|
05.11.2005
Góðu
VB-arar, góðu vágbingar, góðu
gestir!

Vegna Ítróttasamband
Føroya vil eg ynskja Vágs Bóltfelag,
VB, hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum.
Eisini vil eg takka fyri, at Hjørdis og eg vóru
boðin við í kvøld!
Tað er stuttligt at eygleiða
hesa stóru mannfjøld, sum í kvøld
er komin saman til gallaveitslu í Vágs Høll
at heiðra tykkara stolta felag, sum í ár
er farið um tey 100 árini.
Við takksemi kunnu tit og
øll vit onnur við senda tankarnar aftur
til teir tjúgu framskygdu menninar, sum tann 5. juni
í 1905 komu saman til fundar í klubbanum at
taka seg saman í felag.
Hetta vóru ungir menn, sum høvdu
sæð ítrótt uttanlands, og serliga
var kveiktur ein hugur í teimum at spæla fótbólt,
eins og tvørámenn, klaksvíkingar og
havnarmenn vóru farnir at gera.
Vágbingarnir vildu ikki standa
nakað aftanfyri og stovnaðu tí Vaag Sportsforening,
ið seinni broytti navn til Vaag Boldklub og uppaftur
seinni, í 1925, fekk núverandi navnið:
Vágs Bóltfelag.
Lagt varð til brots á sandinum,
og seinni komu so bæði fótbólts-
og hondbóltsvøllur á Eiðinum, umframt
at uppaftur seinni kom so henda stásiliga høllin,
vit eru savnað í í kvøld.
Latið ei søguna doyggja,
goymið hana so væl. Í dreingja sinni og
moyggja, hon mikið útrætta skal,
syngja vit í einum av góðu sanginum hjá
Rasmusi Effersøe, ið eisini var suðringur.
Men hóast vit eina 100 ára
gallaveitslu, sum í kvøld, hava hug at leita
aftureftir, so grør um gangandi fót í
VB, og bæði í fótbólti og
hondbólti hava tit síðstu árini
átt eitt hitt sjónskasta felag her á
landi.
Vit vóru mong, ið mundu fegnast
við tykkum í ár 2000, tá VB vann
sítt fyrsta meistaraheiti í bestu mansdeildini
í fótbólti og harvið skrivaði
ein týðandi kapitul í søgu felagsins.
Ikki lógu tit á latu síðuni,
men valdu at lata henda heiður koma uppvaksandi ættarliðnum
til góðar, so vit trý ár á
rað, frá 2001 til 2003, sóu VB sita á
trúnuni í dreingjadeildini og í 2003
eisini í unglingadeildini.
At tykkara blómandi ungdómsarbeiði
eisini sæst aftur á gentusíðuni,
bera
silvurmerkini í ár hjá pinkum í
landskappingini og smágentum í steypakappingini
boð um.
Haldið fram við hesum, tí
tað er sanniliga ungdómurin, ið eigur framtíðina
og er framtíðin, og eitt virkið ungdómsarbeiði
er lívæðrin í einum og hvørjum
góðum ítróttarfelag, sum tit eisini
hava prógvað.
Ein annar og stórur stoltleiki
hjá Vágs Bóltfelag er kvinnuliðið
í hondbóltinum, sum í 2003 tók
ímóti gulli í bæði landskappingini
og steypakappingini, og í fjør FM heitið.
Ein stórsiður fyri VB.
Hvussu verður í vetur, stendur
eftir at vita, tí kappingin er stutt síðani
byrjað, men ikki skal undra, um tit suðuri í
Vági aftur í vetur fara at geva teimum norðuri
í Vági og øðrum við ein skarpan
gang. Longu í gjár vísti VB kvinnurnar
hvat tær ætla, við at vinna tryggan siður
á VÌF.
Umframt tey íðkandi her í
Vági, sum altíð hava verið kend fyri
góðan ítróttaranda og framúr
góð evni, eiga tit eisini eina livandi áskoðarafjøld,
ið man teljast millum tær bestu her á landi,
tað veri seg til fótbólt ella hondbólt.
Fá hava sum vágbingar
staðið stinnir um sítt felag øll hesi
mongu árini, og VB hevur av sonnum verið ein
stoltleiki hjá Vági og allari Suðuroynni.
Tá tað hevur rátt
um at sligið manngarð um føroyskan ítrótt
sum heild, hava vágbingar ongantíð staðið
aftastir, men verið til reiðar at tikið stór
tøk, og tað eru vit í Ítróttasambandi
Føroya tykkum ómetaliga takksom fyri.
Tykkara felag hevur nú lagt fyrstu
øldina aftur um bak og skjøtil er settur á
ta næstu, ið vónandi fer at roynast tykkum
minst líka væl, so gull og glitur eisini tey
næstu hundrað árini kann vera tykkara prýði.
Øld er løgd afturum.
Fyri framman bíða aðrar
-og við teimum nýggjar avbjóðingar.
Drongur og drós,
maður og kvinna
-øll hava tænt felagið og bygd.
Á og uttan fyri vøll.
Framtíðin hvílir í
tryggum hondum
-væl er sett við.
Reystmenni mong mynda felag og bý,
-goyma søgu, men byggja sjálvi borg.
Øll eru til reiðar at taka tøk
-bróta upp úr nýggjum
so fríð fortíð
gerst føgur framtíð
Við hesum orðum vil eg enn eina
ferð ynskja Vágs Bóltfelag hjartaliga
tillukku við teimum 100 árunum og allan góðan
byr framyvir.
Fari at biða formannin koma og taka
í móti eini heilsan frá Ítróttarsambandinum.
Skulu vit ikki reistast og rópa
eitt leingi livi fyri VB á 100 ára degnum.
Heðin Mortensen
|