.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

22.10.2005

Hjartaliga tillukku við nýggja Smyrli


Góðu havnarfólk, góðu gestir úr bygd og úr bý


Fari fyri Tórshavnar kommunu at ynskja Strandfaraskipum Landsins hjartaliga tillukku við nýggja Smyrli.

Somuleiðis ynskja vit í kommununi skipara og manning at vera hjartaliga vælkomin at bryggju í Havn.

Eg má siga, at tað var ein ótrúliga vøkur og hugtakandi sjón at síggja Smyril koma inn um Glyvursnes og fram við Argjalandinum á síni jomfrúferð norður um Suðuroyarfjørð.

Vit norðanfjørðs hava bíðað í so leingi eftir at síggja nýggja flaggskip okkara í samferðsluflotanum. Vit hava hoyrt nógv føgur orð um skipið, men tess størri er gleðin, nú dagurin loksins er komin.

Suðuroyingar fegnast, og tað gera vit í Havn eisini. Sannur veitslu- og hátíðardagur var leygardagin fyri viku síðani, tá ið Smyril kom til lands. Sagt verður, at umleið 4.000 fólk tóku ímóti á Krambatanga, og man tað verða ein tann størsta og hjartaligasta móttøka nakar hevur fingið har suðuri, um ikki tann størsta. Tað sigur ikki so lítið, hvussu stóran týdning Smyril hevur fyri samleikan hjá suðringum. Hann er lívæðrin við umheimin, og fortreytin fyri vinnuliga virkseminum, framburði og trivnaði í oynni.

Suðuroyggin hevur altíð ligið fjarskotin í mun til hinar oyggjarnar, og gott skipasamband hevur tí lívsneyðugan týdning fyri vinnuna, og fólkið har býr.

Heimstaðurin hjá Smyrli er á Tvøroyri, men vit í Havn gleðast eisini um skipið og vilja fagnað tí. Og tað er ikki so løgið, tí teir undanfarnu Smyrlarnir hava sanniliga verið partur av gerandisdegi okkara í Havn. Hin “gamli”, sum nú verður tikin úr rutu, hevur sett sín dám á býarmyndina og virksemi her á havnarlagnum í eina fjórðingsøld. Hann hevur trúliga stevnt inn og út um Molan í øllum veðri hvønn dag í vikuni øll hesi árini.

Kom at hugsa um mangar ítróttarferðir við gamla Smirli – honum við høga skorsteininum og dampfloytuni. Fryntliga og hjálpsama manningin har umborð tók sær mangan av okkum, tá ið sjóverkurin fór at gera um seg. Kom eisini at hugsa um, tá ið Smiril um hesa tíðina plagdi at koma til Havnar við livandi seyði til slaktaríini í býnum. Ein onnur hugmynd, sum kom fram fyri meg var, tá ið Smiril førdi oksar úr Mykinesi til Havnar. Oksarnir skuldu rekast niðan á Abbatrøð, fyri seinni at verða slaktaðir í Smæruni. Tá var lív í havnargøtum.

Fram til fyrru helvt av 1970-árunum var bryggjan her við Eystaruvág miðdepilin í siglingini innanoyggja. Mangan var trongligt, tí tá komu at kalla øll til Havnar sjóvegis. Her komu og fóru ferðafólkini. Her lossaðu og lastaðu manningarnar post, mjólk, olju og annað farm.

Her kom Vesturleið úr Miðvági, Pride úr Klaksvík og Smyril sunnaneftir. Ritan røkti siglingina í Sandoynna, út í Hest og Koltur og til Nólsoyar. Tróndur, Sigmundur og aðrir bátar hjá Mjólkaforsýningini sigldu inn á Skálafjørðin og norð í Sundalagið, umframt at mjólkarbátarnir eisini røktu regluliga flutningin til Kollafjarðar, Kaldbaks og bygdirnar har um leiðir. Umframt, at aðrir bátar fluttu fólk og farm um firðir og sund.

Tíðir broytast. Í dag er alt hetta farið í søguna. Men Havnin og samfelagið alt er heldur ikki hitt sama í dag, sum tað var, tá ið alt mátti flytast við báti og skipi, bæði ferðafólk og farmur.

Fyri at lýsa, hvussu stór broytingin í innanoyggja ferðasambandinum hevur verið síðani tann fyrsti Smyril fór at sigla millum oyggjarnar í 1895, havi eg hug at taka fram ein stubba, sum Finnbogi Ísakson nevnir í bókini við heitinum “Tilburðir í okkara øld”. Finnbogi viðgerð ymiskar hendingar í einum ávísum tíðarskeiði. Um árið 1910 skrivar hann m.a., at á hvørjum ári varð ferðaætlanin hjá Smirli viðgjørd í tinginum. Hetta árið sendir ein leyningur tinginum bræv við áheitan um, at Smiril eisini skuldi sigla uppá Leynar, tí hetta hevði havt stóran týdning fyri fólkið á Stykkinum, Leynum, Skælingi og við Gjónna við Leynavatn. “At Smiril anløber Kvivig er ikke til mindste nytte for os”. Soleiðis skrivaði leyningurin í 1910.

Nú sigur søgan onki um, um áheitanin varð gingin á møti ella ikki. Men søgan sigur okkum, hvussu samfelagið er broytt hesi skjótt hundrað árini.
Persónliga fegnist eg saman við mínum vinum, kenningum og ættarfólki í suðri, nú ein nýggjur Smyril kemur at røkja siglingina. Nú hava vit eitt skip, sum er bygt til at sigla hesa mangan drabbutu farleið, ið vit øll mangan hava upplivað, tá ið ferðast hevur verið suður og norð.
Suðuroyingar hava tikið skipið til sín, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður tað eisini hjá okkum norðanfjørðs.

Skiparin Pauli Larsen segði í sjónvarpinum, at talan er um eitt sjógott skip, har umstøðurnar hjá manning og ferðafólki eru settar í hásætið, og har hvør smálutur er gjølla umhugsaður, og tað taka vit fyri góða vøru. Eg gleði meg at koma umborð.

Við hesum orðum bjóði eg Smyrli hjartaliga vælkomin til Havnar og fari at ynskja reiðaríi, manning og starvsfólki Guðs signing og blíðan byr við skipinum.

Takk fyri

Heðin Mortensen,
borgarstjóri




 








 

 




Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya