|
Tilhaldið
11. mars 2005
Fari
fyrst at takka fyri, at eg eri bjóðaður í
7 ára føðingardag í Tilhaldinum
í dag.
Eg havi fingið áheitan um
at vera gestarøðari í ár, og lat
meg alt fyri eitt siga, at eg eri ógvuliga fegin
um at hava fingið hesa áheitan, tí tá
eg áður havi verið her, eri eg altíð
farin ríkari heimaftur. Her hevur altíð
verið hugnaligt at koma, og stórur blíðskapur
verður vístur einum. - Stóra tøkk
eiga tit fyri tað.













Tilhaldið hevur givið pensjónistunum
í býnum ein kærkomnan møguleika
at koma saman til fjøltáttaða samveru
í hugnaligum umhvørvi, soleiðis sum tað
eisini stendur í endamálsorðingini fyri
Húsið.
Ja, til ber at siga, at tað er blivið
ein lívstílur hjá mongum at støkka
inn á gólvið til eitt prát ella
til eitt av teimum mongu fjølbroyttu tilboðunum,
ið eru hvønn dag í vikuni.
Sigast má, at tað var eitt
ótrúliga gott hugskot, sum var sett í
verk á grækarismessu í 1998, tá
dyrnar fyrstu ferð lótu upp í hesum prýðiliga
húsi, sum næsta ár verður 100 ár.
Vit eru teimum kvinnum og monnum takksom,
sum tóku stig til at fáa eitt Tilhald í
býnum, tí staðfestast kann, at okkara
pensjónistar hava tikið húsið til
sín frá fyrsta degi av.
Tíðliga ein morgunin í
góðveðrinum fyri viku síðani,
áðrenn býurin av álvara vaknaði,
og dagsins uppgávur lógu á borðinum
og bíðaðu, sat eg og las bløðini
á skrivstovu míni á Vaglinum. Eg steðgaði
á við eina av hesum áhugaverdu greinunum
hjá Birgari Johannesen, sum hann kallar Havnar
leksikon.
Henda dagin hevði hann tvær
myndir í blaðnum av umhvørvinum norðan
fyri Føroya Banka. Onnur myndin var tikin í
1955, meðan hin var tikin í februar í
ár. Myndirnar vístu, hvussu býarmyndin
er broytt seinastu 50 árini. Men selju-rønn
træið stendur enn í Steinagøtu,
og har hevur tað staðið síðani 1912,
skrivar Birgar.
Henda myndin og nógvar aðrar
hjá Birgari fingu tankar mínar á flog
henda snimma góðveðursmorgun - einsamallur
í ráðhúsinum - Eg fór at
hugsa um dreingja- og unglingaárini, tá vit
høvdu allan býin sum spælipláss.
Eg sá fyri mær Tórsgøtu,
sum var onnur høvuðs-handilsgøtan í
býnum tá. Hin var eystanfyri, frá Kongabrúnni
og niðan móti Sjónleikarhúsinum.
Í mínum hugaheimi var
eg í Tórsgøtu og her umleiðir við
øllum tí nógva og fjølbroytta
virkseminum, ið fyrr var.
Har komu fram í minnið handilin
hjá Heinesen, sum seinni bleiv handil hjá
Valdemar Lützen. Sjómansheimið og kjøtbúðin
hjá Jens Reinert. Har var Vaskaríið og
Reinsaríið.
[Arbeiðsdrongur á Fjøðurreinsarínum]
Eg sá fyri mær longu bíðirøðina
uttanfyri Meiaríið, har vit stóðu
við hvør síni mjólkaspann og bíðaðu.
Handilin hjá LambaJóannes, har Ebba
og Niels Mortensen seinni fóru at selja gardinur
og klæðir. Posthúsið, Maria Poulsen
og Herluf Arnason.
Á horninum við Sverrisgøtu,
Frants Restorff og kjøthandilin hjá Heina
í Kjøt, har Lítli seinni fór
at selja sínar døgverðar. Handilin hjá
Viggo Dal-Christiansen. Frelsunarherurin og so hesi húsini
hjá Føroya Banka.
Fram í minnið kom eisini
Hjalmar Jacobsens, bókhandil, Karl hjá Vága-Heina
og handilin hjá Demmus. Har vóru skómakarar,
bakarar, barberar, smiður og nógv, nógv
onnur fólk og handlar.
Tankarnir leitaðu eisini oman í
Vágsbotn, sum tá í tíðini
hevði eitt yðjandi lív frá snimma
á morgni til seint á kvøldi. Har komu
fólk úr øllum Føroyum á
land við ferðabátunum, og har var somuleiðis
nógv vøra umskipað.
Mjólkabátarnir komu og
fóru, og smábátarnir seldu fisk. Hetta
er alt ein horvin havnarmynd, treyðugt so, smábátarnir
selja enn fisk og fugl í Vágsbotni.
Sum smádrongur og hálvvaksin
minnist eg, hvussu hugtakandi, men ikki vandaleyst, tað
kundi vera niðri í Vágsbotni, tá
rættiligur uppgangur varð, áðrenn eystari
brimgarður varð longdur.
Og eg ivist ikki í, at onkur,
sum er her í dag, veit onkra góða
at fortelja frá tíðini, tá ið
Vágsbotnur var ferða- og handilsmiðdepilin
í Havn.
Í bókini Handan
fyri havið býurin og bygdin skrivar
skaldið Magnus á Kamarinum einastaðni:
At hann sá myndir daga undan,
kendar og kærar ímillum. Hann hugdi aftur í
tíðina, har lá alt so raðið. Vøllurin
og Tinghúsið og Vaglið, Apotekið og Bókhandilin
og Kirkjan. Sjómansheimið og Grótgarðurin
og Áin og Kioskin og Áarvegurin og Skúlin,
sum onkur hevði sagt um, tá hann var liðugt
bygdur seinast í 1800-talinum:
....jú, nú hava vit ein skúla,
sum er eitt framstig og eitt prýði fyri býin,
og so rúmur, at okkum ikki nýtist at byggja
nakran skúla tey næstu hundrað árini!
Og har lá Meinigheitshúsið og Posthúsið.
Meiaríið, har hin gamli Jensen gekk so stokkdeyvur
við einum røri, sum hann stakk inn í oyrað,
tá hann varð noyddur at hoyra okkurt, og uppi
á trætrappuni vestanfyri stóð Ki,
bøkjarin, í bláari húgvu og
jakka. Og har kom meiarist Jensen, altíð so fryntligur
og brosandi og upplagdur og vældæmdur. Og har
niðri lá Vaskaríið, har sum hann seinni,
eins og hjá Lützen og í Bókhandlinum,
arbeiddi sum býdrongur.
Soleiðis skrivar Magnus, og væl
ber til at fylgja honum á ferð hansara í
miðbýnum.

Hóast tað í dag ikki
eru nøkur tekin um, at várið er hondum,
nú fjøllini eru kavaklødd og bítandi
kalt er í veðrinum, so sigur álmanakkin,
at í morgin er grækarismessudagur.
Men eitt er, hvat álmanakkin
sigur, annað er, at vit øll merkja, at dagarnir
eru munandi longdir síðani stytsta dag.
Í morgin hava vit grækarismessuhald
kring alt landið, har vit ynskja tjóðfugli
okkara vælkomnum aftur á klettarnar.
Skótar ganga skrúðgongu
og røður verða hildnar. Her í Havn
er Havnar Hornorkestur eisini altíð til reiðar
at seta sín hátíðarliga dám
á dagin.
Vit fegnast um, at tjaldrið og hinir
flytifuglarnar koma, tí sum skaldið Jákup
Dahl yrkir: Tú ber okkum boð um ein ljósari
dag, at nú er brátt summar í hondum.
Vit frøast, tá ið
fyrstu klippini frá tjøldrunum
hoyrast, tí tjaldrið og grækarissmessa
er fráboðan um vár, lýkku og longri
dagar.
Og tað hava vit øll tørv
á, tí vetrartíðin kann tykjast
drúgv og long, og tí er gott við eitt
slíkt høvi at gleðast um, at tað aftur
byrjar at næla og at flytifuglarnir aftur fær
hug at leita heim aftur til okkara vakra land.
Tjaldrið er ímyndin um, at
vit eru eitt sameint fólk, hóast vit kunnu
verða ósamd um onkrar smálutir.
Ár eftir ár kemur flytifuglurin
trúfastur aftur at reiðrast. Steðgar her
um summarið og leitar suður aftur í heitari
lond um heystið.
Hvussu ber tað til, at teir koma
aftur ár eftir ár? Sjálvi halda vit,
at tað man vera tí, at hann hevur tað gott
her. Vit bera eisini orð fyri at vera gestablíð,
og okkum dámar væl at vísa teimum vitjandi
okkara vakra land.
Flyta vit hesa myndina á Tilhaldið,
so haldi eg, at symbolikkurin er eyðsýndur.
Tilhaldið lat upp á grækarismessu.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er bara
at støkka inn á gólvið. Ongin limaskapur
krevst. Øll kunnu koma og fara sum tey vilja. Nevnd
og starvsfólk vilja, at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Skiftandi nevndir og starvsfólk
hava við eldhuga og ágrýtni roynt at skapa
eina góða samveru í Tilhaldinum.
Tað er at vóna, at tað
eisini í komandi tíðum verður eins
og higartil.
Herfyri vendi nýggi stjórin
í Norðurlandahúsinum Niels Halm
sær til býráðið við
einum fyrispurningi, um kommunan var áhugað at
vera við í einum tiltaki, kallað World Storytelling
Day ella einum Altjóða frásøgudegi.
Talan er um samstarv millum Norðurlandahúsið,
Tórshavnar býráð, Mentamálaráðið,
Tjóðpall Føroya og Tilhaldið.
Vit hildu hetta verða eitt stak
áhugavert tiltak og játtaðu alt fyri eitt
at verða við, serliga tí at frásøgudagurin
vendir sær bæði til skúlanæmingar
og okkara eldru borgarar, pensiónistarnar. Vit síggja
hetta tiltakið sum eitt kærkomið høvi
at byggja brýr millum yngra og eldra ættarliðið.
Við hesum frásøgudegi,
ber til at ímynda sær kvøldseturnar
í gomlum døgum, sum høvdu so ómetaligan
stóran týdning fyri mentanina og samleikan
hjá okkum føroyingum. Her hugsi eg um skaldskap
av manna munni: sagnirnar, ævintýrini og kvæðaarvin,
og hetta, at fortelja eina góða søgu.
Ein frásøguháttur, sum nú á
døgum kanska ikki hevur so góðar dagur.
8 søgufróð fólk
fara at siga frá søgum.
Úr Skálavík kemur
Palli Dalsgaard - Vilhelmina Larsen í Dali, hevur
játtað at koma og av Sandi kemur Poula
Olsen Hans Tórgarð í Kvívík
Petur Martin Petersen í Fuglafirði
Ria Tórgarð og Egi Dam í Havn og Erling
Poulsen, sum flutti úr Vági til Havnar eftir
at hann gavst sum lærari har suðuri, koma somuleiðis.
Hesi 8 fara óivað at fortelja
onkra góða søgu.
Í Norðulandahúsinum
verða 4 frásøgupallar, t.v.s,
at einir 500 næmingar og pensiónistar kunnu
verða har í senn.
2 frásøgufólk eru
á hvørjum palli í ein ½ tíma
hvør. Síðani verður ein stuttur steðgur,
og nýggir áhoyrarar koma at lurta.
Frásøgudagurin í
Norðurlandahúsinum verður næsta fríggjadag
og byrjar kl. 9.15
Tit eru øll hjartaliga vælkomin
til takið.
Men nú situr onkur kanska og
hugsar, at tá vit nú hava borgarstjóran
her:
Hvussu sær framtíðin
á eldraøkinum út? Hvørjar ætlanir
eru?
Til tað er at siga, at umframt at
kommunan á røktarøkinum hevur sett
nógv í verk seinasta árið, og arbeiðir
við fleiri ítøkiligum ætlanum, so
hava fyrireikingar verið í eina tíð
at fáa sett eitt eldraráð í kommununi.
Ein arbeiðsbólkur er settur, og hevur hann sín
fyrsta fund mánadagin. Bólkurin er burturav
mannaður við umboðum fyri tey í gásareygum
gomlu í kommununi. Ætlanin er,
at arbeiði skal verða liðugt um miðjan mai
mánað.
Spennandi verður at vita, hvat fer
at koma burturúr, tí í kommununi eru
vit sannførd um, at við miðvísum samskifti
og samstarvi við tey eldru, fara vit at náa nálum,
sum í longdini fara at roynast munagóð.
Hóast tað ikki er eitt lógarkrav,
halda vit tað vera rætt, at ein so stór
kommuna sum okkara ger sínar royndir við slíkum
ráði.
Tað er umráðandi hjá
okkum politikkarum at vita, hvat veruliga ger mun í
gerandisdegnum og ikki minst, at tey eldru kenna, at hóast
eldri og pensjónistur, so er menniskjaliga tilfeingi
eins virðismikið og neyðugt fyri heildina, sum
hjá teimum yngru.
Í stuttum er talan um rættin
til eitt gott lív eisini á ellisárum.
At enda fari eg at nýta hetta
høvi at takka tykkum fyri tykkara dugnaskap og arbeiðssemi.
Høvdu tit, sum í dag starvast
í Tilhaldinum og øll tit mongu, ið hava
tykkara dagligu gongd her, ikki lagt so stóran dent
á, at Tilhaldið skal verða eitt gott stað
at koma, ja so hevði ongin 7-ára føðingardagur
verið í dag. Tøkk skulu tit hava fyri
tað.
Eitt skulu tit vita, Býráðið
er ikki bert í dag errið at hava
eitt slíkt hús sum Tilhaldið. Nei, tað
eru vit hvønn einasta dag í árinum.
Mítt ynski er, at samstarvið
millum kommununa og Tilhaldið kemur at styrkjast enn
meira, okkum øllum at gagni, tí virksemi,
sum er her í Húsinum, er eitt stórt,
týðandi sosialt og fyribyrgjandi arbeiði,
sum ikki kann og ei heldur skal verða undirmett.
Hjartaliga til lukku við føðingardegnum
og takk fyri!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
|