|
09.12.2005
Heimið fyri minnisveik í
Vallalíð
Hjartaliga vælkomin góðu búfólk,
starvsfólk, avvarðandi og øll tit onnur,
ið eru komin saman her í dag, nú Heimið
fyri minnisveik alment verður tikið í brúk.
Tað er mær ein stór
gleði at verða við til hesa hátíðarløtu,
tí dagurin í dag er sanniliga ein merkisdagur
í kommununi.
Sitandi býráðs setti
sær sum aðalmál at leggja alla orku í
fáa teimum eldru í kommununi betri og tryggari
kor, ásannandi rættin til eitt gott og virðiligt
lív, eisini á ellisárum, ella tá
ið sjúka og heilsan eru farin at bila.
Skjøtul er settur á hetta
arbeiði. Vit hava longu tikið fleiri tøk,
og fyrireika enn fleiri.
Eitt úrslit av hesum miðvísa
arbeiði er Heimið fyri minnisveik í Vallalíð,
ið vit í dag handa bú- og starvsfólki.
Og tað leggur ein alt fyri alt til merkis, at her er
heimligt og hugnaligt.
Her er brotið upp úr nýggjum.
Tí hugskotið og ætlanirnar við einum
slíkum heimi eru ikki royndar áður her
á landi. Men við einum góðum vilja
og góðum samstarvi ber alt til.
Vit hava eftir besta førimuni
fyrireika hesa verkætlan so væl sum gjørligt,
tí vit eru á ótroddum gøtum.
Her er stórur dentur lagdur á at skapa so
góðar og tryggar umstøður, sum tað
yvirhøvur letur seg gera. Starvsfólkið
hevur fingið møguleika at hugsavna seg um sítt
komandi arbeiðspláss m.a. við skeiðvirksemi.
Leiðarin, Ida Sørensen fer
at greiða nærri frá, hvussu ætlanin
er at skipa Heimið.
Hetta heimið er liður í
eini heildarætlan, sum kommunan hevur á eldraøkinum.
Arbeiði byrjaði, tá ið
vit fyri nøkrum árum síðani keyptu
gomlu Marinustøðina við tí í
hyggju at brúka ognina sum ellisheim og dagtilhald
fyri minnisveik. Tjarnargarður, sum niðurlagda støðin
kom at eita, varð tikin í nýtslu í
oktober mánaða í fjør, og fyri
nøkrum døgum síðani samtykti býráðið
at byggja eitt nýtt røktarheim til 24 búfólk
við Tjarnargarð. Hetta arbeiðið verður
boðið út í næstum.
Ætlanin er, at á Tjarnargarði
verður møguleiki at fáa fyribyrgjandi
fysio- og ergoterapeutiskar venjingar við tí
endamáli, at tey gomlu og sjúku varðveita
førleikan longri, og harvið hava eina betri lívsgóðsku.
Tað minkar eisini um tørvin á røktarheimsplássum.
Arbeitt verður eisini við øðrum
fyribyrgjandi tiltøkum, soleiðis at okkara gomlu
kunnu verða heima í egnum bústaði
sum longst.
Eitt ítøkiligt tiltak
í hesi ætlan er heimavitjanartænastan,
ið kommunan setti á stovn í 2002, og í
ár verður tænastan víðka soleiðis,
at tilboðið eisini verður veitt teimum, sum
eru 75 ár og eldri.
Men tørvurin á bú-
og røktarplássi til tey eldru er stórur,
og til tess at bøta um bráðneyðuga
tørvin, hevur kommunan keypt eini stór sethús
í Mattalág at brúka sum ellisheim,
har pláss verður fyri 10 fólkum.
Býráðið hevur
eisini keypt eina stóra trøð (18.000 m²)
Yviri við Strond, har ætlanin er at byggja eldrabústaðir.
Virksemið har skal samskipast við Lágargarð,
sum er nærmasti granni.
Um økið er at siga, at tað
er náttúruvakurt og liggur sera væl
fyri. Frítt er uttanum, mitt í býnum,
og við góðum útsýni yvir allan
Nólsoyarfjørð.
Í vár gjørdi ein
arbeiðsbólkur eitt álit um eldraráð
í kommununi, sum fer at virka frá 1. januar
2006.
Tað er ein sannroynd, at talið
av fólki, sum verða rakt av sjúkuni Alzheimer
og øðrum demenssjúkum veksur alsamt um
allan heim, og kunnu vit rokna við, at tað eisini
her hjá okkum verða fleiri, sum fáa hesa
sjúku. Tað setur sjálvsagt krøv
til okkara kommunu, og her kann ein vælútbygd
heimarøkt og fleiri dagtilboð gera tað møguligt
at verða longri í egnum heimi saman við sínum
nærmastu og kæru.
Tá ið tað ikki ber til,
eigur møguleiki at vera at flyta inn í vardar
íbúðir ella røktarheim, sum eru
egnað til tørvin hjá tí einstaka,
og skulu tí fleiri pláss útvegast í
kommununi komandi árini.
Eg fari at ynskja okkum øllum
hjartaliga tillukku við hesum heimi fyri minnisveik
og ynski eg búfólki og starvsfólki
alt gott í komandi tíðum.
Somuleiðis takki eg nevndini í
Alzheimersfelagnum fyri tykkara ótroyttiliga arbeiði
at skapa virðiligar, góðar og tryggar umstøðurnar
hjá tykkara nærmastu. Tykkara áhaldandi
upplýsingararbeiði hevur í dag borið
frukt. Uttan tykkara miðvísa arbeiði hevði
ikki so nógv verið hent innan demensøkið
seinastu tíðina.
Vón mín skal verða,
at tit, sum búgva her og tit, sum koma at arbeiða
her, koma at trívast í hesum hugnaliga og
heimliga heimi.
Vit eiga ongantíð at gloyma,
at tað eru okkara eldru, ið hava bygt hetta land
og skapt møguleikarnar, vit onnur í dag njóta
gott av. Tí er eldraøkið eitt mál,
ið sitandi býráðssamgonga leggur stóra
orku í at loysa.
Gleðilig jól og gott nýggjár.
Til síðst fara eg at biðja
leiðaran, Idu Sørensen, um at koma og taka ímóti
eini gávu frá býráðnum.
Heðin Mortensen, borgarstjóri
|