|
30.08.2005
Ólavur
á Váli



Góðan dag øll somul og verið hjartaliga
vælkomin í Snarskivuna.
Vit eru komin saman her í dag
til fernisering og fløguútgávu, sum
er til minnis um Ólav á Váli, sum í
dag hevði fylt 50 ár.
________________________________________________
Vit hava hoyrt lagið til ein vælkendan
sang, ið Ólavur mangan sang.
Jógvan Zachariasen spældi
fagott og Jens Cristian Guttesen cello.
Anna á Váli Smith, ið er systirdóttir
- og Kristinu á Váli, ið er bróðurdóttir
Ólav spældu somuleiðis á cello.
Tær eru næmingar í Tórshavnar
Musikkskúla.
________________________________________________
Góða Anna. Tað gleðir
meg at síggja tygum her í dag saman við
familju og børnum tygara: Jóannesi, Charlottu
og Britu.
Í Føroyum eru nakrar familjur,
ið skara framúr á listarliga pallinum,
og sum hava skrivað navn sítt í føroyska
mentanarlívið. Tað veri seg í tónleiki
og sangi, málningalist, bókmentum, sjónleiki,
frásøgukynstri ella listahandverki.
Ein av hesum familjum tey, ið
bera eftirnavnið á Váli, hava
ríkað gerandisdag okkara við andaligum sangi
og tónleiki í eitt mannaminni.
Eitt eyðkenni fyri hesa familju eru listarligar gávur
innan sang, tónleik og málningalist.
Verður sagt Tey á Váli,
vita vit, at talan er um musikalsku børnini og barnabørnini
hjá Annu og Líggjasi á Váli.
Forfedrarnir og onnur í ættini eru eisini kend
fyri vakran sang og spæl.
Yngra ættarliðið er smátt
um smátt farið at taka við, og byggir víðari
á herðarnar á teimum eldru.
Ólavur er ein teirra.
Hann doyði brádliga fyri
hálvum ári síðani, men náddi,
hóast ungan aldur at útinna nógv, serliga
tá ið hugsað verður um andaligan sang
og tónleik. Øll hava vit hoyrt og lagt til
merkis hansara djúpu, hugtakandi rødd í
Ebenezer kórinum, Kamarkórinum, Dupultkvartettini
í Ebenezer, Nikodemus sangbólkinum, saman
við systkjum sínum og í øðrum
kórum.
Men Ólavur hevði eisini listaligar
gávur at tekna og mála, ið kanska ikki
eru so kendar uttan av teimum nærmastu: familju, vinum
og kenningum.
Tí hóast stórur,
prúður og vælvaksin maður, var hann
lítillátin, og gjørdi ikki nógv
hóvasták burtur úr sær.
Skráin hjá okkum í
dag er annars hon, at Landsstýrismaðurin í
mentamálum Jógvan á Lakjuni fer at
siga nøkur orð um vinmannin.
Børnini hjá systkunum
á Váli fara at syngja sangin Ein
dag ein dag.
Og Dánjal Poulsen fer at siga
eitt sindur um minnisfløguna, sum verður givin
út í sambandi við 50 ára føðingardagin
hjá Ólavi.
Men eg havi hug at siga nøkur
fá orð afturat, áðrenn vit halda fram
í skránni.
Tí Ólavur og hansara vinmenn
og vinfólk hava mangan dugnað Tórshavnar
kommunu og býráðnum væl.
Komi at hugsa um hugnaligar og ógloymiligar
sangløtur í Móttøkuhúsinum,
Listaskálanum og Müllers Pakkhúsi, tá
ið býráðið hevur havt móttøkur
og vitjanir altíð vóru Ólavur
og sangbrøður beinasamir at heita á.
Jólahugnaløturnar á
Hvíldarheiminum, Ellisheiminum, Lágargarði,
í Undirhúsinum og aðrastaðni eru vit
í býráðnum takksom fyri.
Uttanlands hevur Dupultkvartettin umboðað
Tórshavnar kommunu, bæði í Danmark
og í Íslandi, har øll vóru hugtikin
av Ólavsa djúpu og eyðkendu rødd.
Fari enn einaferð fyri Tórshavnar
býráð at bjóða tykkum øllum
at verða hjartaliga vælkomin í Snarskivuna
í dag.
Takk fyri
|