|
Heðin Mortensen, ÍSF
forseti:
Uni
Næs, samrøðu við Heðin.
Í framtíðini verða ítróttarkappingar
eisini sunnudag
Í KRUNG hava vit onkuntíð
viðgjørt spurningin, hvussu vit í okkara tíð halda sunnu-
og halgidagar. Tað er ein veruleiki, at sunnudagurin verður
brúktur til nógv ymisk endamál, men spurningurin er, um
sunnudagurin verður brúktur til tað, sum hann var ætlaður
til: hvílu- og halgidagur.
Í blaðnum hesuferð hava vit hitt ÍSF-forsetan Heðin
Mortensen á máli og vit hava fingið eitt prát við hann um
ítróttarkappingar sunnudag.
Vit liva í eini broytingartíð
- Millum ár og dag eru farnar nógvar broytingar fram
í samfelagnum. Frítíðin hjá fólki er nógv og fólk okkara
er sera virki í frítíðini. Hetta síggja vit best í ítróttinum,
sigur forsetin í ÍSF, Heðin Mortensen.
Heðin Mortensen heldur avgjørdur, at vit sjálvandi
skulu halda sunnu- og halgidagar. Spurningurin er, hvussu
vit skipa okkum í frítíðini - eisini í íróttinum. Kanna
vit eftir, so er ítrótturin bert eitt av mongum tiltøkum,
sum fólk kunnu fara til sunnu- og halgidagar.
- Eg haldi ikki, at tað er rætt at siga, at ítrótturin
er ringasta forðingin fyri at halda hvíludagin heilagan.
Tað eru nógv onnur tiltøk at fara til sunnudag enn ítróttartiltøk:
framsýningar eru av ymsum slag, handlar hava opið, og ofta
eru søluframsýningar í teimum stóru ítróttarhallunum sunnudagar.
Ja, júst sunnudagar koma flest fólk til hesar sølustevnur.
Tað kemur eisini fyri, at høllinar eru upptiknar til ymsar
kristiligar fundir.
Ikki rætt at geva ítróttinum alla skyldina
Heðin Mortensen heldur, at tað ikki bert er ítrótturin,
sum órógvar sunnu- og halgidagar.
- Tað er ikki rætt at geva ítróttinum alla skylduna.Vit
taka okkara ábyrgd, men onnur t.d. politikarar og samfelagið
sum heild eiga at vísa ábyrgd fyri hesum spurningi. Sjálvandi
hava vit sum ítróttarleiðarar eitt forpliktilsi at virða
sjónarmiðini hjá kirkju- og samkomuleiðarum. Vit eiga eisini
at virða tey gomlu virðini í okkarar siðvenju, m.o. hetta
at halda hvíludagin.
- Vit skulu eisini minnast, at vit liva í einum pluralistiskum
samfelag, har fólk í rættiliga stóran mun kunnu leggja sítt
lív, arbeiðs- og frítíðarlív til rættis sjálv. Tað er eingin
Ayathola, ið ger av, hvussu vit brúka okkara frítíð. Vit
skulu eisini ansa eftir, at kirkju og samkomuleiðarar ikki
áleina bestemma alt hvat skal ganga fyri seg ein sunnudag.
Ítróttarforsetin heldur, at tað er neyðugt við kappingum
sunnudag. Hann vísir á, at sunnudag eru tað bara tey vaksnu,
sum eru við í kappingum. Nógv av sersambandunum hjá ÍSF
hava fyri fleiri árum síðani gjørt av, at kappingar fyri
tey yngru tvs. frá 7 - 16 ár ikki verða lagdar sunnudag,
og ÍSF hevur gjørt eina aðalfundarsamtykt sum sigur, at
børn skulu ikki vera við í ítróttarkappingum sunnudagar.
Kirkjur og samkomur eiga eisini at laga seg
Heðin Mortensen heldur, at kirkjur og samkomur eisini
kundu laga seg eftir ítróttinum sunnudag. Til dømis kundu
gudstænastur og møti verið eitt sindur fyrr sunnumorgun
t.d. kl. 9 ella kl. 10, so at ítrótturin órógvaði minst
møguligt.
- Eg havi einki ímóti, at ítrótturin og kirkjur/samkomur
tosa saman um hesi viðurskiftini. Kanska kundu vit hits
eina ferð um árið og tosa saman um felags áhugamál.
- Ítróttur sunnudag er komin fyri at vera, her verður
sera torført at gera broytingar, sigur ítróttarforsetin,
sum sjálvur gongur regluliga í kirkju og berst tað honum
frá onkran sunnudag, so er møguleikin at lurta eftir gudstænastuni
í útvarpinum ella í sjónvarpinum.
Sí annars grein um hetta sama evnið í KRUNG nr.2.2000
TIL KUNNINGAR
Leiðarin KRUNG 2.2000
Sunnudagurin-virknasti
frídagurin (?) !
Hjá næstan øllum kristnum
kirkjum kring heimin er sunnudagurin halgi- og hvíludagur.
Soleiðis hevur tað verið síðani hin fyrsta páskadagin: í
kristnu kirkjuni halda vit sunnudag, tí Jesus reis upp frá
deyða.
Sunnudagurin er ein dagur, har nógv kristiligt virksemi
er á skránni. Gudstænastur, sunnudagskúli og møti á morgni
og á kvøldi. Útvarp og sjónvarp varpa Guds orð út fyrrapart
og seinnapart sunnu- og halgidagar, so gott høvi er hjá
teimum at lurta, sum av sjúku ella vánaligan førleika ikki
kunnu leita sær í Guðs hús.
Innihaldsliga hevur sunnudagurin fingið stóra kapping.
Av teimum 7 døgunum í vikuni er sunnudagurin uttan iva virknasti
frídagurin hjá fólki okkara. Hugburðurin er nú vorðin soleiðis
millum manna, at ítróttakappingar hava fingið fast tak á
sunnudegnum. Hesi seinastu árini eru kappingarnar vorðnar
fleiri og fjølbroyttari, og er tað talan um allar aldursbólkar.
Og karmarnir til ítróttalig tiltøk eru av teimum bestu:
nógv ítróttahús, hallir og vallir eru gjørd seinastu árini.
Møguleikarnir at fara víða eru góðir og nógvir og nógv verður
farið ímillum - allar árstíðir - millum oyggjar og bygdir
til kappingar.
Tað er harmiligt, at so nógvar kappingar eru sunnudag.
Virðingin fyri sunnudegnum sum halgi- og hvíludegi minkar.
Í mongum heimum er eingin friður sunnumorgun. Foreldur og
børn eru mangan í iva og í einum orðastríði: skulu vit í
kirkju/morgunmøti ella sunnudagsskúla ella til ítróttakappingar!
Verður farið til ítróttakappingar verða børnini, og í mongum
førum foreldur við, sum skulu koyra børnini hesi ymsu støðini,
noydd at fara frá húsum tíðliga sunnumorgun skulu tey náa
kappingarnar, sum vanliga byrja kl. 2 ella 3 seinnapart.
Í ringasta føri verður farið avstað júst í kirkjutíð! So
verður ikki farið í kirkju tann dagin!
Ítróttin hevur fingið stórt vald á sunnudegnum. Spurningurin
er, hvør skal gera av, hvat sunnudagurin skal brúkast til:
kirkjan, heimini, ítróttafeløgini ella tey, sum leggja kappingarnar
til rættis! Tí at vera saman um Guðs orð sunnudag hoyrir
til vanliga kristiliga uppaling.
Tað verður gjørt eitt sera stórt arbeiði í ítróttini.
Nógvar eru venjingarnar og kappingarnar, og ítróttafeløgini
leggja eisini nógva orku í at styrkja sosiala felagsskapin
og vinalgið millum børnini og tey ungu. Eisini millum ættarliðini.
Hetta er at fegnast um, tí at vera við í ítrótt og kappingum
er mennandi og heilsugevandi. Men tað er vánalig siðvenja,
sum hevur tikið seg upp í fólki okkara, at sunnudagurin
skal brúkast til hetta endamálið.
Her eigur at verða lagt á annan bógv. Vit eiga at
standa saman um at varðveita sunnudagin sum halgi- og hvíludag
í fólki okkara: Ítróttasamband Føroya, ÍSF, sum umboðar
ítróttafeløgini, kirkjur og samkomur her á landi eiga at
finna saman og leggja eina ætlan fyri ítróttina, sum ávirkar
sunnudagin minst møguligt.
Frítíðin er eisini vorðin nógv meiri hesi seinastu
25 árini, og tí átti tað at borið til, at lagt kappingarnar
soleiðis til rættis, at sunnudagurin fær frið at vera halgi-
og hvíludagur, og sunnudagsfriðurin verður settur aftur
í hásæti!
Hetta er ikki eitt mál, sum er eitt sermál hjá fólkakirkjuni,
men hetta er eitt felagsmál hjá øllum kirkjum og kristiligum
felagsskapum og samkomum her á landi - ja, hjá Føroya fólki,
sum kallar seg eina kristna tjóð!
Kanska ár 2000 kann vera árið, har vit fara at tosa
saman um hesi viðurskiftini. Tað hevði sømt seg, nú vit
hátíðarhalda 1000 ára tíðarskeiðið, tá ið land okkara gjørdist
eitt kristið fólk.
Uni Næs
|