|
19.11.2005
Góðu
borðtennisfólk! Góðu gestir!
Sigur tú ítróttur,
so sigur tú eisini kapping. Gjøgnum allar
tíðir er ítróttur av ymsum slagi
sprottin úr kappingarhugi og teimum kynstrum, menniskjað
hevur megnað at víst við likami, rørslum
og amboðum - alt eftir, hvønn ítrótt
talan er um.
Umframt tær mongu og ymsu kappingar
innan ítrótt, ið kunnu upplivast á
leikvølli og aðrastaðni, har karmar eru skaptir
til endamálið, hevur helst altíð verið
ein onnur og øðrvísi kapping, ið snýr
seg um, hvør ítróttargrein man vera
tann elsta.
Sum forseti í Ítróttarsambandi
Føroya og tí avvarðandi av øllum
ítrótti, skal eg ikki her taka dagar ímillum,
um henda ítróttargreinin er eldri enn handan.
Men ikki skerst burtur, at borðtennis man teljast millum
allarelstu ítróttargreinir.
Har nakrar av elstu mentunarvøggunum
stóðu í Kina, Egyptalandi og Grikkalandi,
finnast aldargamlar relieff-myndir av bóltspæli.
Og bæði úr grikskari og rómverskari
søgu vita vit, at bóltspæl við tíðini
gjørdist fastur táttur í likamligu
uppalingini.
Um vit nærkast okkara leiðum,
so kenna vit úr norðurlendskari søgu "knattleikin",
har ein bóltur úr viði varð sligin
við einum bólttræi, ið annaðhvørt
var úr beini ella viði. Ikki er óhugsandi,
at ítróttargreinir sum baseball og cricket
hava sínar røtur her.
Seinni gjørdist talan um bleytari
bóltar, og við tíðini broyttust tey
ymsu bóltspølini til tey, vit kenna í
dag. Bóltar av ymsum slagi hoyrdu til ymsu ítróttargreinirnar,
og eisini vóru ymisk bólttrø og batt
brúkt, sum tað nú hóskaði seg
best í hvørjum føri.
Ensku grannar okkara fyri sunnan vóru
undangonguland í skipaðum bóltspæli,
og reglurnar fyri tey ymsu bóltspølini, soleiðis
sum vit kenna tey í dag, vóru gjørdar
og skrivaðar niður í Onglandi í 1880-unum.
Borðtennis er neyvan tað sama
í dag, sum tað hevur verið afturi í
fornøldini, og í tí líki, vit
kenna tað í dag, byrjaði tað sum ítriv
hjá "betru borgarastættini" í
Onglandi, við tað at fólk fóru at
spæla tennis á einum matarborði.
Hetta var fyrst og fremst eitt sokallað
"selskaps-spæl", nevnt "ping-pong",
og skjót var menningin í hesum spæli.
Fyrst varð spælt við gummibóltum, ið
ikki vóru opnir innan, men skjótt komu bóltarnir
úr celluloid, ið vóru lættir og
opnir innan.
Fyrst í farnu øld broyttist
battið eisini og gummi varð lagt á, og longu
um 1920 ella har á leið var spælið
kent í nógvum europeiskum londum. Nú
ikki bara sum ítriv og hugni, men sum kappingarítrótt,
ið breiddi seg kring allan heimin.
Her heima hjá okkum tók
borðtennis dik á seg fyri yvir 50 árum
síðani, og síðani hevur borðtennis
verið ein ítróttur, ið fólk
flest munnu kenna frá kjallarum og hølum,
ið kundu broytast til rættar leikvøllir,
so skjótt borðini vórðu sett fram
á gólvið.
Neyvan mundu tey fyrstu gruna, at borðtennis
skuldi gerast so væl umtóktur ítróttur
í Føroyum, tá tey í síni
tíð løgdu til brots. Sum ikki eina ferð,
stóð vøggan á Tvøroyri,
og síðani hevur hesin býur og fólkið
har havt stóran týdning fyri hesa ítróttargrein.
Men eisini aðrastaðni hevur
borðtennis havt sína góðu undirtøku,
og ein fyrimun hevur henda ítróttargrein fram
um fleiri, at ikki nýtist at hava stór og
vælmannað lið fyri at vera við. Tí
hava eisini fleiri smærri pláss kring landið
gjørt seg galdandi.
Sum við øllum, so hevur undirtøkan
onkuntíð verið framúr góð
og onkuntíð lakari, men alla somlu tíðina
hevur borðtennis havt sínar sonnu eldsálir,
ið hava eggjað og hildið til, umframt at tikið
tey stóru tøkini, tá tað kravdist
á leiðini.
Borðtennis hevur verið spælt
í øllum landinum, og nú Borðtennissamband
Føroya hevur 25 ár á baki, skal tað
vera mín vón, at hetta deiliga spæl
av nýggjum kann spretta í nærum hvørjari
bygd í Føroyum, so næstu 25 árini
gerast enn betri.
Og ongantíð betri, enn um
borðtennis gjørdist ein náttúrligur
partur av bygda- og ungdómsmentanini runt um í
landi okkara. Sum sagt, krevjast ikki stór lið,
men eitt borð, bóltur, batt og tveir spælarar,
so kann spælast. Lættari fær tað ikki
verið.
Øll kunnu spæla - gentur
og dreingir, kvinnur og menn - og samstundis er hetta heilsugott
spæl. Neyvan megnar nøkur onnur ítróttargrein
sum borðtennis at fáa bæði ung og gomlu
at spæla - bæði saman og ímóti
hvørjumøðrum.
Nú vit tosa um borðtennis,
slepst valla undan at nevna Sverre Midjord, hóast
hann ikki telist millum teirra, ið hava havt formanssess
í Borðtennissambandinum. Tað hevur hann latið
lærusveinarnar tikið sær av, tí hann
hevur gjørt so nógv annað.
Ikki minst hevur hann í starvsnevndini
hjá Ítróttarsambandinum gjøgnum
heili 42 ár røkt áhugamálini
hjá øllum føroyskum ítrótti
- og ikki minst borðtennis. Hann er innan borðtennis
"the grand old man" og hevur verið og er fyrimyndin
hjá mongum.
Sjálvt tá hann fyri nøkrum
árum síðani fekk nýggja mjødn,
gekk ikki long tíð, so stóð hann aftur
við borðið, har hann við høkju í
aðrari hondini og batti í hinari bjóðaði
av til dyst í Trongisvági. Og enn skal eingin
vænta sær nakað lætt sett móti
Sverra.
Borðtennissamband Føroya
hevur hesi 25 árini verið virkið og virðiligt
umboð fyri Føroya land uttan fyri landoddarnar.
Altjóða viðurkenningin hevur givið atgongd
til bæði EM- og HM-kappingar, og á Oyggjaleikum
eru mong heiðursmerki vunnin.
Mín vón og mítt
ynski skal vera, at borðtennis í framtíðini
má hava stóra framgongd, bæði her
heima og í kappingum uttanlands. Vegna Ítróttarsamband
Føroya vil eg ynskja Borðtennissambandi Føroya
tillukku við teimum fyrstu 25 árunum og alt tað
besta í komandi tíðum! Hjartaliga tillukku
og takk fyri!
Heðin Mortensen, forseti
|