|
Góðu
SÍ-arar, góðu sørvingar, góðu
veitslugestir!
Fyrst skal eg vegna Ítróttasamband
Føroya ynskja Sørvágs Ítróttarfelag,
SÍ, hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum.
Eisini vil eg takka fyri, at umboð fyri ÍSF eru
boðin við í hesa stórfingnu veitslu
tykkara.
Tað er við einari stórari
virðing fyri fortíðini og teimum, ið
undan fóru, at vit í kvøld kunnu hátíðarhalda
henda stóra dag hjá felag tykkara. At hugsa
sær, at SÍ hevur 100 ár á baki,
kann ikki annað enn skapa virðing. Stóra
virðing!
Ein heil øld er farin, síðani
framsíggin fólk gingu her í bygdini
og løgdu lunnar undir nakað, tey neyvan hava
grunað, fór at gerast so stórt, sterkt
og seiglívað sum Sørvágs Ítróttarfelag
hevur víst seg at verið tað.
Fáur mundi tá bara so
mikið sum hugsa tankan, at hetta felag skuldi liva sítt
góða lív heili 100 ár seinni. Tí
tað ger Sørvágs Ítróttarfelag
so sanniliga tann dag í dag, og tað eru tit øll
sjónlig prógv um.
Ikki minst kunnu tit errin bretta tykkum
á og fegnast um einki minni enn greipuna hjá
flogbóltsmonnunum, sum í vetur hava víst
øllum hinum so ruddiliga, at Sørvágur
nú skuldi vera gullbygdin fram um allar. Kvinnurnar
hava eisini skapt sær virðing og vunnið í
flogbólskappingini. Tað er flott!
Betri føðingardagsgávu
kann eitt felag heldur ikki geva sær sjálvum,
tí tá ítróttarligt viðrák
er í einum slíkum ári, fellur alt so
nógv lættari. Tillukku til flogbóltin
hjá SÍ við bæði føroyameistaraheitinum
og sigrinum í steypakappingini!
Gjøgnum skiftandi tíðir
og ymsar umstøður hevur ítróttarfelagið
í bygdini verið ein savnandi depil. Sigrar og
góð úrslit hava givið bæði
teimum íðkandi og teimum, sum hinumegin síðulinjuna
eggja og stuðla, áræði til at dríva
á ár eftir ár.
Umframt at savna bygdina og fólkið,
hevur Sørvágs Ítróttarfelag
eisini gjørt plássið sjónskt á
Føroyakortinum og ikki minst í oynni. Sum
einasta felag í Vágum hevur Sørvágs
Ítróttarfelag í fótbólti
megnað at vunnið føroyameistaraheiti í
bestu deildini.
Hetta var í 1947, og stuttligt
var eisini at hoyra tveir av teimum, sum vóru við,
greiða frá í útvarpinum henda dagin.
Og ikki minni verður virðingin fyri farnum tíðum
og teimum gomlu slóðarunum, tá vit hava
í huga, hvussu alt er broytt upp gjøgnum hesi
mongu árini.
Eitt er tó tað sama, og tað
er alt tað ovurhonds stóra sjálvbodna
arbeiði, ið hvønn einasta dag verður
lagt í at geva børnunum, ungdóminum
og teimum vaksnu bestu karmar at íðka ítrótt
her á staðnum. Hetta er eitt risastórt
arbeiði!
Nógvar hendur skulu til at lyfta,
og tað er ikki smávegis, ið verður avrikað
av øllum hesum mongu, ið bert arbeiða fyri
tøkkina. Tey eru lívæðrin og mergurin
í Sørvágs Ítróttarfelag,
eins væl og í øllum øðrum
feløgum kring landið.
Má eisini nevna, at sørvingar
vóru millum teir fremstu, tá tøk skuldu
takast í 1939 og Ítróttasamband Føroyar
setast á stovn. Slíkt fortelur okkum um menn
og kvinnur, ið dugdu at hugsa út um bøgarðarnar
og dugdu at síggja alt í einum størri
høpi. Stóra tøkk skal Sørvágs
Ítróttarfelag hava fyri tað!
Nú eru so tey fyrstu 100 árini
í søgu felagsins farin, og tit eiga rík
og góð minni at hyggja afturá ikki
minst í snotiliga bókaverkinum, SÍ
hevur givið út í sambandi við dagin.
Henda frálíka og væl
úr hondum greidda bók er ein varði, ið
lærir okkum, at tað hevur nógv at siga,
at vit kenna fortíðina, um vit av álvara
skulu gera okkum galdandi í framtíðini.
Eg ivist onga løtu í,
at framtíðina eiga tit bjarta í Sørvági.
Flogbóltsgreipan hjá tykkum í ár
fer uttan iva at geva íblástur og áræði
til at halda fram, og at smakka gullið so dyggiliga,
sum tit nú hava gjørt tað, fer at merkjast
aftur í framtíðini, innan allar ítróttargreinir
her á staðnum.
Við hesum vil eg vegna Ítróttasamband
Føroya takka tykkum í Sørvágs
Ítróttarfelag fyri alt tað, tit hava gjørt
fyri føroyskan ítrótt hesi fyrstu 100
árini hjá felagnum, og ynskja tykkum alt tað
besta í framtíðini.
Sørvágs Ítróttafelag á
100-ára degnum
Øld er farin
- í logn og í ódn.
Riðið er á aldukambi,
í aldudal og aftur á kamb.
Av og á hevur verið hart sjógvað,
men treystið hevur ikki bilað.
Góð manning og
góðir skiparar hava tryggjað,
at altíð er komið á beint.
Avbjóðingar bíða,
og brotið verður upp úr nýggjum
unglingar og sprund,
spelkin hvør og ein,
eru til reiðar at taka nýggj tøk.
Glæsilig fortíð og trygg framtíð
eru eyðkenni fyri felagið,
ið tænt hevur bygd og fólki væl.
- øllum til sóma.
Hjartaliga tillukku ynskir Ítróttasamband
Føroyar
Heðin Mortensen
ÍSF forseti
|