann staðfesta, at ætlanin, hóast ávísar trupulleikar á leiðini, er vorðin veruleiki, og at vit í kommununi eru komin enn eitt stig á leiðini at nøkta hallartørvin í Kommununi.

Næsta stigið, sum Mentunarnevndin í býráðnum fer undir at fremja, er at byggja ítróttarhøll í Kollafirði, og inntil henda er komin undir land, verður Hoyvíkshøllin eisini karmur um virksemi hjá kollfirðingum við KÍF á odda.

Skal eg í stuttum lýsa gongdina í byggimálinum, so varð byrjað í juni mánaða í 1999, har mentanarnevndin samtykti at farast skuldi undir fyrireikingar til at byggja ítróttarhøllina. Byggi- og býarskipanardeildin gjørdi eitt skitsuuppskot til høll, ið ætlandi skuldi byggjast niðanvert Hoyvíkar skúla, frá Tútakannutjørn og eystureftir.


Henda ætlanin varð tó skjótt slept, tí tað varð ikki mett rætt, at útsýnið úr niðaru síðu á skúlanum varð skert so nógv, sum henda ætlanin fór at føra við sær. Í samráð við skúlan varð høllin síðan flutt yvir á økið, her hon stendur í dag, har sum uttandura asfaltvøllurin var fyrr.

Ætlanin varð alla tíðina at byggja eina venjingarhøll í Hoyvík, og politiskt hevur málið eisini alla tíðina itið Venjingarhøll í Hoyvík.

Tá projektið, ið varð detailprojekterað av Crone & Koch Føroyar, varð boðið út, vísti tað seg verða munandi dýrari enn ætlað og peningur varð settur av til. Tískil bleiv fyrsta lisitatiónin avlýst, og farið varð í gongd við at projektera eina høll, ið var minni í vavi og vónandi eisini fór at gerast bíligari at byggja.

Tað var aftur byggi- og býarskipanardeidin, ið stóð fyri skitsuuppskot-inum. Veri-Con, mannað við fyrrverandi starvsfólki úr Crone & Koch Føroyar, stóð fyri detailprojekteringini.

Byggiarbeiðið fór í gongd í september mánaða 2001 og í dag, 11 mánaðir seinni, stendur nýggja Hoyvíkshøllin liðug, klár at taka í nýtslu. Kostnaðurin fyri høllina er góðar 14 miljónir.

Tórshavnar býráð hevur í sambandi við byggingina sett av eina miljón krónur til gerð av nýggjum spæliplássi niðanfyri skúlan, í staðin fyri tað, ið nú liggur undir høllini, og farið verður í gongd við hetta arbeiðið so skjótt til ber.

Tey, ið beinleiðis hava havt við byggingina av høllini at gera eru:

Byggi- og býarskipanardeildin:
Magnus Hansen arkitektur og Gunnar H. Gunnarsson, byggifrøðingur, ið hava gjørt skitsuprojektið og Hans Lyngsø, byggifrøðingur, ið hevur verið byggiharraumboð og skrivari í bygginevndini

Veri-Con
Álvur Áarstein, ið hevur staðið fyri detailprojektering, útbjóðing og eftirliti.

Byggitek
Við Tummas Sørensen, ið hevur staðið fyri jørð, betong og timbur- og múraraarbeiði

Rør og Blikk
Við Heina Lassen, ið hevur staðið fyri hita, saniteti og ventilatión

Elmek
Við Magnus Magnussen, ið hevur staðið fyri el-arbeiðnum

Henning Sørensen
Ið hevur staðið fyri málaraarbeiðnum og

Eyðun K. Eyðunson
Ið hevur staðið fyri gólváleggingararbeiðnum

Í bygginevndini hava, umframt meg sjálvan sum formann, sitið: Petur Dahl, skúlastjóri, og Hans Lyngsø, byggifrøðingur. Áðrenn seinasta býráðsval var Kaj Leo Johannesen, býráðslimur, formaður, og Magnus Hansen, arkitektur, nevndarlimur. Sum umboð fyri H71 og ráðgevi hjá nevndini hevur Hákun Djurhuus luttikið á nevndarfundum, eins og Jákup Simonsen hevur luttikið vegna mentamáladeildina.

Eg vil at enda nýta høvi at takka øllum, sum hava verið við í arbeiðnum at byggja høllina, og fari eisini at ynskja hoyvíkingum, H71, Hoyvíkar skúla og øllum borgarum annars í Tórshavnar kommunu hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesi stásiligu ítróttarhøll.

Takk fyri!



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya