|
Heðin
Mortensen, ÍSF-forseti:
Farandi
og komandi - tíðir eru
tengdar at hvør aðrari.
Føroysk ítrótt hevur enn einaferð nátt óførum úrslitum.
Gott og støðugt arbeiði er grundarlag fyri hesum. Góð úrslit
hava eisini avbjóðingar við sær.
Tá vit nærkast
ársenda nýta vit mangan høvi at støðga á eina løtu, minnast
tað sum er farið og royna samstundis at ímynda okkum hvussu
komandi tíðir fara at roynast. Í huganum leita vit aftur
til ymisk avrik, ið á einhvønn hátt hava merktárið, meðan
vit samtíðis leggja ætlanir fyri árið, ið stendur fyri framman.
Gott er av og á at støðga á - bæði fyri at draga
andan og fyri at njóta tað ein kann líta aftur á. Men neyðugt
er at ansa sær, tí um steðgurin gerst ov langur, er sera
torført at koma víðari. Ein kann tøva í turrum uttan at
koma av fetinum; halda at alt er, sum tað eigur, meðan neyðuga
framfýsni er druknað í berari afturlítan.
So eigur ikki at vera um ein framhaldandi vil seta
sær og náa mál. Tá skal fortíðin og tær royndir ein gjørdi
sær, nýtast at byggja víðari á. Bæði brøgd og mistøk koma
einum tá til góða - brøgdini sum íblástur og mistøkini sum
lærupengi.
Ítróttasamband Føroya er felagsskapur, ið er komin
í tann aldur har tað vanliga verður tosað um at gevast við
at arbeiða og um pensión. Hetta er tó ikki galdandi fyri
ÍSF, tí hesin felagsskapur, ið er meginfelag fyri alla ítrótt
í Føroyum, roynir alla tíðina at endurnýggja seg, so at
til ber at laga seg til støðugt broyttu samfelagskrøvini.
Og krefturnar eru enn til at gera seg galdandi. Felagsskapurin
hevur meira enn seksti ár á baki og nógvar eru broytingarnar,
ið hendar eru tað tíðarskeið ÍSF hevur verið til, men aðalmálið
er og hevur altíð verið tað sama - nevnliga at vera meginfelag
fyri alla ítrótt í Føroyum og birta upp undir, stuðla og
umboða føroyska ítrótt og føroysk ítróttafólk - í Føroyum
eins væl og uttanlanda.
Samfelagsliga hevur felagsskapurin altíð havt stóran
týdning. Ítróttsamband Føroya er sum meginfelagsskapur hjá
allari ítrótt í Føroyum av størstu einstøku samgongum, ið
finnast. Í felagsskapinum eru 24 ítróttagreinar umboðaðar
av 14 ser- og deildarsambondum, ið aftur umboða 15.000 ítróttafólk
í meira enn 100 feløgum.
Øll hesi eru sera aktiv innan nógv øki og hetta merkist
eisini. Í gerandisdegnum frættist nógv frá ymsum kappingum
og tiltøkum. Onkrum kann tykjast, at fjølmiðlarnir umrøða
og siga alt ov nógv frá ítrótti og at hvør hending og hvørt
úrslit verður tugt og tanla á slíkan hátt at eingin biti
er eftir. Veruleikin er tó ein annar, tí í roynd og veru
er tað bert lítil partur av ítróttini, ið fær nakra umrøðu.
Føroyski ítróttaheimurin er eins og ísfjallið - bert tað
ovasta kemur undan, meðan nógv tann størri parturin liggur
fjaldur og sæst ikki, hóast ein hvør veit, at hesin fjaldi
partur hevur avbera stóran týdning. Tað er nevnliga so,
at ítrótt og ítróttarrørsla í virki sínum dagliga røkja
týðandi samfelagsligar uppgávur - uppgávur sum kanska ikki
fáa nógvu umrøðuna, men sum einki samfelag kann vera fyri
uttan.
Týðandi partur av uppgávuni hjá ítróttarørsluni er
uppaling av ungdómi. Gjøgnum spæl og álvara mennist tann
einstaki, og gerst tí betri førur fyri at røkja skúla og
arbeiði. Ítrótt hevur eisini sera stóra týdning fyri heilsuna
- bæði ta likamligu og ta sálarligu. Jú fleiri, ið íðka
einhvørja ítrótt, jú betri eru møguleikarnir fyri einum
heilsugóðum lívi og samstundis betrast møguleikarnir fyri
einum virknum lívi á ellisárum. Gjøgnum fleiri ár tóktist
vanliga hugsanin at vera, at fólk skuldu gevast at íðka
ítrótt tá tey komu upp móti teimum tríati, men her er tíbetur
komin vend í. Seinnu árini eru fleiri ítróttagreinar komnar,
ið geva fólki tilboð, og møguleikar, at vera við í ítrótti
líka mikið hvør aldurin so er. Fyribyrgjan er jú altíð betri
enn viðgerð. Ítróttin hevur her stóra uppgávu, sum hon roynir
at loysa á besta hátt.
Ítróttarørslan arbeiðir ímóti rúsevnanýtslu í samband
við ítrótt. Øll, sum íðka ítrótt, skulu trygt kunna koma
til venjingar og kappingar í einum rúsfríum umhvørvi. Venjarar,
leiðarar og ítróttafólk annars skulu vera ein góð fyrimynd
fyri onnur. Arbeitt verður fyri, at áskoðaramentanin í so
stóran mun sum til ber skal vera trygg og familjuvinarlig
og øll, ið eru við í ÍSF, skulu fylgja landsins lógum um
rúsdrekka. Lýsingar á leikvøllum, í hallum, felagshølum
og á ítróttabúnum skulu fylgja somu reglum.
Allir limir í ítróttafeløgum verða kunnaðir um tey
skaðaárin, sum rúsdrekka og onnur rúsevni hava á ítróttaravrikini,
trygdina og felagsandan innan ítróttina. Ítróttin skal hava
ein tálmandi hugburð í samstarvinum við feløg og virki,
sum hava týðandi part av sínum virksemi knýtt at rúsdrekka.
Bannað er øllum ítróttafólki undir átjan ár at nýta lýsingar
frá virkjum ella feløgum, sum lýsa við rúsandi evnum - eisini
um hetta ikki er í stríð við galdandi lógir. Ítróttasamband
Føroya fylgir altjóða reglum tá talan er um rúsevnispolitikk
og er í støðugum og tøttum samstarvi hesum viðvíkjandi við
hini norðurlendsku ítróttasambondini.
Trivið kundi verið í nógv annað, tí á nógvum øðrum
samfelagsøkjum ger ítróttin eitt stórt og gagnligt arbeiði.
Her skal tó ikki verða gjørt meira burtur úr.
Men úrslit spyrjast eisini burtur úr arbeiðinum,
ið nógvu fólkini innan føroyska ítrótt leggja í. Í hesum
árinum eru fleiri góð úrslit nádd - bæði á leikvølli og
uftanfyri. Gerandisligu úrslitini eru ikki tey, ið fáa nógvu
umrøðuna, men hesi eru tó tey, ið eru grundarlag undir øllum
tí framburði, ið hevur verið okkum fyri. Og framburð hava
vit merkt; framburð, ið hevur havt við sær avbera góð úrslit.
Rúgvan er stór, nógv er at tríva í og ikki er møguligt at
taka alt við. Vit kundu tó nevnt svimjararnir hjá ÍSB, ið
eru í heimsflokki, fótbóltslandsliðini, ið enn einaferð
fingu hampulig úrslit, øll oyggjaleikaítróttafólkini, ið
umboðaðu okkum á framúrskarandi hátt, hondbóltin, ið roynir
at finna vegin inn á altjóða pallin aftur, spennandi róðrarnir
á stevnunum í ár, ymsu kappingarnar, ið hava verið í Føroyum,
róðurin, ið nú er um at vinna sær altjóða viðurkenning,
einstaklingarnir í fimleiki……
Men vit velja at lata vera við at nevna nakran einstakan
ella nakra einstaka hending, tí ikki vilja vit taka nakran
fram um annan. Á nærum øllum økjum er nógv komið burtur
úr og tí er alt virðismikið. Og hetta hevur bert borið til
tí at fólk hava verið til reiðar at taka við teimum avbjóðingum,
ið hava verið. Hava arbeitt í álvara og miðvíst - í felagi
ella sum einstaklingar.
Okkara uppgáva hevur verið at fáa til vega teir karmar,
ið neyðugir eru um tað skal bera til. Væl vita vit, at enn
er ikki alt fullfíggja - og tað so langt í frá eisini. Men
hvørt fet vit vinna fram gevur okkum enn betri møguleikar
at víðka karmarnir og hjá okkum, ið virka innan ítróttarørsluna
er eingin ivi um, at hvørt felag og hvør einstakur limur
hevur týdningarmiklan leiklut í samlaða úrslitinum. Tí vil
ÍSF í komandi árinum leggja nógva orku í at betra um møguleikarnar
at virka undir. Í altjóða høpi verður enn størri orka løgd
í at vinna okkum limaskap í olympiska felagsskapinum, luttøka
okkara í altjóða og millumtjóða nevndum og ráðum verður
styrkt og verða m.a. millumtjóða fundir hildnir í Føroyum.
Í heimligum høpi verður dentur lagdur á at geva øllum, ið
virka innan ítróttarørsluna, betri møguleika at røkja sjálvbodnu
arbeiði síni. Skeiðtænasta ÍSF leggur til rættis ymisk skeið
- bæði innan grundítrótt, leiðslu og fyrisiting - ið vil
økja førleikan hjá tí einstaka at leggja til rættis og seta
í verk tað, ið krevst fyri at reka eitt nútíðar felag.
Avbjóðingarnar eru nógvar, men grundarlagið er gott.
Innan ítróttarørsluna er jú hópur av fólki, ið hvønn dag
ger avbera stórt og gott arbeiði. Eitt arbeiði, ið mangan
ikki verður virðismett og sum tað als ikki ber til at gera
upp í krónum ella oyrum. Hesin hópur er í veruleikanum møna
og mergur í føroysku ítróttarørsluni, ein hópur, ið ger
tað møguligt hjá føroyskari ítrótt at halda fram í ymsu
arbeiðunum.
Øllum hesum sjálvbodnu, ítróttafólkunum og annars
øllum hinum, ið varða av føroysku ítróttini - spornsorum,
myndugleikum, politikarum o.ø. - verður ynskt gott nýggjár
í vónini um at vit øll í felag kunnu samstarva um at varðveita
og betra korini hjá føroyskari ítrótt - tí eingin ivi er
um, at hetta verður okkum øllum at gagni.
|