|
Saman
standa vit stinn!
Fregnir hava
spurt nakrar spurningar í samband við at ÍSF roynir at vinna
sær limaskap í IOC, altjóða olympiska felagskapinum. Tað
harmar meg, at Fregnir ikki áðrenn fyrstu greinina um føroyskan
limaskap bóðu um viðmerkingar og tilfar frá ÍSF. Men, sum
skaldið segði, saman at standa var ei okkum givið, tí er
so lítið burturúr her blivið.
Fyrst av øllum er neyðugt at gera sær greitt, at
IOC er ein privatur felagskapur. Ítróttarsambond kunnu gerast
partur av IOC, og einstaklingar kunnu verða útnevndir limir
í ráðnum hjá IOC. Soleiðis er Danmark ikki limur í IOC,
men danska ítróttarsambandið er viðurkent sum danski olympiski
felagskapurin, og danskir einstaklingir gerast viðhvørt
persónligir limir í ráðnum.
Fegnir skriva í aðrari grein, at 'tað verður neyvan
grønlendska heimastýrislógin, ið útvegar grønlenskum íðkarum
rætt at vera við undir grønlenska flagginum'. Hetta er rætt,
men misskilt. Hvørki grønlendska heimastýrið ella ein grønlendskur
statur kunnu nakrantíð gerast limir í IOC. Bara grønlendska
ítróttarsambandið kann - um tað annars líkur treytirnar
fyri upptøku. Tíverri er grønlendska ÍS enn langt frá neyðuga
støðinum.
Men til spurningarnar.
1. Hví halda tygum IOC limaskap vera gjørligan undir
verandi ríkisrættarligu støðu Føroya?
Í grein í Fregnum seinast varð víst á, hví og hvussu
tað er gjørligt. Ikki færri enn 12 IOC-limafelagskapir umboða
lond, ið ikki hava fullveldi. Tí kann ÍSF, um ÍSF annars
uppfyllir treytirnar, eisini fáa limaskap.
2. Hava Svøríki, Noreg og Finnland játtað at stuðla;
torir Finnland at stuðla (Áland hevur eisini heimastýri!)?
Tað eru íttróttarsambondini í nevndu londum, sum
stuðla okkum. Men fáa vit tørv á stuðli frá londunum sjálvum,
er onki at ivast í, at vit fáa hann. Í hinum norðanlondunum
stuðla stjórnirnar vanliga ítróttarsambondunum væl og virðiliga.
Álendska ítróttarsambandið hevur enn ikki ment seg uppá
sama støði sum ÍSF. Meðan ÍSF hevur verið við í Nordisk
Fælleskommitte NRIFK (Norðurlendska Ítróttarráðnum) síðani
1975 og hevur verið vertur fyri ársfundirnar fleiri ferðir,
so er álendska ÍS júst vorðið limur, eftir egnum ynski fyrst
sum eygleiðari.
3. Hava onnur limalond enn Norðurlond játtað at stuðla
Føroyum?
Einaferð enn: tað eru ikki limalond, men limafelagskapir
í IOC. ÍSF hevur gott samband við fleiri aðrar limafelagskapir,
millum annað teir baltisku. ÍSF og hini norðulendsku ÍS'ini
fara at gera eitt miðvíst lobbyarbeiði fyri limaskapinum
hjá ÍSF. ÍSF hevur netverkið og royndirnar til slíkt virksemi.
ÍSF er limur í IANOS, International Assembly of National
Confederations of Sport. ÍSF er eisini limur í ENGSO, European
Non-Governmental Sports Organisation, har vit vóru tungan
á vágskálini, tá sviin og Føroya vinurin Bengt Sevelius
varð valdur forseti.
4. Eru spaniólar til reiðar at stuðla føroyskum limaskapi,
eru vit ikki bert eitt dansk "baskaraland" í sponskum eygum?
Sum fyrr nevnt er ongin ivi um, at tað er lættari
at gerast limur hjá einum ítróttarsambandið í einum fullveldislandi.
Baskaralandið, ið liggur bæði í Spania og Frankaríki, fær
í øllum førum ikki limaskap fyrr enn teir hava eitt ítróttarsamband,
sum er skipað á nóg høgum støði. Tað ber heldur ikki til,
at bæði spanska, franska og baltiska ítróttarsambandið siga
seg umboða somu fólk. Føroyar hava hinvegin havt ítróttarligt
sjálvstýri síðani 1939; ÍSF umboðar uttan nakran iva Føroyar,
og vit hava fulla viðurkenning frá danska ítróttarsambandinum
fyri hesum.
5. Um tað ikki eydnast at gerast IOC-limur við hjálp
frá norðurlendsku brøðratjóðunum, hvat gera vit so?
Vit royna aftur - og aftur! ÍSF arbeiðir fyri limaskapi
uttan mun til ríkisrættarligu støðuna. Tað mátti eisini
verið áhugamálið hjá øllum føroyingum, sambandsinnaðir ella
sjálvstýrissinnaðir, at verið við at stuðla hesum átaki.
Tað ger neyvan støðuna hjá Føroyum í altjóða høpi veikari
heldur, at ÍSF fær IOC-limaskap.
Tvey lond, sum vit fyrr hava verið í ríkisfelagskapi
við, kunnu verða nevnd í hesum høpi. Íslendska ÍS fekk limaskap,
meðan landið enn var í kongsfelagskapi við Danmark. Ítróttarsambandið
á Vesturindisku oyggjunum (Virgin Islands) er IOC-limur,
tó at Vesturindisku oyggjarnar fóru frá donskum til amerikanskt
samveldi í 1918.
At enda kann eg nevna, at longu í 1985 fingu Føroyar
at vita frá IOC um treytirnar fyri limaskapi, millum annað,
at minst 5 sersambond mugu vera limir í altjóða sersambondum.
Í dag hava nærum øll sersambondini altjóða limaskap, herímillum
ÍSB, sum hevur olympiska viðurkenning. IOC-limaskapur velst
fyrst og fremt um áræðið hjá føroyingum sjálvum.
Føroyar framá! Í ítrótti vinn! Saman standa vit stinn!
Heðin Mortensen,
ÍSF forseti
|