|
10.
september 2005
Gluggaglæma
2005
Góðu
fyrireikarar og framsýnarar góðu
gestir

myndaeigari: www.olivant.fo
Eg eri takksamur og glaður um, at tað í ár
er fallið mær í lut at seta hesa søluframsýning,
ið ber heitið Gluggaglæma.
Sum borgarstjóri fegnist eg um,
at Müllers Pakkhús er karmur um hesa framsýning,
og ikki er tað sørt, at eg frøist um,
at vit í sínari tíð tóku
avgerð um at varðveita og gera í stand hesa
mentanarligu perlu við Vestaruvág, ið sum
frá líður kemur at standa sum eitt virðiligt
og prýðiligt minni um eina farna tíð.
Tá ið eg í gjár
sat handan gluggan á skrivstovu míni í
hjartanum í Havn ella sum heimskenda skald okkara,
William Heinesen, segði: Í heimsins nalva, kom
eg at hugsa um orðini, William skrivaði í
nøkrum hugleiðingum um okkara listamálarar
og verk teirra: At líka so umráðandi tað
er, at góð listaverk verða skapað, er
sjálvandi tað, at tað eru eygu, ið kunnu
gleðast um tey.
Hesi orð hóska væl
til áskoðanina hjá Tórshavnar kommunu,
tá ræður um at gera list, handverk og gagnlist
sjónlig. Kommunan eigur fleiri framsýningarhøli
í býnum. Eitt er hesin høgi, grótlaðaði
saltkjallarin hjá Sørini Müller, sum
fyri nøkrum árum síðani varð
settur í stand, og sum í dag, fyri triðju
ferð, er karmur um framsýningina Gluggaglæma.
Uttanfyri gluggan á skrivstovu
míni var í gjár av besta veðri,
nú farið er um mariumessu um heystið.
Kom at hugsa um tykkum, sum í
dag alment lata tykkara listaliga glugga upp, og bjóða
okkum at kaga inn í tykkara kreativa snið- og
handverksheim, fyri at vísa okkum, hvat og hvussu
tit arbeiða og virka. Gævi, at tit vekja hugin
hjá øðrum fyri handaligum og listaligum
arbeiði, og soleiðis læra onnur at síggja
vakurleikan og virði í at nýta egnan skapanarmátt.
Framsýningin vit her síggja
prógvar stórt skapandi arbeiði millum
fólk, ið hava áhuga og duga at síggja,
virka og virða náttúrutilfeingi okkara,
og sum við sínum handverki og vitan duga at vegleiða
og læra frá sær.
Eitt skulu tit vita. Tórshavnar
býráð hevur stóra virðing fyri
tykkara arbeiði og virksemi, tí vit vita væl
øll, hvussu ómetaliga stóran týdning
tað hevur fyri vælferðina og trivnaðin
í bygd og í bý at hava góðar
umstøður og møguleikar fyri skapandi virksemi.
Í summar høvdu vit kongaliga
vitjan í býnum, og í samband við
gávurnar til teir kongaliga gestirnar var tað
eingin ivi hjá býráðnum um, hvat
skuldi veljast til gávur. Heitt var á nakrar
av okkara egnu dugnaligu sniðgevum um at tilvirka gávurnar,
sum vit vóru sera vælnøgd við, og
handanin, sum fór fram júst í hesum
hølunum, var sera væl móttikin av drotningini
og fylgi hennara.
Fari at nýta hetta høvi
at takka tykkum báðum, Jónhild Johannesen
og Randi S. Vang fyri tykkara ótroyttiliga og slóðbrótandi
arbeiði í sambandi við Gluggaglæmu-
verkætlanina. Enn einaferð hava tit báðar
saman við øðrum lagt til rættis eina
fjølbroytta og áhugaverda framsýning
í Müllers Pakkhúsi.
Ynski mítt skal vera, at komandi
dagarnir í Müllers Pakkhúsi fara at eydnast
væl til gleði og gagns fyri bæði tykkum
og okkum, og at vit, tá ið farið verður
útum gluggan, hava gjørt okkum eina positiva
mynd av, hvussu fjøltáttað handverk, gagnlist
og brúklist kann verða.
Vegna Tórshavnar kommunu fari
eg at ynskja hesi søluframsýning alt tað
besta við orðunum hjá Williami Heinesen,
tó við eini lítlari broyting: At líka
so umráðandi tað er, at góð snið
og gott handverk verður skapað, er sjálvandi
tað, at tað eru eygu, ið kunnu gleðast um
tað, tey síggja.
Takk fyri og góða eydnu
|