|
28.
mai 2005
Tónleikafagnaður
fyri menningartarnað


Góðu tónleikarar og áhoyrarar!
Lat meg fyrst siga, at eg eri ógvuliga
glaður um at sleppa at heilsa upp á tykkum og
at siga nøkur orð, áðrenn Teitisfestivalurin
2005 um eina lítla løtu fer at byrja. Eg haldi
meg hava lagt til merkis, at tónleikararnir eru ógvuliga
spentir at sleppa í gongd.
Vegna Tórshavnar kommunu skal
eg bjóða tykkum øllum at vera hjartaliga
vælkomin í Kommunuskúlagarðin í
dag.
Kære nordiske gæster
Som borgmester her i byen, er det mig
en stor glæde at få denne lejlighed til at byde
jer velkomne til Torshavn.
For vores by er det en stor hæder
at være ramme om denne musikkfestival.
Slíkir tónleikafestivalar
sum hesin, eru vælkendir uttanlands og hava stóra
undirtøku. Og tað sær út til, at
vit her heima eisini eru gott á veg at fáa
hetta tiltakið at verða afturvendandi á hvørjum
ári.
Og tað er frálíkt,
tí ein slíkur festivalur er eitt gott høvi
at varpa ljós á menningartarnað og teirra
tónlistarligu gávur. Samstundis er ein slíkur
dagur eitt gott høvi at vera saman, stuðla og
læra hvør av øðrum, og fáa
nýggjan íblástur.
Tað er gleðiligt, at fyrireikararnir
aftur í ár skipa fyri hesum tiltaki, og ikki
mistu mótið, tá hugsa verður um, at
veðrið í fjør ikki var av tí
besta. Tøkk skulu tit hava, at tit royna aftur í
ár.
Seinastu tíðina hevur eitt
sindur av kjaki verið um allar tónleikafestivalarnir,
sum í ár verða um landið. Tað
er kanska okkurt um tað, men tit skulu vita, at í
Tórshavnar kommunu fegnast vit hvørja ferð
býurin er karmur um tónleikar- og mentanartiltøk.
Tí tað hevur so ómetaligan stóran
týdning, at vit hava møguleika at koma saman
í frítíðini um felags áhugamál
og í góðum umhvørvi.
Og tit tónleikarar!
Við tykkara eldhuga og ágrýtni
tori eg at siga, at endamálið við hesum festivalinum
er rokkið:
At skapa ein fagnað fyri menningartarnað,
sum gevur tykkum høvi at vera saman um tónleik
og list í einum tiltaki, sum tit sjálvi eiga.
Og eg ivist onga løtu í, at hesin festivalurin
styrkir samanhaldið millum tykkum.
Kære nordiske venner
På Torshavns kommune vegne bringer
jeg Festivalen alle de bedste ønsker. Vi er meget
glade for, at I afholder denne Festival i byen, og jeg er
sikker på, at I alle vil få en oplevelse for
livet, og at I vil få mange gode og glade minder med
hjem fra vores smukke øer og by.
Vegna býin vil eg takka tykkum
øllum samskipara og tónleikarum - fyri
tykkara íkast at skapa trivna og hugna í býnum.
Tað er áhugavert at síggja og uppliva,
hvussu høgt tit ganga upp í tykkara tónleik
Tit skulu vita, at tit eru ein virðismikil
partur á føroyska tónleikapallinum.
Við hesum orðum er Teitistiltakið
2005 sett, og ynski eg tykkum øllum ein góðan
festival-dag.
Takk øll somul og góða
eydnu við tiltakinum.
|