.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 

Góðu tvørafólk og suðringar.
Góðu Jóansøkugestir og ítróttafólk

Jóansøkan verður í ár hildin á Tvøroyri í besta summarveðri og karmarnir eru góðir fyri at fáa ein góða stevnu.
Fari at byrja við at takka hornorkestrinum fyri at seta sín serliga dám á við góðum tónum.


Í
1930 tók Jákup Dahl próstur soleiðis til í samband við grein, hann hevði um Ólavsøkuna:

"Nógv er í landi og fólki okkara, sum skilir sundur. Fólkið býr spjatt í oyggjum og avbygdum, firðir og fjøll skilja og byrgja, og sundurlyndið er sterkt í fólki okkara."

Síðani heldur hann fram og nevnir týdningin tjóðarhátíð okkara hevur havt og sigur nakað soleiðis:

"Frá gamlari tíð eru tey komin til Havnar, til ting og stevnur, til fundir og samkomur, til leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur. Stevnan hevur verið ein samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, hon hevur staðið sum eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk.

Tann týdningur kann illa metast, sum stevnan á henda hátt hevur haft fyri fólk okkara gjøgnum tíðirnar sum tað felagsband, sum bant fólkið saman; og hetta hevur haft stóran týdning fyri mál okkara, fyri kvæðini, dansin, søgurnar, okkara heimligu siðir, alt okkara føroyska fólkalív".

At Jóansøkan hevur havt sama týdning fyri stóran hóp av okkum er lítið av ivast í.

Suðuroyggin hevur altíð ligið fjarskotin í mun til hinar oyggjarnar og stevnan, ið hildin hevur verið her suðuri, hevur tí kanska fingið enn størri týdning fyri fólkið, ið búð hevur her, enn stevnur hava havt aðra staðir. Her beyðst høvi at koma saman. Sleppa dagsins strevi og taka sær av løttum eina løtu. Hitta vinir og kenningar, minnast góðar løtur og løða upp aftur styrkina, so at gerandisdagurin, ið altíð bíðar fyri framman, kann gerast lættari.

Nú vórðu orðini hjá Jákup Dahl fest á blað fyri meira enn sjeyti árum síðani og í teirri tíð, ið runnin er síðani tá, eru mangar broytingar hendar í samfelagi okkara. Onkrar av hesum hendingum mugu metast at vera kollveltandi, serliga tá umræður samferðslu og tøkni. Og júst tað at vit í dag hava fingið eitt samfelag, har tað ber til at ferðast millum oyggja og bygda uttan teir stóru trupulleikarnir, hevur havt við sær, at vit nú hava møguleikar at vera nærri at hvør øðrum, enn vit nakrantíð fyrr hava havt.

Og nýggja tøknin hevur givið okkum møguleikar, ið vit als ikki fyri bert tjúgu árum síðani grunaðu skuldu gerast partur av gerandisdegi okkara. Samskiftisnet okkara er væl útbygt. Telefonirnar hava vit í dag við okkum hvar vit fara - um tað so er til fjals ella í fjøru - og kunnu altíð fáa samband við hvønn annan. Stóri heimurin er minkaður.

Tað, ið var fjart, ja kanska óhugnaligt og ørkymlandi, verður nú hvønn dag borið inn í stovur okkara gjøgnum útvarp og sjónvarp. Sjónvarpsskíggin gerst gluggi okkara móti Heiminum og teldan er komin inn um nógvar føroyskar gáttir. Í býum og bygdum er internetið í dag vanligt í nógvum húsarhaldum og einki gandakent er longur at samskifta via alnótina.

"Jú men", vil onkur so siga: "Hevur hetta ikki havt við sær, at stevnurnar hava ikki nakran týdning longur? Fólk hava jú allar møguleikar at samskifta umvegis nýggju tøkniligu snildirnar, ið finnast og tí er grundarlagið jú tikið undan stevnunum."

Men so er ikki. Eingin ivi er um, at nýggja tøknin hevur givið okkum stórar møguleikar. Møguleikar, ið kunnu betra um og hjálpa okkum. Men samstundis hevur hon havt við sær, at vit kanska nýta meira tíð inni hjá okkum sjálvum, enn vit gjørdu áður.

Vit hava ikki longur fyri neyðini at fara út fyri at vita hvat fyriferst.. Fyrr máttu vit út fyri at leita okkum eftir Heiminum, men í dag er hann fluttur inn um egnu dyr okkara. Og júst hetta hevur við sær, at vit kunnu missa tað týdningarmesta, ið er í lívi okkara.

Nevnliga beinleiðis sambandið við onnur menniskju. Møguleikan at tosa saman, andlit til andlit. Vit vita um hvønn annann, men frástøðan er í ávísan mun vorðin størri. Grannar kenna ikki hvønn annan meira. Tað at støkka inn á gólvið til "ein drekkamunn" er ikki so vanligt, sum tað hevur verið.

Millum annað tí hava stevnurnar framvegis sera stóran týdning. Á stevnunum hittast vit til gleði og stuttleikar. Vit hittast til leik og spæl, gaman og álvara. Vit fáa andaligan førning, men fáa samstundis eisini lagt álvarssama hamin av okkum eina løtu.

Vit síggja glaðan ungdóm. Ungdóm, ið júst hevur lokið skúlagongd. Ungdóm, ið er liðugur við fyrsta týdningarmikla partin av lívi sínum - á veg inn í næsta lívsskeiðið. Vøkur og fryntilig ungfólk, ið lýsa av lívsgleði. Eini lívsgleði, ið ber boð um menniskju, ið hava fingið góðan førning og sum trúgva uppá egin evni. Ein lívsgleði, ið er smittandi og breiðir seg til okkum øll.

Og hvat frægari stað er at vísa lívsgleði, sjálvsvirðing, treysti og sjálvvissu enn júst á Jóansøku á Tvøroyri. Tí júst øll hesi hugtøk eru nøkur, ið altíð hava havt nakað við Tvøroyri, ja alla Suðuroynna, at gera.

Í hesum býi hava altíð búleikast fólk, ið hava víst vilja og áræði og sum samstundis hava havt eitt sinnalag, ið er sermerkt.

Sjálvur býurin Tvøroyri er jú av teimum yngru í Føroyum. Froðba og Trongisvágur eru aldargamlar bygdir, men Tvøroyri sjálvt varð ikki til fyrr enn Kongaligi Handilin setti á stovn úthandil sín her í 1836. Fyrstu húsini, ið bygd vórðu, vóru handilshúsini. Og júst hesi hús standa framvegis sum ein varði yvir tí virksemi, ið hevur verið á hesum plássi.

Tá Kongaligi Handildin varð avtikin og loyvt varð øðrum at reka handil eisini, vórðu ognirnar seldar til T.F. Thomsen og er tað framvegis sama ætt, sum í dag eigur handil, pakkhús, turkihús og alt, ið hevur hoyrt hesum stóra virki til. Og her í Krambagarðinum hava vit møguleikan at merkja søguna. Fiskaplássið, ið er einasta av teimum nógvu, ið eftir er á Tvøroyri, ber boð um eina tíð, ið kom at hava við sær stórar broytingar í øllum tí føroyska samfelagnum.

Ber boð um broytingina, ið hendi, tá føroyingar gjørdist lønararbeiðarar, tá samfelag okkara var fyri rembingum, ið førdu okkum inn í nýggja tíð. Rembingar, ið høvdu við sær, at viðurskifti og livikor okkara broytist á slíkan hátt, at vit eftir fáum árum komu ájavnt við grannar okkara.

Fiskaplássið ber eisini boð um eina tíð, ið kom at hava stóran týdning fyri alla føroyska fiskivinnu, fyri livikor, fyri abeiðskor og samband millum kvinnu og mann. Ja grundarlagið fyri øllum tí føroyska fiskaútflutninginum varð lagt her.

Her uddi av lívi. Kvinnur og menn arbeiddu lið um lið. Fiskur varð vaskaður og breiddur út til turkingar, hann varð stakkaður fyri at verja hann móti váta veðurlagi okkara og hann varð pakkaður, so til bar at senda hann til londini kring Miðjarðarhavið. Seinni kom nýggj tøkni til. Turkihús vóðu bygd og fiskaplássið misti tann týdningin tað hevði havt, men søguliga grundarlagið kann eingin taka frá teimum steinum, ið eru lagdir í plássið.

Høvdu hesir steinar kunna tosað, so høvdu teir sagt frá um hóp av fólki úr øllum Føroyum, ið høvdu leitað sær til Tvøroyrar at arbeiða. Her var arbeiði til allar hendur. Menn og dreingir komu fyri at fara til skips við nógvu sluppunum, ið vóru heimahoyrandi her. Kvinnur og gentur komu fyri at arbeiða í fiski. Arbeiðið var hart og mangan var tungt hjá nógvum at fáa endarnar at røkka saman.

Men eitt, ið eyðkendi tey fólk, ið búðu her, var lætta lyndið. Her, mitt á Tvøroyri vaks upp ein arbeiðarabýlingur, "Kirkeval" ella "Valurin", sum hann verður nevndur. Fólk í hópatali búði her. Fátækslig vóru korini hjá mongum, men lívsgleðin, skemti og lætta lyndið var tað, ið bar tey gjøgnum trongu tíðirnar. Sama lyndið, sum í dag er eyðkenni hjá Suðringum, ið á sín egna speirekandi hátt kunnu siga nøkur ting, ið onnur fólk ikki høvdu sloppið væl frá.

Tvøroyri var tá ein kosmopolur í miniformati. Her vóru útlendingar komnir at arbeiða í kolaminunum í Rangabotni. Her vóru fólk úr øllum Føroyum savnaði og gav hetta eisini eina neyðuga samanrenning millum ymsar lívsfatanir og livihættir. At fólk eru komin alla staðir frá bera staðarnøvn á Tvøroyri framvegis boð um.

Hús bera nøvn, ið siga hvar tey, ið búðu í teimum, upprunaliga komu frá. Her eru hús, ið nevnast "á Skarvanesi", "á Morskranesi" og "hjá Sandinginum" fyri bert at nevna nøkur, men eisini nøvn sum "Bulldog" bera boð um, at býurin hevði samstarv út um landoddarnar.

Her hendi nakað og her vórðu lunnar lagdir undir nógv av tí, ið vit øll njóta gott av í dag. Fakfelagsrørslan hevur sín uppruna her og elsta ítróttafelagið í landinum varð sett á stovn her fyri nærum 110 árum síðani. Aðrar ítróttagreinar sum eitt nú borðtennis hava sín uppruna her og navnframa tíggjumannafarið "Suðringur" umboðaði á framúr hátt bý og róðrarfelag í meira enn seksti ár. Í dag hava vit á hesum plássi, framúr góðar ítróttargreinar sum gera vart við seg. Hetta er svimjing og flogbóltur.

Sermerkt fyri staðið Tvøroyri var, at tað, kanska fram um nakað annað stað í Føroyum, tíðliga hevði býardám. Her vóru urtagarðar og prýðilig og stór hús. At ganga niðan kirkjubrekkuna, fram við vøkru og væl girdu urtagørðunum, niðan móti stásiligu kirkjuni, ið vinnulív og arbeiðarar bygdu í felag, hevur hugtikið mangan.

Oman undir Heyggin fyri síðani at fara heim aftur móti havnalagnum og teimum nógvu stóru handilshúsunum, ja heilt inn á Hvítanes lógu hesi handils- og reiðaravirki. Hinu megin fjørðin lá stóra saltsiloin og oman úr Rangabotni varð gjørdur rennistrongur oman á Drelnes, so til bar at flyta kolið oman úr minunum.

Jú her var lív í.

Men sum so mong onnur varð Tvøroyri eisini rakt av kreppuni, ið herjaði Heimin í tjúgunum og tríati-árunum. Nógv fór av knóranum, men við broytingum og nýhugsan, millum annað við at arbeiðsfólkini sjálvi tóku yvir partar av vinnulívinum, hóraði býurin undan. Men aftur í fimtiárunum vóru trongar tíðir. Men enn einaferð bar til.

Og soleiðis hevur verið. Upp og niður. Eina løtu ríðandi á aldukambinum, næstu niðri í aldudalinum. Men altíð hevur tó borið til, hóast tað mangan hevur verið sera tungt.

Nú kreppan var um at taka okkum av fótum fyri minni enn tíggju árum síðani varð Suðuroyggin serliga hart rakt. Fólkatalið er minkað munandi og arbeiðsloysið var ógvusligt. Fólk góvust tó ikki á hond. Vend er spakuliga við at koma í og eingin ivi er um, at Suðuroyggin aftur vil reisa seg og finna rætta sæti sítt. Halga Bók sigur okkum jú um tey sjey raku og tey sjey feitu árini og, eins og í so mongum øðrum av lívsins viðurskiftum, ber Bókin okkum boð um, at lív okkara er umskiftandi.

Og hetta er nakað, ið er galdandi í øllum lívsins viðurskiftum. Vit hava jú øll bæði góðar og ringar løtur, men tíbetur eru góðu løturnar tær, ið vit hava flestar av.

Og í góðum løtum minnast vit eisini aftur til ta tíð, sum fyri flest okkara var tann besta, nevnliga barnaárini.

Hargaskaldið mikla tekur í kvøðu síni um Tvøroyri til á henda hátt:
"…tí urtin trívist best har rótin rann, og gamal har, sum móðir aldi hann…"
Og soleiðis er eisini hjá mær. Mínir barnaskógvar vórðu traðkaðir í Trongisvági, á Brekkunum. Fyri meg er vakra sjónin av Oyrnafjalli, Gluggunum, Enninum og stórbara fjørðinum nakað, ið sigur mær frá tíð tá alt var gott. Ein sjón, ið dregur fram minni um dreingir, ið spældu fótbólt á Sandinum ella svumu í Ósanum. Ja kanska fingu við eisini loyvi at sleppa við í Hvannhaga ella Vestur í Botn soleiðis at vit kundu uppliva avbera vøkru nattúruna, ið sermerkir hesa oyggj, soleiðis at hon longu á ungum árum varð partur av lívi okkara.

Í góðveðrinum seinrapartin í gjár, upplivdi eg aftur Hvannhaga. Fór oman Grindina, framvið Dissjarnar og oman á vatnið. Sat og kundi njóta náttúruna og friðin har góða stund. Barnaminnini komu fram fyri ein á hesum náttúruvakra plássi. So aftur til gongu niðan gjøgnum Frostgjógv.

Jú, sanniliga er Hvannhagi vakrasta stað í Føroyum.

Jú Suðuroyggin hevur nógv at bjóða, men samstundis hevur útlongsulin eisini ligið Suðringum í blóðinum. Teir hava ikki verið bangnir fyri at leita sær út. Um tað so hevur verið til aðrar oyggjar í heimlandinum ella út í stóru Verð. Teir hava búsett seg í fremmandum londum, starvast hinumegin jarðarknøttin ella bert roynt seg í Havnini.

Men felags fyri teir allar er, at teir ikki heilt hava vilja slept heimbygdini - at teir hava havt ávísan heimlongsul í sær. Ein longsul, ið hevur við sær, at teir leita sær aftur til Tvøroyrar og Jóansøkuna. Til eina tíð, ið er farin, men sum framvegis livir í hugaheiminum og sum framvegis kagar undan, tá tú á stevnunum hittir vinfólk.

Tá liva vit øll aftur, tá eru árini skolaði av okkum og eisini vit kenna tað, sum vit teljast millum tey ungu og vøkru fólkini, ið eru á ferð inn í lívið. Vit eru fyri stutta stund javnlíkar.

Tá skilja vit orðini, sum Thorolf Dam festi á blað - staddur í útlegd í størri býi - tá hann segði: "…og tá ið mánalýsið gyllir hústøk, í hesum býi, hvat er vakrari? Tá síggja eygu míni ikki hetta, tí tá eg droymi meg á Tvøroyri…"

Nostalgi vil onkur óiva nevna tað.

Og rætt er tað eisini, men tað hevur tó altíð ein farra av álvara við sær. Tí júst tað at vit minnast og leita aftur á gamlar gøtur gevur okkum tilvit um søguna. Um ta søgu, ið skal hjálpa okkum at mynda ta framtíð, ið øll á onkran hátt eru partur av.

Og stevnurnar eru ein týðandi partur av søgu okkara, Hava verið tað nú í nógv ár og koma eisini at vera tað í nógv ár framyvir. Men við stevnunum fylgir eisini ábyrgd. Ábyrgd móti okkum sjálvum og móti næstanum. Onkursvegna tykjast vit altíð at kunna finna okkurt at vera ósamd um. Jákup Dahl segði tað jú í grein síni í 1930 og Hans Andrias Djurhuus segði í sangi sínum, at: "Saman at halda varð ei okkum givið, tí er so lítið burturúr her blivið...." men vit vita jú eisini, at skulu vit framhaldandi liva á vøkru oyggjum okkara, so eiga vit at leggja burtur ósemjur, stríð og agg. Harvið ikki sagt, at vit skulu vera samd um alt, men tað eigur at bera til at at arbeiða seg fram móti semjum - i friði og náðum.

Lat okkum tí nýta Jóansøkuna til at seta lívsgleðina í hásæti, til at prógva at tað ber okkum til at vera saman um alt. Lat okkum prógva at vit hava sjálvsábyrgd og at vit megna at vísa bæði okkum sjálvum og teimum útlendsku eygunum, ið altíð hvíla á okkum, at vit duga at bera okkum at, sum tað sømir seg mentaðum fólki.

Latið okkum uttan ovurhonds nógva drekking nýta stevnuna til "leikir og ítróttir, til dans og skemtunar, til at hitta vinir og frændur, ja gera stevnuna til eina samkomu- og samfelagstíð hjá fólki okkara, so hon kann verða eitt merki um, at vit hoyra øll saman og eiga at vera eitt sameint fólk.",

Lat okkum vísa, at Janus Djurhuus hevur rætt, tá hann í ítróttasangi sínum sigur:

"Førum fram yvir fjøll, gjøgnum dal- Føroya hárfagri ungdómur stinni- nú er tímin til ítrótt og spæl- lívsins vártíð og summartíð sæl nýtum vakurt og væl, so hon verður eitt stimbrandi minni."

Við hesum fáu orðum er Jóansøkan 2001 á Tvøroyri sett og vil eg ynskja øllum eina góða stevnu.

Takk fyri.

Heðin Mortensen
23.06.2001
ss

 

 



Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya