|
North
Atlantic Fish Fair 2005 - 3. til 5. mai 2005
Góðu stevnugestir!
Verið hjartaliga
vælkomin til Havnar!

Eg eri ógvuliga takksamur og
glaður um, at tað er fallið mær í
lut at bera fram eina heilsan frá Tórshavnar
kommunu, nú býurin er karmur um fiskivinnustevnuna
North Atlantic Fish Fair 2005.
Hetta er triðja altjóða
fiskivinnustevnan av sínum slag, sum Atlantic Fair
skipar fyri. Tær báðar fyrru stevnurnar
hava verið í Runavík, men hesaferð
er hon flutt til Havnar, og tað fegnast vit í
kommununi sjálvsagt um, tí Havnin hevur upp
gjøgnum tíðina verið handils og tænastu
miðdepulin í Føroyum.
Tá ið fyrireikararnir vendu
sær til okkum fyri at kanna, um møguleiki var
at flyta stevnuna til Havnar, vóru vit ongantíð
í iva, tí her fingu vit eitt gott høvi
at varpa ljós á okkara deiligu Havn.
Tað hevur altíð ligið
frammaliga í politiska arbeiðinum í kommununi
at fáa sett Føroyar og høvuðsstaðin
á heimskortið sum altjóða ráðstevnu-
og framsýningarbý. Tí tóku vit
við vælvild av hesum møguleika, nú
í vit fingu hann.
Men frammalaga í huganum lá
eisini, at ein so stór altjóða fiskivinnustevna
hevur týdning fyri tænastuvinnuna í
býnum, her hugsi eg um t.d. hotell og matstovur,
flutningsfeløg og hýruvognar, handverkarar
og teknistovur, dansihølini og útskonkingarstøðini,
ja í heila tikið alla handilsvinnuna yvirhøvur.
Men høvuðsendamálið
við hesi fiskivinnustevnu, er sjálvandi at vísa,
hvussu fjølbroytt útboðið innan fiskivinnu
og tænastur er í bygd og í bý.
Tað er eisini gleðiligt at síggja,
at so nógvar útlendskar fyritøkur eru
áhugaðar at sýna fram teirra vørur,
framleiðslur og tænastur.
Eg havi somuleiðis lagt til merkis,
at fleiri norðurlendskar kommunur og havnir eru komnar
at vísa teirra tænastur.
Eg ivist onga løtu í,
at her eru góðir møguleikar at skapa varandi
bond og byggja brýr millum fyritøkur og umboðsfólk.
Samstundis gevur tað okkum herheima
eitt gott høvi at kunna okkum um tað, sum rørist
uttanlands.
Í modernaðum handilslívi
verður stórur dentur lagdur á, at fyritøkur
marknaðarføra seg. Tær skulu gera seg sjónligar.
Ella, sum sagt verður við einum fínum orði:
Fyritøkan skal profilera seg!
Eitt annað hugtak, ið er nógv
frammi, er kundarøkt, og sum øll
vinnurekandi vita, er ein týdningarmikil táttur,
skal fyritøkan mennast og økja um virksemi.
Hesi bæði hugtøkini:
Marknaðarføring og kundarøkt eru hornasteinarnir,
skal fyritøkuni verða lív lagað.
Tí er ein fiskivinnustevna sum
henda, eitt gott høvi hjá vinnuni og tænastuveitarum
at skapa samband hvør við annan og styrkja um
sínámillum samskiftið.
Tað hevur alstóran týdning,
at tey, sum hava eitthvørt at selja, fáa høvi
at hitta tey, sum hava hug at keypa face to face.
Eg havi eisini hug at nevna, at tað
er ein fyrimunur, at alt er samlað á einum stað,
har til ber hjá keyparum og seljarum at hittast til
eitt óformelt ella formelt prát í básunum
og síggja og kunna seg um fjølbroytta úrvalið,
tá ið ræður um fiskivinnu, tænastur
og veitingar.
Stórt sæð allir útvegarar
- stórir og minni stórir - í landinum
eru við, umframt nógvar fyritøkur, ið
veita tænastur til fiskivinnuna.
Tað er gleðiligt at staðfesta,
at tær stóru kommunurnar í landinum
hava tikið væl ímóti hesum møguleika
at profilera seg, tað veri seg sum kommuna ella sum
samskipari av vinnu, tænastu, veitingum og virksemi
í kommununi.
Tí, um tað framhaldandi skal
vera liviligt í Føroyum, er grundleggjandi
uppgávan hjá okkum politikkarum at skapa góðar
umstøður fyri vinnu- og handilslívi, soleiðis
at hesar vinnur hava so góð kor og góðar
umstøður sum til ber at virka undir. Tí
eitt trygt vinnulív gevur trygga framtíð,
og eitt gott land at arbeiða og búgva í.
Vit mugu gera okkum púra greitt,
at tað er vinnuvirksemi, ið ber einum sunnum samfelag
uppi. Kapping á vinnu- og tænastuøkinum
er góð og sunn og gagnar í síðsta
enda brúkaranum.
At føroyskar fyritøkur
og handilsfólk leggja stóran dent á
at kunna seg um, hvat hendir á teirra øki,
og at vísa fram egnar framleiðslur, vísir
stóri áhugin fyri messum og sølustevnum
uttanlands.
Men mín fatan er, at støði
á hesi fiskivinnustevnuni er fult á hædd
við slíkar stevnur, ið vit síggja
í øðrum londum. Her er løgd stór
orka og hugflog í, bæði hjá fyriskiparum
og tykkum framsýnarum.
Eitt skulu tit vita. Býráðið
sær tað sum ein heiður at verða vertur
fyri Fiskivinnustevnuni, og vónandi halda tit, býurin
er góður karmur um stevnuna, tí í
Havn er umframt nógv annað, eisini eitt virki
og fjølbroytt mentanarlív. Her er altíð
okkurt at fara til.
Kære deltagere og gæster.
Som borgmester i Thorshavn vil jeg ønske jer hjertelig
velkommen til Thorshavn. For vores by er det en stor hæder
at være ramme om North Atlantic Fish Fair 2005, og
håber vi på et par gode og udbytterige dage
for alle deltagerne. God fiskerimesse.
Dear participants and guests. As mayor
of Tórshavn I welcome you to the North Atlantic Fish
Fair 2005. It is an honour for our city to be the host this
time, and I hope that you all will have some good and profitable
days here. Good luck to you all.
Eg fari at nýta hetta høvi
at takka Atlantic Fair fyri, at tit enn einaferð hava
lagt til rættis eina fjølbroytta stevnu, -
og á so høgum støði. At tit so
hesaferð hava valt at hava stevnuna í høvuðsstaðnum
fegnast vit í býráðnum um. Takk
fyri samstarvið. Somuleiðis takki eg tykkum handils-
og vinnufólki fyri, at tit á henda hátt
royna at skapa eina vinnu og handils mentan í Føroyum.
Ynski mítt skal vera, at næstu
dagarnir her á Sandvíkarhjalla fara at eydnast
væl, og fari eg vegna Tórshavnar kommunu at
bera fram øll góð ynski fyri North Atlantic
Fish Fair 2005.
Teir næstu dagarnar eiga tit høvuðsstaðin!
Góða fiskivinnustevnu!
|