Góðu KÍ-arar,
góðu norðingar og góðu veitslugestir!
Fyrst skal eg vegna Ítróttasamband Føroya
ynskja Klaksvíkar Ítróttarfelag,
KÍ, hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum.
Eisini vil eg takka fyri, at Hjørdis og eg vóru
boðin við í hesa stórfingnu veitslu
tykkara.
At eitt felag røkkur so høgan aldur, er
í sjálvum sær eitt bragd. Og eisini
er tað besta dømi um, hvat samanhald og felagsskapur
kunnu útinna, tí KÍ hevur upp gjøgnum
øll hesi ár hvílt á herðunum
á teimum, ið hava skiftst um at bera byrðuna.
Okkurt høvdu teir gomlu sagt, høvdu vit
havt teir ímillum okkum í kvøld.
Tað, sum byrjaði í tí smáa
aftanfyri í handlinum á Biskupstøð
ein seinnapart fyri 100 árum síðani,
er í dag ein av sterkastu felagsskapum, Føroyar
hava fostrað.
Gott høvdu klaksvíkingar fingið í
beinið, tí tá spælt var um føroyameistaraheitið
á fyrsta sinni í 1942 vann KÍ. Og
Klaksvíkar Ítróttarfelag helmaði
ikki í, men bygdi sær stútt og støðugt
eina sigursrøð, sum í dag er stórt
prýði fyri felagið.
Fleiri ferðir vann KÍ meistaraheitið á
rað og var størsti maktfakrorur í føroyskum
fótbólti. Ja, tað tók havnarmonnum
heili 32 ár at fáa bilbukt við 66-liðið,
sum í allar ævir skrivaði seg í
føroysku fótbóltssøguna við
sínari stóru teggju av FM-heitum!
Og í hesum javnstøðutíðum
eru tit í Klaksvíkar Ítróttarfelag
mestsum farin í hina grøvina, tí
við fimm meistaraheitum á rað eru kvinnurnar
hjá tykkum bjartasti vitin á føroyskum
fótbólti, nú vit skrivað 2004
og tit hava eina heila øld á baki.
Tit hava eisini sum einasta felag í landinum í
fleiri ár sent kvinnulið tykkara út
í Europa at umboða ikki bara Klaksvíkina
og KÍ men allar Føroyar. Hetta er
eisini eitt bragd, tit seint verða gloymd fyri. Hetta
er flott, KÍ!
Í 1992, tá føroysku fótbóltsfeløgini
á fyrsta sinni fóru út í Europa,
var KÍ sjálvandi við, og hóast
vit kanska ikki eiga so nógv góð úrslit
har, so eigur KÍ fleiri av teimum, ið eru.
Hvør minnist ikki, hvussu Olgar Danielsen
sum higartil einasti føroyski spælarin
fyri skjótt tíggju árum síðani
skoraði hat-trick á Svangaskarði ímóti
Maccabi Haifa? Jú, sanniliga hevur KÍ skrivað
søgu bæði her og har!
Tit, ið dagliga stríðast í felagnum
og hava tykkara gongd millum øll hesi ungu, ið
spæla bólt fyri KÍ, eiga ongantíð
at gloyma, at tit eru partur av nøkrum stórum.
Tit øll somul eru ein risi og ein
dynamiskur kraftmiðdepil í føroyskum
ítrótti yvirhøvur!
Alt hetta stóra sjálvbodna arbeiðið
er kanska ikki altíð líka hugaligt at
fara í holt við, tí viðhvørt
kann tað taka eina løtu at síggja úrslitini.
Men tey koma, tá arbeitt verður miðvíst,
og tað hava ikki minst tit í KÍ víst.
Uttan dyggan stuðul millum klaksvíkingar og
norðingar høvdu tit ongantíð verið
komin so langt, sum tit eru, men tað hevur mangur
sannað, at tit eiga kanska Føroya bestu áskoðara-
og viðhaldsfjøld, ið hevur víst
tykkara stolta felag trúskap sum fáur
bæði í viðgongd og mótgongd.
Og tá tit fáa alt tað at ganga upp
í eina hægri eind, sum tit gera inni á
vøllinum og stuðla uttan fyri vøllin,
kemur eingin í nánd av KÍ. Í
hesum eiga tit nakað, ið mong onnur munnu øvunda
tykkum, men farið væl við tí, tí
tað er ein dýrgripur!
Øld er farin,
men nýggjar bíða.
Við hegni og hugflogi
er væl lagt til rættis
- sigrar fingnir til høldar
til heiður fyri einstakling,
felag og bý.
Alvin er vaksin til mans
og fljóðið fremur avreksverk.
Avbjóðingar bíða og kappar eru
til reiðar brøgd at fremja.
Gott er grundstøðið, ið lunnar eru
lagdir á,
so tryggur gongur mansvaksni unglingin móti nýggjum
málum
- stuðlaður og styðjaður av trúgvum
vinarskara.
Glæsilig var fortíð og bjørt
er framtíð.
Við hesum vil eg vegna Ítróttasamband
Føroya takk tykkum í Klaksvíkar Ítróttarfelag
fyri alt tað, tit hava gjørt fyri føroyskan
ítrótt hesi fyrstu 100 árini hjá
felagnum.
Og so vil eg ynskja tykkum alt tað besta í
framtíðini, nú KÍ longu er farið
undir næsta 100 ára skeiðið!
Takk fyri!
Heðin Mortensen
ÍSF forseti