|
Gott
fundarfólk
Sum formaður í Byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar
kommunu og sum umboð fyri Tórshavnar býráð er heitt á meg
um at siga nøkur orð um ætlanir og holdning býráðsins til
íbúðarbygging í kommununi. Eg fari í mínum innleggi ikki
at koma so nógv inn á smálutir, men heldur royna at greiða
eitt sindur frá um hvat rørist í politiska arbeiðnum, tá
talan er um meira yvirorðnaðar ætlanir í sambandi við íbúðarbygging.
Samfelagið er í eini broytingartíð og merkist hetta
serliga í Tórshavnar kommunu. Einamest er tað trýstið á
íbúðarmarknaðin sum frá degi til dags verður størri og størri.
Nógv fólk flytir til Havnar tí, at her eru møguleikarnir
fyri at fáa arbeiðið størstir, verður sagt. Henda tilflyting,
ið sambært upplýsingum frá Hagstovu Føroya ger, at fólkatalið
fer at vaksa við umleið 5%, tað skapar eitt so stórt trýst
á íbúðarmarknaðin, at bíðilistin, sum í 90-unum stórst sæð
var tómur, nú er omanfyri tey 400. Hesum bíðilista áliggur
tað okkum fólkavaldu at syrgja fyri, at fáa niður á eitt
støði, har vit kunu siga at hann er náttúrligur í stødd.
Tórshavnar kommuna hevur síðan 1972 tá Havnin fekk
sína egnu byggisamtykt, staðið fyri skipaðum útstykkingum,
har almenningurin hevur kunna ognað sær grundstykki, har
byggjast kundi á eftir treytum, ið byggisamtyktin álegði
borgarunum í ymsu økjunum.
Trýstið á íbúðarmarknaðin var serliga stórt í 80-árunum,
fyri síðan at minka burtur í einki fyrst í 90-unum, tá kreppa
sindraði alt føroyskt vinnulív og harvið eisini grundarlagið
fyri bygging. Nú er so vend komin í og er tað at gleðast
um.
Tórshavnar kommuna er vaksin nógv í fólkatali og
vídd eftir at Argir og Kollafjørður saman við Kaldbak, Norðadali,
Syrðadali, Hoyvík, Sundi og Hvítanesi eru lagdar saman við
Tórshavn. Hetta merkir tó ikki, at byggilendi, ella tað
sum kann kallast vælegnað byggilendi, er vaksið tilsvarandi.
Lendisviðurskiftini í Tórshavn eru soleiðis háttað,
at her ber til at vaksa um býin nøkur ár fram niðanfyri
tað hædd, ið hildin verður vera egnað tá talan er um hitaviðurskifti,
gróður, vindviðurskifti v.m.. Tey økini, ið enn ikki eru
útstykkjað eru Hoyvíkshagin suður og Marknagil. 2.
Verður bygt traditionelt, t.v.s. at grundstykkini
eru 500 m2, og vanligu hæddar- og víddarásetingarnar í byggisamtyktini
verða fylgdar, er økið tó ikki størri enn so, at talan bert
er um eini 6-700 grundøki, ið pláss er fyri.
So er spurningurin: Hava vit sum umsiting og politikarar
verið ov oyslut tá vit hava útstykkjað, ella hava vit møguliga
verið ov sein at endurskoða byggisamtyktina?
Siðst í 70-árunum og fyrst í 80-árunum vóru royndir
gjørdar við alternativum byggihættum. Tórsbyrgi og Berjabrekka,
ið var kommunalt byggingarí, vórðu bygd. Eisini eru royndir
gjørdar við randarhúsum tillagaðum umstøðunum Millum Gilja
og inni á Gøtu. Hesar royndir hava víst seg at verðið væl
móttiknar og partvís eisini væleydnaðar, tó at kostnaðurin
fyri hesi experiment ivaleyst hevur verið í hægra lagi fyri
keyparan. Eg meti sjálvur, at tær sum frálíður hava roynst
so mikið væl, at vit eiga at byggja víðari á tær royndir,
ið eru gjørdar og harvið eisini betra um byggihættirnar.
Seinastu árini eru tað privatar byggifyritøkur, ið
hava bygt raðhús, bæði í Havn og á Argjum. Hetta hava verið
fyritøkur, ið ikki hava latið seg kúga av tíðini sum hevur
verið, men heldur hava lagt seg eftir at byggja alternativ
til ein tørv og ta peningaorku, ið var -og enn partvís er.
Eg skal ikki her taka dagar ímillum um hetta er vakurt byggarí
ella ikki, bert staðfesta at um hesar fyritøkur ikki høvdu
bygt hesi húsini, var trotið á íbúðum í Tórshavn enn størri.Hesar
fyritøkur hava á ein hátt víst vegin fyri okkum politikarum,
so at vit nú hava avgjørt at halda fram við byggingini av
Berjabrekku við úti við 120 íbúðum, tó á privatum grundarlagi.
Eisini hevur teirra áræðið partvís verið við til at leggja
støðið undir nýggja tankagongd í nýggju útstykkingini í
Hoyvíkshaganum, ein ætlan, ið er við at fara av bakkastokki
í hesum døgum.
Hoyvíkshagin suður
Hoyvíkshagin suður, meti eg, er nakað nýtt í føroyskari
byggisøgu og byggisiði. Fyri tað fyrsta er avgjørt, at geva
fólki møguleika fyri at ogna sær smærri grundstykki, har
tað tó verður loyvt at byggja procentliga meiri enn á teim
vanliga kendu stykkjunum. Eisini er ætlanin at byggja munandi
tættari enn áður og eisini at byggja samanbygd hús, lonir,
ið ætlandi skulu seljast lyklaklár. Her er talan um 1. byggistig.
Í 1 byggistigi er eisini byrjanin til eina handilsgøtu,
ið sum frálíður skal vera partur av nýggjum miðbýi í Hoyvíkshaganum.
Í 2., 3. og 4. byggistigið verður eftir ætlan bygt enn tættari
og ivaleyst eisini hægri enn vanligt. 3.
Eisini fyri at gera útstykkingina so fjøltáttaða
sum gjørligt er ætlanin at integrera øki til eldrasambýli,
dagtovn, skúla og og aðrar tænastur í ætlanina. Eisini skal
í ætlanini vera rúm fyri íbúðum til lesandi- kollegii- til
fólk við minni peningaligum rásarúmi eins og til tey rørðslutarnaðu.
Í hesum sambandi kenn eg eisini stutt nevna, at í
treytunum fyri nýggja byggistigið í Berjabrekku, er álagt
teimum, ið byggja, at allar íbúðir í veghædd skulu verða
innrættaðar á slíkan hátt at øll, eisini rørðslutarnað,
skulu kunna gera nýtslu av teimum.
Fríøki eru týðandi partur fyri trivaðin í einum íbúðarøki.
Í Hoyvíkshaganum suður er vakri dalurin - Dalurin Langi
nevndur- allur sum hann er lagdur til frílendi. Harvið fæst
enn ein "Grønur kíli" niðan gjøgnum býin. Vit kenna hetta
konseptið frá Hoydølum, Viðarlundini og Marknagili og eiga
vit í framtíðini at leggja støri dent á hesi øki -serliga
tá byggingin verður tættari og hægri.
Orsøkin til, at bygt verður tættari og meira býarkent,
er fyrst og fremst fyri at skapa grundarlag fyri betri trivnaði
í økinum. Harvið er eisini sagt at Tórshavnar kommuna roynir
at skapa fortreytir fyri handilsvinnu, skrivstovum og øðrum,
ið hoyrir einum so stórum býarparti sum Hoyvíkini til. Her
kann eg nevna, at tá Hoyvíkshagin er fult útbygdur innanfyri
komandi ytra ringvegin, er Hoyvíkin næststørsti býur í Føroyum
við millum 5 og 6.000 íbúgvum. Ein onnur høvuðsorsøk til
nýggju tankagongdina er eisini, at byggilendið kring Havnina
minkar ov skjótt í mun til hvat bygt verður og vit við at
halda fram í sama spori til síðst koma at kenna útjaðaran
kring Havnina sum tann sovandi partin av býnum, har bert
vegir og hús eru at síggja um dagin og, at tað ikki fyrr
enn út móti kvøldi byrjar at líkjast nøkrum sum fólk búgva
í.
Tann sum kennir Havnina ivast onga løtu í, at umhvørvið
í gomlu Havnini er munandi betur og fjálgt enn í nýggju
býartpørtunum. Hygg t.d. eftir Rabarbukvarterinum, Eysturbýnum,
ovara parti av Tinghúsvegnum, Tungugøtuøkinum og Tróndargøtuøkinum.
Tað er hetta umhvørvið, ið fyrst og fremst liggur sum íblástur
undir nýggju ætlanunum.
Eitt er stødd á grundstykkjum og húsum. Annað er
dygdin og útsjóndin. Eg loyvi mær her at staðfesta, at Almenna
byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu frá 1972 er silgd
afturút og ongantíð ov skjótt eigur at verða gjølla endurskoðað
og tillagað nútíðini. Generelt kann eisini staðfestast,
at føroysku byggisamtyktirnar eru eftirgerðir av, kanska
serliga, danska 3.
Bygningsreglementet. Tí havi eg ofta sett mær tann
spurningin: Eiga vit ikki at hava okkara egnu serføroysku
byggisamtykt, ið er smíðað til okkara viðurskifti, og ikki
bert er umskriving av útlendskum tilfari.
Byggisamtyktin er eitt stýringsamboð hjá politikarum
og byggiumsitingini, og tí er alneyðugt at amboðið er gott
og tíðarhóskandi. Eitt eg havi lagt til merkis er, at tá
talan er um útsjónd á bygningum, hevur umsitingin einki
at halda seg til. Eingin paragraf, ið umrøður hesum umráðandi
parti av bygging er í byggisamtyktini. Fari at gera mítt
til, at umsitingin fær hesa paragraff inn aftur í Almennu
byggisamtyktina at brúka sum stýringsamboð saman við eini
nýendurskoðaðari samtykt. Hetta er alneyðugt.
Framtíðin
Sum nevnt áður er fyrsta útstykkingarætlanin hjá
Tórshavnar kommunu í eini 10 ár á veg av bakkastokki og
er ætlanin at halda fram við teim næstu 3. byggistigunum
í Hoyvíkshaganum suður beinanvegin.
Nevnast kann at í 4. byggistigi hevur Tórshavnar
býráð samtykt at byggjast skulu lonir við íbúðum, ið vit
kenna tær frá eitt nú nýggjari byggjaríum í norðanlondunum.
Tað vil siga, at eisini her er talan um at brúka bygiøki
betur enn fyrr. Tað at oljuvinna við sannlíki er við at
taka seg upp í Føroyum ger eisini at krøvini til allar aðrar
partar av samfelagnum økist. Eisini á íbúðarøkinum. Tað
økið er kanska tað mest umráðandi at fylgja við í og endurskoða.
Heimið, bústaðurin, er og eigur altíð at vera grundarlagið
fyri trivnaði og tað kemur tað eisini at vera í framtíðini
-Olja ella ikki olja.
Tórshavnar kommuna hevur nógvar og bjartskygdar ætlanir
fyri framtíðina -eisini á íbúðarøkinum. Tað sum nú verður
sett í verk er bert byrjanin. Býráðsins mál er, at ein og
hvør, ið ynskir at byggja ella búgva skal hava møguleika
til tess í Tórshavnar kommunu.
Takk fyri.
Heðin Mortensen
Tórshavnar býráð
|