|
Heðin
Mortensen 25 ár sum formaður
Fyrsta mars hevði
Heðin Mortensen staðið á odda
fyri Ítróttasambandi Føroya í
25 ár

Týsdagin fyrsta mars vóru
liðin 25 ár síðani Heðin Mortensen
varð valdur formaður í Ítróttasambandi
Føroya. Tað var tó ikki nakar óroyndur
maður, ið tók sæti í ovasta
sessinum innan føroyska ítrótt í
1980.
Alla sína tíð hevur
Heðin verið aktivur á ymsum økjum,
og álitisstørvini hava verið mong. Hóast
hann hevur verið aktivur í bæði lokal-
og landspolitikki og knýttur at ymsum mentanararbeiði,
so hevur fremsta frítíðaráhugamálið
hjá honum tó altíð verið ítróttin.
Áhugin fevnir fleiri ítróttagreinar,
men tað er serliga kappróðurin, ið Heðin
hevur havt alsk til. Áðrenn hann í 1979
kom í stjórn ÍSF sum starvsnevndarskrivari,
var hann eitt nú formaður í Havnar Róðrarfelag
árini 1973 til 1979 og sat eisini sum formaður
í Tórshavnar Ítróttarráð
frá 1975 til 1978.
Hesi árini Heðin hevur sitið
formaður í ÍSF eru stórar broytingar
hendar innan føroyska ítrótt. Nýskipanin,
ið byrjaði við stovnsetanini av Fótbóltssambandi
Føroya í 1979, tók veruliga dyk á
seg í 1980. Heðin hevði ikki sitið sum
formaður longri enn hálvt ár, so vóru
seks sersambond aftrat sett á stovn. At sersambond
vórðu sett á stovn hevði kollvelting
við sær. Øll ábyrgd fyri fíggjarmálum
hjá einstøku ítróttagreinunum
hevði annars ligið hjá starvsnevnd og stjórn
ÍSF, men við stovnanini av sersambondunum gjørdist
einstøku ítróttagreinarnar sjálvstýrandi
eindir innan fyri stóra felagsskapin og øll
ábyrgd fyri dagligum rakstri varð flutt til ymsu
sersambondini. Uppgávan hjá sjálvum
meginfelagsskapinum broyttist eisinisamsvarandi og er m.a.
nú at fremja samstarv um ítróttamál
við landsmyndugleikar og aðrar myndugleikar í
landinum, umboða Føroyar í ítróttamálum
í viðurskiftum við aðrar tjóðir,
her undir at stuðla og verja olympisku rørsluna
og umboða føroyska ítrótt í
olympiskum høpi, innan teir karmar, sum Altjóða
Olympiska Ráðið skipar. Eisini skal ÍSF
seta í gongd og skipa fyri tiltøkum at breiða
út ítróttina til øll fólk
uttan mun til aldur, útbúgving, kyn og sosiala
støðu, samsvarandi ynskjunum og tørvinum
hjá tí einstaka og eisini menna umstøðurnar
hjá teimum, ið hava trupul ítróttalig
viðurskifti.
Nógv er gjørt hesi árini
Heðin hevur havt ovastu leiðsluna um hendi. Tá
hann tók við vóru níggju ítróttagreinar
umboðaðar í Ítróttasambandinum,
meðan talið í dag er vaksið til 24, og
eru hesar allar skipaðar í 15 ser- og deildarsambond.
Eisini er talið av feløgum í formanstíð
hansara økt úr 71 upp í 107 og eru
í dag fleiri enn 15.000 íðkandi limir
skrásettir í felagsskapinum.
Menningin innan ítróttina
hevur hesi ár verið stór. Meira enn helmingurin
av sersambondunum eru sjálvstøðugir limir
í altjóða og millumtjóða ítróttasamgongum
og hevur stórur dentur verið lagdur á
at geva føroyingum høvi at vera við í
millumlanda kappingum. Ítrótt er vorðin
fastur partur av føroyska gerandisdegnum. Ítróttakappingar
eru alt árið, og umstøðurnar at íðka
ítrótt eru góðar og onkursvegna
eru nærum allir føroyingar á einhvønn
hátt knýttir at ítróttini.
Miðvísa arbeiðið,
ið er gjørt innan Ítróttasambandið,
sersambond og deildir, hevur borið ávøkst.
Útbúgvingarætlanir hava havt støðuga
menning við sær og bæði innan íðkan
og fyriskipan er støðið høgt. Heimligar
kappingar roynast góðar og spennandi og føroysk
ítróttafólk luttaka javnan í
millum- og altjóða kappingum. Møguleikar
eru m.a. at taka lut í oyggjaleikum, smálandakappingum,
kappingum um EM ella HM o.s.fr., so fyri tann, ið hevur
hug og hegni er møguleiki fyri nógvum avbjóðingum.
Heðin hevur altíð lagt
dent á, at neyðugt er við góðum
umstøðum. Bæði fyri íðkandi
og fyriskiparar. M.a. eru hølisumstøðurnar
hjá ÍSF bøttar munandi. Húsini,
ið upprunaliga vóru felagshøli hjá
hondbóltsfelagnum Neistanum, eru í fleiri
umførum umvæld og víðkaði. Hóast
tað ikki er nóg rúmsátt at hýsa
øllum virkseminum, so ber til við liðiligheit,
men nóg gott er tað ikki og er eitt av nógvu
málunum, ið Heðin hevur á skránni,
útvegan av nýggjum hølum.
Hóast tað av og á
hevur brotið í bæði borð, so hevur
Heðin roynst arbeiðssamur hugsjónarmaður
innan ítróttina. Nógv er komið
á skaftið og trivið kundi verið i nógv,
men hetta vildi kravt nógva rúmd og er partvíst
eisini óneyðugt, tí avrikini tala fyri
seg sjálvi. Tó kann í stuttum okkurt
verða tikið fram. Eitt nú, at í samband
við fimti ára stovningarhald ÍSF í
1989 varð roynt at knýta ítróttina
og annan part av mentanini, nevnliga sjónleikin,
tættari at hvør øðrum, tá
leikurin Framá var táttur í sjálvum
jubileumshaldinum. Eitt gott hugskot, ið prógvaði,
at væl ber til at arbeiða tvørnámsliga
um mentanarmørk. Eitt hugskot, ið kann verða
øðrum til fyrimynd. Ásannandi at nógvur
peningur skal til um luttakast skal í fleirtjóða
kappingum, var Heðin við at seta stuðulsfelagsskapin
Framá Føroyar á stovn, og seinni var
hann oddamaður fyri at fáa donsku tipstænastuna
at virka í Føroyum, soleiðis at føroysk
ítrótt kundi fáa part av yvirskotinum.
Ein roynd, ið hevur givið bæði ítróttarørslu,
umgdómsarbeiði og øðrum mentanararbeiði
tryggari fíggjarkarmar at virka undir.
At hann so eisini hevur verið við
at fingið ítróttaferðir, trygging
av ítróttafólkum, ítróttaráðgevaraskipan
o.a. í trygga legu er nakað, sum í dag
verður roknað sum ein sjálvfylgja.
Nógv stig eru tikin og í
nógvum førum er vunnið á mál.
Men framvegis eru nógvar avbjóðingar eftir.
Lóg ÍSF er broytt og samsvarar í dag
øllum teimum krøvum, sum IOC, altjóða
olympiska ráðið, setur, men enn er limaskapurin
ikki fingin. Givið verður tó ikki á
hond og stríðið fyri at vinna føroyskaum
ítróttafólkum limaskap heldur fram.
Vit, ið kenna Heðin vita, at
tað argar hann, at tað ikki eydnaðist at fáa
eitt sonevnt "multiítróttastadion"
í Gundadali. Eftir hansara tykki vildi hetta verið
til stórt gagn fyri allar borgarar í Tórshavn
og sera gott fyri fólkaheilsuna. Hetta mál
hevur einki við starv hansara sum ÍSF-forseti
at gera, men verður bert nevnt fyri at vísa,
at eisini í politiska yrki hansara hevur ítróttahugsjónin
havt rúmd og merkt gerandisdagin. At málið
um rennibreyt og betraðar umstøður til frælsa
ítrótt neyvan er slept er so onnur søga.
Nógvu broytingarnar, ið hendar
eru innan føroyska ítróttaheimin seinastu
25 árini eigur Heðin sín stóra
og virkna lut í, og fyri trúgva og drúgva
virkið sítt innan ÍSF hevur hann fingið
øll tey heiðursmerki, ið Ítróttasambandið
gevur. Heðin hevur fingið silvur- og gullnál
ÍSF umframt gullmerkið við bjálka.
Eisini hevur hann fingið heiðurskross Ítróttasambandsins
fyri arbeiði sítt til frama fyri føroysku
ítróttafjøldina. Umframt hetta hevur
hann fingið heiðurskross frá íslendska
ítróttasambandinum og er eisini riddari av
Dannebrog.
Starvsnevnd Ítróttasambands
Føroya heilsar við hesum orðum Heðin
Mortensen nú hann trúfast hevur tænt
føroysku ítróttini sum ÍSF-forseti
í 25 ár.
Hjartaliga tillukku og nógv
góðynski fyri framtíðina.
|