.
| Javnaðarflokkurin | Løgting | Býráðið | Ítróttur | Talur |






Send mær ein teldupost

Vitjandi nr:

síðani 1. sep. 03

 

 
Løgtingsgreinar 1 til 86 av 86


Evni: Løgtingsgreinar l 13-01-2004
Fullveldisdreymurin ringasta marran
Eftir alt ov mong ár við politiskari oyðimarkargongd, tí landsins leiðsla stardi seg blinda upp á fullveldi, hevur Føroya fólk brúk fyri einum nýggjum tíðarskeiði, har vit lata svøvntunga frælsisdreymin liggja og hugsa um realpolitikk!

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 12-01-2004
Hví skal Palleba altíð renna frá Peri til Pól?
Ein støðug forðing, vanligi borgarin í Føroyum ferð eftir ferð rennir seg í, er tann fløkta og ofta illa samskipaða almenna fyrisitingin. Hevur tú ein trupulleika, verður hann sjáldan minni av, at tú skalt renna frá Peri til Pól, kanska enntá uttan at fáa greið boð ella at fáa tínar spurningar svaraðar á einum og sama stað.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 11-01-2004
Leigulóggávan má dagførast
Eitt afturvendandi evni undan vali eru umstøðurnar hjá teimum, ið búgva til leigu, men eisini umstøðurnar hjá útleigarunum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 10-01-2004
Hvør vil vera forsømdur?
Enn eina ferð er eldraøkið eitt av stóru evnunum í valstríðnum, og tað er heldur ikki so løgið. Her er snøgt sagt einki hent!

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 09-01-2004
Hin ósjónligi Tjóðveldisflokkurin
Hin ósjónligi Tjóðveldisflokkurin Í eini roynd at eggja sínum fólki til at arbeiða fyri flokkin, sleingir Høgni Hoydal um seg við tí, ið minnir ikki sørt um mistonkiliggerð av øðrum flokkum, tá hann setir spurnartekin við, hvaðani teir fáa pening til valstríðið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 08-01-2004
Skammiligt met at eiga
Skammiligt met at eiga Enn eina ferð hava vit fingið staðfest, at Føroyar hava hægsta skattatrýst í Europa, samstundis sum lítið man vera at ivast í, at vit á hesum øki eru í nánd av einum heimsmeti.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 07-01-2004
Segði nakar rukkulív…
Ikki hissini gleps, Páll á Reynatúgvu gevur frá sær, nú hann eftir øllum at døma roynir at endurskapa øsingarherferðina hjá tjóðveldisharkaliðnum frá undanfarna løgtingsvali.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 05-01-2004
Uppruddingin verður stór
Álit, áræði og framburður eru lyklaorð, tá talan er um politikkin hjá Sambandsflokkinum, ið alla sína tíð hevur verið ein borgan fyri, at Føroyar hava verið eitt liviligari samfelag hjá øllum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 03-01-2004
Ein ússalig fortíð, men eingin framtíð
- Eg hevði væntað nakrar visiónir og nakrar greiðar tankar um framtíðina, men tvørturímóti er nýggjársrøða løgmans ein samanumtøka uttan annað innihald enn ífyllu og handavask, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður í sambandsflokkinum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 30-12-2003
Annað enn bomm og søta keks
Nakað av tí síðsta, fráfarna landsstýrissamgongan ætlaði sær at avrikað, var at fáa børn og pensionistar at ofra nakrar av sínum fáu ágóðum, so nakrar útjaðaramilliónir aftrat kundu skúgvast niður í fullveldiskassan.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 28-12-2003
Góðan dag, Føroyar!
Óansæð um komandi løgtingsvalið skal vera ein uppgerð millum vinstru og høgru ella samband og fullveldi, so er valdagurin 20. januar ein einastandandi møguleiki hjá Føroya fólki.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 22-12-2003
Nú skal arbeiðast!
Óivað eru nógvar orsøkir til, at føroyska veljarafjøldin kemur til sína greiðu niðurstøðu í veljarakanningini fyrr í vikuni, sum fyrst og fremst vísti Sambandsflokkinum ovurstórt álit.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 19-12-2003
Fólksins dómur:
Sjáldan man skriftin hava staðið við so stórum bókstavum á vegginum, sum nú nýggj veljarakanning vísti væl og virðiliga, at Føroya fólk hevur fingið nóg mikið av fullveldistosinum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 16-12-2003
Hvussu skapa vit vøkstur her á landi
Vøkstur gjøgnum arbeiðsmegina Virkini hava brúk fyri góðari arbeiðsmegi. Tí krevst ein vælvirkandi arbeiðsmarknaður og ein góð útbúgvingarskipan. Aftrat hesum koma góðar og tryggar rammur, sum eggja fólki at arbeiða.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 16-10-2003
Ein upplivingarrík ferð at enda komin
Í Washington er heilt øðrvísi enn í New York, meira friðarligt og meira trø og vøkstur. Vit hava sæð The Capitol, Hvítu Húsini og annars vitja søgulig støð og annað. Ein spennandi og minnilig ferð er um at vera komin at enda.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 11-10-2003
Føroyingar eru allastaðni
"Kári, Kári... hvar fert tú?" - ja verðin er lítil - hesi orðini rópti eg eftir Kára á Rógvi í móttøkuhøllini í ST-bygninginum í New York fríggjadagin.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 06-10-2003
Ferðafrásøgn úr New York
Umframt at røkja fundarvirksemi, hevur høvi eisini verið at sæð og upplivað ymist í New York - líka frá blómandi mentanarlívi yvir øðrvísi kirkjugongd til ymsar útferðir

Heðin Mortensen, løgtingslimur

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 29-09-2003
Heðin Mortensen: 58. ST-aðalfundurin í New York
Áhugaverdur fundur um UNICEF.
Fyrst sóðu vit ein videofilm úr Nanibia, sum UNICEF hevur gjørt í samband vid HIV/AIDS fyribyrging har. Í Nanibia búgva 1,8 mió fólk, har 50% liva undir lágmarkinum, 26% eru HIV-positiv, og meðal-livialdurin er 43 ár.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 26-09-2003
Heðin Mortensen - 58. ST-aðalfundurin í New York
Á middegi mikudagin var fundur vid danska uttanríkisráðharran Per Stig Møller á donsku sendistovuni, har ambassadørurin Ellen Margrethe Løj eisini var hjástødd. Uttanríkisráðharrin greiddi frá innihaldinum í røðuni, sum hann skuldi halda seinni sama kvøldið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 24-09-2003
Heðin Mortensen: 58. ST-aðalfundurin í New York
Ferðin úr Keypmannahavn til New York mánadagin 22. september gekk væl. Danski konsulin í New York og 2 fólk frá donsku ST-sendistovuni tóku væl ímóti okkum í Newark floghavnini og koyrdu okkum til hotellið. Hotellið liggur á East 34th Street, og búgva vit á 35. hædd við stórslignum útsýni yvir býin. Komin á hotellið, var skjótt gjørt av, tí vit skuldu oman til ST-skrivstouna fyri at fáa serlig atgongumerki beinanvegin.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 17-07-2003
VIT HAVA LOYSNIRNAR
Tað eydnaðist Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum at súlta málið um Tekniska Skúla í Havn, soleiðis at ongin skúli kann byggjast í bræði.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 29-04-2003
Tekniski Skúlin í Havn
Minnilutin harmast um og átalar, at eitt so týdningarmikið mál fyri yrkisútbúgvingarnar í Føroyum nærum onga viðgerð hevur fingið í mentanarnevndini. Málið varð leysliga umrøtt 18. mars uttan at farið varð inn í sjálvt málið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 29-04-2003
Jógvan Arge vil forða fyri, at Tekniski skúli og Handilsskúlin í Havn verða bygdir
Jógvan Arge royndi í eini blaðgrein fyri páskir at geva mær skuldina fyri, at hann sum formaður í løgtingsins mentamálanevnd ikki hevði klárað at avgreitt málið um bygging av Tekniska skúla og Handilsskúlanum í Havn.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 29-04-2003
Vanvirðing fyri Løgtinginum
Umboð Sambandsfloksins og Javnaðarfloksins í mentanarnevndini ( Heðin Mortensen, Andreas Petersen og Katrin Dahl Jakobsen) átala harðliga, at løgtingslógaruppskotið um Tekniska skúla og Handilsskúlan í Havn verður súltað í nevndini.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 11-04-2003
Tekniski Skúlin í Tórshavn
Hetta mál varð beint mentanarnevndini 6. mars 2003, men enn hevur nevndin ikki latið álit úr hondum. Vísandi til tingskipanina § 32, stk. 2 verður biðið um, at tingformaðurin setir til atkvøðugreiðslu spurningin um, at málið fer til 2. viðgerð uttan nevndarálit.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 07-02-2003
Heðin spyr løgmann um landsantikvarin
Í tinginum í gjár spyr Heðin Mortensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, løgmann, um hann metir at landsstýrismaðurin í mentamálum, hevur avgreitt starvssetanina rætt?

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 07-02-2003
FJØLMIÐLAÁBYRGDARLÓGIN - EIN SKRÚVA UTTAN ENDA
Í áravís hava vit hvørki havt fjølmiðlaábyrgdarlóg ella fjølmiðlaetiskt ráð í Føroyum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 07-02-2003
SETAN AV LANDSANTIKVARI
Aftaná at setunarnevndin hevði innstilla sama persón heilar tvær reisir, tekur landsstýrismaðurin í mentamálum ikki undir við hesum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 30-01-2003
LEINGI ER TAÐ, IÐ VÆL SKAL VERA
Hetta er ikki fyrstu ferð, at vit í Sambandsflokkinum hava roynt at fingið eitt orðaskifti í lag um búnaðarjørðina.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 27-12-2002
løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 9. november 2002, og eftir 1. viðgerð tann 19. november 2002 er tað beint mentanarnevndini. Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. november og 3., 9. og 12. desember 2002.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 27-04-2002
Mín meining
Mong átroðkandi mál bíða bara eftir, at eitt nýtt løgting kemur saman og fer til arbeiðis. Og nógv er at tríva í.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 26-04-2002
Góð og gomul
Vanligt er at tosa um tað góða og gamla. Men í Føroyum eiga tey gomlu ongan góðan. Bæði tey eldru sjálvi og teirra avvarandi eru komin í neyð av, at eldraøkið er forsømt í fleiri ár.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 26-04-2002
Skatturin
"Miðað verður eftir at linka skatta- og avgjaldstrýstið á húsarhald… Málið er ein so høg skattafrí grundarupphædd sum møguligt og so lágt skattatrýst sum møguligt. Lagt skal vera upp fyri, at láginntøkur og barnaríkar familjur verða ikki fyri vanbýti.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 25-04-2002
Eldraíløgur
Farna løgtingskeiðið eru íløgur gjørdar á mongum økjum og í mongum pørtum av landinum. Tunnlar og ferjur hava serligan áhuga hjá løgtingsmonnum. Okkurt smádreingjaligt er við hesum politikarum, sum spæla sær við samferðslukervinum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 24-04-2002
Eldraíløgur
Farna løgtingskeiðið eru íløgur gjørdar á mongum økjum og í mongum pørtum av landinum. Tunnlar og ferjur hava serligan áhuga hjá løgtingsmonnum. Okkurt smádreingjaligt er við hesum politikarum, sum spæla sær við samferðslukervinum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 24-04-2002
Kortini á borðið!
Tað er stórur tørvur á leiguíbúðum. Fyri ein part til tey yngru, serliga einlig foreldur og lesandi. Fyri ein part til fólk við serligum tørvi vegna brek ella annað. Fyri ein part til tilkomin og eldri, sum ikki hava ráð og umstøður at røkja eini stór sethús longur.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 12-04-2002
Á tann deiliga Havn!
Tjóðveldisflokkurin hevur borið eitt kulørt blað í hvørt hús. Har stendur millum annað at lesa, at meginreglan skal vera, at almennir stovnar skulu leggjast uttanfyri miðstaðarøkið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 08-04-2002
Við ella ikki?
Tjóðveldismenn plaga at rógva upp undir, at vit ikki eru í parti við Danmark. Onkur teirra sigur okkum vera part av Norra, onkur sigur at vit eru í vanda fyri at melda okkum inn í Danmark, um vit atkvøða nei til fullveldi.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 08-04-2002
Fara at ganga saman
Eftir næsta val mugu vit skipa tvær samgongur. Onnur samgongan verður landstýrissamgonga millum javnaðarflokkin og sambandsflokkin. Henda samgongan fer fyrst og fremst at skipa ein felags politikk á búskapar-, fíggjar-, skatta- og vinnuøkjunum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 05-04-2002
Ítróttarhøllin í Kollafirði
Síðsta heyst varð hildin borgarafundur í Kollafirði um gongdina síðan kommunusamanleggingina. Komið var inn á ítróttarhøllina av tí, at tað sýntist sum um arbeiði var steðgað upp.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 05-04-2002
Pyntað seg við leigaðum fjarðum!
Javnaðarfólk siga seg vera fyri fleiri leiguíbúðum og fleiri alternativum íbúðum. Kári Petersen og Elin Lindenskov skriva enntá, at "Javnaðarflokkurin ætlar at broyta mvg-lógina og lógina um rentustuðul, so íbúðarfeløg fáa rætt til mvg-frítøku og til rentustuðul."

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 30-03-2002
Bert fáar almennar útreiðslur eru goldnar
Tað er ikki óvanligt, at umboð fyri sitandi samgongu lovprísa tí politikki, sum samgongan hevur staðið fyri hesi seinastu 4 árini. Fleiri av teimum siga bart út, at ongantíð er so nógv hent í einum valskeiði sum hesum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 27-03-2002
Hvat eigur borgarin at fáa?
Føroyska samfelagið er komið burtur úr kreppuni, hóast uttanlandsskuldin er rættuliga stór. Skuldin, sum er millum 4 og 5 milliardir kr., tyngir ikki búskapin so nógv í løtuni, tí fitt yvirskot hevur verið á fíggjarlógini.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 26-03-2002
Harra Páll Poulsen
Tú hevur sett mær nakrar fyrispurningar, sum eg fegin vil svara uppá. Fyrst tillukku við seksti ára degnum hjá KÍF við ynskjum um eina mennandi framtíð.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 25-03-2002
Bert fáar almennar útreiðslur eru goldnar.
Tað er ikki óvanligt, at umboð fyri sitandi samgongu lovprísa tí politikki, sum samgongan hevur staðið fyri hesi seinastu 4 árini. Fleiri av teimum siga bart út, at ongantíð er so nógv hent í einum valskeiði sum hesum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 18-03-2002
Gaman at ferðast saman
"Hjún, har annað hevur alla inntøkuna, verða at javnstilla við hjún, har bæði hava inntøku." Hetta skriva samgongufólk undir fyri skjótt fýra árum síðani. Sjálvt um Bjarni Djurholm og Finnbogi Arge hava sitið á formansessinum í fíggjarnevndini, er onki hent.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 14-03-2002
Landssjúkrahúsið í sori!
Vit hava enn einaferð fingið staðfest, at Landssjúkrahúsið er so niðurpínt, at nógv skal til fyri at skapa eitt rímiligt støði. Vit sóu tað, tá sjúkrasystrar á eini deild valdu at siga upp. Tað gjørdu tær, tí arbeiðsumstøðurnar vóru ótolandi.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 14-03-2002
Samfelagið endar í sori!
Samgongan sigur ferð eftir ferð, at støðan í føroyska samfelagnum ongantíð hevur verið so góð sum nú! Vit, sum sita á síðulinjuni, hava ferð eftir ferð gjørt vart við, at soleiðis er veruleikin bara ikki.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 10-03-2002
Nærbygdirnar
Havnin er nógv vaksin seinastu árini. Bæði í vídd og fólkatali. Tað er sjálvsagt spell, um Føroya fólk burturav verður eitt býarfólk og missir sambandið við bø og haga, sjógv og djóralív. Vit hava øll gott av at vera eitt sindur bygdarlig. Tí er umráðandi at vit geva fólki, sum at kalla einans hava møguleika at arbeiða í Havn, møguleikan at búgva á bygd.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 08-03-2002
Ónytturnar í Havn
Tað stendur ikki í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu, at høvuðstaðurin "skal niður við nakkanum", sum tikið verður til. Men hjá pørtum av samgonguni hevur tað nærmast verið ein fragd at arbeiða ímóti øllum tí, sum hevur við høvuðstaðarøkið at gera.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 08-03-2002
Aldurdómur uttan MVG
Føroyskir pensjónistar hava ikki ov nógv at liva av. Tann sera avmarkaða pensjón, teir fáa frá landinum, røkkur ikki langt. Tað er at "føje spot til skade", at landið samstundis tekur pensjónina innaftur ígjøgnum skattin. Fyri pensjónistin er tað tað sama, um skatturin eitur inntøkuskattur, ella hann eitur meirvirðisgjald, ella okkurt heilt triðja.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 05-03-2002
Ellisheim, Ellisheim, Ellisheim
Fremstu trý málini hjá komandi samgongu mugu vera ellisheim, ellisheim og ellisheim. Tað eru ongi ellisheim bygd seinastu nógvu árini her í Suðurstreymi, samstundis sum fleiri gerast eldri, og alsamt færri kunnu búgva inni hjá børnum ella øðrum skyldfólki.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 04-03-2002
Amboðskassin
Høgni Hoydal eigur stóra takk uppiborna fyri amboðskassan, sum hann gav okkum. Hvítabók, grundlógararbeiði, samráðingar við danir, felagslýsingin hjá Fogh og løgmanni, alt hetta hevur gjørt, at fleiri amboð eru at brúka til at byggja land komandi valskeið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 01-03-2002
Fót undir egið borð
Føroyingar vilja fegnir hava fót undir egið borð. Borðið er ongin trupulleiki, tað er verri við húsunum. Húsaprísirnir hækka nógv skjótari enn lønirnar. Tey lágløntu, tey eldru, tey einligu og tey lesandi eru bara longri og longri frá dreyminum um egin hús ella egna íbúð.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 25-02-2002
Mangir bústaðir
"Ein greiður íbúðarpolitikkur verður raðfestur. Alternativir íbúðarmøguleikar skulu skapast kring landið í samstarvi millum landið og kommunurnar, bæði sum kommunalar/privatar leiguíbúðir, lutafelagsíbúðir, eldraíbúðir, íbúðir til rørslu- og menningartarnað, ungdómsíbúðir o. a." Hesi orðini eigur brátt farna samgongan. Knapt fýra ár seinni er onki hent. Onki!

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 22-02-2002
Mongum brestir ætlan
"Pensiónsøkið er afturútsiglt og verður tikið til viðgerðar. Endamálið er, at øllum verður veitt ein trygg og rættvís eftirløn… og neyðug stig framd." Hesi føgru orð standa í samgonguskjalinum hjá brátt farnu samgongu.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-02-2002
Høvdið á blokkin
Løgmaður og varaløgmaður eru ikki so væl longur. Men eitt eru teir samdir um. Teir vilja leggja høvdið á blokkin. Títt høvd! Hóast vit ikki gerast petti meiri sjálvbjargin ella sjálvstøðug, so hava teir lækka blokkin uttan at spyrja føroyingar eftir.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 17-02-2002
Og so ellisheim fyri rest!
Føroyingar flestir eru limir í einum fakfelag ella áhugafelag, sum samráðist teirra vegna. Tá arbeiðsfólk fara til arbeiðis er tað ikki tí, at tey treytaleyst geva seg inn undir arbeiðsgevaran ella mangla sjálvsavgerðarrætt.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 15-02-2002
Havnarskatt
Mín kæri vinur Eivin Jacobsen (tann í Sørvági) helt, at havnarfólk skuldu gjalda 25.000 krónur um árið fyri at eiga hús á bygd.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 04-12-2001
Orðaskifti um KT-vinnupolitikk
Tá eg skal siga mína persónligu hugsan um hesa KT-ætlanina hjá landsstýrismanninum í vinnumálum, so er einki at taka seg aftur í, at talan er um eitt sera snotiligt verk. Tað er sera áhugavert at landsstýrismaðurin vísir kunningartøkni so stóran áhuga, sum her er talan um.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 13-11-2001
Orðaskifti um ferðavinnu
Eingin ivi skal vera um, at vit í Sambandsflokkinum vilja vera við til at gera Føroyar til eitt gott ferðamannaland. Tað var eisini undir eini samgongu, sum Sambandsflokkurin stóð á odda fyri, at fyrstu lunnarnir vórðu lagdir undir at menna føroysku ferðavinnuna.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 19-10-2001
Formaðurin í uttanlandsnevndini vildi misbrúka málið
Formaðurin í uttanlandsnevndini ætlaði politiskt at misbrúka málið um at loyva hernaðarflogførum at flúgva ígjøgnum føroyskt loftrúm. Næstformaðurin í nevndini, Heðin Mortensen fekk tó forað hesum, og tíbetur varð flogloyvið givið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 17-10-2001
Uttanlandsnevndin
Umboð Javnaðarfloksins og Sambandsfloksins í uttanlandsnevndini vilja við hesum skrivi gera vart við sína misnøgd í sambandi við handfaringina av málinum um at geva amerikonskum hernaðarflogførum loyvi til at flúgva í føroyskum loftrúmi og til annað virksemi á føroyskum øki.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 25-08-2001
Off Side
Dimmalætting hevði í gjár nakrar viðmerkingar til ósemjurnar í uttanlandsnevndini. Spurningurin varð reistur, um talan mundi vera um valdsmisnýtslu. Eisini var stjórin hjá løgtinginum endurgivin fyri at siga, at kanningin av málinum var røtt.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 23-02-2001
Blaðmaður hjá Ekstra Blaðnum: Brævið kom úr Føroyum (23. februar 2001)
Mikudagin 21. februar stóð eitt lesarabræv í danska Ekstra Blaðnum við yvirskriftini "Sådan får Danmark oliemilliarderne". Brævið var undirskrivað H. Mortensen, Hoyviksvegen Thorshavn. Heðin Mortensen, løgtingsmaður (sum býr við Hoyvíksvegin) kennir einki til brævið.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-02-2001
Maðurin, sum øll misskilja
Hergeir Nielsen man teljast millum landsins mest misskiltu persónar. Næstan alt sum hann sigur verður misskilt, og onkuntíð eisini tað sum hann ikki sigur. Sjálvt tá hann sendir telefaks til pressuna, er tað onkur sum vil vera við, at hann hevur ikki sent tað, og at alt er ein misskiljing.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 10-10-2000
Orðaskifti um fíggjarlógina fyri 2001 1. viðgerð, týsdagin 10. Okt. 2000.
Til viðgerðar í dag er 1. viðgerð av fíggjarlógini fyri næsta ár. Tað er ikki lætt at spora nakra nýhugsan í hesum fíggjarlógaruppskotinum. Postarnir eru teir somu, og í ávísum førum eru teir hækkaðir nakað.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 15-05-2000
Landsstýrismaður í Rasshafti
Heðin Mortensen, løgtingslimur, hevur í fyrspurningi biðið landsstýrimannin í vinnumálum greitt tinginum frá øllum teimum ymsu studningsskipanum, sum galda fyri landbúnaðin, og hvussu studningurin er býttur millum bøndurnar. Landsstýrismaðurin avdukaði í svari sínum, at heldur ikki hann hevur fult yvirlit yvir studningsfløkjuna.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 12-05-2000
Fólkaatkvøðan er ein fella!
Eftir at hava runnið høvdið ímóti berginum ferð eftir ferð, hevur samgongan nú gjørt av at halda tvær fólkaatkvøður um framtíðarstøðu Føroya. Tann fyrra skal vera 26. mai í ár og tann seinna skal vera í 2012.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-04-2000
- Far endiliga til Nato, løgmaður!
- Men ger tað á rættan hátt og gjøgnum teir stovnar og tær ráðharrastovur, sum sambært løgmanni sjálvum umsita hetta mál, sigur Heðin Mortensen, næstformaður í Uttanlandsnevndini, sum í dag endiliga loysir frá posabandinum um hvat veruliga fór fram á fundinum í Uttanlandsnevndini 8. február.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 15-04-2000
En røst fra havet
Tað er mangan hugaligt at síggja, hvussu fólk víða um landið fylgja við í arbeiðinum hjá tingmonnum. Enn meiri hugaligt er, at menn á sjónum, eitt nú á kraftblokkaveiðu í donskum sjógvi, hava kunnleika ikki bert til tingarbeiðið, men sanniliga eisini til innanhýsis nevndarskjøl.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 23-02-2000
Hvat skal støðið vera í samfelagnum!
Sáttmálasamráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum eru byrjaðar, og vit hava longu verið vitni til sama skilið sum fyri tveimum árum síðani. Tað kemst ongan veg. 1. mars fara teir flestu sáttmálarnir úr gildi, og eina viku seinni, ella har á leið, so verður alt samfelagið lagt lamið av verkføllum.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 25-11-1999
Formanskapurin vísti ákærunum ímóti Heðini Mortensen frá sær
Formanskapurin í Løgtinginum vildi ikki viðgera kæruna, sum løgmaður hevur reist móti Heðini Mortensen. Í skrivi til løgmann sigur løgtingsformaðurin, millum annað: "formanskapurin hevur ikki viðgjørt kæruna um Heðin Mortensen serstakt".

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 21-11-1999
Tíðindaskriv
Hví kann ein løgtingsmaður ikki siga, at landsstýrið fer eftir fullveldinum, tá landsstýrið kann skriva í brævi til allar danskar fólkatingsmenn: "Formålet med det forberedelsesarbejde, landsstyret har gjort i snart to år, er, at Færøerne og Danmark skal indgå en traktat, der:

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-11-1999
Til Samráðingar við ongum meiriluta aftanfyri seg
Fríggjadagin tann 17. mars, upprann so dagurin, tá landsstýrið við fullari manning fór til Danmarkar at samráðast um loysingina úr ríkisfelagsskapinum. Líka síðani verandi samgonga sá dagsins ljós, hevur hon havt eittans mál á skránni, og tað er loysing.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-11-1999
Hvør kann kenna seg tryggan?
Løgtingið hevur júst havt aðalorðaskifti um uttanlandsfrágreiðing løgmans. Í hesi frágreiðing verður millum annað sagt um sáttmálasamráðingarnar millum Føroyar og Danmark, at fólk kunnu kenna seg trygg við hesar samráðingar.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 18-11-1999
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava skrivað felags álit í Uttanlandsnevndini um rættarstøðu Føroya
Vísandi til samgonguskjalið, løgtingssamtyktina frá okt. 1998, og til uppritið, so er tað ferð eftir ferð sligið fast, at málið hjá landsstýrinum var og framhaldandi er at skipa Føroyar sum eitt fullveldisríki, v.ø.o. loysing. Hesum tekur hesin minnilutin ikki undir við.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 22-10-1999
Nýmótans skúlaskipan, men eingir pengar
At Sambandsflokkurin veruliga meinar nakað við hetta, vísti flokkurin í verki í seinastu samgongu. Umframt at seta á stovn granskingarráð og gera nýggjar lógir fyri fólkaskúlan, studentaskúlar og HF, so setti okkara landsstýrismaður í skúlamálum, Eilif Samuelsen eisini útbúgvingarpolitikk-nevndina.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 20-10-1999
Oljuhavn og floghavn
Nú vit eru á veg inn í eina nýggja øld, og inn í eitt nýtt ártúsund, standa stórar avbjóðingar fyri framman. Løgtingið hevur júst havt fyrstu viðgerð av uppskotið til løgtingslóg, sum skal geva oljufeløgum loyvi til at bjóða uppá- og fara undir at leita eftir kolvetnum í føroyskum øki.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 17-10-1999
Føroyska samfelagið má nú koma víðari
Fullveldisætlanin hevur havt fyrsta prioritet hjá samgonguni, og fyri hesi ætlan má alt annað víkja. Næstan øll úrslitini, sum løgmaður í ólavsøkurøðuni gav sitandi samgongu heiðurin fyri, vóru í ljósmála, og um at vera loyst, longu tá landsstýrið varð skipað.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 16-10-1999
Ríkisstuðulin hevur ment Føroyska búskapin!
Seinastu tíðuna hava fullveldisflokkarnir roynt at trútta niður í Føroya Fólk, at føroyski búskapurin hevur stigið við risastigum seinastu árini. Tøl sum hækking uppá millum 7-10 prosent um árið, hevur verið gerandiskostur.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 15-10-1999
Allir pensionistar
Tað er sera einfalt at gera útvarp, sjónvarp, olju og streym "ikki MVG skyldug". Tað hevði lætt ómetaligt um hjá teimum, sum bygdu hetta land. Eg havi sum tingmaður sett fíggjarmálaráðharranum spurning um MVG, sum pensionistar gjalda fyri at hava útvarp, sjónvarp, streym og hita.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 14-10-1999
Kommunalt sjálvræði
Havi sett løgmanni fyrispurning um samsvarið millum stýrisskipanarlógina og ta viðferð, sum kommunurnar fáa frá løgmanni og landsstýri.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 12-10-1999
Skiparar og skúlaungdómar mugu flyta
Fyri at vera skipari í danska handilsflotanum, er tað ein fortreyt, at tú ert danskur ríkisborgari. Tí noyðast teir føroyingar, sum í dag manna hesi størv, annaðhvørt at flyta til Danmarkar at búgva, ella at finna sær eitt nýtt starv, um Føroyar gerast fullveldi.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 11-10-1999
Á leikvøllum
Eg havi sum ítrottarmaður fingist nógv við fótbólt. Summi halda, at tað at sparka, tað kann einhvør gera, tað kann ikki vera tann stóra avbjóðingin í tí. Men sum fótbóltspælarar vita, so skal meira til enn at sparka bóltin.

Les meira...

Evni: Løgtingsgreinar l 10-10-1999
Hví Caragata?
Tá aðalorðaskiftið var í løgtinginum um framtíðar vinnupolitikkin í Føroyum, luttók eingin andstøðutingmaður í orðaskiftinum, av tí at samgongutingmenn ikki kundu semjast um, hvønn politikk landsstýrið og samgongan hava á hesum øki.

Les meira...

 





 

 


Heðin Mortensen - tel. 31 11 96 / fax. 31 12 65 / fartel. 21 11 96

Gjørt síðuna og sum er webmaster -------> Guðrun Heðinsdóttir Mortensen



Løgtingið Býráðið ÍSF Skansin Forsíðan Send mær ein teldupost Býráðið Løgtingið Ítróttasamband Føroya