|
Heiðursnál
Á
norðurlendskum fundi, sum var hildin 23.- 25. september
2005 á Holmenkollen Park Hotell í Oslo, fekk
Heðin Mortensen, ÍSF forseti, hægstu heiðursnálina
hjá tí danska ítróttarsambandinum,
DIF.
Tað var Kai Holm, DIF forseti, sum
handaði honum nálina. Til staðar vóru
eisini stjórnarlimir frá DIF.
Tað var í vár, tá
Heðin Mortensen hevði 25 ára starvsdag í
ÍSF, at nevndin í DIF gjørdi av at
lata honum hesa heiðursnál.

Á myndini eru f.v.
Heðin Mortensen og Kaj Holm

Á myndini eru f.v.
Jesper Frigast Larsen, Heðin Mortensen, Karl Christian
Koch og Kai Holm
Hesi vóru á fundi vegna Føroyar
á Nordisk Møde
tann 23-25. september 2005 á Holmenkollen í
Oslo
Føroysku luttakararnir
Frá
vinstru framman:
Sofus Johannesen, Jóhannes Joensen, Heðin Mortensen
og Sølvi R. Hansen
Vinstra aftan:
Pætur Clementsen, Ninna R. Ørvarodd og Paula
Eikholm
------------------------------------
Heðin
Mortensen heiðraður av danska ítróttarsambandinum
ÍSF-forsetin
fær heiðurstekin frá DIF fyri síni
stóru avrik ítróttinum at frama síðstu
25 árini. - Hetta er ein sera stórur heiður,
ið ikki bert er tað fyri meg, men fyrst og fremst
føroyskan ítrótt, sigur Heðin Mortensen.

Danska ítróttarsambandið,
DIF, hevur heiðrað ÍSF-forsetan Heðin
Mortensen við hægstu viðurkenning fyri hansara
drúgva virki fyri føroyskan og norðurlendskan
ítrótt.
Heiðursteknið, ið bert verður
latið fáum fólkum og sera sjáldan
útlendingum, verður latin við eini heilsan
frá DIF-formanninum, Kaj Holm, sum sigur Heðin
Mortensen síni 25 ár sum ÍSF-forseti
hava verið sera sjónskan í ikki bara ítrótti,
men eisini vinnulívi og politikki í Føroyum.
- Persónliga havi eg kent Heðin
sum ein dugnaligan ítróttarleiðara, ið
øðrumegin arbeiðir fyri at gera vart við
Føroyar sum sjálvstøðuga ítróttartjóð,
men sum hinumegin bæði politiskt og ítróttarliga
gongur inn fyri samstarvi, politiskt innan fyri ríkisfelagsskapin
og ítróttarliga á norðurlendskum
og europeiskum stigi, umframt at arbeiði hansara fyri
Føroyum sum limalandi í olympiskum høpi
hevur verið eitt hjartamál, sigur Kaj Holm í
sambandi við viðurkenningina.
Sambært viðtøkurnar
hjá DIF verður heiðursteknið latið
donskum ríkisborgarum, sum hava veitt donskum ítrótti
serligar og týðandi tænastur, og útlendingum,
sum ynski í serligum førum er um at heiðra
sum tøkk fyri ítróttarlig avrik, ið
hava havt størsta týdning fyri danskan ítrótt.
- Eftir hesum er Heðin Mortensen,
hóast "danskur ríkisborgari", fyrst
og fremst at rokna millum útlendingarnar, við
tað at føroyska ítróttarsambandið
verður javnmett við eitt "útlendskt"
ítróttarsamband, sigur DIF-formaðurin.
Ætlanin hjá Kaj Holm var at handa Heðini
Mortensen heiðursteknið á aðalfundinum
hjá ÍSF, sum verður tann 21. mai, men
av tí at tað ikki liggur fyri hjá honum
at koma til Føroya tá, ætlar hann at
finna annað hóskandi høvi, so sum á
onkrum norðurlendskum fundi í ítróttarhøpi
seinni í ár.
- Hetta er ein sera stórur
heiður, ið ikki bert er tað fyri meg, men fyrst
og fremst føroyskan ítrótt, sigur Heðin
Mortensen, ið tann 1. mars kundi hátíðarhalda,
at hann í samfull 25 ár hevur sitið við
róðri í føroyskum ítrótti
sum forseti í Ítróttarsambandi Føroya.
|