|
Eisini
tit, Fregnir?
Vanligt er, tá fólk vera óvæntað álopin, at taka
til orðini: eisini tú, sonur mín Brutus.
Í seinastuni hevur mentunarblaðið Fregnir skrivað
eina greinarøð ímóti føroyskari olympiskari viðurkenning.
Søgan um føroyska olympiska viðurkenning er í stuttum
henda. Miðskeiðis í 80'unum tekur ÍSF stig til at arbeiða
fram ímóti føroyskari luttøku á olympisku leikunum.
Tað er olympiska rørslan, ið skipar fyri olympisku
leikunum. Olympiska rørslan er ein óheftur felagskapur,
óheftur av politiskum stjórnum og øllum øðrum almennum,
privatum og átrúnaðarligum áhugamálum.
Ovasti myndugleiki hjá olympisku rørsluni er IOC,
International Olympic Council, tað olympiska ráðið. Limirnir
í IOC eru einstaklingar, sum IOC sjálvt velur. Limirnir
umboða ikki heimlond síni í ráðnum.
Olympiska ráðið viðurkennir síðani altjóða sersambond,
herímillum t.d. FIFA, atljóða fótbóltsambandið. Ráðið viðurkennir
fleirítróttarsambond, t.d. altjóða ítróttarsambandið fyri
brekað International Paralympic Organisation.
Loksins viðurkennir IOC eitt ítróttarsamband úr hvørji
landi, sum lýkur treytirnar fyri viðurkenning. Fremstu treytirnar
fyri viðurkenning eru, at ítróttarsambandið umboðar sersambond
og fleirítróttarsambond, ið hava vunnið sær viðurkenning
frá altjóða sersambondunum.
Men, sjálvsagt er ein spurningur, hvat er eitt land
í olympiskum høpi? Av teimum um 200 viðurkendu ítróttarsambondunum
eru 12 úr londum, hvørs ríkisrættarliga støða minnir um
støðuna hjá Føroyum. Harafturat hevur ÍSF fullan stuðul
frá danska ítróttarsambandinum, so ongin ivi er um, hvør
umboðar Føroyar í olympiskum høpi. Men fremsta treytin er
viðurkenningin, sum føroysku sersambondini hava fingið.
Tað er tann viðurkenningin, sum ger, at FSF kann senda lið
at umboða Føroyar í fótbóltskappingum, at ÍSB svimjarar
fáa heiðursmerki handaði, meðan merkið veitrar og tjóðsangurin
ljóðmar.
Politiska eindin Føroyar og føroysku stjórnarstovnarnir,
løgting og landsstýri, fáa ikki olympiska viðurkenning,
men ítróttarsambandið, sum í umveldi er samanfallandi við
landið Føroyar.
Tá Heri Simonsen á Fregnum sigur, at vit ístaðin
áttu at spælt "Hon er omma mín" er tað púra burturvið. Somuleiðis
er tað fullkomiliga misskilt at rokna frástøðuna millum
USA og Guam sum avgerandi ella at leggja inn treyt um viðurkenning
frá teimum europeisku londunum.
Føroyingar halda fast um tjóðsangin og merkið, og
teir sleppa av kappast í olympisku leikunum vegna Føroyar,
um ÍSF fær viðurkenning frá olympiska ráðnum.
Tað nyttar ikki at halda fram við hesum kjaki, sum
tí endar her. Í mun til Fregnir ger ÍSF heimaarbeiðið til
lýtar og fær tí væntandi olympiska viðurkenning. Eftir situr
lesarin hjá Fregnum og spyr seg sjálvan, um alt tilfarið
í blaðnum er líka ófyrireikað og tendensiøst.
Heðin Mortensen
ÍSF-forseti
|