|

Vitjandi
nr:
síðani 1. sep.
03
|
|
01-07-2010 ................................................................
<-----
aftur
|
| Stórur áhugi at giftast í Føroyum |
Borgarstjórin í Havn hevur úr at gera at gifta bæði útlendingar og føroyingar, sum búgva uttanlands – og vígslustøðini røkka líka frá Slættaratindi og inn í hansara egna fundarhøli.
Fleiri føroyingar, sum búgva uttanlands, ynskja at koma heim at gifta seg. Í seinastuni hava eisini verið útlendingar, sum eru giftir á Ráðhúsinum í Havn. Og slíkir fyrispurningar koma alla tíðina.
Men tað er ikki altíð so einfalt at borgarstjórin sleppur avstað við bara at gifta fólk í býráðssalinum ella í fundarhølinum hjá borgarstjóranum. Ynskini eru mong og vígslur fara fram líka frá Adventistakirkjuni og Ebenezer til Argjahaga og heilt upp á Slættaratind.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at allir rímiligir fyrispurningar verða viðgjørdir. Og tá hann heldur tað vera rímiligt at skula ganga niðan á Slættaratind at gifta fólk, so er helst rímiliga langt til nakað verður órímiligt.
Trýstið á borgarstjóran at gifta fólk er størst um páskirnar, undan ólavsøku og á jólum. |
|
|