.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

Góðu dansarar, gott mentafólk!

Tórshavn bjóðar tykkum øllum hjartaliga vælkomnum til býin, her tit koma at seta tykkara dám á býarmyndini hesar dagar, dansistevnan varar. Her eru komin kvinna og maður úr øllum ættum í Føroyum, til sjálvi at njóta og at sýna fram fyri øðrum okkara størsta mentunararv, føroyska dansin.

Í 1870 sat mentamaðurin V. U. Hammershaimb á prestagarðinum í Lyderslev í Danmark og undraðist á, hvussu nøkur fá fólk á nøkrum kørgum oyggjum í Atlantshavi kundu hava eitt so ríkt andslív. Skipað skúlagongd hevði eingin verið. Einki høvdu tey fáu, sum dugdu væl at lesa, at lesa á sínum egna móðurmáli. Men kortini tóktist andaligi førningurin at vera so nógv størri í Føroyum enn aðrastaðir.

Hammershaimb undraðist eisini á, hvussu týskarin Carl Johan Graba eftir eina ferð í Føroyum í 1830 hámetti andliga kunnleika føroyinga so nógv, at hann kundi siga, at "hann heldur vildi práta við ein føroying í ein hálvan dag, enn at tosa við ein týskan bónda í ein hálvan tíma!"

Heimstaðarkunnleikin var stórur. Kristindómskunnleikin tað sama. Og málið yvirlivdi í kvæðunum og teirri undirvísing, børn sum vaksin fingu heima í roykstovuni. Tann samlaða føroyska mentanin bygdi á ein gjøgnumførdan heimstaðarkunnleika, kristindóm, kvæði og vísur, søgu og sagnir.

So sterk var henda samansjóaða eind gjøgnum tíðirnar, at danska undirvísingarverkið einki formáddi sær. Ein útbúgvingarskipan undir Fríðrikki Fjórða kongi miseydnaðist fullkomiliga. Tá vit í 1845 fingu eitt sokallað "provosoriskt reglemang fyri almúuskúlan í Føroyum", sum vanlig fólk vórðu tvingað at góðtaka, so vísti úrslitið seg skjótt við, at prestarnir klagaðu um, at konfirmantarnir hvørki dugdu at lesa ella skriva. Og tí varð í 1854 farið aftur til, at foreldrini høvdu ábyrgdina av útbúgvingini. -

Tá eg var smádrongur, var ikki vanligt, at børn sluppu í dans. Men eg minnist væl fyrstu ferð, eg slapp í barnadans í Havn. Hetta var eitt framúr gott tiltak í Sjónleikarhúsinum, har børnini lærdu stev, lærdu at kvøða og hoyrdu søgur og sagnir. Frá hesi tíðini minnist eg serliga væl tað megnar arbeiði, teir báðir Jóannes av Skarði og Magnussen Apotekarin saman við øðrum løgdu í at læra okkum børn at virða henda stóra mentanararv.

Seinni, tá eg var blivin vaksin, minnist eg serliga mánakvøldini, tá navigatørarnir settu sín dám á føroyskan dansin í Sjónleikarhúsinum. Tað var almennur dansur. Hann kundi vera misjavnur. Men stundum lyfti hann seg upp til tað hátíðarliga og andborna, sum bara vit, sum vóru, eru og verða góð við dansin kunnu uppliva. Hesa kenslu eiga tey, sum ikki enn hava upplivað hana, enn tilgóða.

Hendan innføring, vit ungdómar í Havn fingu í 50- og 60-unum í føroyska dansinum, var ein avbjóðing, bæði tað at vera við og fylgja við. Hetta havi eg verið glaður um seinni í lívinum, tí tað hevur gjørt meg føran fyri at fylgja við í menningini og betur at skilja ta stóru framgongd, sum føroysku kvæðamentanini hevur verið fyri seinnu árini. -

Kvæðini gjørdust meira enn nakað annað grundvøllurin undir føroyska málinum. Kvæðini høvdu sín fasta form, bæði í orðum, vendingum og mállæru. Hammershaimb brúkti tey, tá hann evnaði skrivtmálið til. Gamli Grundtvig metti tey hægri enn íslendsku søguhandritini, tí kvæðini livdu á mannamunni og vóru hvørsmansogn.

Tey løgdu lunnar undir bæði sálmaskaldskap og fosturlandsskaldskap. Tann føroyski samleikin, sum kvæðaskaldskapurin átti høvuðsleiklutin í, var orsøkin til, at vit seinnu fingu føroyskt inn um bæði kirkju- og skúlagátt.

Føroyski dansurin hevur ikki altíð havt tað lætt. Longu Svabo skrivaði, at dansurin í teimum frægaru brúdleypunum í Havn var við at vera avlagdur til fyrimuns fyri nýmótans dansir, sum tá vóru uppi í tíðini. Hetta var einahandilstíðin, tá nógv skip komu við vørum, og nógvir útlendingar komu við fremmandum siðum og ljóðførum til landið.

Hyggja vit at almennu støðuni til føroyska dansin seinni, t.d. fyri umleið stórthundrað árum síðani, so hevði kvæðamentanin trong kor. Útlendskir siðir floymdu inn yvir okkum, og í langa tíð knarraðu fólk um, at føroyski dansurin var nýttur sum skálkaskjól fyri rúsdrekkamisnýtslu. Henda fatanin - ella misfatanin - gjørdi vart við seg í mong ár eftir rúsdrekkaskamtanina og helt mongum góðum kvøðara, um hann hevði sloppið at roynt seg, frá at leggja sítt til, at dansurin hevði gingið betur í fleiri bygdum. Tí hvat kann vera skeivari enn at geva føroyskum dansi skuldina fyri, at fólk ikki duga sær hógv.

Í dag er ressandi og gleðiligt at síggja, at føroyska kvæðamentanin aftur hevur vunnið sær sítt rætta heiðurspláss. Dansimentanin er lyft upp aftur á eitt hægri støði. Hon er skipað. Dansifeløgini leggja karmarnar, fyri at brúka samfelagsfrøðilig hugtøk. So stendur hvørjum frítt at dansa og kvøða eftir egnum ynski. Nú fer hesin mentaarvur ongan veg. Tit hava tryggjað hann. Kvæðini hava vunnið innaftur um skúlagátt. Vit síggja blómandi dansifeløg, sum við at brúka kvæðini varðveita tey og harvið okkara størsta mentanararv. Jú fleiri tey eru, sum á ungum árum fáa høvi til at uppliva at læra at kvøða og dansa, jú fjølmentari verður tann ringur, sum stendur saman um dansin og ber hann inn í framtíðina.

Og vit síggja hábærslig fólk í hundraðtali í føroyskum búna, sum á ein serstakan hátt undirstrikar, at her er álvara aftanfyri. Dansurin er aftur viðurkendur sum nakað serstakt føroyskt, nakað hábærsligt og virðiligt.

Tey, sum fyri stórthundrað árum síðani knarraðu um føroyska dansin, sum átalaðu, at valla ein út av hundrað tordi at bera føroyska búnan í mannamúgvu - tey høvdu verið errin at staðið her í dag. Og tey høvdu sæð, at sjálvt minstu ímyndingar og gitingar teirra um eina doyggjandi mentan fullkomiliga eru gjørdar til skammar. Og tað vil eg veita tykkum dansifeløgum eina stóra tøkk fyri.

Føroyski dansurin er mentur í øllum samanhangum. Vit kunnu ikki ímynda okkum stevnurnar uttan dansin, Ólavsøkan vildi verið fátøk uttan - og tað er tykkum dansifeløgum fyri at takka, at tit ótroyttiliga - hóast kapping av øllum handa slagi - hava ment føroyska dansin. At hetta arbeiðið hevur borið ávøkst, síggja vit í dag, nú ungfólk aftur, kvinnur og menn í hóptali, duga at skipa og kvøða kvæði og vísur á tamb. Og tað síggja vit í dag við at hyggja út yvir hesa hábærsligu og stásiligu samkomu.

Persónliga kann eg siga, at ongantíð havi eg upplivað nakað so sermerkt føroyskt sum hetta, aldri havi eg sæð nakað so tignarligt sum hetta, og tí kann eg bara taka undir við Hammershaimb, sum gleddist um kurteisligu heilsanir føroyinga sínámillum, og sum dømi nevndi gomlu heilsanina:

"Góðir vegir liggi fyri tær. Gud gevi tær blíðan byr og sjógv!"

Hervið lýsi eg dansistevnuna í Havn ár 2001 setta.

Vælkomin til Havnar

Heðin Mortensen
19.05.2001



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya