|
Eitt lív í ítrótti
Í ár eru liðin 40 ár, síðani
Sverre Midjord kom í stjórn Ítróttasambands
Føroya, og hevur hann eisini í ár 25
ár á baki sum varaforseti ÍSF

Tað eru nøkur fólk, ið seta sær
varandi spor, líka mikið hvat tey so enn takast
við. Ikki tí at tey hava ætlanir um at
gera vart við seg sjálvi, men av tí at
tey við eldhuga takast við ymiskt, ið hevur
áhuga teirra. Hetta verður ofta so fastur og
stórur partur av lívi teirra, at tey mangan
gerast sammerkt við áhugamálini.
Ein av hesum persónum er Sverre Midjord.
Sverre hevur alla sína tíð verið
aktivur á ymsum økjum, og álitisstørvini
hava verið mong og krevjandi. Hóast aktivur í
bæði lokal- og landspolitikki, ágrýtin
samfelagskjakari, so er fremsta frítíðaráhugamálið
hjá Sverra ítróttin. Ítróttin
og ítróttararbeiði hava altíð
verið fastgrógvnir partar av lívi hansara,
og hevur hann verið virkin í fleiri ítróttagreinum.
Sverre hevur m.a. roynt seg í bæði hond-
og fótbólti, men tað er tó borðtennis,
ið hevur fremsta áhuga hansara. Ikki er ov nógv
sagt, at hann eigur sín stóra lut í,
at hesi ítróttagrein hevur verið lív
lagað í Føroyum. Sjálvur var hann
ein teirra, ið legði lunnar undir føroyskt
borðtennis, og framvegis er hann, hóast farin
um tey sjeyti, aktivur spælari. Sum borðtennisspælari
er Sverre besta tekin um, at aldurin er ikki nøkur
forðan hjá tí, ið hevur hug og vilja
at takast við ítrótt. Sverre hevur gjøgnum
árini - heilt fram til í ár - vunnið
hópin av FM og heiðursmerkjum í borðtennis,
men minni kent er kanska, at hann eisini hevur verið
føroyameistari í hondbólti við
TB í 1953.
Sverre er tvøramaður av heilum huga - eingin
ivi um tað. Eingin skal siga nakað um Tvøroyri,
ið ikki hóvar honum, so er hann til reiðar
at verja heimbýin á einhvønn hátt
í orð og tal. Og ítróttafeløgini
í heimbygdini hevur hann tænt væl. Borðtennisfelagið
hevur hann stjórnað í fleiri umførum,
og í TB hevur hann verið virkin. Hann var formaður
í Tvøroyrar Bóltfelag frá 1970
til 1972, og var venjari hjá 1.deild árini
1968 til 1971. Annars virkaði hann eisini sum ungdómsvenjari
innan felagið í mong ár.
Fyri onkran tykist alskur Sverra til heimstaðið
nærkast reinum trábeitni, men tað er tó
ikki trongskygni, ið hevur eyðkent Sverra. Hann
hevur altíð verið til reiðar at tæna
allari teirri føroysku ítróttafjøldini.
Altíð til reiðar at taka eitt tak har brúk
hevur verið fyri tí, og er tað serliga á
fyriskipanaðarliga økinum, at hann hevur gjørt
vart við seg innan landsítrótt. Meira
enn hálvan mansaldur hevur hann verið virkin
í ÍSF, og fyrsta desember eru liðin fjøruti
ár síðani Sverre á fyrsta sinni
kom í stjórn Ítróttasambands
Føroya. Samstundis kann Sverre í ár
eisini hátíðarhalda 25 ára starvsdag
sín, sum varaforseti ÍSF.
Í starvstíð síni í ÍSF
hevur Sverre upplivað og verið partur av nógvum
broytingum. Drúgvu ársaðalfundirnar, ið
kundu vara fleiri dagar, tí hvørt smámál
skuldi viðgerast á sjálvum aðalfundinum.
Hetta tí at einstøku ítróttagreinarnar
lógu beinleiðis undir ÍSF, og ósemjur
um kappingarmál tí eisini vórðu
løgd fyri aðalfund ÍSF til viðgerðar.
Síðani deildarskipanina, tá skift varð
sundur í deildir, ið tóku sær av
ymsu ítróttagreinunum. Og so seinni aftur
sersambondini, sum nú taka sær av egnum ítróttagreinum.
Menningin innan ítróttina hevur hesi ár
verið stór. Talið av ítróttagreinum
er økt munandi, og meira enn helmingurin av sersambondunum
eru sjálvstøðugir limir í altjóða
og millumtjóða ítróttasamgongum.
Stórur dentur hevur verið lagdur á at
geva føroyingum høvi at vera við í
millumlanda kappingum, og er ítrótt eisini
vorðin fast integreraður partur í føroyska
gerandisdegnum. Nú eru ítróttakappingar
alt árið, og umstøðurnar at íðka
ítrótt eru góðar. Ítróttahallir
og ítróttavøllir av ymsum slag eru
at finna um alt landið, og onkursvegna eru nærum
allir føroyingar á einhvønn hátt
knýttir at ítróttini. Talið av
íðkandi er nú oman fyri 15.000.
Alla hesa broyting, ið er hend innan føroyska
ítróttaheimin, hevur Sverre verið partur
av og átt sín virkna lut í, og fyri
trúgva og drúgva virkið sítt innan
ÍSF hevur Sverre fingið øll tey heiðsursmerki,
ið Ítróttasambandið gevur. Sverre
hevur fingið silvur- og gullnál ÍSF umframt
gullmerkið við bjálka. Eisini hevur hann
fingið heiðurskross Ítróttasambandsins
fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku
ítróttafjøldina.
Ítróttarsamband Føroya heilsar við
hesum orðum Sverra Midjord á 40 ára starvsdegnum
tann fyrsta desember. Hjartaliga tillukku og nógv
góðynski fyri framtíðina.
Við ítróttarkvøðu
Ítróttasamband Føroya
Heðin Mortensen, forseti
|