|
FORMANSFRÁGREIÐING
Føroya Javnaðarflokkur
- Landsfundur 12. november 2005 á Svangaskarði



frameftir herja ella aftureftir verja
Góðu partafólk
Nú vit hava sett skjøtil
á arbeiðið Vísión 2015, har
vit skulu orða okkum ítøkiligar ætlanir
fyri, hvussu Føroyar skulu mennast til at gerast
millum heimsins bestu lond at búgva og virka í
í 2015, hevði tað ivaleyst eisini verið
bæði rætt og rímiligt, at Javnaðarflokkurin
eisini orðaði eina ætlan fyri virksemi floksins
komandi 10 árini, soleiðis at flokkurin uppaftur
meira gerst ein flokkur, ið er neyðugur til tess
at røkka málunum. Eina ætlan, sum sjálvandi
tekur støðu eisini til tær nýggju
avbjóðingarnar, sum bíða okkum. Hetta
eru avbjóðingar, sum øll heimsins lond
standa yvirfyri og tað vera tey lond, sum duga
best og eru skjótast at tillaga seg og til at bróta
slóð, sum gerast vinnararnir. Júst tí
er heitið á hesi formansfrágreiðing
Frameftir herja ella aftureftir verja.
Búskaparliga afturstigið,
vit staðfestu seinasta ár, tá fíggjarlógin
fyri 2005 varð gjørd, sær út til
at halda fram, tó okkurt er, sum bendir á,
at tað hevur hug at kvinka rætta vegin. Vit hava
framhaldandi vøkstur í lønarútgjaldingunum,
men seinastu mánaðirnar hava vit tíbetur
serliga sæð henda vøkstur innan fiskivinnuna.
Fíggjarlógin fyri 2006
fer eisini at hava hall, fyrst og fremst tí, at samgongan
er samd um, at tað er ikki rætt at steðga
á við almennu virkseminum kring landið, samstundis
sum tænastustøðið ikki skal lækka
óneyðugt í okkara vælferðarskipanum.
Føroyski búskapurin er
ein sera lítil og opin búskapur í altjóða
samanhangi. Sereyðkenni hjá einum lítlum
og opnum búskapi er stórur uttanlandshandil,
samstundis sum lítli búskapurin onga ávirkan
hevur á gongdina í altjóða búskapinum.
Lítli og opni føroyski búskapurin má
sostatt góðtaka og tillaga seg viðurskiftum
uttaneftir.
Men tað eru ikki bert búskaparlig
viðurskifti uttaneftir, ið føroyski búskapurin
má tillaga seg eftir. Náttúruviðurskifti,
t.d. støðan hjá fiskastovnunum og smittandi
sjúkur í alifiski, hava eisini stóra
ávirkan á fortreytirnar fyri búskaparliga
virkseminum, soleiðis sum føroyski búskapurin
er samansettur.
Seinastu árini hava viðurskifti
uttaneftir verið tálmandi fyri virksemið
í føroyska búskapinum. Fiskaprísirnir
hava verið lágir, oljuprísirnir vaksandi,
alivinnan hevur havt sjúkutrupulleikar og arbeiðspláss
í primervinnuni eru flutt til láglønarlond.
Tálmandi ávirkanin uttaneftir og alheimsgerðin
seta stór krøv til føroyskan búskap
og búskaparpolitikk. Men hetta fari eg at venda aftur
til.
Í fyrstu ólavsøkurøðu
míni segði eg, at sjálvstýrismálið
skuldi yvirtakast og gerast okkara burturav. Við hesum
hugsaði eg um, at avgerðin um, um yvirtøkur
skuldu fremjast, og nær tær skuldu fremjast,
skuldi verða ein avgerð, sum bara vit sjálvi
taka.
Á ólavsøku í
ár kom so Yvirtøkulógin í gildi,
sum greitt greinar møguleikan hjá Løgtinginum
at fremja allar tær yvirtøkur, sum eftir eru
at yvirtaka, tó ikki tær, sum lógin
ikki fevnir um, sum eru málsøkini, sum er
beinleiðis knýtt at danska suverenitetinum.
Somuleiðis kom eisini uttanríkispolitiska
heimildarlógin í gildi á ólavsøku.
Henda gevur landsstýrinum virkismøguleikar
á altjóða pallinum í øllum
yvirtiknum málum. Tað vil siga, at vit kunnu
gera avtalur og sáttmálar við onnur lond
og altjóða felagsskapir á øllum
málsøkjum, sum vit hava tikið ábyrgd
av. Ì hesari lóggávu liggja stórir
møguleikar til at menna støðu Føroya,
sum vit so avgjørt mugu troyta.
Í samband við fyrireikingina
av hesum báðum lóggávunum skrivaði
danski forsætisráðharrin og eg undir eina
felagslýsing, har føroyski sjálvsavgerðarrætturin
í altjóðarætti fyri fyrstu ferð
nakrantíð skrivliga er staðfestur. Tað
var júst hesin sami sjálvsavgerðarrættur
í altjóðarætti, sum forkom fullveldisætlanini
hjá undanfarnu samgongu, tí danir ikki vildi
viðurkenna hann.
Í somu felagslýsing var
eisini staðfest, at vit nú yvirtaka flogvøllin
í Vágum, og somuleiðis var semju um at
farast skuldi eina útbýgging av flogvøllinum
í Vágum, og hvussu henda skal fíggjast.
Við hesum loysn sluppu vit undan kvitt og fritt
loysnini, sum lá á borðinum, tá
vit komu til.
Arbeiðið í tí
nevnd, vit fyrr nevndu grundlógarnevndini, men sum
nú eitur stjórnarskipanarnevndini, er farið
í gongd aftur. Eftir ætlan skal álit
og lógaruppskot verða liðugt við árslok
2006.
Samanumtikið kann tí av røttum
sigast, at sjálvstýrismálið er
vorðið føroyskt burturav. Yvirtøkulógin
gevur okkum møguleikan til at yvirtaka øll
tey málsøki, sum eftir eru at fáast
á føroyskar hendur, meðan stjórnaskipanin
fer at lýsa ta mannagongd, sum vit eru samd um at
brúka, um samstarvið við Danmark einaferð
skal halda uppat.
Er ferðin á sjálvstýrisleið
stór, so er tað tí, at vit sjálvi
ynskja, at so skal vera, meðan hin vegin er ferðin
lítil, so er tað eisini tí, at vit ynskja
tað soleiðis. Men óneyðugt er við
samanbrestum við danskar myndugleikar av hesum ávum.
Danir kunna ikki í framtíðini seta forðingar
fyri, hvussu vit ynskja tilgongdina í sjálvstýrismálinum
at vera.
Seinast í marts mánaði
undirskrivaðu danski uttanríkisráðharrin
og eg sokallaða Fámjinsskjalið. Hetta skjal
er ein beinleiðis avleiðing av tí samtykt,
sum Løgtingið gjørdi í fjør,
tá vit samtyktu, at vit í verju- og trygdarmálum
skulu hava innlit og ávirkan á øll
mál, sum hava við Føroyar at gera. Fámjinsskjalið
er ein ítøkiliggering av hesum samstarvi,
har okkara innlit og ávirkan verður tryggjað.
Men harumframt er Fámjinsskjalið eisini ein ætlan
fyri samstarv á øðrum økjum millum
annað viðvíkjandi sendistovum.
Av øðrum stórhendingum
í farna ári má eg sjálvsagt
nevna Hoyvíkssáttmálan ella Íslandssáttmálan,
sum Dávid Oddsson og eg undirskrivaðu í
Hoyvík 31. august, og sum var til 1.stu viðgerð
á Løgingi í gjár.
Sáttmálin ger Føroyar
og Ísland til eitt og sama búskaparøki,
og byggir hann á tey fýra frælsini um
vørur, tænastur, kapital og persónar.
Í stuttum merkir hann, at ongar forðingar og
ongin mismunur verður gjørdur millum føroyingar
og íslendingar, tá tað m.a. snýr
seg um hesi fýra frælsini.
Tær forðingar, sum í
dag eru hjá íslendingum skipum at landa botnfisk
í Føroyum og øvugt, verða tiknar
burtur um nýggjársleitið.
Tað er eingin ivi um, at Hoyvíkssáttmálin
goymir møguleikar í sær. Vit hava kanska
í so nógv hoyrt um teir møguleikar,
íslendingar fáa í Føroyum og
í so lítið um teir møguleikar,
sum vit fáa í Íslandi. Vit fáa
eitt nú ein heimamarknað, sum er seks ferðir
størri, enn hann er í dag. Hin vegin so síggja
vit, at íslendingar, sum støðan er í
dag, longu uttan nakran sáttmála hava keypt
týðandi føroyskar fyritøkur.
Leingi hava vit bíðað
eftir, at sokallaða Kumuleringsskipanin fór at
koma í gildi. Alment eitur skipanin Al-Evro-Miðjarhavs
Samsavnan av Uppruna. Fyrradagin skrivaði okkara sendimaður
í Bryssel undir avtaluna við ES, og merkir hetta,
at frá 1. desember eru vit partur av skipanini.
Henda førir við sær,
at Føroyar kunnu innflyta allar vørur eitt
nú fisk og alifisk úr Noregi og úr
Íslandi og viðgera vøruna meira her fyri
síðan at senda hana á europeiska marknaðin
sum føroyska upprunavøru við fullum tollfrælsi.
Somuleiðis kunnu vit innflyta eitt nú fisk úr
Íslandi og uttan at viðgera hann senda hann víðari
inn á ES-marknaðin við íslendskum
uppruna t.v.s. við fullum tollfrælsi. Støðan
í dag er, a í báðum hesum nevndu
førunum verður vøran tollað sum triðjalandsvøra.
Henda skipan fer vónandi at geva vinnuni munandi
størri ræsarúm. Umframt at vinnann fær
lættari við at kunna halda avtalur við marknaðin,
so fer skipanin eisini at kunna útvega rávøru,
tá fiskiskapurin hjá okkum sjálvum
er fyri afturstigi.
Vit hava somuleiðis leingi bíðað
eftir, at Ruslandssáttmálin skal koma í
gildi. Hesum bíða vit framvegis eftir, men eru
nú ávísar vónir um, at hetta
fæst í rættlag um ikki ov langa tíð.
Eg var í vár á
vitjan í Bryssel og hitti har ymisk umboð fyri
ES. Ørindini vóru fyrst og fremst at fáa
betur samstarv í lag við ES á útbúgvingarøkinum,
innan gransking og innan flogferðslu. Spónurin
varð settur í greytin, og er glið nú
komið á okkurt av hesum málum. Eisini
hitti eg ES-kommiserin í fiskivinnumálum,
har vit tóku upp spurningin um at fáa gjørt
eina avtalu millum strandalondini um svartkjaftin. Henda
er nú komin undir land.
Á vitjanini í Bryssel
hitti eg eisini Nato-aðalskrivaran. Vit høvdu
samrøðu um millum annað ætlanina at
niðurleggja Natostøðina í Mjørkadali
umframt ætlanina við eini SSSB-Far støð
á Eiði.
Somuleiðis hevði eg eisini fund
við aðalskrivaran í EFTA, har vit tosaðu
um møguleikan fyri, at Føroyar kunna gerast
limur í EFTA.
Vit eru nú vorðin meira virkin,
tá tað snýr seg um mennningarhjálp
og neyðhjálp.
Fyri fyrstu ferð eru almennu Føroyar
farnar undir at fyrireika eina meira skipaða og veruliga
menningarhjálp, har vit ikki bara lata eina ávísa
heldur avmarkaða upphædd til onkran altjóða
felagsskap, sum síðani brúkar peningin
til menningartiltøk. Heilt ítøkiliga
merkir hetta, at vit eru farin undir at veita eina aktiva
menningarhjálp, har vit fara at hjálpa øðrum
til sjálvhjálp við at brúka okkara
egnu vitan og førleika.
Landið, vit í fyrstu atløgu
fara at arbeiða saman við, er Peru. Peru er heimsins
næststørsta fiskivinnutjóð, men
fiskivinnan er ótrúliga lítið ment.
Hóast stórt fiskiríkidømi, so
hava tey trupult við at útvega nóg mikið
av proteinríkum mati, sum tey so í staðin
noyðast at innflyta.
Tíverri hava nakrar sera stórar
náttúruvanlukkur rakt heimin í seinasta
árið. Fyrst var tað stóra Tsunami-vanlukkan
í Indiska Havinum, har vit hava stuðlað bæði
við beinleiðis peningaveitan og við tiltøkum.
Eitt nú byggja vit eitt barnaheim á Sri Lanka,
og vit eru við í einari ætlan, sum skal
menna útróðrarsamfelagið í
Banda- Aceh landspartinum.
Í hesum døgum verður
eisini arbeitt við at økja munandi um neyðhjálpina
til Kashmir í Pakistan.
Uttan at fara niður í smálutir
kann eg staðfesta, at landsstýrið hevur avrikað
nógv í farna ári bæði av
stórum og smáum
Tað ber ikki til at koma inn á
øll hesi øki við hetta høvið,
men eg rokni við, at eitt nú landsstýrismaðurin
í almanna- og heilsumálum sjálvur fer
at greiða frá nøkrum av tí, sum
hann hevur fingið burturúr.
Frameftir herja ella aftureftir
verja ikki orð vald av tilvild.
Tað gleðir meg ótrúliga
nógv, at alt fleiri halda, at tað er skilagott,
at Føroyar sum samfelag og sum tjóð seta
sær eitt mál fyri komandi 10 ára skeiðið.
At vit øll samgonga, andstøða,
kommunur, fakfeløg, vinna ja allir føroyingar
seta okkum nøkur mál fyri, hvussu vit ynskja,
at landið skal menna seg.
Eftir at landsstýrið í
fyrru helvt av 2005 hevði arbeitt við Visjón
2015, brúkti eg høvi til í ólavsøkurøðuni
í ár á fyrsta sinni at greiða Føroya
fólki frá nøkrum av teimun tiltøkum,
sum landsstýrið metir eru neyðug at fremja,
skal visjónin um, at Føroyar teljast millum
fremstu lond heimsins í 2015, røkkast.
Serliga varð kastað ljós
á:
Alheimsgerð
Útbúgvingar
Gransking og nýmenning
Íverksetan
Kunningar- og samskiftistøkni
Einskiljing
Síðani á ólavssøku
hevur verið eitt rættiliga umfatandi orðaskifti
um ætlan landsstýrisins. Sum heild hava fólk
tikið væl ímóti, at landsstýrið
hevur dirvi til at seta út í kortið, seta
sær høg mál og arbeiða við langtíðarætlanum.
Hinvegin, so eru eisini fleiri, sum
hava hug at brúka ætlanina ímóti
landsstýrinum við at fílast á,
at ætlanin er avmarkað til nøkur øki
og ikki eisini fevnir um onnur øki.
Onnur hava hug at spyrja: Hvat nú?
Var hatta tað? Hvussu ætlar landsstýrið
at fremja sínar ætlanir?
Tað er greitt, at fyri at røkka yvirskipaða
málinum er neyðugt í fyrsta lagi at verða
samd um, hvørji viðurskifti í samfelagnum
skulu broytast ella tillagast, fyri at vit kunnu røkka
málinum. Somuleiðis er neyðugt at hava eina
ítøkiliga arbeiðsætlan fyri hvørt
øki, har greið deilmál verða sett
og ítøkiligar arbeiðsætlanir ella
deilstrategiir verða orðaðar.
Í ólavsøkurøðuni
tóku vit fram nakrar týdningamiklar grundarsteinar,
sum vit koma at byggja ætlanina á. Vit arbeiða
nú við at fáa eina politiska semju um
hesar grundarsteinar. Tá vit eru samd um hesar, fer
arbeiðið ígongd við at orða deilmál
og deilstrategiir.
Vit ætla, fyri hvørt øki,
fyrst at orðað nøkur mál, síðani
ynskja vit at fáa staðfest hvørjar avbjóðingarnar
eru, skulu málini røkkast, og til seinast
ynskja vit at gera ein arbeiðsætlan, sum skal
tryggja, at málini verða rokkin.
Eg vænti, at vit í vár
fara at fáa fyrstu uppskotini til ítøkiligar
ætlanir fyri ymisku økini, sum vit síðani
kunnu umrøða.
Tað er greitt, at hetta at seta
mál stór mál kann tykjast
at verða eitt sindur djarvt, tí røkka
vit ikki málunum, so kann hetta brúkast ímóti
okkum. Hinvegin meti eg, at tað er betur at seta mál
og hava eina kós at halda seg til, heldur enn eingin
mál at seta, fyri síðan at reka fyri vág
og vind.
Men eins neyðugt er tað fyri
okkum sum politiskan flokk at hava eina visjón fyri
flokkin fyri tey komandi 10 árini. Nú veit
eg, at hetta evni partvíst verður tikið upp
eftir døgurða, men eg havi her hug at nerta við
nøkur viðurskifti, sum eg haldi hava týdning
fyri framtíð floksins.
Andstøðuleikluturin er bæði
strævin og lættur. Strævin, tí
at møguleikarnir fyri at ávirka er rættiliga
avmarkaðir, men lættur, tí tú hugsjónarliga
ongar trupulleika hevur av at vera trúgvur móti
virkisskránni, tí tú ongantíð
skalt gera aðra semju enn við teg sjálvan.
Men politikkur snýr seg nú
einaferð um ávirkan, og hana fáa vit bert,
um vit eru við í einari samgongu. Vit sótu
í samfull átta ár í andstøðu,
og tað var ikki ein dag ov tíðliga, at vit
komu aftur í eina samgongu. Men at sita við ábyrgd
av landsins stjórn forpliktar. Vit noyðast at
fara frá tryggu kuvøsutilveruni í andstøðu
og út á pallin og taka støðu til
dagsins mál. Hetta ger, at vit noyðast at broyta
hugburðin til henda nýggja veruleika. Broyta
hugburðin til, at vit nú skulu hava fyrsta boð
uppá, hvussu dagsins trupulleikar skulu loysast.
Nú bíða øll eftir, hvat vit gera,
og hvør avgerð verður sjálvandi eisini
vend við kritiskum eygum. Men harumframt mugu vit góðtaka,
at flokkurin í samgongu noyðist at gera semjur
við tey, sum vit eru í samgongu saman við.
Ivaleyst hava vit í hesum sambandi
lyndi til meira at fokusera upp á, hvat hinir samgonguflokkarnir
hava fingið burturúr, heldur enn hvat vit sjálvi
hava fingið burturúr.
Tak dømi við skattlættunum.
Jú nú hava hinir báðir flokkarnir
aftur fingið trumfað Javnaðarflokkin til at
gjøgnumføra skattalætta, verður
sagt.
Fyri tað fyrsta so ljóðar
tað, sum um okkara veljarar als ikki ynskja ein slíkan
lætta, men ringast av øllum er, at hækkingarnar
í okkara egna hjartamáli, sum er ein partur
av hesi semju, nevniliga tí Samhaldsfasta hava vit
heilt hug at gloyma.
Tveir vegir eru at fara, tá tað
snýr seg um at skapa meira realløn til lønmóttakaran.
Annars er at hækka lønirnar við tí
fylgi, at vit missa kappingarføri. Hin vegurin er
at lækka um skattin av arbeiðslønini. Vit
hava valt seinnu loysnina.
Annað dømi er nógv
umrøddu einskiljingarnar. Í 60´unum
og 70´unum var tað gott latín púrasta
at avvísa øllum tosi um einskiljingar. Hin
vegin var tað neyvan nakar okkara, sum tá hugsaði
tann tanka, at tað almenna 20 ár seinni skuldi
sita sum einasi eigari av banka, flakvirkjum, fiskasølu,
flogfelagi og mangt annað.
Í øllum almennum fyritøkum
standa í dag einar 4 mia. almennar krónar
bundnar. Vit hava væl loyvi at seta okkum spurningin,
um tað nú er rætt, at so nógvir
pengar liggja niðurbundnir, um so er, at hesar fyritøkur
eins væl ella kanska betur kunnu rekast av øðrum
eigarum. Vit javnaðarfólk kunnu væl eisini
seta okkum spurningin, um ikki henda risaupphædd var
betur farin við, at vit gjalda okkara almennu skuld
niður og harvið frígera fíggjarliga
orku til víðari útbygging av okkara vælferðarskipanum.
Vit mugu harumframt eisini staðfesta,
at um vit vilja tað ella ikki, so er ein meiriluti uttanum
okkum á tingi í dag fyri at fara undir varisligar
einksiljingar av almennum fyritøkum. Velja vit, at
vit als ikki fara inn í nakað kjak um einskiljingar
stinga vit høvdið í sandin, ja,
so sótu vit fyri tað fyrsta neyvan í nakrari
samgongu. Fyri tað næsta so hevði ein meiriluti
framt hesar einskiljingar júst eftir teirra høvdi,
har neyvan øll fyrilit vórðu tikin. Nú
eru vit við, og vit hava beinleiðis møguleika
at ávirka einskiljingar, soleiðis at tær
koma at henda á ein hátt, sum vit kunnu taka
undir við.
Ein afturgjalding av almennu skuldini
er rættiliga avgerandi, tá vit tosa um ein
sjálvberandi búskap. Og sjálvandi vilja
vit eisini hava ein sjálvberandi búskap. Ein
búskap, har hetta samfelagið sjálvt megnar
at skapa neyðugu inntøkurnar, er so avgjørt
eisini eitt mál fyri Javnaðarflokkin, lat tað
standa púra greitt. At vit hava ein ríkisstuðul,
sum vit hava brúk fyri í dag, er ikki tað
sama sum, at vit fyri allar ævir skulu hava ein ríkisstuðul.
Vit skulu eisini á búskaparliga økinum
standa á egnum beinum, tó uttan at forkoma
tí, sum vunnið er.
Eg havi longu nevnt Yvirtøkulógina.
Fyri fáum døgum síðani
legði eg eitt uppskot á ting, har vit yvirtaka
fjølmiðlaábyrgdarlógina. Í
hesari lóg síggja vit, at tað sum eftir
er at yvirtaka eru 24 mál. Nøkur av hesum
málum eru stór og dýr, meðan rættilga
nógv eru smá og rímilga bílig.
Okkara vegur í hesum sambandi skal eisini verða,
at vit framhaldandi stremba eftir at taka ábyrgd
av hesum økjum, tá vit hava fíggjarliga
og umsitingarliga orku til tess.
Við hesum báðum málsetningnum:
annar um ein sjálvberandi búskap og hin um
eitt framhaldandi størri sjálvstýri,
hava vit eitt gott boð upp á eina skilagóða
tilgongd í sjálvstýrismálinum.
Eina trygga og skipaða tilgongd uttan buldur og brak
og ikki minst, har fólkið er við - tað
er okkara vegur.
Gott fundarfólk
Hvat er tað, sum politikkur í
roynd og veru eigur at snúgva seg um? Stutta og greiða
svarið er: vælferð. Vælferð fyri
tann einstaka og vælferð fyri okkum øll,
tað er kjarnin í politikkinum. Tí mugu
vit hava tey amboðini, sum krevjast, so at vit kunna
tryggja og útbýggja vælferðina.
Hon kemur ikki av sær sjálvum, og gera vit
einki, henda afturstig.
Vælferð krevur vøkstur
í búskapinum. Hava vit ikki vøkstur
í okkara búskapi, so hava vit heldur ikki
orku til at halda fast um tað vunna og enn minni orku
til framhaldandi batar og framstig. Tí er búskaparvøkstur
ikki eitt liberalistisk gandaorð, ella nakað tey
borgarligu hava patent uppá, men tað er so avgjørt
ein sosialdemokratisk fortreyt. Hygg at okkara grannalondum,
sum liggja fremst í heiminum, hvat vælferð
viðvíkur. Tað, sum eyðkennir hesi lond,
er fyrst av øllum ein semja um, at samfelagið
skal skipast við møguleikum og trivnaði fyri
øll, men veruliga grundin til, at henda útbygging
hevur gingið so væl, er at hesi lond hava dugað
at skapt ein støðugan búskaparvøkstur.
Tí skulu vit javnaðarfólk
munandi meira fokusera upp á, at hesin vøkstur
er neyðugur og leggja okkum eftir at skapa karmar fyri,
at vøksturin verður so støðugur sum
gjørligt. Hetta gera vit við at hava eitt virkið
og dynamiskt vinnulív.
Onkur heldur kanska, at nú gongur
toran nær, nú formaðurin fer at tosa um
vinnupolitikk, men tað ger hon als ikki. Eg haldi, at
vit í Javnaðarflokkinum hava tosað alt ov
lítið um vinnupolitikk, og hondina á hjartað,
tað kjakið skríggjar eftir kvalifeseraðum
luttakarum. Tak bert tilfeingisspurningin, har vit meira
ella minni í myrkri trilva okkum fram uttan mið
og mál.
Skulu vit halda fast um vælferðamálið,
so mugu vit hava ein støðugan búskaparvøkstur,
og hesin er treytaður av einum virknum og offensivum
vinnulívi.
Tí skulu vit hava ein munandi
virknari leiklut, tá vinnupolitikkur verður viðgjørdur.
Vit skulu hava boð upp á teir karmar, sum gevur
vinnuni dynamikk, og vit skulu skipa so fyri, at okkara
marknaðaratgongd støðugt verður bøtt
og víðkað.
Vit skulu hava boð upp á,
hvussu vit støðugt menna okkara arbeiðsorku
til tær bestu fortreytirnar við góðum
útbúgvingartilboðum, har málið
skal verða, at øll skulu hava so gott útbúgvingargrundarlag
sum gjørligt at standa á. Eins týdningamrikið
er tað, at vit eisini hava eitt gott granskingarumhvørvið,
sum stuðlar uppundir okkara vinnu bæði
verandi vinnu og nýggjar vinnur. Og nýggj
vinnutiltøk skal tað almenna kjúkla um,
tí tað er júst her, at vøskturin
kann liggja. Vit skulu stuðla ígongdsetarum við
rágeving og møguleikum, so tey styrkna í
byrjanini heldur enn at verða køvd, sum vit tiverri
alt ov ofta hava sæð.
Tí kemur hesin parturin um búskaparvøkstur,
útbúgving, gransking og ígongdsetarapolitikk
at hava rættiliga týðandi leiklut í
okkara visjónsætlan.
Er alheimsgerðin ein hóttan,
ella er hon ein møguleiki? Rætta svarið
er, at hon er bæði. Men vit hava einki annað
val enn at luttaka. Vit hava ikki møguleika til at
vísa henni frá okkum ella at byrjga okkum
inni, tí um vit vilja tað ella ei, so rekur hon
inn á okkum. Alheimsgerðin er ikki bert ein veruleiki
rundan um okkum - hon er okkara veruleiki.
Hetta merkir m.a., at kappingin nú
ikki er bert innanlands, men vit hava allan heimin sum kappingarneyta.
Tí er tað so ótrúliga týdningarmikið,
at vit fokusera upp á tað, sum vit gera betur
enn onnur og minni upp á tað, sum onnur gera
betur og bíligari enn vit.
Og heilt so illa fyri eru vit nú
heldur ikki í hesum sambandi. Vit hava eina vitan
og ein førleika, sum vit kunnu brúka í
hesi kapping. Og tað er ikki av tilvild, at vit hava
yvirlivað á hesum kørgu klettum í
meira enn túsund ár. Vit eiga eitt dugnaligt
fólk,og vit hava ein dugnaligan ungdóm.
Í hesari til tíðir
náðileysu kapping skulu vit syrgja fyri at styrkja
okkara sterku síður og gera tað, sum onnur
ikki kunnu taka úr okkara hondum. Vit skulu ikki
kappast við láglønarsamfeløg um
at gera tað, sum tey gera bíligari enn vit, men
dúva upp á, at vit hava nakrar fyrimunir,
sum vit noyðast at styrkja.
Føroyar liggja sum miðdepil
í Norðuratlanshavi við stórum náttúrutilfeingi
beint uttanfyri dyrnar. Við kumuleringsskipanini fáa
vit ein gyltan møguleika at fáa rávøru
frá útlendskum skipum, ið fiska í
hesum øki, tí vit nú kunnu selja hesa
vøru uttan at hon, sum higartil, verður áløgd
triðjalandstoll á marknaðinum. Her áttu
vit veruliga at kunna vunnið við at borga fyri dygd
og feskleika. Hetta er vøran, sum kundin vil gjalda
fyri. Men til hetta krevst, at vit innan høvuðsvinnuna
tora at ganga aðrar og øðrvísi vegir.
Jú, fyrr vit síggja hetta og leggja á
annan bógv, tess betur.
Týðandi partur av alheimsgerðini
er eisini, at vit fáa ta marknaðaratgongd, sum
gevur okkum bestu treytirnar. Vit kunnu ikki sita her í
Norðuratlantshavi og ræðast restina av heiminum.
Tí vil landsstýrið
arbeiða fyri einum EFTA limaskapi, sum als ikki merkir,
at vit ikki samstundis skulu betra munandi um okkara samstarv
við ES. Isolatiónspolitikkurin verður okkara
vissi deyði, so her er einki val.
Í einum framkomnum samfelag eru
nógvir aktørar, sum hvør á sínn
hátt hava týðandi leiklutir. Ein av hesum
týdningarmilu aktørum er arbeiðsmarknaðurin
fakrørslan og arbeiðsgevarar. Ein annar
eins týðandi aktørur eru kommunurnar.
Men hvussu vit enn venda og snara hesum, so eru vit í
botn og grundt øll við í sama leiki
vit eru á sama liði. Tíverri síggja
vit alt ov ofta, at vit heldur enn at draga eina línu,
seta okkum við føtur í spenni og hála
ímóti hvørjum øðrum.
Tí skal tað vera mín
áheitan á eitt nú arbeiðsmarknaðin,
at vit seta okkum niður í friðartíðum
og taka upp eitt mennandi kjak um, hvussu vit frægast
leggja okkum viðurskiftini til rættis. Tað
byggir einki upp, at vit frá almennari síðu
leggja okkum út í tykkara viðurskifti,
tað eru vit fullgreiðir yvir, men eins lítið
dugur tað, at tit halda lív í einum fiktivum
klassastríði, sum fyri langari tíð
síðani er farið í søguna.
Tá okkara politisku undangongufólk
í politikki og í fakrørsluni stríddist
fyri grundleggjandi og sjálvsøgdum rættindum,
so mugu vit í dag ásanna, at hetta stríð
varð vunnið. Men eftirkomarar hjá teimum,
sum tá vóru miðdepilin í stríðnum,
eru í dag tey, sum ynskja m.a. góðar útbúgvingar,
góð ansingartilboð og góð pensjónsviðurskifti.
Og soleiðis flytist heimurin alsamt.
Okkara samfelag tørvar ein meira
opnan, breiðan og konstruktivan dialog. Ikki ein monlog
frá okkum poltikkarum, men ein dialog eisini við
tykkum, sum umboða arbeiðsmarknaðin. Vit mugu
fáa dialogin at virka. Vit hava so sanniliga brúk
fyri tykkara meiningum, og eg meti enntá, at tað
er tykkara skylda at vera við í almenna samfelagskjakinum.
Men tá nyttar lítið, at ein rópar
í eyst og annar í vest. Vit hava tørv
á einari rødd frá fakrøsluni,
eins og vit nú í nøkur ár hava
havt eina rødd frá
arbeiðsgevarunum gjøgnum Vinnuhúsið.
Hetta kann bert styrkja kjakið og í seinasta
enda avgerðirnar, tiknar verða.
Góðu floksfelagar
Sjálvandi skulu vit ikki gloyma, hvørji vit
eru. Sjálvandi skulu vit byggja okkara politikk og
tilveru á ta hugsjón, sum hevur savnað
okkum. Grundin er tann sama, men vit noyðast at modernisera
tað, sum stendur oman á grundini. Vit mugu støðugt
vera frammanfyri, fyri ikki at enda aftanfyri. Hjá
mær er eingin ivi, vit skulu taka fyrra partin av
yvirskriftini til okkara, tí í henni býr
framtíðin. Framtíðina kunnu vit ávirka,
meðan fortíðina kunnu vit bert minnast.
Lat okkum tí frameftir herja!
Framhaldandi góðan landsfund.
Jóannes Eidesgaard, floksformaður
frameftir herja ella aftureftir
verja
|