|
26.11.2005
Jólatræið á
Vaglinum 2005




Góðan dag øll somul og hjartaliga vælkomin
í miðbýin. Vit eru komin saman fyri at
tendra jólatræið á Tinghúsvøllinum,
sum hesar komandi dagarnar skal minna okkum á, at
jólini eru í hondum.
Tað er gleðiligt at síggja,
at her eru børn í øllum aldri. Og her
eru foreldur, ommur og abbar, - haldi meg eisini síggja
onkra langommu og onkran langabba.
Tað er nakað heilt serligt við
jólunum, tí tey megna meira enn nakað
annað at sameina okkum øll somul. Jólini
eru bæði barna- og familjuhátíðin,
sum øll eiga sín part í og øll
gleðast um saman !
Jólini geva hugna og gleði,
og øll kunnu vit gleðast um Jesus-barnið,
sum var borið í heim tey fyrstu jólini
fyri gott 2000 árum síðan.
Men jólini fáa okkum eisini
at hugsa um tey mongu úti í heimi, sum ikki
eiga somu møguleikar sum vit, og sum ikki kunnu halda
gleðilig jól á sama hátt sum vit.
Í hesum døgum leita tankar okkara serliga
til tey neyðstøddu í Pakistan og aðrastaðni
í heiminum.
Øll vilja vit hava tað gott
á jólum, men vit mugu ongantíð
hava tað so gott, at vit ikki hugsa um onnur, tí
tann besta jólagávan er ikki tann vit fáa,
men tann vit geva.
Í morgin er 1. sunnudagur í
advent.
Heima við hús tendra vit fyrsta ljósið
í adventskransinum og bíða eftir, at jólaevangeliið
verður boðað okkum einaferð enn.
Í adventini fyrireika og gleða
vit okkum til jólahøgtíðina. Vit
bíða í frið og náðum, tí
vit hava okkurt gott í væntu.
Ljósini í adventskransinum
hugna og fjálga innandura, nú vit eru í
myrkastu tíð á árinum, har tað
mest sum er myrkt allan dagin.
Seinastu dagarnar hava fólk á
frílendisdeildini og gøtuljósa¬deildini
fríðkað um í kommununi, tí
býráðið vil, at tað skal vera
hugnaligt hjá borgarunum at spáka og gera
jólaørdindi í býnum. Í
miðbýnum eru perur, jólastjørnur
og hjørtir komin upp á hanga tvørturum
gøturnar og í trøunum. Handlarnir í
býnum spenna seg eisini út.
Tónleikabólkar, felagsskapir,
skúlaflokkar og Kunningarstovan koma at hava tiltøk
í Gongugøtuni, soleiðis at jólamánaðin
verður so hugnaligur sum gjørligt.
Úti á Reyni er ein lítil
jólabýur settur upp. Har er sera hugnaligt,
og er ætlanin at smáu húsini skulu vera
opin í vikuskiftunum í desember, har høvi
verður at keypa sær ein heitan drekkamunn og okkurt
afturvið. Eins og smáar sølubúðir
eru á staðnum.
Ætlanin er at hetta tiltak skal
vera afturvendandi á hvørjum ári.
Um eina løtu skulu vit tendra
jólatræið. Tað er eitt nordmans-grantræ,
sum í 15 ár hevur staðið í
eini viðarlund í Danmark og bíða eftir
at koma at standa her í miðbýnum til gleði
fyri okkum øll, stór sum smá. Tað
er 11 metrar høgt, og man óivað vera tað
størsta jólatræið í landinum.
Hevur onkur hug at telja ljósperurnar, kann eg upplýsa,
at tær eru líka nógvar sum í
fjør, - um hálvtannað hundrað í
tali.
Umframt hetta træið á
Tinghúsvøllinum, sum jólamaðurin
um eina løtu fer at tendra, fer kommunan næsta
vikuskiftið at tendra jólatræið á
Argjum, á Hvítanesi, í Norðradali
og Syðradali.
Í Kaldbak, í Hoyvík, í Kollafirði,
á Velbastað, úti í Nólsoy
og úti í Hesti.
Sum eina roynd fara vit í ár
eisini at síggja eitt træ standa í Steinatúni.
Tað er ein serstakur hugni við
hesi løtu, tá vit tendrað træið
og fáa nøkur góð orð frá
presti, meðan hugnaligir tónar frá Havnar
Hornorkestur seta sín serliga jóladám
á løtuna.
Eg haldi sjálvur, at miðbýurin
er sera hugnaligur, og eg veit hvussu stórt arbeiði
liggur aftanfyri úrslitið.
So eg fari her at takka øllum
tykkum, sum hava fyrireikað, sett upp, pynta og hugna
um býin, soleiðis at rættiligur jóladámur
er her henda seinnapartin til hugna og stuttleika fyri okkum
øll.
Og ynski mítt skal vera, at vit
í øllum jólastákinum ikki gloyma,
at jólaboðskapurin er hin sami:
Friður á jørð
og í menniskjum góður tokki.
Gleðilig jól øll somul!
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
|