Góðu HB-arar, havnafólk
og gestir
Hjartaliga tillukku við Havnar Bóltfelag, nú
felagið fyllir 100 ár. Hetta er ein stórur
dagur fyri HB, og hetta er eisini ein stórur dagur
fyri ítróttin í Føroyum.
HB hevur altíð millum manna verið roknað
sum eitt av teimum stóru og hevur eisini
verið tað. Altíð frammalaga og altíð
ført fyri at gera vart við seg.
Við einari heilari øld á baki telist
Havnar Bótfelag millum elstu ítróttafeløg
í landinum. Hetta gevur eina serstøðu,
ið felagið tó hevur megnað at røkt
so væl, at tað í mangar mátar
hevur verið eitt undangongufelag fyri onnur.
Aldurin í sjálvum sær er merkisverdur,
men ikki minni áhugavert er tað at síggja,
at HB telist millum teirra, ið eldist við yndi.
Hetta sæst ikki minst aftur í, at felagið
støðugt hevur ment seg og tikið við
nýggjum avbjóðingum.
Einki annað felag hevur vunnið so nógv
sum HB, tað verið seg sum steypavinnari og føroyameistari.
Tillukku við tí.
Fyri Havnina hevur HB altíð havt sera stóran
týdning, og saman við øðrum feløgum
í býnum, hava tit givið ungdóminum
eitt gott og mennandi frítíðarítriv,
sum hjá teimum flestu man hava verið orsøk
til mong og góð minni, tá nøkur
ár eru fráliðin. Eg tori at siga, at
Havnin hevði verið fátøk, um vit
ikki høvdu tykkum, og her vil eg eisini fegin takka
fyri alt, tit í HB hava gjørt líka
síðan 1904. Illa ber til at gera hetta upp
í verðsligum virðum, so hóast tøkkin
kanska kann kennast fátækslig, skal hon so
sanniliga ikki liggja eftir.
Ítróttarsamband Føroya skal eisini
her bera HB eina stóra tøkk fyri stuðul
øll árini síðan 1939, tá
ÍSF varð sett á stovn. Frá fyrsta
degi sóu havnamenn týdningin av at fáa
samskipa ítróttin í Føroyum,
og saman við øðrum vóru teir við
til at leggja lunnar undir ÍSF.
Í mínum arbeiði sum forseti í
Ítróttasamband Føroya og við
mentunarpolitikki havi eg sæð, at eingin ivi
er um tann týdning, tað hevur fyri trivnað
og menning í landi okkara, at vit eiga ein virknan
ungdóm, sum ikki sparir seg, men vil leggja tíð
og mátt í at røkja tann mentunararv,
ið sprottin er úr føroyskum jørðildi.
Vit, sum fáast við ítrótt og
tískil hava dagligt samband og samstarv við
ta fjøld av fólki í øllum
aldri, ið er virkin innan ítróttin
serliga ungdóm, kvinnu sum mann undrast
og fegnast støðugt yvir, hvussu eldhugi og
sjálvsofran kunnu flyta fjøll og
gera tað.
At HB hevur eina glæsiliga fortíð, finna
vit so mong dømi um tá ein lesur bókina
Havnarmenn í Gundadali, har Jógvan Arge
sigur frá um tey fyrstu 50 árini. Tíðin
hevur ikki verið minni glæsilig seinastu 50
árini, sum Suni Merkisstein í nýggjari
bók kemur at siga okkum frá. Vit gleða
okkum at síggja og lesa hetta megnarverk um HB.
Men í øllum hesum hava tit ongantíð
læst tykkum føst í fortíðina.
Framtíðin hevur altíð staðið
frammaliga, og tit hava dugað at sæð týdningin
í, at ungt fólk tekur við, har tey gomlu
sleppa. Ungdómurin og gott ungdómsarbeiði
eru grundvøllir undir framtíðini hjá
HB.
Hetta er ein stórur dagur hjá HB í
dag. 100 ár eru liðin, síðan havnarmenn
tann 4. oktober 1904 stovnaðu fótbóltsfelagið,
Havnar Bóltfelag,
Ítróttarsamband Føroya hevur eftir
ynski frá felagnum, valt at heiðra HB við
peningagávu, og kundu vit hugsa okkum, at peningurin
verður brúktur til tey ungu. Har liggur framtíðin
hjá felagnum.
Ítróttasamband Føroya hevur gjørt
eitt skreytblað í samband við dagin og
fari eg her at lesa upp orðini, vit hava skrivað
til føðingardagsbarnið HB:
Eina øld hevur slóðarin gingið
á odda.
Uppalt ungling til mann,
- til frama fyri felag, einstakling og samfelag.
Hart hevur leikað á,
men fremst í gonguni
eru varðar laðaðir,
so lætt hevur verið at elt slóðbrótaran,
sum kynt hevur loga, ið hevur tænt sum viti.
Ein fyrimynd.
Øldin er rokkin, men framvegis,
spelkin sum unglingi,
verður brotið upp úr nýggjum.
Avbjóðingar bíða
- og slóðarin er til reiðar.
Hjartaliga tillukku
ynskir
Ítróttasamband Føroya
Við hesum orðum fari eg vegna Ítróttarsamband
Føroya at takka Havnar Bóltfelag fyri gott
samstarv við ynskjum um góðan byr í
framtíðini.
Heðin Mortensen
ÍSF- forseti