|
Mikudagin
25. mai 2005
Westward
Ho







Góðu til øll
Tað er gleðiligt at síggja,
at so nógv fólk er komið saman her á
Bursatanga í dag at taka í móti Westward
Ho, nú hon er komin heimaftur av sínum fyrsta
túri um hav eftir eina umfatandi yvirháling.
Øðrvísi er at síggja
Westward Ho í dag.
Tí ikki sá út hon
av nógvum, tá ið Tjaldrið á
vári í 2002 sleipaði hana niður til
skipasmiðjuni í Fraserburgh í Skotlandi.
Líktist mest eini gamlari (avriggaðari) slupp,
ið skuldi togast út í dýpið
millum Stong og Eystnes at verða søkt, sum so
mangar aðrar sluppir.
Í dag er hon so komin heimaftur
eftir 3 ár í útlegd sum eitt vakurt
og virðiligt minni um eina farna tíð í
føroysku skipa- og samfelagssøguni.
Fari vegna Tórshavnar kommunu
at ynskja tykkum, ið hava staðið fyri hesi verkætlan
hjartaliga til lukku við úrslitinum. Ynski okkara
er, at Westward Ho aftur verður at síggja á
ferð við fullum seglum millum oyggjar og lond.
Navigare necesse est
Neyðugt er at sigla, søgdu
teir gomlu rómverjarnir, og hesi orð hugsi eg,
at tit, ið løgdu lunnar undir hesa verkætlan
hava havt í huga, tá ið tit tóku
avgerðina um at gera enn eina roynd at varðveita
Sluppina, eftir at hon í 1996 sigldi sín seinasta
túr. Hon var tá í so vánaligum
standi, at hon fekk ikki siglingarloyvi.
Í dag - fyrsta summardag í
árinum, síggja vit úrslitið av
einum miðvísum og støðugum arbeiði,
sum varð kjølfest fyri skjótt 10 árum
síðani.
Eitt arbeiði, sum ongantíð
tók tykkum av bóli, sjálvt um tvørleikar
og mótbyrur høvdu fingið mangan annan
at mist mótið og slept á stokkinum.
Í dag fegnast vit øll
saman við tykkum um hesa stórslignu verkætlan.
Tí hetta er ikki bara ein stórur dagur hjá
tykkum, nei hetta er sanniliga eisini ein hátíðardagur
hjá øllum føroyingum, tí tað
munnu vera fá her á landi, ið ikki hava
eitthvørt søguligt tilknýti til slupptíðina.
Frá tí, at føroyingar
fingu sær sluppir til fiskiskap seinast í 19.
øld, royndu teir undir Føroyum og á
Bankunum við teimum um várið og undir Íslandi
um summarið og út á heystið.
Havnarfólk, sum fyri stórt
hundrað árum síðani skoðaðu
út yvir vágirnar báðar sóu
nógvar av teimum tvímastraðu sluppunum
liggja fyri teymi.
Onglendingar høvdu endurnýggjað
fiskiflotan við kolfýrdum trolarum, og nógvar
av gomlu, vøkru og sjógóðu sluppunum
endaðu í Føroyum. Tær góvu
føroyingum møguleikar fyri at fiska á
opnum havi, og eftir stuttari tíð broyttist samfelagið.
Á Vestaruvág lógu
sluppirnar fyri akkeri um veturin. Tá várið
kom, og sluppirnar skuldu gerast út til vártúrin
undir Íslandi, vaknaði býurin og alt landið
til nýtt lív.
Við vágirnar vórðu
bygd pakkhús. Tað størsta og vakrasta
av hesum var Müllers Pakkhús við Vestaruvág,
sum sýslumaðurin Søren E. Müller
bygdi í 1890-árunum. Hann var ein av fremstu
borgarunum í býnum tá. Hann var keypmaður
og reiðari, og eitt skifti var hann eisini borgarstjóri
í Tórshavn.
Tá var saltfiskur og klippfiskur
tann týdningarmesta útflutningsvøran
hjá føroyingum.
Myndir frá hesi tíðini
vísa kvinnurnar, sum vaskaðu tann hvíta
fiskin, áðrenn hann varð lagdur á
turkiløgini fram við strondini til turkingar
í sólini. Tað hendi eisini, at fiskurin
varð lagdur á húsatekjurnar til turkingar.
Men í dag er alt hetta søga!
Um skipasøguna hjá Westward
Ho er at siga, at hon er bygd í Grimsby í
1884.
10 ár seinni - í 1895
- bleiv hon keypt til Føroyar, og kann hon sostatt
í ár, saman við javnaldrinum Johannu
í Vági, sum eisini er bygd í 1884 hátíðarhalda
síni 110 ár í føroyska skipaflotanum,
so sigast kann, at tær hava verið føroyingum
drúgvar.
Fram til 1940 var Westward Ho til fiskiskap
undir Føroyum, Íslandi, Grønlandi,
Rockall og við Bjarnoynna.
Í 1920-unum fekk hon motor og
sum fleiri aðrar føroyskar sluppir, fekk hon
eisini stýrhús og bátadekk.
Øll árini undir Seinna
Heimsbardaga sigldi hon vandasigling millum Ísland,
Føroyar og Skotland við fiski.
Eftir kríggið varð hon
riggað til við línu um várið og
til sildafiskiskap við gørnum seinni um árið.
Hon var í vinnu fram til 1966,
tá ið hon fekk maskinbrek, og var løgd.
Tá var tað, at Sluppgrunnurin,
ið var stovnaður í 1962 keypti Westward Ho,
og setti hana í upprunastand. Fyrsti túrurin
eftir umbyggingina var í 1968.
Sluppin sigldi sum sagt sín seinasta
túr sum seglslupp í 1996.
Í 1998 bleiv hon tikin upp á
Tórshavnar Skipasmiðju, har tað vísti
seg, at neyðugt m.a. var at skifta kjølin.
Nú varð alt tikið innan
úr skipinum. Mastrar og bummar vóru tikin
niður. Alt meðan arbeitt var við at fáa
fígging til vega, soleiðis at hon aftur kundi
verða siglingarklár.
Og sum tit síggja, nú
sluppin er komin heimaftur, er alt sum nýtt.
Men tað skal nógvur peningur
til ein slíka verkætlan, og tann endaliga loysnin
bleiv, at Tórshavnar kommuna nú er eigari
av sluppini. Hetta vil tó ikki siga, at kommunan
hevur goldið alla umvælingina. Sluppin hevur eisini
fingið sera góðan stuðul frá øðrum,
bæði fyritøkum og einstaklingum.
Nú Westward Ho liggur við
Bursatanga, hevur umvælingin tilsamans kostað
umleið 6 mió. kr.
Líka síðani byrjað
varð at fyrireika umvælingina, hevur eitt sera
stórt sjálvboðið arbeiði verið
gjørt fyri at fáa úrslitið, sum
komið er til nú.
Í høvuðsheitum ber
til at siga, at ekkið og seglføringin er tann
sama, sum á teimum gomlu sluppunum. Undir dekkinum
er lugarið og kahyttin tann sama, meðan tað,
sum var last á teimum gomlu sluppunum, er gjørt
til salong.
Sluppin er annars útgjørd
við allari vanligari nautiskari útgerð sum
tíðarinnar krøv seta.
Nýggjur 180 HK Volvo motorur
er settur í.
Ventilatión er um alt skipið.
16 koyggjur eru umborð, og er tað
manningartalið, sum kann verða umborð, tá
ið siglt verður millum lond.
Í innanoyggja sigling er loyvt
at hava 60 fólk umborð.
Ætlanin er at skipið skal
drívast við sjálvbodnari arbeiðsmegi,
har øll áhugað kunnu tekna seg sum lim
í einum áhugabólki.
At enda vil eg ynskja Sluppgrunninum
og manningini Guðs signing og blíðan byr
við Westward Ho.
Heðin Mortensen,
borgarstjóri
|