.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

januar 2006

Ársins ítróttarbragd 2005

Tað er mær ein stór gleði at siga nøkur orð, nú 14 ára gamla Elspa Mørkøre úr Syðrugøtu hevur vunnið heiðurin »Ársins ítróttarbragd 2005« frá Dimmalætting.

Samstundis skal eingin ivi vera um, at hon so sanniliga eisini var uppi móti stórum kappingarneytum, nú finnast skuldi fram til, hvør átti henda stórur heiður uppbornan.

Har var eisini fimleikarin Høgni Øster, sum vann á sínum blóðkrabba, og tað enntá so dyggiliga, at hann á Oyggjaleikunum í fjørsummar vann fleiri heiðursmerki.

Sum einstaklingur vann hann eitt gullmerki, eitt silvurmerki og eitt bronsumerki, umframt at hann vann eitt gullmerki og tvey silvurmerki við føroyska mansliðnum.

Og har var eisini Katrin Olsen úr Havn, sum vit kenna sum eina av stinnu gentunum á Knørri, men seinnu árini mest frá kappróðri í Danmark, har hon hevur gjørt um seg.

Í farna árinum framdi hon tað bragd at vinna silvur í heimsmeistarakappingini í Japan, tá hon var ein av fýra róðrarkvinnum umborð á næstbesta báti í heiminum.

Har var eisini Sørvágs Ítróttarfelag, sum í stórum stíli helt sín 100 ára stovningardag í fjør við greipuni í mansflogbólti, bæði gulli í landskappingini og steypakappingini.

Eisini flogbóltskvinnurnar tóku seg fram og eru nú millum tær fremstu, umframt at fótbóltsmenninir vunnu 3. deild, so SÍ aftur er í næstbestu fótbóltsdeildini.

Og har var eisini fótbóltsfelagið B36, sum vann føroyameistaraheitið í fótbólti hjá monnum og haraftrat var virðiligasta umboð Føroya nakrantíð í europeiskari kapping.

B36 megnaði nevniliga sum fyrsta føroyska felag á vøllinum at vinna seg víðari í UEFA Cup-kappingini, har íslendingar máttu lúta og danskarar fingu harða mótstøðu.

Jú, sanniliga hevði Elspa Mørkøre stórar og sterkar kappingarneytar ímóti sær, nú hon var innstillað til »Ársins ítróttarbragd 2005« – og enntá megnaði at vinna.

Her kundu óivað eisini fleiri onnur verið við, ið tóku dystin upp, tí tað verða framd so mong ítróttarbrøgd í Føroyum og føroyskum ítrótti, men Elspa hevur skarað framúr!

Hon er bara 14 ára gomul, men kortini sterk, skjót og evnarík sum fáur, og millum tey svimjikønu er eingin sum helst ivi um, at her er eitt talent av teimum heilt stóru.

Og við allari virðing fyri hinum, ið vóru innstillað til »Ársins ítróttarbragd 2005«, so mugu vit bara staðfesta, at í Elspu Mørkøre hava vit funnið rætta vinnaran.

Tað er jú heilt einastandandi, at hon í farna árinum megnaði at seta ikki færri enn 25 nýggj føroyskt met, harav okkurt heili 20 ára gamalt met mátti víkja fyri henni.

Ikki minni verður ítróttarbragd hennara sett í relieff, tá vit hava í huga øll tey mongu heiðursmerki, hon hevur vunnið í bæði føroyskum og øðrum kappingum síðsta árið.

Í onkrari einstakari kapping hevur hon vunnið upp í heili 15 gullheiðursmerki, og eisini var hon við í kvinnustafettini, sum skrivaði søgu á Oyggjaleikunum í Hetlandi.

Hetta er alt samalt so stórt og flott, at tú torir nóg illa at hugsa tankan, hvat kann fara at spyrjast burturúr hjá henni, tí hon hevur framtíðina fyri sær, so ung sum hon enn er.

Góða Elspa, vit vita øll av, at tú so sanniliga ikki ert komin sovandi til alt hetta, sum tú longu nú hevur avrikað, tí aftanfyri liggur sera nógv hørð og miðvís venjing.

Tú hevur so hjartaliga uppiborið heiðurin »Ársins ítróttarbragd 2005«, tí tú hevur framt brøgd og avrik so stór, at tað verður torført hjá øðrum at gera tær tað eftir.

Samstundis ert tú ein stór fyrimynd fyri onnur føroysk ítróttarfólk, og tá meini eg ikki bara við svimjarar, men ítróttarfólk innan fyri allar ítróttargreinar, ið síggja upp til tín.

Vit fara spent at fylgja við, hvussu tær fer at gangast í komandi árum, og eg vil vegna Ítróttasamband Føroya og føroyskan ítrótt ynskja tær alt tað besta í framtíðini.

Tú ert enn ung og hevur lívið framman fyri tær, so hvør veit, um ikki nógvar og sera spennandi upplivingar og avbjóðingar bíða eftir tær í komandi tíðum.

Vit eru øll somul bæði stolt og errin av tær, og hiðani skal ljóða eitt stórt tillukku við heiðrinum »Ársins ítróttarbragd 2005«.

Hjartaliga tillukku!







Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya