|
OLYMPISK
ÍTRÓTT
Føroyar standa
á gáttini til limaskap í IOC, altjóða olympiska felagskapinum.
IOC er ein privatur felagskapur fyri olympisk ítróttarsambond.
Limirnir umboða hvør sítt land ella samveldi, men skulu
eisini uppfilla eina røð av treytum fyri at fáa limaskap.
ÍSF lýkur uttan iva treytirnar fyri at gerast limur
í IOC. Sersambondini hjá ÍSF eru flestøll limir í altjóða
sersambondunum. Vit hava altjóða ítróttarúrslit at vísa
á, umframt drúgvar royndir at skipa fyri altjóða ítróttartiltøkum
innan mangar ymsar ítróttargreinar.
Men bestu kortini á hondini hjá ÍSF eru helst paraolympiska
luttøkan og stuðulin frá øllum hinum norðanlondunum. ÍSB-svimjarar
hava avrikað ótrúlig brøgd í olympiskum høpi. Paraolympisku
leikirnir eru sergrein hjá olympiska felagskapinum eins
og ÍSB er sersamband hjá ÍSF.
Fleiri røddir hava ført fram, at Føroyar ikki kunnu
fá limaskap í IOC uttan at gerast fullveldi fyrst. Hetta
er ikki so. IOC byggir sjálvsagt á, at bert eitt felag umboðar
hvørt land. Tað er sama skipan sum vit kenna frá eitt nú
FIFA og UEFA. Greiða má serliga vera á, hvør umboðar lond
í samveldi, t.d. hvør umboðar Føroyar, danska ella føroyska
ítróttarsambandið.
ÍSF hevur síðani 1939 umboðað Føroyar í ítrottarhøpi.
Ongin ivi er um, at bæði Danmark og danska ítrottarsambandið
viðurkenna, at Føroyar ráða sær sjálvum innan ítrótt. Hetta
er heldur ikki óvanligt í samveldum. Íslandska ítróttarsambandið
gjørdist IOC-limur longu meðan londini bæði vóru í kongsfelagskapi.
Sjálvsagt er tað nakað lættari hjá ítróttarsambandi
í fullveldislandi at gerast limur, men tað avgerðandi er,
um vanligu treytirnar eru loknar.
Til tess at enda allan iva, er niðanfyri yvirlit
yvir IOC-limafelagskapir, ið umboða lond í samveldi, sum
ikki hava fullveldi. Samveldini ella "móðurlondini" hava
sjálvsagt givið sítt samtykki. Tá Føroyar hava fult sjálvstýri
á ítróttarøkinum og danska ríkið eins og danska ítróttarsambandið
stuðla okkara limaskapi er ríkisstøðan ikki nøkur forðing
hjá okkum.
Verri fyri royndirnar at náa IOC limaskapi er, at
stuðulin á fíggjarlógini væntar í. Tað kostar nógv at søkja
um IOC-limaskap og at liva upp til olympisku krøvini, men
takka verið sjálvbodnum arbeiði og donskum tipspengum fer
tað helst at bera til kortini. Tað sømdi seg tó betri, um
Føroya land stuðlaði royndunum hjá Føroya ítróttarsambandi
at vinna okkum altjóða viðurkenning.
Heðin Mortensen,
ÍSF forseti.
Lond
við IOC-limafelagi
| Land
við IOC-limafelagi |
IOC-øki |
Stjórnarstøða |
| Aruba |
America-PASO |
Partur av Kongaríkinum
Niðurlond |
| Bermuda |
America-PASO |
Bretsk Krúnkoloni |
| British Virgin
Islands |
America-PASO |
Bretsk Krúnkoloni |
| Cayman Islands |
America-PASO |
Bretsk Krúnkoloni |
| Niðurlendsku
Antillurnar |
America-PASO |
Partur av Kongaríkinum
Niðurlond |
| Virgin Islands |
America-PASO |
Land undir USA |
| Hong Kong |
Asia-OCA |
Partur av Kina |
| Kinesiskt Taipei |
Asia-OCA |
Partur av Kina |
| Palestina |
Asia-OCA |
Partur av Ísrael |
| Amerikanskt Samoa |
Oceania-ONOC |
Land undir USA |
| Cook Islands |
Oceania-ONOC |
Frælsum felagskapi
við New Zealand |
| Guam |
Oceania-ONOC |
Land undir USA |
IOC lond í samveldi. Hesi lond kunnu bólkast soleiðis:
- Tvey lond í ríkisfelagskapi við
Niðurlond (Holland).
- Trý hjálond hjá Bretlandi við
víðum sjálvræði
- Trý lond tengd at USA við víðum
sjálvræði.
- Tvey lond, ið viðurkenna at vera
partur av Kina, men ráða sær sjálvum.
- Eitt land í frælsum felagskapi
við New Zealand
- Eitt land undir yvirveldi hjá
Ísrael
|