|
Sjálvandi
segði Smirnov ikki "Da!"
At Fregnir royna
at sáa split og sundurlyndi í eitt so stórt arbeiði, sum
í so mong ár er lagt í at vinna Føroyum altjóða ítróttarliga
viðurkenning, er alla átalu vert! Og at blanda politikk
upp í málið, sum fyri okkum øll hevur verið borið oman fyri
allar politiskar hugsjónir og meiningar, er ófyrigeviligt!
Í Fregnum fríggjadagin røkkur ein longri herferð
hjá blaðnum tindunum. Hetta tykist hava verið ein miðvís
herferð móti føroysku royndunum í fleiri harrans ár at vinna
Føroyum olympiska viðurkenning, samstundis sum alt verður
gjørt fyri at grugga málið og blanda politikk uppí.
Hetta er serstakliga harmiligt, tí síðani miðskeiðis
í 80-árunum hava mong fólk - uttan mun til politiska ella
ríkisrættarliga sannføring - staðið saman sum ein maður
í tí stóra arbeiði, ið er gjørt fyri at geva Føroyum ein
olympiskan kjans.
Tað stutta av tí langa er, at ein russari fyri blaðið
ringir til russiska næstformannin í altjóða olympisku nevndini,
Vladimir Smirnov, og spyr hann um útlitini fyri, at Føroyar
skulu fáa olympiska viðurkenning. Saman við greinini er
m.a. mynd av hesum sama Smirnov saman við russiska forsetanum
Vladimir Putin.
Smirnov vildi verið meira enn vanliga djarvur, um
hann svaraði "Da!", tá hann fekk spurningin. Sjálvandi svaraði
hann "Njet!", tí hvussu skuldi hann annars vart seg yvir
fyri t.d. Putin, tá hann við einum játtandi svari vildi
sagt, at eisini Tjetjenia skuldi havt rætt til olympiska
viðurkenning?
Nei, svarið gevur seg sjálvt! Tað er, sum so mangan
verður tikið til, at "sum tú spyrt, skalt tú vænta tær svar".
Støðan hevði verið tann sama fyri fáum árum síðani, um tú
spurdi táverandi olympiska forsetan Samaranch tað sama.
Sjálvandi vildi spaniólin ikki lova Føroyum upp í part,
tí tað vildi verið tað sama sum at rætt Baskaralandinum
eina hjálpandi hond!
Blanda politikk uppí
Í áravís hava Ítróttarsamband Føroya og føroysk ítróttarfólk
- uttan mun til politiska hugsjón - arbeitt fyri føroyskum
sjálvræði á ítróttarøkinum. Fleiri hundrað túsund krónur
eru brúktar við tí eina endamálinum: At greiða limunum í
altjóða olympisku nevndini og øðrum frá, hví Føroyar skulu
samanberast við tey 13 ikki-fullveldini við olympiskum limaskapi,
og ikki við baskar ella tjetjenar, ið ikki eru sjálvstøðugar
ítróttartjóðir.
Spell, um alt hetta arbeiði nú skal fara fyri skjeytið,
bara tí politikkur kemur uppí. Tí tað er tað, Fregnir miðvíst
hava roynt í eitt hálvt ár - kanska við einum vanlukkuligum
úrsliti fyri tað longu nú gjørda arbeiðið, og ikki minst
fyri virkishugin hjá fleiri av teimum, ið hava lagt nógv
fyri Føroyum til frama í hesum máli.
Um hugsað verður um føroyskan ítrótt seinnu árini,
so hevur stóra fyrimyndin hjá teimum flestu óivað verið
fótbóltssambandið, ið vann sær altjóða viðurkenning og tí
hevur verið við í altjóða kappingum í yvir tíggju ár. Hetta
er eitt livandi prógv um, hvat føroyskur ítróttur kann avrika
- eisini í framtíðini!
Skulu vit nú kanska taka Føroyar úr bæði UEFA og
FIFA, tá vit tosa um fótbólt? Tað má vera náttúrliga avleiðingin,
tá vit - sambært Fregnir og øll tey, ið vilja rumbla og
grugga hetta málið - als ongan rætt hava at vera uppi í
altjóða ítrótti, tí ríkisrættarliga støða okkara nú einaferð
er, sum hon er!
Sjálvandi fer einki føroyskt ynski at koma um hetta,
men tá nú idealini skulu setast í hásæti, so vildi tað verið
tað einasta rætta! Alt annað er at snúlta og nassa upp á
altjóða ítróttarsamfelagið, uttan at hava nakran sum helst
rætt til at vera uppií!
Óvitandi ítróttarleiðari
Fyri at venda aftur til Smirnov, so má tað sigast
at vera skelkandi, at ein so høgtstandandi ítróttarleiðari
ikki veit av, hvar Føroyar eru. Vóru russar kanska ikki
í Føroyum og spældu HM-fótbólt í fjørsummar? Og varð føroyska
fótbóltslandsliðið kanska ikki sjónvarpað út í hvønn russiskan
krók, tá tað var í Moskva og spældi?
Eisini átti hann at vitað betur, tá talan er um,
at ST-limaskapur skal vera nøkur treyt fyri altjóða olympiskari
viðurkenning. Veit hann kanska ikki av, at Sveits - sum
jú ikki er limur í ST - fyri bara trimum vikum síðani vann
trý gull-, tvey silvur- og seks bronsuheiðursmerki á olympisku
vetrarleikunum í Salt Lake City?
Ella fyri at gera tað uppaftur greiðari: Veit Vladimir
Smirnov ikki av, at hann sum næstformaður í altjóða olympisku
nevndini eisini hevur ábyrgd av paralympisku leikunum, har
Føroyar ferð eftir ferð hava vunnið heiðursmerki av øllum
slagi og eru við á jøvnum føti við allar aðrar tjóðir?
Sama, hvør ríkisrættarliga støða okkara er, so er
tað ein sannroynd, at nógvar av okkara ítróttargreinum hava
vunnið sær altjóða viðurkenning og luttøku, og tað kann
sjálvt ikki Fregnir gera nakað við.
Óneyðugt arbeiði fyri framman
Hinvegin kann henda, at stórt óneyðugt arbeiði stendur
fyri framman, so vit kunnu fáa uppbygt álit á Føroyar sum
ítróttartjóð av nýggjum. Í staðin fyri at leggja sakina
fram so positivt sum møguligt, noyðast vit nú at sannføra
ein mann, sum longu alment hevur sagt "Njet!"
At Fregnir skulu skriva, at danska ítróttarsambandið
"hevur staðfest", ella at statsministarin hevur "gjørt greitt",
at fullveldi er ein fyritreyt, er snøgt sagt ófatiligt,
tí Ítróttarsamband Føroya hevur fult sjálvræði, og tað hevur
als ikki okkara áhuga, hvørjar løgfrøðiligar metingar danskarar
gera sær.
Okkara ráðgevar og okkara kenningar innan altjóða
ítrótt siga greitt: "Ígjøgnum fullan sjálvstøðugan altjóða
limaskap í ENGSO, FIFA, IPC, IHF og nógvum øðrum altjóða
ítróttarsamgongum eru Føroyar viðurkendar sum land í ítróttarhøpi.
ÍSF hevur eina aktiva framhaldandi umsókn liggjandi frá
fyrst í 80-árunum, og síðani tann dagin eru fleiri sambarlig
lond tikin upp sum limir, og meira er ikki um tað!"
Harafturat kemur, at altjóða olympiska nevndin longu
fyri langari tíð síðani skrivliga hevur boðað frá, at viðtøkurnar
hjá olympisku nevnd Føroya vóru góðkendar, og at einasta,
ið restaði í, var føroyskur limaskapur í nóg nógvum altjóða
sersambondum - og tað treytina lúka vit nú!
Átalu vert og ófyrigeviligt!
Nei, Fregnir vinna neyvan nakað heiðursmerki fyri
sína herferð móti tværpolitisku - ella rættari: ópolitisku
- føroysku royndunum at vinna Føroyum altjóða viðurkenning
í ítróttarhøpi.
Og nú eg síggi, at onkur rósar blaðnum fyri at hava
víst góðan blaðmannasið, so kann eg bara leggja aftrat,
at Fregnir frá byrjan og til nú hvørki hevur sett seg í
samband við Ítróttarsamband Føroya ella føroysku olympisku
nevndina. Ikki ein spurningur er komin frá blaðnum, ið annars
ikki sparir upp á telefonrokningina, tá "tey røttu svørini"
skulu umbiðjast úr øðrum londum!
Alt byggir á gitingar og illgitingar, og endamálið
er ikki at lýsa málið til fulnar, men bara at grugga tað
og gera tað so ógreitt sum gjørligt. Tað er stórt spell,
tí hetta hevur bara til endamáls at fáa higartil framda
føroyska arbeiðið fyri altjóða ítróttarviðurkenning av rætta
sporinum. Hevur føroyski ítrótturin ikki betri uppiborið?
At sáa split og sundurlyndi í eitt so stórt arbeiði,
sum í so mong ár er lagt í hetta mál, er alla átalu vert!
Og at blanda politikk upp í málið, sum fyri okkum øll hevur
verið borið oman fyri allar politiskar hugsjónir og meiningar,
er ófyrigeviligt!
við ítróttarkvøðu
Heðin Mortensen,
Forseti í Ítróttarsambandi Føroya
|