|
09.
- 11. september 2005
Vørumessan
2005

myndaeigari: Jens Kristian Vang - jensk@sosialurin.fo

Góðu gestir úr
bygd og úr bý!
Tað er mær ein stór
gleði at hava fingið høvi at seta árligu
Vørumessuna, - ta áttandu í røðini,
sum Marknaðarføring við Birgiri Poulsen í
Saltangará skipar fyri í Havn.
Áhugin fyri Vørumessuni
hevur øll árini verið ovurhonds stórur,
og sum eg havi skilt, eru tað fyritøkur, ið
longu nú tryggja sær pláss næsta
ár, havandi í huga, at rásarúmið
her í Ítróttahøllini á
Hálsi er avmarkað. - So tað ræður
um at vera úti um seg í góðari
tíð.
Í handils- og tænastuvinnuni
er hvør dagur ein avbjóðing. Alla tíðina
er neyðugt at tillaga seg dagsins fortreytum og møguligum
broytingum í sølu, tænastu og marknaði.
Kappingin - bæði innlendis og uttanífrá
- gerst alsamt størri og størri, samstundis
sum fylgt má verða væl við, hvat er
uppi í tíðini. Men tað er væl
tað, ið ger hesa vinnu spennandi hjá tí
einstaka.
Eins og undanfarin ár er Vørumessan
eisini hesaferð fullteknað. Og tað fegnast vit
um í kommununi, tí slíkar vørumessur
kasta av sær til aðrar tænastuvinnur í
býnum. Her hugsi eg um t.d. hotellini, gistingarhúsini
og matstovurnar, flutningsfeløg og hýruvognar,
handverkarar og teknistovur. Ja, alt í alt eitt gott
íkast til handilsvirksemi í býnum.
Tí skal týdningurin við slíkum
handils- og sølumessum ikki verða undirmettur.
Eg ivist onga løtu í,
at her eru góðir møguleikar at skapa varandi
bond og byggja brýr millum fyritøkur, umboðsfólk
og viðskiftafólk og at styrkja um sínámillum
samskiftið.
Í dagsins handilsmentan verður
stórur dentur lagdur á, at fyritøkur
skulu marknaðarføra seg, gera seg sjónligar,
og er ein vørumessa av hesum slagi eitt frálíkt
høvi til tess.
Øll, sum fáast við
handil vita, at samskiftið við viðskiftafólkini
hevur alt at siga. Tey, sum hava eitthvørt at selja,
hava her høvi at hitta tey, sum eru áhugað
at keypa. Ein vørumessa er hartil eitt gott bindilið
ein samskiftispallur millum útvegara og viðskiftafólk,
og tískil meiri viðkomandi, har til ber at spáka
millum básarnar, og síggja úrvalið
og bíleggja tað, sum hevur áhugað.
Gleðiligt er at staðfesta, at
stórt sæð allar heilsølurnar - stórar
og minni stórar - í landinum eru við,
umframt fyritøkur, ið veita tænastur.
Skal tað framhaldandi vera liviligt í Føroyum,
er uppgávan hjá okkum kommunal politikarum
at skapa góðar umstøður hjá
handilsfólki og vinnulívi at virka og mennast,
soleiðis at vinnuliga og handilsliga margfeldi hevur
best møgulig kor at virka undir.
Vit mugu gera okkum púra greitt,
at tað er hetta virksemi, ið ber einum sunnum samfelagi
uppi. Samstarv og kapping er góð og gagnar í
síðsta enda borgaranum. Eitt trygt og fjølbroytt
handils- og vinnulív gevur okkum eitt gott land at
arbeiða og búgva í.
At føroyskar fyritøkur
og handilsfólk leggja stóran dent á
at kunna seg um, hvat hendir á teirra øki
og at vísa fram egnar framleiðslur og tænastur,
vísir stóri áhugin fyri messum og sølustevnum
uttanlands.
Í vikuni hevur stór oljumessa
verið í Aberdeen, har føroyskar fyritøkur
eisini luttóku, og í gjár var stór
fiskivinnuframsýning sett í Íslandi.
Eisini har eru føroyskar fyritøkur umboðaðar,
og gleðiligt er at staðfesta, at nakrar av hesum
fyritøkum eisini eru at síggja her í
Høllini.
Mín fatan er, at støði
á hesi Vørumessu er fult á hædd
við tær sølustevnur, ið vit síggja
í øðrum londum. Her er løgd stór
orka í bæði hjá fyrireikara og tykkum,
sum sýna fram. Heildarmyndin vísir eitt spennandi
og fjølbroytt úrval.
Fyri Tórshavnar kommunu fari
eg at bera fram øll góðynski fyri Vørumessuna
2005. Ynski mítt skal vera, at komandi tríggir
dagarnir her í Ítróttarhøllini
fara at eydnast væl.
Fari eisini at nýta hetta høvið
at takka tær Birgiri Poulsen og hjálparfólki
tínum, at tit enn einaferð hava skipað fyri
eini fjølbroyttari Vørumessu og á so
høgum støði.
Somuleiðis takki eg tykkum handilsfólki
fyri, at tit taka so væl undir við tiltakinum
og á henda hátt royna at skapa eina handils-
og framsýningarmentan í Føroyum, sum
í síðsta enda gagnar brúkaranum
og soleiðis øllum samfelagnum.
Tað er mín vón, at
tit við eitt slíkt høvi eisini geva tykkum
stundir at steðga á eina løtu í
býnum, tí Havnin er full av lívi. Her
er fjølbroytt handilslív og áhugaverd
mentanartilboð.
Enn einaferð, gestir av bygd og
úr bý, vælkomin til Havnar.
Takk fyri og góða Vørumessu!
|