.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

05. august 2005

Listastevnan 2005

Góðu luttakarar, gestir og áhoyrarar!

Fyri trimum árum síðan fall mær í lut at seta Listastevnuna 2002. Eg hugleiddi tá um tað ótrúliga í, at vit kundu fylgja okkara aldargomlu mentan úr útlondum til Føroya, her hon var varðveitt, fyri síðan at fylgja henni út í heim og heimaftur til Føroya. Óteljandi dømi vóru tá um listafólk, sum komu til Føroya at sýna og framføra ymiskt, ið bygdi á okkara egna mentanararv - ella rættari: Tann mentanararv, ið varðveittur var í Føroyum gjøgnum øldir.

Vit hoyrdu Wagner við Sjúrðarkvæðunum sum keldu. Vit hoyrdu bólk úr New York við verki, ið bygdi á okkara sagnir og kvæði. Vit upplivdu tá stutt sagt eina samanrenning av einum felags mentanararvi, sum ongastaðni er so væl varðveittur sum akkurát í Føroyum.

Hesaferð er skráin øðrvísi, men nú vit seta hol á fimtu Listastevnuna er hon eins fjølbroytt, og listarliga støðið eins høgt, sum hetta sera stóra tiltakið var lagt upp til frammanundan. Og samanrenningin av felags mentanar-arvinum sæst í mongum førum aftur.

Amerikanska superstjørnan Barbara Hendricks, búsitandi í Svøríki, vitjar. Fraklendingar framføra føroysk verk, franskt sirkus vitjar, vit uppliva heimsgitnan íslendskan leik á føroyskum, írskan nobelprísvinnara innan bókmentir, norðurlendska og føroyska list, filmar í heimsflokki - og vit runda av við føroyskari dansinátt.

Listastevnan umfatar ikki bert Norðurlandahúsið, men tiltøkini eru spjadd um býin og kring landið. Í 2002 løgdu vit sera stóran dent á, at tað í mongum førum var tann mentan, vit í Føroyum høvdu varðveitt fram um onnur gjøgnum øldir, sum var grundarlag undir fleiri av listarligu tiltøkunum. Tí frøir tað meg persónliga at síggja, at eitt av tiltøkunum uttanfyri miðøkið er dansináttin, sum hesaferð verður hildin í Øravík. Tí tað var júst gjøgnum kvæðini, nevnda mentan og søga varð varðveitt, og valla nakrastaðni so væl sum í Suðuroynni.

Hesaferð skulu vit eisini hava nakað at flenna at. Og tað fáa vit ríkilig høvi til í Aurelias Oratorio, ið Victoria Chaplin stjørnar í Norðurlandahúsinum, í einrøðuleikinum Sellofan, ið Kristina Hansen framførir á Meiarínum.
Og ikki minst, tá okkara lokalu Pipar & Salt fara á pallin í Norðurlandahúsinum, ella tá vit seta okkum at síggja filmin "Adams Æbler" í Havnar Bio.

Og skulu vit hvíla eyguni við list í heimsflokki vitja vit Listasavn Føroya, Smiðjuna í Lítluvík, Mullers Pakkhús, Ribarhús í Fuglafirði ella Oynna á Tvøroyri.

Meðan vit frøast um at fáa vitjan av donsku tónleikadrottningini Anne Linnet, og at okkara egna Annika megnar at syngja í bæði Sjónleikarhúsinum í Havn, í pakkhúsinum í Vági, í Virkinum á Sandi og í fimleikarhøllini á Glyvrum, so er tað samstundis ein serstøk gleði enn einaferð at taka ímóti Rúna og Susanne Brattaberg, sum fara at framføra saman við Føroya Symfoniorkestri og kórinum Tarira.

Tíð og rúmd er ikki hjá mær at lesa ella viðgera alla skránna. Men eins og áður er stevnan merkt av eini fjølbroyttari samanrenning, eisini hesaferð við endurljóði úr okkara mentanar-arvi. Her verður hjúklað um okkara leik-, tónleika- og listmentan, her er vítt til veggja og nakað fyri øll.

Og júst fjølbroytnið frøir meg mest, tí her eru enn sum áður ikki bert úrvaldar listarligar "sjangrur", sum bert umboða og hava áhuga fyri eitt fátal, men góð og felags fólkamentan, sum eg enn einaferð gleði meg til at uppliva.

Tórshavnar býráð er saman við Norðurlandahúsinum høvuðsaktørur fyri stevnuni, og er Listastevnan við til at gera trivnaðin í býnum, ja øllum landinum, betri. Her koma fleiri vitjandi, fyritøkur njóta gott av stevnuni, og fólk gerast eisini glaðari av at fara til eina koncert ella annað tiltak.

Kære deltagere og gæster. Som borgmester i Tórshavn vil jeg ønske jer hjertelig velkommen med ønsket om en god, hyggelig og lærerig festival, der vil knytte mange venskabsbånd til glæde for alle deltagende og til indtægt for de kommende årlige festivaler.

Góðu luttakarar, gestir og áhoyrarar. Fari nú at ynskja øllum eina góða stevnu og gott undirhald og lýsi hervið Listastevnu Føroya 2005 at vera setta.

Takk fyri

Heðin mortensen
borgarstjóri



Mynd: Helena Dam Poulsen





 

 




Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya