Formansfrágreiðing
2005 - 2006
Til aðalfund Ítróttasamband Føroya
20. mai 2006 helt
Heðin Mortensen, ÍSF-forseti hesa formansfrágreiðing:
..
Tygum kunna
taka pdf-fílin niður her


Formansfrágreiðing
2005-2006
Enn eitt ítróttaár er farið
og enn eina ferð er løtan komin at taka
saman um eitt sindur av tí, sum er farið,
samstundis sum nortið verður eitt sindur
við tað, ið stendur fyri framman. Avbjóðingar
eru alla tíðina, og vit kunnu á
summum umráðum fegnast um framstig, á
øðrum harmast um at standa í stað
ella ganga aftur. Men samanumtikið hevur roynst
væl í hesum farna skeiðinum.
Viðvíkjandi fíggjarliga grundarlagnum
undir føroyskari ítrótt vildu
vit ynskt, at landsins politisku myndugleikar góvu
ítróttini størri ans og ikki
minst løgdu sær í geyma tað
stóra og sjálvbodna arbeiði, ið
verður gjørt kring alt landið. Her
sparir tað almenna nógvar milliónir
av krónum, samstundis sum ítróttin
er við at menna og mynda okkara unga fólk,
heilt frá børnum av, og tað hevði
einki gjørt, um hetta eisini sást
aftur í játtan okkara á løgtingsins
fíggjarlóg.
Samstundis er at frøast um, at eitt nú
fólkaheilsan er vorðin ein alsamt størri
partur av rikna politikkinum, tí tað
er hóast alt ein staðfesting og viðurkenning
av tí gagnligu ávirkan, ítróttin
hevur í okkara lítla samfelag. Øll,
ið á ein ella annan hátt eru virkin
innan ítrótt í Føroyum,
hava uppiborið tøkkina og heiðurin
fyri, at virksemið er so stórt og umfatandi,
sum tað er. Og øll skulu vita, at alt
tað stóra og sjálvbodna arbeiði,
ið liggur sum botnur undir føroyskari
ítrótt, ikki er til fánýtis.
Tvørturímóti.
Landskassastuðul
Hóast Ítróttasamband Føroya
ferð eftir ferð hevur heitt á landsins
myndugleikar um at geva ítróttini
størri ans ítøkiliga, tað
vil siga við eini størri játtan,
ið samsvarar til tað stóra virksemi,
ið fer fram innan føroyska ítrótt,
hevur hetta ikki givið úrslit. Játtanin
er tann sama, tíanverri, og heldur ikki røkist
nakað fyri, at játtanin til ítróttaarbeiði
í Føroyum verður nakað størri
í bræði.
Umberingin hjá myndugleikunum er enn sum
áður, at ítróttin jú
fær veddingarpengar, og at tørvur tí
ikki er á størri játtan á
løgtingsfíggjarlógini. Hetta
er púra burturvið, tí ikki eigur
at verða gloymt, at tað var av neyð,
at vit í síni tíð leitaðu
okkum til Dansk Tipstjeneste fyri at fáa
eina skipan, har veddingarpengarnir kundu koma føroyskari
ítrótt til góðar.
Hetta hendi, samstundis sum landsins myndugleikar
tá skerdu játtanina til ítróttina,
og tíverri má staðfestast, at
Ítróttasamband Føroya hevur
saknað ta virðing fyri ítrótti
og mentan, ið átti at verið. Ikki
minst, tá havt verður í huga,
at vit sjálv megna at fíggja verandi
virksemi, men samstundis høvdu havt óendaliga
nógv fleiri møguleikar, um okkara
partur á løgtingsfíggjarlógini
var í tráð við tær mongu
milliónir, ítróttin í
veruleikanum sparir samfelagnum fyri.
Sjálvt ikki veddingarpengarnir kundu fáa
frið, tí har skipaði løgtingið
so fyri, at Mentamálaráðið
skuldi fáa 20 prosent burturav, í
staðin fyri at lata Ítróttasamband
Føroya og Føroya Ungdómsráð,
sum fáa ávikavist 60 og 20 prosent,
hava hesar pengar í friði. Tað er
alt annað enn politisku myndugleikunum fyri
at takka, at hesir pengar eru komnir til landið,
so tí tykist tað margháttligt,
at Mentamálaráðið skal hava
burtur av pengunum, samstundis sum politiskur vilji
ikki annrs er til at stuðla ítróttini.
Við verandi skipan er vandi fyri, at ein mentanarumsiting
etur stóran part av hesum pengum upp, so
alt ov lítið av teimum kemur til gagns
og nyttu. Hetta vísir bert vantandi viljan
hjá løgtinginum at stuðla og stimbra
ítróttini, og hetta skal ikki liggja
Mentamálaráðnum til last, tí
tey hava vit gott samstarv við í allar
mátar.
Men harmiligt er tað, at politiski myndugleikin
ikki ásannar og viðurkennir tað stóra
ítróttaarbeiði, ið verður
gjørt, og at vit enn eina ferð hava eina
játtan, ið er tann sama sum árið
fyri, samstundis sum ein ávís uppgongd
í samfelagnum annars átti at gjørt
tað møguligt at vaksið um játtanina,
tá ráð eru til tað.
Landskassastuðul
|
Býtið
av Landskassastuðlinum 2005
|
| Sersamband |
Upphædd
|
| Fótbóltssamband
Føroya |
1.052.381
|
| Hondbóltssamband
Føroya |
211.254
|
| Flogbóltssamband
Føroya |
211.254
|
| Róðrasamband
Føroya |
115.127
|
| Føroya
Fimleikasamband |
115.127
|
| Ítróttasamband
Fyri Brekað |
109.095
|
| Svimjisamband
Føroya |
159.190
|
| Judosamband
Føroya |
109.095
|
| Badmintonsamband
Føroya |
115.127
|
| Borðtennissamband
Føroya |
109.095
|
| Sambandi
Fyri Súkkling og Triathlon |
56.587
|
| Frælsur
Ítróttur Føroya |
56.587
|
| Deilds.
nýstovnaður ítróttur |
96.587
|
| Ríðisambandið |
61.587
|
| Skjótisambandið |
61.587
|
| Íalt |
2.639.680
|
Ítróttavedding
Enn eina ferð kann sostatt staðfestast,
at dyggasta fíggjarliga íkastið,
føroysk ítrótt hevur, kemur
frá veddingarpengunum. Og hóast stuðulin
frá ítróttaveddingini støðugt
er í minking, tí spælt verður
alsamt minni hjá Dansk Tipstjeneste í
Føroyum, eru veddingarpengarnir álitið.
Ein trupulleiki við ítróttaveddingini
hevur alla tíðina verið, at ikki
hevur borið til at lýst og kunngjørt
í Kringvarpi Føroya, soleiðis
sum vit vildu ynskt, tí øll marknaðarføring
skal ganga ígjøgnum Dansk Tipstjeneste,
sum higartil ikki hevur hildið tørv verið
á beinleiðis føroyskari marknaðarføring,
so føroyingar fóru at vedda meira.
Men nú er líkt til, at vend kann koma
í á hesum umráði, tí
eftir eitt sindur av skrivligum samskifti og fundarvirksemi
við Dansk Tipstjeneste, tykist størri
forstáilsi vera fyri, at veddingin krevur
at hava sína egnu marknaðarføring
í Føroyum, skal tað eydnast at
fáa føroyingar at taka tey ymsu spølini
til sín.
Ítróttavedding hevur heitt á
Dansk Tipstjeneste um at fáa loyvi at lýsa
við veddingini í Føroyum, so gongd
kann fáast á. Eitt nú hava
vit fingið. Sansir at gjørt eina professionella
meting av tí marknaðarføring,
ið er neyðug, og hetta upplegg hava vit
lagt fyri Dansk Tipstjeneste.
Reyði tráðurin í tilmælinum
frá Sansum er, at tað ræður
um at gera føroyingar tilvitaðar um,
at gjøgnum spølini hjá Dansk
Tipstjeneste eru teir beinleiðis við til
at stuðla føroyskt ítrótta-
og ungdómsarbeiði. Fyrst og fremst kappast
veddingin við V4 og Gekkin hjá Kringvarpi
Føroya, sum fíggjar sítt egna
virksemi við hesum spølum, so tí
átti veddingin at havt greiðar fyrimunir,
tá havt verður í huga, hvussu
ágóðin av spølunum hjá
Dansk Tipstjeneste verður brúktur og
kemur til gagns.
Hvussu verður við inntøkunum frá
ítróttaveddingini í framtíðini
er óvist, tí sáttmálin
við Dansk Tipstjeneste gongur út um ikki
so langa tíð, og tá skal so samráðast
av nýggjum. Ikki fyrr enn tá fæst
at síggja, um Dansk Tipstjeneste framvegis
er sinnað at vísa okkum vælvild,
so haldast kann fram við veddingini í
Føroyum sum nú.
|
Býtið
av veddingarpeninginum til sersambondini 2005
|
| Sersamband |
|
Upphædd
|
| Fótbóltssamband
Føroya |
|
932.571
|
| Hondbóltssamband
Føroya |
|
621.714
|
| Flogbóltssamband
Føroya |
|
621.714
|
| Svimjisamband
Føroya |
|
466.286
|
| Róðrarsamband
Føroya |
|
310.857
|
| Fimleikasamband
Føroya |
|
310.857
|
| Ítróttarsamband
fyri Brekað |
|
233.143
|
| Badmintonsamband
Føroya |
|
310.857
|
| Judosamband
Føroya |
|
233.143
|
| Borðtennissamband
Føroya |
|
233.143
|
| Skjótisamband
Føroya |
|
213.714
|
| Frælsur
Ítróttur Føroya |
|
213.714
|
Sambandið
Fyri Súkkling
og Triathlon |
|
213.714
|
| Deilds.
nýstovnaður ítróttur |
|
213.714
|
| Ríðisamband
Føroya |
|
213.714
|
| Íalt |
|
5.342.855
|
Norðurlendskur stuðul
Eitt annað fíggjarligt ískoyti
til ítróttavirksemi kemur frá
Norðurlendska Ráðharraráðnum,
sum á hvørjum ári letur Íslandi,
Grønlandi og Føroyum stuðul eftir
einum býtislykli, sum nú er soleiðis,
at Ísland fær 50 prosent og Føroyar
og Grønland 25 prosent í part.
Henda upphædd minkaði í fjør,
tí frammanundan var lutfallið 28 prosent
til Føroyar og 22 prosent til Grønlands,
og framvegis er norðurlendski stuðulin ikki
vaksin. Her er ikki talan um nakra stóra
upphædd, men kortini munar hetta eitt sindur.
Tað serliga við norðurlendska stuðlinum
er, at hann er oyramerktur til norðurlendskt
samstarv. Sersambondini skulu søkja um stuðul,
alt eftir hvat virksemi tey hava í norðurlendskum
høpi, tí treytirnar fyri stuðli
eru, at minst trý norðurlond eru við
í teimum tiltøkum, søkt verður
um stuðul til.
|
Býtið
av stuðlinum frá Norðurlendska
Ráðharraráðnum 2005
|
| Sersamband |
Upphædd
|
| Hondbóltssamband
Føroya |
40.000
|
| Flogbóltssamband
Føroya |
34.000
|
| Fimleikasamband
Føroya |
35.000
|
| Ítróttarsamband
fyri Brekað |
20.000
|
| Borðtennissamband
Føroya |
16.000
|
| Svimjisamband
Føroya |
20.000
|
| Judosamband
Føroya |
12.000
|
| Sambandið
fyri Súkkling og Triathlon |
10.000
|
| Frælsur
Ítróttur Føroya |
17.000
|
| Oyggjaleikanevndin
|
35.000
|
| Skjótisamband
Føroya |
13.000
|
| ÍSF
|
15.000
|
| Íalt |
267.000
|
Ferðing
Játtanin til ítróttaferðir
innanlands er tann sama sum síðsta ár,
3,25 milliónir krónur, og er so bert
at vóna, at játtanin heldur, tí
tað er ein sannroynd, at ítróttavirksemið
kring landið er økt munandi, við
tað bæði fleiri feløg og fleiri
kappingar eru, so umráðandi er, at henda
játtan er nøktandi.
Skipanin við ferðakortum riggar væl
og ger tað lættari hjá bæði
ítróttaleiðarum og einstaklingum
at ferðast til ítróttatiltøk
kring landið. Somuleiðis tryggjar henda
skipan, at játtanin ikki verður brúkt
til aðra ferðing enn í sambandi við
ítrótt.
Nú umstøðurnar í sambandi
við ferðing eru nógv broyttar, tí
bæði Vágatunnilin og Norðoyatunnilin
hava loyst ferjurnar um Vestmannasund og Leirvíksfjørð
av, verður helst neyðugt at endurskoða
skipanina í síni heild.
Seinnu árini hevur Ítróttasamband
Føroya havt avtalu við Atlantsflog um
ferðing uttanlands, so sersambondini fáa
avsláttur í kostnaðinum, tá
ferðast verður í ítróttaørindum
uttanlands. Henda avtala er enn eina ferð endurnýggjað,
og vit kunnu við gleði staðfesta, at
hetta framhaldandi er ein avtala, ið er gagnlig
fyri føroyskt ítróttaarbeiði.
Avtalan betrar møguleikarnar hjá landsliðum
at ferðast úr Føroyum og til Føroya
í sambandi við tiltøk og kappingar,
so høgligari verður at ferðast undir
skipaðum viðurskiftum fyri fastan og sámiligan
prís. Avtalan við Atlantsflog betrar
møguleikarnar hjá føroyskum
ítróttarfólkum at umboða
og marknaðarføra Føroyar úti
í heimi.
Útvarps- og sjónvarpsrættindi
Ítróttasamband Føroya og Kringvarp
Føroya hava í vár undirskrivað
nýggjan sáttmála um sendirættindi
til ítrótt, og avloysir hesin sáttmáli
avtalurnar við Útvarp Føroya og
Sjónvarp Føroya, sum Ítróttasamband
Føroya segði upp seinasta heyst.
Talan er um ein royndarsáttmála, ið
fevnir um ítróttaárið 2006,
men í seinasta lagi 31. oktober skulu partarnir
taka upp nýggjar samráðingar um
framhaldandi samstarv. Í sáttmálanum
verður miðað eftir, at Kringvarp Føroya
skal umrøða allar ítróttagreinar
í sínum sendingum og at ansa eftir,
at eingin ítróttagrein verður
fyri mismuni.
Stóri stríðsspurningurin í
sambandi við samráðingarnar, ið
gjørdust rættiliga drúgvar og
tungar, var spurningurin um, at Kringvarp Føroya
skuldi viðurkenna, at kappingar og deildir í
ávísum førum bera nøvn
hjá ískoytisveitarum.
Síðani hava vit bæði hoyrt
og sæð, at henda viðurkenning liggur
á sera lítlum stað, tí
fyri tað mesta verða deildir við ískoytisveitaranøvnum
bert nevndar "besta deild" ella "fremsta
deild". Soleiðis verða nøvnini
hjá ískoytisveitarunum miðvíst
og eftir øllum at døma tilvitað
hildin uttanfyri og mestsum ongantíð
nevnd. Í sjónvarpinum hevur hetta
verið knívsskorið, meðan útvarpið
av og á hevur brúkt tey nøvn,
sersambondini sjálv hava givið sínum
deildum og kappingum.
Annar stríðsspurningur, ið síðani
hevur tikið seg upp, hevur nakað við
tað sama at gera, tí ikki er líkt
til, at Kringvarp Føroya í øllum
førum er sinnað at viðurkenna, at
fyriskiparar, feløg ella sersambond hava
ræðisrætt á sínum
ítróttarhúsum ella leikvøllum,
har Kringvarp Føroya ætlar at taka
upp ella senda frá. Hóast sersambond,
feløg og onnur avvarðandi av ítróttini
hava syrgt fyri, at umstøðurnar við
og á ítróttarøkjunum
eru soleiðis háttaðar, at Kringvarp
Føroya fær tikið upp ella sent
frá tiltøkum og kappingum, hevur virðingin
fyri nevnda ræðisrætti ikki altíð
verið til staðar.
Serliga viðvíkjandi fótbóltinum
og sjónvarpssendingini 3-2 hevur støðan
verið spent, og fyribils er líkt til,
at ongar leikarasamrøður verða gjørdar,
so leingi feløgini ikki sleppa at brúka
sponsorveggir, ið síggjast aftur á
sjónvarpaðu myndunum. Einki røkist
fyri, at feløgini og sjónvarpið
tosa sama mál, so hetta er ein spurningur,
Ítróttasamband Føroya fer at
leggja stóra orku í at fáa
loystan sum skjótast.
Hvussu er og ikki, so tykist greitt, at hugurin
hjá Kringvarpi Føroya at viðurkenna
og virða innihaldið og andan í tí
sáttmála, sum er gjørdur millum
partarnar, ikki er serliga stórur. Hetta
er ein trupulleiki, ið ikki er gagnligur fyri
tað samstarv, ið ynskiligt hevði verið
at havt millum Ítróttasamband Føroya
og Kringvarp Føroya.
Hetta er í øllum førum ein
spurningur, sum í síni breiðastu
merking verður tikin upp, tá galdandi
royndarsáttmáli er úti. Men
av tí at støðan í summum
førum er komin í ein spíss,
verður helst neyðugt at taka alt málið
upp av nýggjum áðrenn ta tíð.
Evsti møguleiki er at leggja ósemjur
og ymsar tulkingar av sáttmálainnihaldinum
fyri ein gerðarrætt, og ikki er óhugsandi,
at neyðugt verður at fara tann vegin, hóast
hetta er lítið sømiligt og hartil
tíðar- og kostnaðarkrevjandi. Tað
átti at verið óneyðugt, men
tíðin fer at vísa, hvussu leikur
fer.
Fráboðanar- og úrslitatænasta
Ein annar partur av sáttmálanum við
Kringvarp Føroya, ið snýr seg
um fráboðan av dystum, kappingum og tiltøkum
er nakað, meira átti at verið gjørt
við frá okkara síðu, so ein
samskipað fráboðan kundi verið
skipað. Hetta hevði verið bæði
ítróttafeløgum, ítróttafólkum,
áskoðarum og fjølmiðlum til
mikla nyttu.
Spurningurin er, hvussu ein skipan skuldi verið
røkt, og ein møguleiki kundi verið
ein sentralur dátugrunnur til allar fráboðanir,
har hvørt sersambandið sær ella
møguliga hvørt felag sær kundi
lagt sínar heimadystir og kappingar, so alt
fanst á einum og sama stað - lætt
atkomiligt hjá øllum, ið hava
áhuga og brúk fyri tí.
Annar møguleiki kundi eisini verið at
sett fólk burturav at samskipað ein álmanakka
við øllum ítróttahendingum
í Føroyum, har ein sentralur dátugrunnur
framvegis kundi verið høvuðsamboðið,
men at setta fólkið tók sær
av at dagføra, rætta og viðlíkahalda
eitt samlað yvirlit yvir alt tað nógva
kappingarvirksemi, sum dag og dagliga er í
landinum.
Báðir hesir møguleikar kosta,
so hetta er ikki nakað, farast kann undir, fyrr
enn greiða er fingin á fíggingini.
Ein møguleiki kundi verið, at ein slík
skipan partvíst varð fíggjað
av tí, ein møguligur komandi sáttmáli
við Kringvarp Føroya kastar av sær.
Seinni kundi ein slík
skipan verið útbygd við einari samlaðari
úrslitatænastu, ið fevndi um allar
ítróttagreinar og harvið kom øllum
til góða. Størru ítróttagreinarnar
hava neyvan teir stóru trupulleikarnar við
at fáa úrslit síni út,
men hetta kann ofta vera tungt hjá smærru
ítróttagreinunum, ið tá
høvdu havt sama møguleika sum tær
størru.
Fótbólturin á vegamóti
Á eykaaðalfundi fyrst í hesum
mánaðinum samtykti eykaaðalfundur
í Fótbóltssambandi Føroya
nýggjar lógir. Atkvøtt var
um samlaða lógarverkið undir einum
og ikki grein fyri grein, tí uppskotið
um nýggjar lógir er eitt samlað
lógarverk, har greinarnar eru tengdar saman
og partar av samlaðu heildini.
Nýggja lógarverkið fær gildi
frá 1. januar 2007, og tá er greitt,
at hesar lógir í fleiri førum
ikki eru í samsvari ella sambæri við
lógirnar hjá Ítróttasambandi
Føroya. Tí slepst ikki undan, at henda
broyting í Fótbóltssambandi
Føroya eisini
fær avleiðingar fyri ta lógarskipan,
vit hava í Ítróttasambandi
Føroya í dag.
Millum annað er greitt, at frá 1. januar
2007 eru limafeløgini hjá Fótbóltssambandi
Føroya ikki longur limir í Ítróttasambandi
Føroya, sum tey eru
tað nú. Í staðin eru tey bert
limir í Fótbóltssambandi Føroya,
sum so aftur er limur vegna tey øll í
Ítróttasambandi Føroya.
Av tí at fleiri av hesum feløgum eisini
hava aðrar ítróttagreinar enn
fótbólt í sínum virksemi,
ber tó ikki til hjá hesum feløgum
"at kvetta á stokkinum", so her
er ein stór framtíðar avbjóðing
at finna útav, hvussu ábyrgdarøkið
skal skipast, so greiða fæst á
limaskapinum hjá hesum feløgum.
Ein spurningur er, hvussu peningur skal býtast
millum sersambondini, tá Fótbóltssamband
Føroya ikki longur verður limur í
Ítróttasambandi Føroya sum
sersamband, men sum felag.
Aðrir spurningar eru, hvussu verður við
trygging, tí tað bara eru øll
feløg og allir limir í Ítróttasambandi
Føroya, ið eru umfevnd av núverandi
ítróttatrygging. Eisini skal støða
takast til spurningin um fríferðir kring
oyggjarnar, ið jú bara eru galdandi fyri
feløg, sum eru limir í Ítróttasambandi
Føroya.
Ítróttasamband Føroya hevur
í vár sett ein arbeiðsbólk
at endurskoða bygnaðin og býtislykilin
í Ítróttasambandi Føroya.
Ætlanin var, at arbeiðið hjá
hesum bólki skuldi verða liðugt til
henda aðalfundin, so lógin kundi broytast,
men av tí at omanfyri nevndu broytingar í
Fótbóltssambandi Føroya síðani
eru framdar, ber ikki til hjá arbeiðsbólkinum
at leggja nakran úrskurð fyri henda aðalfundin.
Endamálsorðingin hjá arbeiðsbólkinum
verður verandi tann sama, men tó verður
nú neyðugt at arbeiða undir broyttum
fyritreytum. Ikki minst er tað átroðkandi
at fáa framt neyðugar broytingar innan
árslok, so hædd verður tikin fyri
nýggju limaviðurskiftunum hjá
fótbóltsfeløgunum og Fótbóltssambandi
Føroya.
Greitt er, at neyðugt verður við eykaaðalfundi
í Ítróttasambandi Føroya
seinni í ár, so tær neyðugu
broytingarnar kunnu verða samtyktar. Hetta verður
kunnað nærri um, so skjótt arbeiðsbólkurin
er komin til eina niðurstøðu og hevur
lógarbroytingar, nýggjan býtislykil
og annað viðkomandi tilfar klárt,
ið støða kann takast til.
Arbeiðsbólkar
Umframt nevnda arbeiðsbólk eru eisini
aðrir bólkar settir, ið hvør
sær skulu arbeiða við málum,
ið viðkoma framtíðini hjá
Ítróttasambandi Føroya, umframt
øðrum málum.
Ein bólkur er settur at viðgera Ítróttaálitið
í samráð við Mentamálaráðið.
Eitt er at gera eitt álit, men stóri
spurningurin er, hvussu best verður komið
víðari, so nytta kann fáast burtur
úr føgru orðunum, ið fest
eru á blað. Her er talan um bæði
fíggjarligar spurningar, men eisini, hvussu
Ítróttasamband Føroya, Mentamálaráðið
og ítróttin í síni heild
kann fáa framt tað í verki, sum
lagt verður upp til í Ítróttaálitinum.
Ásannandi, at útlendingamálið
hevur verið ein stórur trupulleiki hjá
bæði føroysku feløgunum
og einstaklingum innan føroyska ítrótt,
er ein arbeiðsbólkur settur at arbeiða
burturav við hesum máli, ið enn ikki
tykist hava funnið eina endaliga og virðiliga
loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir
við. Hesin arbeiðsbólkurin skal viðgera
viðurskiftini hjá útlendskum ítróttafólkum
í Føroyum í samráð
við Innlendismálaráðið,
ið er politiski myndugleikin á økinum.
Hølisviðurskiftini hjá Ítróttasambandi
Føroya hava í mong ár verið
ein afturvendandi spurningur, tí umstøðurnar
eru ikki nøktandi. Ynskiligt er, at alt verður
samlað undir einum taki, men til tað endamálið
eru núverandi hús ov smá og
heldur ikki tíðarhóskandi longur.
Tí er ein arbeiðsbólkur settur
at kanna, um nýtt ÍSF-hús skal
byggjast, ið kann hýsa øllum tí
alsamt vaksandi umsitingarliga virksemi, Ítróttasamband
Føroya og sersambondini hava.
Líka síðani 1989, tá Føroyar
hýstu Oyggjaleikunum, hevur verið vent
aftur til spurningin, um Føroyar enn eina
ferð skulu taka á seg leiklutin sum vertir
fyri Oyggjaleikunum. Ein varislig roynd varð
gjørd fyri nøkrum árum síðani,
tá ætlanin var at bjóða
seg fram at hýsa leikunum í 2005,
men ikki vísti seg tá, at almenni
áhugin var nóg stórur, og tí
varð tann ætlanin slept. Nú er
hon tó komin fram av nýggjum, og fyribils
verður kannað, um líkindi eru at
skipa fyri Oyggjaleikunum í 2013 ella 2015.
Tað velst nógv um, hvør fær
leikirnar í 2011, men undir øllum
umstøðum mugu vit vera fyrireikað
og klár, tá kjansurin kanska kemur.
Tí er eisini ein arbeiðsbólkur
settur at kanna, um Føroyar skulu vera vertir
fyri Oyggjaleikunum aftur.
Síðsti arbeiðsbólkurin er
settur at kanna skattaviðurskiftini hjá
ítróttafeløgunum, sum framvegis
ikki eru nóg skipað, um hugsað verður
um tey viðurskifti, vit kenna frá grannalondum
okkara. Á ávísum umráðum,
har ítróttafeløg rinda samsýningar,
er tað vanligt í hinum norðurlondum,
at talan er um skattafríar samsýningar.
Her verður hugsað um eitt nú samsýningar
til dómarar, ungdómsvenjarar og onnur,
ið eitt nú hava við klædnavask,
koyring og annað, ið myndar gerandisdagin
í flestøllum ítróttafeløgum.
Arbeitt hevur verið við hesum máli
í fleiri ár, men ásannandi,
at tað tykist trupult at koma víðari
við samráðingum við embætisfólk
í politisku skipanini, ið hava við
skattaviðurskifti at gera, samskiftir hesin
arbeiðsbólkur beinleiðis við
fíggjarmálaráðharran.
Havandi í huga, at nevndu arbeiðsbólkar
hava rættiliga ymiskar setningar at arbeiða
eftir, umframt at summi av arbeiðsevnunum eru
átroðkandi og onnur kanska ikki so átroðkandi,
er rættiliga ymiskt, nær bólkarnir
skulu vera lidnir við sítt arbeiði.
Men væntandi eru teir klárir við
sínum úrskurðum eina ferð
í summar.
Dopingroyndir
Føroyska dopingeftirlitið tók
tilsamans 41 royndir av føroyskum ítróttafólkum
í 2005, og allar royndirnar vóru negativar.
Tilsamans vóru 33 royndir tiknar undir venjingum
og átta undir kappingum. Býtið
millum kynini var tað, at 29 menn og 12 kvinnur
vóru kannað.
Ítróttaliga býtið var,
at 22 royndir vóru innan fótbólt,
seks innan hondbólt, fýra innan róður,
tvær innan frælsan ítrótt,
tvær innan súkkling, tvær innan
flogbólt, tvær innan skjóting
og ein roynd varð tikin av bogaskjútta.
Royndirnar vóru gjørdar í trimum
umførum og í tí eina umfarinum
vóru royndirnar serliga vendar ímóti
ítróttafólkum, sum skuldu á
Oyggjaleikirnar í Hetlandi.
Í tí eina førinum, tá
ein maður varð dopingkannaður í
Føroyum tíðliga í 2005,
vísti royndin høgt testosteronvirði.
Men eftir at royndin var kannað á serligari
starvsstovu í Týsklandi, var greitt,
at í hesum føri var talan um náttúrliga
høga framleiðslu av testosteron og ikki
doping. Maðurin var tí fríkendur
fyri doping, men skal hava eina serliga sokallaða
TUE-váttan.
Oyggjaleikir í Hetlandi
Í døgunum 9. til 15. juli 2005 vóru
oyggjaleikir í Hetlandi, og hugaligt var
at síggja, at úr Føroyum var
luttøkan fjølment, bæði
so og so. Tilsamans vóru um
130 ítróttafólk við, umframt
venjarar og hjálparfólk, og hartil
kom so ein rúgva av føroyingum, ið
vóru við sum áskoðarar og
fjepparar.
Føroyar kappaðust hesa ferð í
ítróttagreinunum badminton, bogaskjóting,
borðtennis, fimleiki, flogbólti, fótbólti,
frælsari ítrótt, skjóting,
súkkling og svimjing. Og ikki kann sigast
annað, enn at heiðursmerkjaúrtøkan
var góð, tí vit endaðu samanlagt
á einum fimta plássi við 14 gullmerkjum,
11 silvurmerkjum og 20 bronsumerkjum.
Undan leikunum var greitt, at ikki fór at
bera til at hýsa øllum teimum mongum
ítróttagestunum, ið vóru
við, tí ov fá gistingarplásss
eru á landi, so tí høvdu hetlendingar
leiga tvey ferðamannaskip, ið lógu
við bryggju í Lerwick undir leikunum.
Føroysku ítróttafólkini
búðu umborð á ferðamannaskipinum
MV Athena, og hetta vísti seg at rigga sera
væl.
Óivað er hetta ein gongd leið, tá
oyggjaleikir aftur verða í Føroyum,
tí vit eru heldur ikki alt ov væl fyri,
tá um gistingarpláss ræður.
Her sóu vit, at hetta avgjørt er ein
møguleiki, ið er verdur at royna aftur,
og helst er hetta eisini nakað, vit eiga at
arbeiða miðvíst við, nú
tað kanska røkist fyri, at Føroyar
aftur fara at bjóða seg fram sum vertur
fyri Oyggjaleikunum.
Næstu leikirnir verða í 2007 á
Rhodos, har kappast verður í bogaskjóting,
borðtennis, flogbólti, fótbólti,
frælsari ítrótt, golf, judo,
kurvabólti, sigling, skjóting, súkkling,
svimjing, tennis og triathlon. Saknur er í
fimleikinum og badminton, ið hava roynst okkum
væl seinnu árini, men stig eru tikin
til eina serliga kapping fyri fimleikin, ið
Føroyar skulu verða vertir fyri, og tað
gleða vit okkum til. Hinvegin er hugaligt at
síggja, at judo aftur sleppur upp í
part á Rhodos.
Í 2009 verða leikirnir so aftur á
Álandi, har teir eisini vóru í
1991, meðan kappingin um leikirnar í
2011 stendur millum Isle of Wight og Bermuda. Her
hevur IGA-nevndin givið Isle of Wight sítt
tilmæli, men fyri tað er ikki givið,
at limaoyggjarnar fara at atkvøða eftir
tilmælinum kortini.
Altjóða Olympiska Nevndin
Ítróttasamband Føroya hevði
í sambandi við HMlandsdystin Føroyar-Írland
í juni mánaði vitjan av Patrick
Hickey, aðalskrivara í Europeisku Olympisku
Nevndini og formanni í Írsku Olympisku
Nevndini. Vitjanin var komin í lag í
sambandi við eina ENGSO-ráðstevnu,
har Hickey hevði víst Føroyum
stóran áhuga.
Ítróttasamband Føroya fundaðist
við Hickey, og vildi hesin royna at arbeiða
fyri føroyskum limaskapi í IOC. Ítøkiliga
hevði hetta við sær, at Ítróttasamband
Føroya var boðið við sum eygleiðari
á aðalfundi hjá Europeisku Olympisku
Nevndini í Dublin í desember mánaði.
Har nýttu føroysku umboðini høvi
til at heilsa uppá IOC-forsetan Jacques Rogge,
samstundis sum hetta var fyrstu ferð, at Føroyar
hava havt møguleika at vera við á
fundum hjá olympiskum nevndum.
Í sambandi við olympisku vetrarleikirnar
í Torino 2006 kom sambandið millum Donsku
Olympisku Nevndina og ítróttasambondini
í Føroyum og Grønlandi ovast
á breddan. Grønland ynskti at senda
skíðarar til OL á danska landsliðinum,
men hóast grønlendsku ítróttafólkini
luku luttøkukrøvini hjá IOC,
sluppu tey ikki við, tí tey ikki luku
herdu luttøkukrøvini hjá Danmark,
sum hevur hert síni krøv og nú
setur sum treyt, at donsku luttakararnir skulu hava
møguleika fyri at vinna heiðursmerki.
Mikil orðadráttur stóðst av
hesum, serliga millum grønlendskar og danskar
politikarar og Donsku Olympisku Nevndina. Í
hesum sambandi hevði Ítróttasamband
Føroya fund við danska mentamálaráðharran
Brian Mikkelsen, har avtalað varð, at hann
á fundi undir olympisku vetrarleikunum skuldi
handa IOC-forsetanum bræv frá okkum,
ið lýsti støðuna viðvíkjandi
føroysku
umsóknini. Samstundis varð í brævinum
biðið um fund við IOC.
Svar kom frá Rogge í apríl
mánaði í ár, har víst
verður til treytirnar fyri upptøku, ið
eru galdandi nú, og eftir teimum kunnu Føroyar
ikki upptakast, tí bert sjálvstøðugar
tjóðir kunnu gerast limir. Ítróttasamband
Føroya arbeiðir tó víðari
við málinum.
Tað hevur avgerandi týdning at halda
fast við, at Føroyar søktu um
limaskap, áðrenn reglurnar fyri upptøku
vórðu broyttar í 1996. Tá
Føroyar
upprunaliga søktu um limaskap í 1984,
uppfyltu vit allar treytir fyri upptøku.
Samstundis sum Ítróttasamband Føroya
roynir at gera síni sjónarmið
galdandi í beinleiðis samskifti við
IOC, er møguleiki fyri, at eitt sakarmál,
ið Gibraltar hevur reist mótegis IOC,
kann hjálpa Føroyum. Gibraltar søkti
um limaskap um somu tíð sum Føroyar
og uppfylti somuleiðis allar treytir. Gibraltar
vil nú hava IOC at viðurkenna, at mismunur
varð gjørdur, og at umsóknin tí
eigur at verða viðgjørd av nýggjum
eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá
umsóknin varð latin IOC. Frá keldum
í IOC hava vit frætt, at um Gibraltar
fær viðhald í hesum sakarmáli,
verða bæði Gibraltar og Føroyar
upptikin sum limir.
ENGSO-ráðstevna í Føroyum
Á aðalfundinum hjá europeiska
felagsskapinum fyri ítróttasambond,
ENGSO, varð herfyri tikin avgerð um, at
árliga ráðstevnan hjá felagsskapinum
skal vera í Føroyum á heysti
2007. Hetta er fyrstu ferð, at ein slík
europeisk ráðstevna verður hildin
her heima.
Ítróttasamband Føroya hevur
seinnu árini miðvíst arbeitt við
at gera vart við Føroyar í hesum
felagsskapi, ið fevnir um ítróttasambond
og olympiskar nevndir úr øllum Europa.
Hetta hevur m.a. havt við sær, at Føroyar
vóru við í einum pallborði
um ítrótt í oyggjasamfeløgum
á ráðstevnuni síðsta
heyst, at Ítróttasamband Føroya
er við í einum fylgibólki hjá
menningarbólkinum hjá felagsskapinum,
og at nevndin hjá felagsskapinum kemur til
Føroya at hava nevndarfund í september
2006.
Nú er so greitt, at limalondini við vælvild
hava viðgjørt føroyska tilboðið
um at skipa fyri ráðstevnuni í
2007. Formaðurin Bengt Sevelius legði uppskotið
at leggja ráðstevnuna í Føroyum
í 2007 fyri aðalfundin, og limalondini
stuðlaðu einmælt tilmælinum
hjá nevndini.
Sum meginfelagsskapur fyri ítróttasambond
í Europa arbeiðir ENGSO eitt nú
sum lobbyfelagsskapur fyri ítrótt
mótvegis nationalum og europeiskum politiskum
myndugleikum. Samstundis miðjar felagsskapurin
eftir at menna førleikan hjá limafelagsskapunum,
og triði tátturin er at skapa karmar
fyri opnum kjaki um yvirskipað ítróttaviðurskifti
í Europa.
Ítróttasamband Føroya hevur
verið limur í ENGSO síðani
1976, og ásanna vit stóra týdningin
av, at Føroyar átaka sær virknan
leiklut í altjóða ítróttafelagsskapum,
bæði fyri at fáa ávirkan
og fyri at styrkja um altjóða profilin
hjá Føroyum. Ítróttasamband
Føroya vónar, at sersambondini fara
at taka hendan tráðin upp og í
øktan mun fara at taka á seg ábyrgd
í altjóða ítróttasamstarvi.
Á aðalfundinum hjá ENGSO, sum
var í lettiska høvuðsstaðnum
Riga í apríl, var eisini eitt føroyskt
umboð við á ungdómsaðalfundinum,
sum var samstundis. Ítróttasambond
í Europa hava seinnu árini lagt dent
á at skipað nevndir ella bólkar
við ungum ítróttaleiðarum
og íðkarum. Hesir bólkar kunnu
ráðgeva starvsnevndunum í málum,
sum snúgva seg um ung og ítrótt.
ENGSO hevur skipað eina europeiska ungdómsnevnd,
sum varð vald á aðalfundinum hjá
ENGSO Youth.
Eisini hevði Ítróttasamband Føroya
umboð við á ráðstevnuni
hjá ENGSO í heyst, har Føroyar
vóru við í einum panelborðsorðaskifti
um ítrótt og oyggjasamfeløg
saman við Íslandi, Írlandi og
Malta. Serligur dentur varð lagdur á
støðuna hjá Føroyum í
altjóða ítróttaheiminum.
Flestu limafelagsskapirnir í ENGSO eru olympiskar
nevndir, og tí metir ÍSF tað hava
stóran týdning, at vit gera vart við
føroyska ítrótt í felagsskapinum.
Norðurlendskur felagsfundur
Árligi norðurlendski felagsfundurin varð
í 2005 hildin í Oslo. Millum evnini,
ið vóru til viðgerðar, var framtíðin
hjá norðurlendska samstarvinum, Norðurlond
í mun til baltisku londini og spurningurin
um málið á norðurlendska fundinum
framhaldandi skal vera norðurlendskt ella um
tað skal vera enskt.
Samstundis varð Team Norden á skránni,
hóast talan annars vanliga er um tvey ymisk
tiltøk. Men í sambandi við umrøðuna
av framtíðar norðurlendska samstarvinum
á fundinum í Reykjavík 2004
varð valt at leggja tiltøkini bæði
somu tíð og sama stað.
Úr Føroyum luttóku ung frá
Ítróttasambandi Føroya, Fótbóltssambandi
Føroya og Róðrarsambandi Føroya
á Team Norden. Skeiðið snúði
seg í høvuðsheitum um altjóða
samstarv og framløguteknikk. Endamálið
var at geva teimum ungu førleikar, so tey
kunnu átaka sær leiklut í norðurlendskum
og altjóða samstarvi framyvir. Hetta
skeið var á enskum máli.
Í fjør vóru 25 ár liðin,
síðani eg tók við sum forseti
í Ítróttasambandi Føroya,
og eg kann framvegis bert ásanna, at hetta
hevur verið ein stak góð og rík
tíð, sum bæði hevur verið
mennandi og spennandi. Hetta hevur verið besta
tíðin í mínum lívi.
Tá eg av fyrstan tíð tók
við hesum álitisstarvi, hevði Ítróttasamband
Føroya ein heilt annan leiklut og bygnað,
enn tað hevur í dag.
Tá var Ítróttasamband Føroya
fyriskipari av øllum kappingum og stóð
fyri øllum tí ítróttavirksemi,
ið var, og tær ymsu ítróttagreinarnar
vóru skipaðar sum deildir. Hetta var
í 1979 broytt, tá farið varð
frá deildum til sersambond, og henda skipan
hevur verið síðani. Men nú
er aftur greitt, at Ítróttasamband
Føroya stendur á einum vegamóti,
tí neyðugt verður hjá okkum
at broyta og tillaga ítróttasambandið,
so vit fylgja alheims og norðurlendska rákinum.
Broytingartíðir, má sigast. Og
so er eisini hjá mær sjálvum,
tí tíðin hjá mær
stendur heldur ikki í stað. Við stórum
takksemi kann eg líta aftur á hesi
mongu árini, har talan hevur verið um
vítt og breitt samstarv við mong menniskju,
ið øll hava havt eitt bankandi hjarta
fyri ítróttini. Hetta hevur verið
bæði spennandi og mennandi, ikki minst
fyri meg persónliga.
Sjálvur haldi eg tað vera rættast
at siga frá í góðari tíð,
nú eg havi gjørt upp við meg sjálvan,
at hetta verður mín seinasta seta sum
ÍSF-forseti og at eg ikki fari at taka við
afturvali um tvey ár.
Onkur hevur sagt, at ein fráfarandi leiðari
er ein, ið hevur givið upp. Soleiðis
havi eg tað ikki, og eg fari hesi komandi tvey
árini framhaldandi at leggja stóra
orku í at røkja hetta álit
eftir míni bestu sannføring. Ikki
minst, tá havt verður í huga nógv
av tí, ið nevnt er omanfyri í
hesi frágreiðing.
Avbjóðingarnar fyri framman eru nógvar
og stórar, og tær skulu ikki bíða
í tvey ár, tí nógvar
av teimum krevja, at brotið verður upp um
armar her og nú. Tað verður eisini
gjørt, men við hesi fráboðan
vóni eg, at høvi verður givið
til umhugsni og ta fyrireiking, ið krevst, tá
nýggj leiðsla skal finnast.
Fyri tað um eg ikki haldi fram sum forseti í
Ítróttasambandi Føroya, tá
hetta tvey ára skeiðið er farið,
merkir tað alt annað, enn at eg fari at
sleppa ítróttini. Tvørturímóti
eri eg sannførdur um, at brúk verður
fyri mær á øðrum umráðum,
ið kunnu vera ítróttini at gagni,
og sjálvur haldi eg meg hava evni og orku
til at virka fyri føroyskari ítrótt
í mong ár aftrat. Tíðin
kann sleppa at vísa, hvar eg kann gera bestu
nyttuna.
At enda fari eg vegna starvsnevnd og stjórn
í Ítróttasambandi Føroya
at takka øllum feløgum og leiðarum
fyri enn eitt ár við góðum
samstarvi og dygdargóðum arbeiði.
Og eisini skal ljóða ein tøkk
til politiskar myndugleikar, bæði land
og kommunur, Strandfaraskip Landsins, vinnulív,
handilslív, fjølmiðlar og onnur,
sum á ymsan hátt eru við til at
skapa føroyskari ítrótt umstøður
og fyritreytir at virka undir. Síðst,
men ikki minst, fer tøkkin til tykkum mongu
kring landið, ið sjálvboðin leggja
lív og sál í ítróttaarbeiði.
Uttan tykkum bar lítið til av tí
nógv, ið hendir í føroyska
ítróttaheiminum í dag!
Heðin Mortensen
ÍSF-forseti