|
Góða
Havnar Bóltfelag, góðu HB-arar og góðu
veitslugestir!
Takk
fyri seinast til móttøkuna hjá HB í
Norðurlandahúsinum, ein sera hugnalig løta.
Vegna Ítróttasamband Føroya
vil eg ynskja HB hjartaliga tillukku við teimum 100
árunum, og takka fyri, at Hjørdis og eg vóru
boðin við í kvøld!
Tá vit vanliga heilsa upp á
onkran, sum er 100 ára gamal, taka vit spakuliga
í hondina á viðkomandi, tí tey
100 ára gomlu eru vanliga veik og kanska ikki so
væl fyri.
Her er tó umvent, tí HB
hevur kanska ongantíð verið so spelkið,
árvakið og væl fyri sum júst nú.
Sigast má, at tit bera høga aldurin sera væl!
Skotski Liverpool-venjarin Bill Shankly
var kendur fyri at vera speiskur og dugdi sera væl
at taka til.
Tað var hann, sum á sinni
segði, at »fótbóltur er ikki ein
spurningur um lív ella deyð, hann hevur nógv
størri týdning enn so«.
Bill Shankly segði eisini nakað
annað, ið man hava verið eitt eyðkenni fyri
kenda og sterka vinnarahugburðin hjá Havnar Bóltfelag:
»Um tú ert nummar eitt,
so ert tú nummar eitt. Um tú ert nummar tvey,
so ert tú einki«.
Hvat tað er at vera nummar eitt,
veit eingin so væl sum tit í HB, óansæð
um vit tosa um føroyameistaraheiti ella steypakappingar,
tí eingin er yvir ella við síðuna
av tykkum.
Um talt verður saman fyri allar
deildir, sum eru í føroyskum fótbólti,
so hevur HB gjøgnum øll árini
frá 1942, tá skipað kapping byrjaði,
og til dagin í dag vunnið triðjuhvørja
av teimum øllum.
Tað er ótrúliga flott
og sigur alt um, at tit í HB veruliga hava eina orsøk
til at vera so stolt, sum mong leggja tykkum undir at vera.
Tí hetta er sanniliga nakað at vera stoltur av.
Karmarnir hjá HB eru eisini nær
tí fullkomna, tá vit hugsa um tey viðurskifti,
ítrótturin hevur í Føroyum í
dag.
Tit hava stórt og rúmligt
felagshús við øllum fasilitetum, ið
liggur við Føroya størsta og besta vøll,
og ein rúgva av fólki tekur eina hond í,
bæði her og har.
Tit leggja stóra orku í
ungdómin og vísa í verki, at tit trúgva
upp á tykkara egna ungdóm, og tað er eisini
leiðin fram.
Tit eru størsta fyrimyndin, øll
onnur feløg í Føroyum hava at síggja
upp til, og tað forpliktar. Men hetta liva tit væl
og virðiliga upp til.
Má í tí sambandi
eisini nevna valaverkini bæði, tit hava givið
eftirtíðini í bókunum um stoltu
søguna hjá HB.
Vit eiga altíð at liva í
nútíðini og fyrireika okkum upp á
framtíðina, men vit mugu so sanniliga heldur
ikki gloyma fortíðina!
Tíðin hjá mær
at tosa er avmarkað, men eg fari at enda við einum
sitati aftrat, sum er frá gamla enska landsliðsspælaranum
Gary Lineker.
Tí nú vit eru í
100 ára veitslu hjá nógv mest vinnandi
felagnum í føroyskum fótbólti
gjøgnum allar tíðir, er upplagt at umskriva
eitt av hansara gullkornum:
»Fótbóltur er eitt
spæl, har 22 mans berjast um bóltin, og HB
vinnur til síðst«.
Hjartaliga tillukku HB og eina góða
veitslu øll somul.
So fari eg at heita á øll
um at reisast og rópa eitt leingi livi fyri Vinnarafelagnum
HB og Ítróttinum í Føroyum.
|