.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

16.12.2005

Góðu róðrarfólk, góðu gestir!


Vit eru í dag komin saman at heiðra tað mest føroyska, tú kanst hugsa tær innan ítrótt, tí fram um aðrar ítróttargreinar er okkara kappróður serføroyskur burturav.

Eins og fleiri av hinum sersambondunum innan ÍSF, hevur Róðrarsamband Føroya í ár 25 ár á baki, og hesum verður gjørt eitt sindur burturúr í dag.

Karmurin um føroyska kappróðurin er báturin, men vit kundu kallað hann so nógv annað, tí eg havið lisið onkunstaðni, at báturin í máli okkara hevur heili 37 nøvn.

Gjøgnum øldir var báturin álitið í føroyska samfelagnum, við honum var farið til útróðrar, í grind, við fólki, presti og allastaðni, har ferðast skuldi millum oyggjarnar.

Gamalt var, at átti maður bát, neyst og kúgv, so kundi hann lívbjarga sær og sínum, men átti hann hvørki bát ella sess á báti, kundi tað mangan vera svangligt.

Tað mesta av søgu okkara verður lýst í orðafellinum, at »bundin er bátleysur maður«, líka sum tað eisini verður tikið til, at »føroyingurin er føddur við ár í hendi«.

Í dag ferðast vit í bili eftir breiðum vegum kring alt landið og undirsjóvartunlarnir eru skjótt vorðin okkara størsta sjálvfylgja, so nógv er broytt, mugu vit sanna.

Okkara dagliga breyð kunnu vit saktans vinna, uttan at eiga bát ella kjans við stórum trolara, so báturin í sjálvum sær er ikki sama fortreytin hjá føroyinginum sum fyrr.

Sjálvandi hevur tað stóran týdning, at vit siðsøguliga varðveita føroyska bátin, og í dag er tað einki, ið gera tað so væl sum júst kappróðurin, okkara tjóðarítrótt.

Kappróðurin er nú heldur einki nýtt, tí teir gomlu róðu sanniliga eisini um kapp, tá høvi var til tað, og hóast lívsins álvari lá frammarlaga, dámdi teimum væl at kappast.

Við bátinum sum tí trygga grundarlagnum aldu Føroyar sjálvandi eisini nógvar og stinnar bátasmiðir, ið syrgdu fyri bestu arbeiðsamboðum til tátíðar gerandisdagin.

Hin navnframi Nólsoyar Páll var av bátasmiðaætt, og tað verður fortalt, at ein dagin, tá pápi hansara, ið sjálvandi var bátasmiður, var farin til útróðrar, fór Páll at spæla sær við bátin, hin gamli hevði í gerð.

Nólsoyar Páll gav bátinum eina knappari reising og longri kjøl, so hann kundi ganga skjótari, og hetta – vilja summi siga – skal hava verið okkara fyrsti kappróðrarbátur.

Um søgan er sonn ella ikki, dugi eg ikki at siga, men høvdu vit ikki kappróðrarbátin við sínum serliga sniði, veit eg ikki, um føroyski báturin yvirhøvur var til enn.

Í so máta var kendi bátasmiðurin Niclas í Koltri undangongumaðurin, hann evnaði til og smíðaði í stórum tali tann føroyska kappróðrarbátin, sum vit kenna hann so væl.

Og nú hevur so runavíkingurin Sámal Hansen tikið arvin upp sum tann, ið myndar tað mesta av tí føroyska bátasmíði, sum vit seta í samband við kappróður her á landi.

Tí fær niðurstøðan ikki verið onnur enn, at skipaði kappróðurin hevur bæði hildið lív í tí føroyska bátinum, men ikki minni í tí serstaka bátasmíðinum, ið er okkara burturav.

Fyri yvir hundrað árum síðani tók kappróður seg upp, og hóast hetta tiltak tey fyrstu árini datt niðurfyri av og á, so mentist tað og vann seg fram til tað, tað er í dag.

Fyrsta kappingin um føroyameistaraheiti í kappróðri var á Trongisvágsfirði í 1964, sama árið sum Ítróttasamband Føroya fylti 25 ár.

Síðani 1973 hevur verið kappast um FM-heiti við tí skipan, vit kenna í dag, og við árunum eru broytingar av ymsum slagi gjørdar, so kappingin skuldi gerast enn betri.

Seinnu árini hevur eisini verið tikið stig til barnaróðrarnar, ið vísa seg at vera sera væl umtóktir og eitt gott høvi at seta ungt róðrarfólk við, so róðrinum verður lív lagað.

Sjálvur róði eg í síni tíð og sleit mínar barnaskógvar í ítróttarhøpi innan róðurin, og eg má siga, at tað so sanniliga er hent nógv á framburðsleið øll árini síðani tá.

Gamaní var tað hugnaligt at liggja nátt á teimum ymsu plássunum, og at róðrarfólk kanska vóru meira saman, enn tey eru í dag, nú lættari er at ferðast aftur og fram.

Men tær umstøður, róðurin hevur í dag, og tað ídni, róðrarfólk leggja í at venja og vera væl fyri, er fyrimyndarligt fyri allan annan ítrótt, vit eiga.

Og kanska kann róðurin, fram um nógvar aðrar ítróttargreinar, geva smáum plássum møguleika at gera vart við seg, bara tey hava ein bát og eina manning, ið drívir á.

Stórar broytingar og stór framstig eru hend hesi 25 árini, sum Róðrarsamband Føroya hevur á baki, og her hugsi eg ikki minst um fasta startin, ið er komin fyri at vera.

Men eisini hetta, at vant og íðkað verður so dúgliga, er eitt stórt framstig, ið ger sítt til, at tað als ikki er tilvildarligt, hvør stendur seg væl og minni væl í kappróðri í dag.

Sjálvt um veturin verður drivið á í rógvimaskinunum, ið nú eru so náttúrligur partur av føroyska kappróðrinum, at sjálvstøðugar FM-kappingar verða skipaðar innandura.

Yvir 30 kappróðrarfeløg kring alt landið gera eisini sítt til, at Róðrarsamband Føroya er ein alsamt meira týðandi og sjálvsagdur táttur í føroyskum ítróttarlívi.

Ein onnur styrki er, at í kappróðri er pláss fyri bæði gentum og dreingjum, kvinnum og monnum, og tí er kappróðurin ein savnandi ítróttargrein við sera stórari breidd.

Tann menning, vit seinnu árini hava sæð innan aðrar ítróttargreinar, at leitað verður út um landoddarnar eftir hjálp, styrki og íblástri, er eisini komin til kappróðurin.

Ein onnur menning er, at kappróðrarfeløg við góðum heimasíðum hava gjørt hópin av áhugaverdum tilfari tilgongiligt hjá teimum mongu, ið vilja sleppa fram at tí.

Og hvør skuldi fyri 25 árum síðani trúð, at vit í 2005 kundu fegnast um at eiga eina kvinnu sum Katrin Olsen, ið vann silvur í heimsmeistarakapping í kappróðri?

Jú, sanniliga hava hesi 25 árini hjá Róðrarsambandinum verið 25 hendingarrík ár, ið hava undirstrikað mentanarligt og ítróttarligt virði, sum eingin vildi verið fyriuttan.

Við hetta høvi slepst ikki undan at nevna formannin í Róðrarsambandinum, Hannis Joensen, ið hevur sitið stinnur í sessinum, men ikki heldur fram eftir hesa setuna.

Hannis var við í fyrstu nevndini í Róðrarsambandinum, og síðani 1986 hevur hann verið við í nevndini uttan slit – tey síðstu 10 árini sum formaður.

Eg vil vegna Ítróttasamband Føroya takka Hannisi fyri tað, hann hevur gjørt fyri føroyskan kappróður øll hesi árini, og somuleiðis takka fyri sera gott samstarv.

At nógv er at taka av, tá føroyskur kappróður skal heiðrast, ber ikki minst henda stásiliga framsýning boð um, sum tit so hegnisliga hava sett upp til dagin í dag.

Hon er enn eitt gott dømi um, at tit vilja liva upp til mergjaðu orðini hjá skaldinum, ið kom við áminningini um ikki at lata søguna doyggja, men goyma hana so væl.

Tit hava eina stolta søgu, men óivað eisini eina spennandi framtíð við øllum teimum avbjóðingum og rembingum, ið hoyra einum livandi felagsskapi til.

At enda skal eg vegna Ítróttasamband Føroya ynskja Róðrarsambandi Føroya hjartaliga tillukku við hesum fyrstu 25 árunum og góðan byr í komandi tíðum!

Takk fyri!


Heðin Mortensen
ÍSF - Forseti






Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya