.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

30.10.2005

Ungdómsráðstevna 2005

Hetta er tín kommuna


Ungdómsráðstevna á Háskúlanum
og í Norðurlandahúsinum 30. sep. til 2. okt. 2005


Góðu stevnuluttakarar og fyrireikarar!


Tað er mær ein stór gleði at verða bjóðaður at koma út á Landssjúkrahúsið í dag at heilsa upp á tykkum, ið eru komin á hesa ungdómsráðstevnu vit heitinum Hetta er mín kommuna.

Fari at takka fyrireikingarbólkinum fyri, at tit hava bjóðað mær at seta hesa fjølbroyttu og áhugaverdu ráðstevnu, sum eg vænti fer at hjálpa okkum í kommununi, tá ið ungdómspolitikkurin í framtíðini skal leggjast til rættis.

Men uttan luttakarar, eingin ráðstevna. Fari at nýta hetta høvið at bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga vælkomin til Havnar, og ynski eg tykkum tveir góðar ráðstevnudagar.

Kære gæster

Som borgmester her i byen er det mig en stor glæde at få denne lejlighed til at byde jer velkomne til Torshavn.

På kommunens vegne takker jeg, at I afsatte tid til at komme til Færøerne, således at vi kan høre og lære af jeres erfaringer i at arbejde med ungdommen. Ungdomsproblemer er jo globale og ikke kun lokale, så jeg ser frem til at høre og se jeres oplæg.

Tað er gott at síggja, at tit eru so nógv, ið hava teknað tykkum til ráðstevnuna. Í tveir dagar fara tit at arbeiða í ymiskum verkstovum: við dansi, drama, myndlist, tónleiki, filmi, listahandverki, øðrvísi ítrótti og við ungdómspolitikki, har køn og professionell listafólk fara at leggja tykkum lag á.

Tað verður mangan sagt, at ungdómslívið í Føroyum og kanska serliga í Havn er øðrvísi enn í øðrum londum, sum vit plaga at samanbera okkum við. Í øllum førum verður sagt, at tey ungu í Havn fara seinni í býin enn aðrastaðni, og hjá summum verður dagur og nátt vend við. Um so er og hví, vita tit best. Henda serføroyska mentan kann hava sínar avbjóðingar og sjálvandi eisini sínar avmarkingar. Men til ber væl at siga, at ikki eru tað øll, sum duga at fóta sær og finna seg til rættis í øllum hesum meldrinum í dagsins samfelag. Heldur ikki vit, ið eru komin eitt sindur upp í árini.

Tí er tað frálíkt við slíkum ungdómsráðstevnum sum hesi, tí tað gevur eitt gott høvi at steðga á eina løtu og varpa ljós á ungdómspolitikkin. Eru vit á rættari leið, ella er kósin skeiv?

Sitandi býráðssamgonga hevur sett sær fyri sum eitt av fremstu aðalmálum sínum at fjálga um trivnaðin og skapa so góðar umstøður sum gjørligt fyri øll. Tað veri seg innan ítrótt, tónleik og onnur mentanartilboð til allar aldursbólkar.

Og her meina vit veruliga øll. - Frá tí yngsta til tann elsta, og serliga tykkum, ið eru á gáttini til vaksnamannalívið. Kommunan ásannar, at trivnaður og fjølbroytni í frítíðartilboðunum hanga neyvt saman.

Kommunan vil fegin vita, hvat rørir seg millum tey ungu, og sendi tí fyrr í ár øllum næmingum í framhaldsskúlunum í býnum eitt spurnarblað, fyri at kunna seg um, hvat tey ungu gera eftir skúlatíð, og hvørjum tey hava serligan áhuga fyri. Úrslitið skal brúkast í arbeiðinum til frama fyri trivnaðin hjá tykkum í hesum aldursbólki.

Sjálvt um trivnaðarkanningin ikki enn er almenn, vísti hon, at næstan øll trívast og hava nógv góð og fjølbroytt tilboð at fara til. Staðfestast kann, at vit hava ein virknan, evnagóðan og deiligan ungdóm í býnum. Men tó er ein lítil partur, umleið 10% , sum heldur seg ikki hava nóg nógv at fara til. Hetta ætla vit at gera nakað við.

Kanningin vísir eisini, at vit mangla dansistøð til tey ungu. Tað góvu nógv til kennar, at tey saknaðu.

Tí eri eg ógvuliga spentur at síggja niðurstøðurnar, sum tey í verkstaðnum um ungdómspolitikk fara at gera, tí ætlanin er at brúka viðmerkingarnar í arbeiðinum at gera eitt barna- og ungdómsálit um viðurskiftini og mentanina hjá ungdóminum í kommununi, á sama hátt sum eldraálitið, ið varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani.

Ráðstevnur sum henda er eitt frálíka gott høvi at vera saman, stuðla og læra hvør av øðrum, og fáa nýggjan íblástur. Her verða tit saman um tónleik, ítrótt, listarligt virksemi og kjak í einum tiltaki, sum tit sjálvi eiga. Og eg ivist onga løtu í, at hetta vikuskiftið kemur at styrkja um samanhaldið tykkara millum.

Tit hava her møguleika at skapa ein plattform, har tit hitta onnur ung, lata frá tykkum egnar royndir og menna og kveikja tykkara kreativu og listarligu evni.

Men eg ivist onga løtu í, at tit eisini fara at hugna tykkum og hava tað stuttligt á Háskúlanum og aðrastaðni í býnum, har verkstovurnar eru. Og tað skal tað sjálvandi eisini vera pláss fyri. Eg ivist ikki í, at hetta vikuskiftið fer at styrkja samanhaldið og knýta vinabond, tí tit koma sanniliga at arbeiða saman um uppgávurnar.

Taka tit uppgávuna í álvara og arbeiða miðvíst og málrættað, vænti eg, at eitt av endamálunum, sum stigtakararnir settu sær við verkætlanini er rokkið:

At geva tykkum eina kenslu av, at tit eru ein virðismikil partur av fólkinum, og ein sjónligur partur í bygd og í bý.

Tað verður áhugavert sunnudagin í Norðurlandahúsinum at síggja og uppliva, hvat tit hava fingið burturúr døgunum.

Kære gæster

På Torshavns kommune vegne bringer jeg denne ungdomskongress alle de bedste ønsker. Vi er som sagt meget glade for, at I afsatte tid til at deltage på denne kongres i Torshavn, og jeg er sikker på, at I alle vil få en oplevelse for livet, og at I vil få mange gode og glade minder med hjem fra vores smukke øer og by.

Eg fari at takka tykkum: Sólvá, Alisa og Bogi fyri tykkara stóra arbeiði at fyriskipa hesa fjøltáttaðu ráðstevnu. Tøkk skulu tit eisini hava fyri, at tit, frá fyrsta degi, hava arbeitt so miðvíst og við ágrýtni at fullføra hugskotið og verkætlanina, soleiðis at ungdómráðstevnan nú verður sett í verk.

Við hesum orðum er ungdómsráðstevnan Hetta er tín kommuna sett, og ynski eg tykkum øllum eina góða stevnu og eitt gott vikuskifti. Vón mín skal vera, at nógv fer at koma burturúr. Tit skulu vita, at tit eru ein virðismikil partur í føroyska mentanarpallinum. Takk øll somul og góða eydnu við ráðstevnuni.


Takk fyri

Heðin Mortensen
borgarstjóri



 








 

 




Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya