|
29.09.2005
Mentanarvirðislønir
M. A. Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir
Tórshavnar býráðs verða handaðar
MAJ
2005
29. september 2005
Góðan dag og veri hjartaliga vælkomin
í Müllers Pakkhús



Eitt afturvendandi tiltak, sum Tórshavnar
býráð og mentamáladeildin fyriskipað,
og sum vit gleða okkum til á hvørjum ári,
er almenna hátíðarhaldið í
sambandi við, at Mentanarvirðislønir M. A.
Jacobsens og Barnabókaheiðurslønir Tórshavnar
býráðs verða handaðar.
Seinastu árini hevur Sjónleikarhúsið
verður karmur um hátíðarhaldið,
men orsakað av, at umfatandi umvælingararbeiði
og broytingar verða gjørdar í salinum
í Sjónleikarhúsinum, hava vit í
ár flutt tiltakið í Müllers Pakkhús.
Og tað fegnist eg um, tí ikki er tað sørt,
at tað gleðir meg, at vit í sínari
tíð avgjørdu at keypa og seta í
stand hesa søguligu perlu við Vestaruvág,
ið sum frá líður kemur at standa sum
eitt virðiligt og prýðiligt minni um eina
farna tíð, tá ið sluppfiskiskapurin
var álitið í føroyska búskapinum.
Tá saltfiskur og klippfiskur var tann týdningar-mesta
útflutningsvøran hjá føroyingum.
Við vágirnar vórðu
bygd nógv pakkhús. Tað størsta
og vakrasta av hesum var Müllers Pakkhús, sum
sýslumaðurin Søren Müller bygdi seinast
í 1890-árunum. Nøkur ár
eftir, at Mads Andrias Jacobsen var føddur. Sørin
Müller var keypmaður og reiðari, og eitt skifti
var hann - eins og Mads - eisini borgarstjóri í
Tórshavn.
Her í høga grótlaðaða
kjallaranum var saltið goymt, sum Müller seldi
bæði til sluppirnar og til fiskavirking á
landi.
Á miðhæddini vóru
seglini goymd um veturin, og her vórðu tey bøtt
og barkað. Tí væl var farið um seglini.
Á ovastu hædd høvdu
reiðaríini sítt egna goymslurúm,
sum enn bera nøvnini á sluppunum.
Kom at hugsa um orðini mykinesmálarin
segði um Mads:
At hann var saltið í føroyskum mentanarlívi.
Eins og hesin saltkjallarin var miðdepilin
í pakkhúsinum, var Mads miðdepilin í
føroyska bókmenta- og mentanarumhvørvinum.
Neyvan var tað av tilvild, at Rithøvundafelagið
í 1958 ynskti, at heiðurslønirnar skuldu
bera navnið hjá mentamanninum M. A. Jacobsen,
ið avrikaði so nógv fyri henda bý,
land og fólk. Hann var fjølbroyttur og var
uppi í so mongum. Millum annað var hann býráðspolitikkari,
lærari, rithøvundur, bókavørður
og orðabókasavnari. Eitt skeið var hann løgtingsmaður
fyri sjálvstýrisflokkin.
Parturin hjá Mads hevur ikki
ligið eftir, tá ið hugsað verður
um alt hann útinti, hóast lívskeið
hansara var stutt. Hann doyði brádliga í
bestu arbeiðsárum einans 52 ára gamal
í 1944.
Um Mads er eisini at siga, at hann hevði
stóran áhuga og gjørdi eitt virðismikið
arbeiði, at vit í sínari tíð
fingu eina forngripagoymslu.
Á ólavsøku í
1927 skipaði hann saman við øðrum fyri
stórari søluframsýning í Havn,
fyri at vekja ansin hjá fólki fyri føroyskum
heimavirki. Jú, sanniliga ein slóðbrótari
og íbirtari, har til ber at fylgja slóðini
til væleydnaðu verkætlanina við heitinum
Gluggaglæma, sum fyrr í mánaðinum
var her í húsinum.
Tá í 1927 skrivaði
Mads, at:
Tað hevur nógv at týða, at stórur
dentur verður lagdur á at ala upp hitt unga fólkið,
soleiðis at tað lærir sjálvt at virka
og harígjøgnum kemur at duga at skyna á,
hvat vakurt og hóskandi er.
Hesi orð samsvara væl við
hugsanina hjá býráðnum. Tá
ið vit í summar høvdu kongaliga vitjan
í býnum, var eingin ivi um, at gávurnar
til tey kongaligu skuldu okkara dugnaligu sniðgevar
og listahandverkarar evna til. Handanin fór fram
júst í hesum hølunum, og vóru
drotningini og fylgi hennara sera hugtikin av gávunum.
Tað er sum sagt Tórshavnar
býráð, ið letur Mentanarvirðislønirnar
eftir tilmæli frá eini 5-mannanevnd. Nevndin
verður vald fjórða hvørt ár,
tá ið nýtt býráð er
valt og skipað. Sostatt var ein nýggja nevnd
vald í januar í ár. Býráðið
tilnevnir 3 umboð. Hinir limirnir í nevndini
verða tilnevndir av ávikavist Rithøvundafelagnum
og Fróðskaparsetri Føroya.
Í nevndina hevur býráðið
valt Rigmor Dam, Jákup Jacobsen og Erling Isholm.
Gunnar Hoydal umboðar Rithøvundafelagið og
Turið Sigurðardóttir umboðar Fróðskaparsetur
Føroya. Býarbókavørðurin
Anna Brimnes, er skrivari hjá nevndini.
Nevndin hevur heimild at lata 3 virðislønir:
eina fyri yrkisbókmentir, eina fyri fagurbókmentir
og eina fyri mentanaravrik. Virðislønin fyri
mentanaravrik kann verða latin fólki, sum hevur
avrikað eitthvørt, sum hevur týdning fyri
føroyska mentan. Nevndin kann gera av, ikki at lata
virðislønirnar, ella onkra teirra, um hon heldur,
at einki verk ella avrik er virðislønarvert,
tað árið. Og sum tit síggja í
skránni, verða 2 virðislønir latnar
í ár.
Í nevndini fyri Barnabókaheiðursløn
Tórshavnar býráðs eru eisini fimm
limir: Poulina Slættanes og Ann Elisabeth Joensen
eru valdar av býráðnum. Hansina Husgaard
umboðar skúlabókavørðarnar
í Tórshavnar kommunu. 2 fastir limir: barnabókavørðurin
á Býarbókasavninum, sum eisini er skrivari
og formaðurin í mentamálanevndini, sum
í hesum valskeiðinum er Hildur Eyðunsdóttir.
Hon er samstundis formaður. Barnabókavørðurin
er Malan Hilmarsdóttir.
Barnabókaheiðursløn
Tórshavnar býráðs varð fyrstu
ferð handað í 1976. Heiðurslønin
verður latin fyri bóka- og listaverk fyri børn,
sum verður hildið at vera virðislønarvert.
Heiðurslønin kann latast rithøvundum,
týðarum, listafólkum og einstaklingum,
sum útgeva barnabøkur. Í mesta lagi
ber til at lata 2 heiðurslønir. Tó kann
nevndin geva bert eina ella onga, um hon kemur til ta niðurstøðu.
Í ár verða 2 virðislønir latnar.
Í dag skulu vit umframt, at virðislønirnar
skulu handast - eisini hoyra Strúkiorkestri í
Tórshavnar Musikkskúla og Martin Joensen syngja
og spæla.
Eftir at grundgevingin fyri virðislønina
er lisin, fær heiðursgesturin orðið.
Einaferð enn, hjartaliga vælkomin
øll somul.
Endi
Fyri Tórshavnar býráð
ynski eg tykkum Turið Kjølbro, Jón
Tyril, Inga Joensen og Theodor Hansen, sum tíanverri
ikki kundi verða saman við okkum í dag, hjartaliga
til lukku við virðislønunum, og ynski eg
tykkum nógv góð og virkin ár í
framtíðini.
Martin Joensen, - og tit í Strúkiorkestrinum
í Tórshavnar Musikkskúla
takk fyri frálíkan sang og tónleik.
Takk fyri, at tit gjørdu løtuna so hugnaliga.
Eg takki nevndunum fyri gott samstarv
og arbeiði.
Starvsfólkið á Býarbókasavninum
eiga eisini tøkk fyri framsýningina, so til
ber at síggja ymisk skrivligt og teldutøkt,
sum tey, ið vit í dag heiðra, hava latið
úr hondum.
Takk fyri
Heðin Mortensen
borgarstjóri
|