.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

27. mai 2005


Skúlin í Kongagøtu

Góðan dag øll somul og verið hjartaliga vælkomin til hesa hátíðarløtu í nýggja smábarnaskúlanum í Kongagøtu.

Tá ið skúlamál hava verið til umrøðu, havi eg mangan hugsað um eitt brot, ið eg las í bókini um Tórshavnar skúlasøga. Høvundurin, Jens Marius Hentze, sum í eitt mannaminnið hevur verið lærari her í skúlanum, hevur skrivað hesa áhugaverdu bók.

Brotið er um, tá ið gamli Kommunuskúlin á Vaglinum, har partur av býráðsumsitingin í dag húsast, var vígdur í august 1895. Tá skrivar blaðstjórin á Dimmalætting, at ”Hetta eru eini hús, ið eru ætlað at standa og fara at standa í øldir, og vit kenna okkum sannførd um, at hesi skúlahøli, sum kommunan hevur fingið, fara eisini, hóast hækkandi krøv, at lúka tørvin nøkur hundrað ár fram í tíðina”.

Hesum hugleiðingum hjá blaðstjóranum kunnu vit í dag sjálvandi smílast at, tí lítið grunaðu teir í kommunustýrinum tá, at stórt hundrað ár seinni eru 11 kommunalir skúlar í kommununi, umframt Adventistaskúlin, ið er frískúli.

Góðu lærarar, leiðsla, starvsfólk, næmingar, skúlastýri, handverkarar og gestir!

Tað er mær ein stór gleði at verða her í dag og síggja eitt væl úr hondum greitt arbeiði, sum eg vóni fer at verða til gleði og gagns fyri tykkum, ið skulu hava tykkara dagligu gongd her.

Nú er tað tykkara uppgávu at fáa lív og sál innanveggja. Skapa eina mentan, har trivnaðurin verður raðfestur høgt, tí tað er væl tað, sum alt snýr seg um, og tað ivist eg onga løtu í, at tit fara at megna.

Hesin nýggi skúli verður karmur um innskúlingina í Kommunuskúlanum. Eg eri ikki fakmaður á skúlaøkinum, men fyri mær at síggja, er her tikin hædd fyri, at næmingar og lærarar skulu hava best møguligar umstøður at verða.

Her er, sum skaldið Hans Andrias Djurhuus tók til: Høgt til loft og vítt til veggja. Her er ljóst, hugnaligt og spennandi, og her er stórur dentur lagdur á, at innrættingin er fleksibult, soleiðis at næmingarnir kunnu arbeiða í flokshølunum ella í bólki í felagshølunum. Eisini eru góðar umstøður fyri felagsvirksemi tvørturum aldurs- og floksbýti.

Í nútíðar skúlaskapi verður nógv tosa um sjálvstýrandi toymi. Hesum ráki er somuleiðis hædd tikin fyri. Alt í alt, ein skúli, ið hevur allar møguleikar at bróta upp úr nýggjum.

Tað er ikki sørt, at ein slík hátíðarløta fær tankarnar á flog. Komi at hugsa um skúlagongdina í Havn fyri fimmti árum síðani, og hvussu alt er broytt. Sjálvur var eg so heppin at verða millum fyrstu næmingarnir, sum byrjaðu í tá nýggja Kommunuskúlanum.

Nógv er broytt síðani havnarbørn gingu í skúla á Vaglinum. Tá vóru eisini trongar umstøður. Minnist við sorgblídni tímarnar í kristni og tekning - sum tað tá kallaðist – Hesir tímar vóru yviri í Avhaldshúsinum, saman við Mouritsi Mohr, lærara. Har var mangan kalt at sita. Ongin centralhiti, - einans ein kolfýrdur ovnur, og mangan skuldi duksurin niður í kjallaran at fíra undir ketlinum.

Havi nevnt tað fyrr, at vit byggja ikki skúlar einans til dagsins skúlahugsanir, men leggja stóran dent á framtíðar skúlaskap, sum vit sjálvsagt ikki neyvt vita, hvussu kemur at verða. Tí má ein skúli altíð kunna lagað seg til nýggjar framtíðar skúlahugsanir og avbjóðingar. Námsfrøðiliga rákið broytist alla tíðina, og soleiðis eigur at vera.

Arbeiðið er væl frágingið, og vil eg nýta hetta høvi at takka tykkum øllum, ið hava verið við í arbeiðinum at byggja skúlan. Eitt frágerða gott úrslit í góðum samstarvi millum byggibólk, arkitekt og handverkarar, sum vit í býráðnum fegnast um.

Nú arbeiðið er liðugt, er samlaða víddin á hesum nýggja skúla 768 m2 sum tilsamans hevur kostað uml. 15 mill. kr.

Arkitektavirkið hjá Árna Winther hevur teknað skúlan.


Ráðgevar hava verið:
Sp/f Martin E. Leo, HVS og ventilatión
KJ - Elráð v/Kristmar Johannesen, hevur havt el-arbeiði um hendi
og Sp/f HMP Consult, konstruktiónir

Høvuðsarbeiðstakari:
Hevur verið Sp/f Búsetur og byggibúning M. T. Højgaard

Undirarbeiðstakarar:
Jørð- og kloakkarbeiði Hans Vilhelm Lützen
Hans Dam, HVS og ventilatión
El-mek v/Magnus Magnussen
Uni Zachariasen, málari
Litaval, gólválegging
Bjarni Kyster, múrari
Innbúgv er útvegað frá Farodane og Arctic Import

Enn einaferð, takk fyri samstarvið og væl frágingið arbeiðið!


Tað skal verða mín vón, at lærarar og næmingar koma at trívast væl í hesum nýggja umhvørvinum, og at Kommunuskúlin - eisini í framtíðini - verður ein undangonguskúli, sum torir og hevur áræði at ganga nýggja leiðir og slóða fyri, tá ið talan er um at bróta upp úr nýggjum.

Vegna Tórshavnar kommunu fari eg at ynskja tykkum í starvast í skúlanum, leiðslu, næmingum og skúlastýri góðu eydnu og Guðs signing við skúlanum.

Tað er gjørd ein skrá fyri hátíðarhaldið, men áðrenn vit halda fram við skránni, vil eg handa skúlastjóranum eina gávu frá kommununi.

Vit eru væl vitandi um stóra kreativa og musiska arbeiði lærarar skúlans leggja í næmingarnar.

M.a. eru lærarar skúlans kendir fyri at leggja stóra orku í at menna og stimbra tónlistarligu gávurnar hjá næmingunum, bæði við sangi og spæli. Tí var ikki so torført at finna eina hóskandi gávu. Í sama góða anda hevur mentamáladeildin prýtt veggirnar við myndlist hjá Eyðuni av Reyni, Astri Luihn og Eli Smith.

Og Hanus, eg havi sum sagt eina gávu frá kommununi, sum eg skal handa tær.

Ger so væl!

Heðin Mortensen

 





Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya