|
Jákup Bogi Joensen
- email: JakupB@dimma.fo
Dimmalætting
- Fríggjadagur 28. desember
- Ætlaninar við Tórsvølli
burturi úr vón og viti

:: Tórsvøllur ::
Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini
og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð, er harðliga ímóti
ætlanunum, sum grunnurin fyri Tórsvøll hevur almannakunngjørt.
Hann heldur, at ætlaninar eru burturi úr vón og viti og
ger greitt, at grunnurin fyri Tórsvøll ikki skal væntað
sær stuðul frá Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen skírir
ætlanina fyri ábyrgdarleysa og ávarar ímóti, at vit við
ferð fara aftur í 80 árini
Stóru ætlaninar,
sum grunnurin fyri Tórsvøll almannakunngjørdi beint fyri
jól, hava vakt miklan ans millum havnarborgarar. Og ikki
minst í Tórshavnar býráð, har prátið dúgliga hevur gingið
um tað, sum stóð at lesa her í blaðnum hósdagin tann 20.
desember.
Í Tórshavnar býráð eru tey sera bilsin um tað, sum Poul
Michelsen, formaður í grunninum fyri Tórsvøll, tá bar fram
í blaðnum. Ein av býráðslimunum, sum var við í upprunaætlanini
av Tórsvølli, er Heðin Mortensen. Seinni tók hann seg tó
burtur úr grunninum fyri Tórsvøll, tí hann var ónøgdur við
arbeiðsgongdina í málinum.
Nú nýggju og stóru ætlaninar frá grunninum eru komnar
undan kavi, finst Heðin Mortensen aftur hvassliga at arbeiðsgongdini
hjá grunninum. Hann heldur, at nýggju ætlaninar eru púrasta
burturi úr vón og viti.
Ongan stuðul úr býráðnum
Heðin Mortensen er formaður í byggi- og býarskipanarnevndini
og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð. Og hann undrar
seg stórliga um arbeiðsháttin hjá grunninum fyri Tórsvøll.
Í skrivinum, sum grunnurin hevur sent Tórshavnar býráð
tann 12. desember í ár, søkir grunnurin um stuðul frá býráðnum
til stóru ætlaninar við Tórsvølli. Grunnurin søkir í fyrstu
atløgu um stuðul til tær 8-9 milliónir krónurnar, sum skulu
fáast til vega og nýtast til at gera áskoðaraplássini á
eystursíðuni - niðan móti ítróttarhøllini á Hálsi - liðug.
Tað eigur í hesum sambandi at verða nevnt, at Tórshavnar
býráð - ella í øllum førum byggi- og býarskipanarnevndin
og mentamálanevndin, har Heðin Mortensen er formaður - als
ikki hava fingið skrivið frá grunninum fyri Tórsvøll í hendi,
og tí heldur ikki hava havt møguleika at viðgera málið.
Heðin Mortensen sigur, at tað als ikki kemur upp á tal at
játta pening til ætlaninar.
Hann vísir á, at sitandi býráðssamgonga hevur onnur
økið, sum verða raðfest hægri. Eitt nú hevur býráðið játtað
mundandi bata til eldra- og barnagarðsøkið í kommununi,
eins og miða verður eftir, at fáa ítróttarhøllina í Hoyvík
lidna. Eisini skal málið viðvíkjandi ítróttarhøllini í Kollafirði
takast upp til viðgerðar, áðrenn farið verður undir nakað
annað.
Tað undrar tí Heðin Mortensen stórliga, at grunnurin fyri
Tórsvøll vil hava býráðið upp í leikin, nú nýggju og stóru
ætlaninar verða lagdar fram. Ikki minst, tá grunnurin vil
hava býráðið at broyta ella gera býar- og byggisamtyktina
viðvíkjandi Gundadali um, so hendan verður í tráð við ætlaninar
hjá grunninum fyri Tórsvøll. Heðin Mortensen ger greitt,
at grunnurin fyri Tórsvøll ongan stuðul skal væntað sær
úr býráðnum. Hann er grundleggjandi ósamdur við grunninum
og ætlanum hansara. Heðin Mortensen vísir á, at hann undir
ongum umstøðum kann góðtaka, at Gundadalur nú verður lagdur
av til vinnulívið ella fyritøkur, sum eru áhugaðar í keyps
ella leigusáttmálum kring økið, sum grunnurin fyri Tórsvøll
annars mælir til í sínum uppskoti.
Í tekningunum, sum donsku fyritøkurnar Rambøll og Gert
Andersson hava latið gera fyri grunnin fyri Tórsvøll sæst,
at ætlanin er at leggja hotell og matstovur, handilssentur
og mangt, mangt annað inn á økið í Gundadali. Heðin Mortesnen
vísir á, at hann er harðliga ímóti hesum ætlanum og leggur
dent á, at eftir hansara fatan er Gundadalur ætlaður til
ítróttin og ikki til vinnulívið ella nakað annað. Umframt
hetta vísir hann á, at tá upprunaligu ætlaninar við Tórsvølli
vórðu lagdar fram, varð sagt, at tað skuldi ikki koma at
kosta býráðnum nakað. Men seinastu árini hevur býráðið nýtt
nógvan pening upp á Tórsvøll, sigur Heðin Mortensen, formaður
í býar- og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar
býráð. Hann er ógvuliga harmur um gongdina í Tórsvallar
málinum. Hann sigur, at vøllurin í dag er so langt frá tí
sum upprunaliga ætlanin var, og tí kann hann als ikki taka
undir við nýggju ætlaninum.
Hann heldur, at arbeiðsgongdin minnir ikki sørt um gongdina
í teimum góðu og gomlu 80 árunum, tá alt bar til. Hann ávarar
havnarborgarar og onnur við, um at taka undir við nýggju
ætlanunum.
- Nýggju ætlaninar eru púrasta burturi úr vón og viti,
slær Heðin Mortensen fast og spyr, um meiningin er, at skattgjaldarin
skal gjalda fyri gildið. Heðin Mortensen sigur, at einasti
møguleikin at draga býráðið upp í málið um Tórsvøll er,
um býráðið fult og heilt tekur alla ábyrgd av Tórsvølli
og harvið fær ognarrættin til vøllin. Tá skal núverandi
grunnur fyri Tórsvøll avtakast ella leggjast niður. Men
spurningurin er, um upprunamenninir aftan fyri tað heila
eru sinnaðir til tað. Heðin Mortensen undrar seg á, at formaðurin
í grunninum fyri Tórsvøll, Poul Michelsen, nú kemur til
býráðið og biður um pening, tá hann upprunaliga segði seg
megna at gera Tórsvøll fyri tær 10 milliónirnar, sum longu
eru nýttar.
Venda øllum á høvdið
Heðin Mortensen er - eins og fleiri onnur - sera
harmur um gongdina í hesum máli. Ikki minst nú grunnurin
fyri Tórsvøll hevur leitað sær hjálp og ráðgeving uttanlands.
Hann sipar sjálvandi til donsku fyritøkurnar Rambøll og
Gert Andersson, sum hava lagt tekningarnar og tilfarið annars
tilrættis, og sum eftir ætlanini hjá grunninum skulu standa
á odda fyri víðari arbeiðinum av Tórsvølli. Heðin Mortensen
slær fast, at tað harmar seg almikið, at grunnurin fer út
um landoddarnar eftir arbeiðsmegi, tá vit her heima í Føroyum
eiga sera góðar og dugnaligar arkitektar og byggiserfrøðingar.
Hann finst eisini hvassliga at gongdini viðvíkjandi byggingini
av Tórsvølli.
- Fyri mær sær tað út til, at grunnurin vendir øllum
so beint á høvdið. Fyrst ger grunnurin av at lata eitt stadion
byggja, fyri síðani at leita sær køna hjálp hjá útlendskum
arkitektum og byggiserfrøðingum. Eftir mínari fatan spyr
ein seg fyrst fyri hjá arkitektum og byggiserfrøðingum,
áðrenn farið verður undir sjálvt arbeiði, sigur Heðin Mortensen
við Dimmalætting. Hann heldur, at tað má vera eindømi, at
arbeiði verður framt eftir hesum leisti.
Heðin Mortensen ger greitt, at hann undir ongum umstøðum
tekur undir við grunninum í ætlanum, sum nú eru lagdar fram
fyri almenningin.
Rennibreytin kemur
Eitt mál sum serliga nógv hevur verið kjakast um,
tá tað um Tórsvøll ræður, er tann so nógv umrødda rennibreytin,
sum í upprunaliga uppskotinum skuldi liggja við Tórsvøll.
Í samrøðu við Dimmalætting tann 20. desember segði formaðurin
í grunninum fyri Tórsvøll, Poul Michelsen, at málið frá
teirra síðu er endaliga avgreitt, og at eingin rennibreyt
kemur at liggja við Tórsvøll.
Heðin Mortensen sigur, at tað harmar seg almikið, at grunnurin
fyri Tórsvøll útihýsur rennibreytini. Men formaðurin í býar-
og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð,
sigur, at málið viðvíkjandi rennibreytini als ikki er endaliga
avgreitt enn. Hann ásannar kortini, at í núverandi løtu
er ikki líkt til, at rennibreytin kemur at liggja við Tórsvøll.
Hinvegin arbeiðir býráðið av lívsins kreftum við at útflýggja
frælsa ítróttinum í høvuðstaðnum betri kor og umstøður at
virka undir, tó at tað neyvan verður á Tórsvølli.
Tað harmar Heðin Mortensen nógv, at rennibreytin eftir øllum
at døma ikki kemur at liggja í Gundadali. Men hann vissar
øll tey frælsu ítróttarfólkini um, at rennibreytin kemur.
Spurningurin er bara nær og hvar. Vit hava spurt Heðin Mortensen,
hvar ætlanir eru at leggja rennibreytina í høvuðsstaðnum.
- Í løtuni hava vit trý væl egnað støð í huganum. Ein
møguleiki er at leggja rennibreytina á stóra økið við Shell-støðina
við Norðara ringveg. Ein annar møguleiki er sjálvandi úti
í Marknagili, meðan tann seinasti møguleikin - sum hevur
verið frammi áður - er at leggja rennibreytina í Hoydølum.
Har hevur uppskot verið frammi um at leggja ein ítróttarmiðdepil,
og tí kundi tað kanska verið hóskandi, um rennibreytin varð
løgd har uppi, heldur Heðin Mortensen. Formaðurin í býar-
og bygginevndini og mentamálanevndini í Tórshavnar býráð
reisir eisini spurningin, um tað er rætt, at tíggjutals
milliónir krónur verða nýttar til eitt stadion, sum kortini
liggur stilt størsta partin av árinum, tí Tórsvøllur er
ikki atkomiligur fyri vanliga borgaran. Heðin Mortensen
heldur, at rættast hevði verið, um rennibreytin lá við Tórsvøll,
ístaðin fyri at runni verður við alfara veg, til miklan
ampa fyri rennaran og onnur við.
Hann ger at enda greitt, at hann als ikki tekur undir
við nýggju ætlanunum hjá grunninum fyri Tórsvøll. Hann heldur,
at vit eiga at sláa kalt vatn í blóðið og ávarar ímóti,
at vit ikki einaferð enn føra púra ábyrgdarleysan politikk,
sum eitt nú í 80 áunum.
|